leygardagur 31. juli 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 143 - 31. juli 2004
Nr. 143 - 31. juli 2004
13
Fjølbroytt myndlist
og søguligar fram-
sýningar av ymiskum
slagi áttu eisini í ár
sín part av skránni
fyri ólavsøkuna.
Onkur av hesum
framsýningum læt
upp longu tíðliga í
vikuni og heldur fram
nakað út um sjálva
ólavsøkuna
LIST
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tann mest umrødda fram-
sýningin hevur vanliga ver-
ið ólavsøkuframsýningin
hjá Listafelag Føroya, sum
í ár læt upp í Listaskálan-
um, mikudagin 28. juli.
Hetta er ein framsýning við
úrvælslist, har valt og vrak-
að verður millum listaverk.
Í ár høvdu 39 listafólk til-
samans 131 verk við á
framsýningini.
Fyrstu ferð, skipað varð
fyri ólavsøkuframsýning,
var í 1948 og hevur fram-
sýningin verið á hvørjum
ári við undantaki av nøk-
rum heilt fáum árum.
Tey, sum hava áhuga fyri
list, høvdu fleiri møguleik-
ar at velja ímillum á ólav-
søku í ár.
Í Norðurlandahúsinum
var
summarframsýning,
sum hesaferð hevði verk
hjá seks listafólkum.
Í Mullers Pakkhúsi hevði
Lions Club í Havn fram-
sýning, og uppi á loftinum í
Smiðjuni í Lítluvík var
framsýning við frálíkum
skemtitekningum hjá Óla
Petersen.
Gamalt og nýtt
Í Smiðjuni í Lítluvík hevði
Tórshavnar Býarsavn og
Føroya
Landsskjalasavn
eisini framsýning, sum lýsti
býarmenningina
árini
1856-1954.
Av øðrum søguligum
framsýningum um ólavsøk-
una, hevði Føroya Náttúru-
gripasavn eina framsýning
um upphav Føroya, og
Føroya
Fornminnissavn
hevði eina framsýning um
veiði úr felags havi við
denti á norðsjóvarfiski-
skapin árini 1870-1940.
Klædnahandlarnir, Sirri
og Snældan, ið selja væl-
umtókt
føroysk
pløgg,
høvdu eisini opið um ólav-
søkuna.
Í hølunum við Tinghús-
vegin hevði Losjan fram-
sýning av eitt nú fiskabúr-
um og fiskum, sum liva í
feskum vatni og saltvatni.
Losjan sýndi eisini ymisk
handverk og list, og fiski-
brunnur var til børnini.
Eitt hav av list á ólavsøku
– Tey ungu listafólk-
ini hefta seg ikki so
nógv við landslagið.
Hættirnir broytast,
og ein partur av
listini byggir meira á
instalatiónir, sigur
Eyðun av Reyni, lista-
maður
LIST
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Fríggjamorgunin
ringdi
Sosialurin til trý kend
listafólk fyri at fregnast
eftir, um tey høvdu sæð
onkra av listaframsýning-
unum á ólavsøku.
Tann eini hevði av
ymiskum orsøkum ikki
verið á ólavsøku, meðan
hini bæði listafólkini vóru
ikki komin so langt á
ólavsøku, at tey høvdu sæð
nakra av framsýningunum.
Vit vendu okkum tískil
til Eyðun av Reyni, sum
hevði fýra málningar við á
ólavsøkuframsýningini í
Listaskálanum.
Eyðun var fyrstu ferð
við á eini ólavsøkufram-
sýning í 1964.
Listin broytist
Vit spurdu hann, hvat hon-
um dámdi úrvalið á fram-
sýningini í Listaskálanum
hesaferð:
– Ja, hvat skal man siga?
Tað veldst í fyrsta lagi um
eyguni sum síggja.
Eyðun vísir á, at við list-
ini er tað sum við so
mongum øðrum, ið skapt
verður av mannahondum í
skiftandi tíðum.
– Einki stendur í stað.
Alt broytist, eisini listin.
Vit skilja á listamann-
inum, at hann hevur ikki
hug í knappari vending at
gera sær nakra endaliga
niðurstøðu av listini á
ólavsøkuframsýningini í
ár.
– Tey ungu listafólkini
ganga aðrar vegir. Tey
hefta seg ikki so nógv við
landslagið.
Hættirnir
broytast, og ein partur av
listini byggir meira á
instalatiónir.
Eyðun heldur tó ikki, at
listin er vorðin meira
abstrakt, men tað er meira
hugskotini sum broytast.
– Eg haldi, at listin var
meira abstrakt ella hálv-
abstrakt fyri nøkrum árum
síðan, sigur Eyðun av
Reyni, sum heldur ikki
kom longur enn at síggja
ólavsøkuframsýningina í
Listaskálanum.
Øssur Mohr
Vit kunnu leggja aftrat, at
6. august letur listamaður-
in, Øssur Mohr í Fugla-
firði listaframsýning upp í
Listaskálanum.
Við
á
framsýningini, sum varar
til, 12. september, hevur
hann eini 40 listaverk.
Einki stendur í stað, heldur ikki myndlistin
Mynd: Rúna Sivertsen
Ógvusligar andlitsmyndir í Listaskálanum
Mynd: Rúna Sivertsen
Ymiskar instalatiónir er partur av nútíðar list
Mynd: Rúna Sivertsen
Myndarøð við naknum manni í Norðurlandahúsinum
Mynd: Rúna Sivertsen
Ungu listafólkini ganga nýggjar leiðir
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Føðingar
21. juli fingu Daisy N. Elttør og Sámal Jóhan Høgne-
sen, Klaksvík, ein son. Hann var 52 cm langur og
vigaði 3600 gr.
21. juli fingu Elsebeth og Johannes Pauli V. Mohr,
Klaksvík, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði
4100 gr.
22. juli fingu Jóhanna Feilberg og Arnfríður Jacobsen
eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 4050 gr.
23. juli fingu Ann Maria og Vinjard Johansen, Eiði,
eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 3800 gr.
23. juli fingu Heidi Kilgour og Dennis Holm, Vági, ein
son. Hann var 56 cm langur og vigaði 5550 gr.
24. juli fingu Jensia Højgaard Kjærbæk og Leon S.
Kjærbæk, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 54 cm long og
vigaði 4245 gr.
25. juli fingu Arina Bischoff og Høgni H. Debes,
Tórshavn, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði
4310 gr.
25. juli fingu Sólrun Jørgensen, Miðvági, og Uni
Hansen, Sandavági, ein son. Hann var 55 cm langur og
vigaði 4050 gr.
25. juli fingu Unn Bjarnadóttir og Annfinn Joensen,
Sørvági, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði
3425 gr.
25. juli fingu Katrina og Hjalmar Hansen, Rituvík, ein
son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3725 gr.
26. juli fingu Ewald og Mirjam Kjølbro, Vatnsoyrar,
eina dóttur. Hon var 55 cm long og vigaði 4050 gr.
26. juli fingu Guðrún Bjarnadóttir, Søldarfirði, og
Hallur Bech, Porkeri, ein son. Hann var 62 cm langur
og vigaði 5720 gr.
26. juli fingu Ingun og Birni Hansen, Tórshavn, eina
dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 3750 gr.
27. juli fingu Rannvá Jensen og Kristian Oskar
Henriksen, Sandi, ein son. Hann var 55 cm langur og
vigaði 4300 gr.
28. juli fingu Sonja Tungá og Jónsvein Thomsen,
Sandi, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3600
gr.
29. juli fingu Ada Kristina Petersen og Johan Falkvard
Clementsen, Sandi, ein son. Hann var 48 cm langur og
vigaði 2695 gr.
Dagurin
31. juli. Germanus, deyður í umleið 448. Føddur í
Auxerre í Fraklandi. Var løgfrøðingur og fekk høgt starv
sum embætismaður, men varð 40 ára gamal ímóti vilja
sínum valdur til biskup í Auxerre. Hann doyði í Ravenna í
Italiu.
August hevur navn sítt eftir rómverska keisaranum
Augustusi. Tá ið teir høvdu gjørt av, at fimti mánaður í
gamla rómverska kalendaranum, quintilis, skuldi hava
navnið juli til minnis um Julius Caesar, hildu teir seinni, at
Augustus átti at fáa sama heiðurin sum Julius, og sætti
mánaður, sextilis, fekk navnið august.
1. august. Pætur í fongsli. Dagurin var á latíni róptur
vincula Petri (fjøtur Pæturs) og varð hildin til minnis um,
at ein eingil kom til hansara í fangarúminum, sló
leinkjurnar av honum og bað hann fylgja sær út úr
fongslinum. (Ápostlasøgan 13, 3–23).
2. august. Hannibal. Teir vita einki halgimenni við hesum
navni. Dagurin hevur havt nógv onnur nøvn, men frá
árinum 1700 er Hannibal komin upp í halgimannatalið.
Navnið er fønikiskt og merkir náðigáva Baals. Best
kendi Hannibal í søguni var tann tiltikni herhøvdingin úr
Kartago.
Jóannes Patursson doyði hendan dagin í 1946.
80 ára føðingardagur
Mánadagin 2. august verður Sema Kristiansen, Leirvík,
80 ár. Dagurin verður hildin í Bygdarhúsinum sunnu-
dagin 1. august kl. 14.00. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Gullbrúdleyp
Í dag, 31. juli, hava Hjørdis og Arne Højgaard á Toftum
gullbrúdleyp. Tey, ið ynskja at heilsa uppá gull-
brúðarparið eru vælkomin í heimið millum kl. 9.00-
14.00.
Brúdleyp
Í dag, 31. juli, kl. 16.00 giftast í Havnar kirkju Karina
Nattestad og Øssur Skeel Nolsøe. Veitslan verður fyri
innboðin í HB-húsinum kl. 19.30.
Í dag, 31. juli, kl. 15.00 giftast í Vestmanna kirkju Jó-
hanna Gunnlaugsdóttir, Vestmanna, og Anders Christi-
ansen, Fredericia. Veitslan verður fyri innbodnum í
Bygdarhúsinum í Vestmanna kl. 19.00.
Í dag, 31. juli, kl. 15.00 giftast í Christianskirkjuni í
Klaksvík Julianna M. Askham, Hvannasund, og Silas
K. K. Olofson, Klaksvík. Døgurði verður fyri innbod-
num í Skálanum og vælkomst verður klokkan 21.00.
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum,
at okkara kæra mamma, vermamma, omma
og langomma
Anna Elisabeth Thomsen
Tórshavn
andaðist á Lágargarði 26. juli, 93 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju í dag,
leygardagin 31. juli kl. 13.00.
Familjunnar vegna
Jákup,Tummas Pauli, Margreta og Matilda
Tey, ið vilja minnast Lisabeth við blómum ella kransi, kunnu í staðin lata
eina peningagávu til Lágargarð, kt. nr. 655.821.8 í Føroya Sparikassa
Tórshavnar kommuna hev-
ur sett Hensiu Einarsson
sum fyristøðufólk á Tjarn-
argarði frá 1. september
2004.
Hensia er 53 ára gomul
og hevur útbúgving sum
sjúkrarøktarfrøðingur
í
1981 á Sjúkrasystraskúla
Føroya. Í 1988 tók hon eitt
ára diplomútbúgving við
sergrein í leiðslu frá Dan-
marks Sygeplejerskehøj-
skole ved Aarhus Universi-
tet.
Hon hevur hollar leiðslu-
royndir sum økisleiðari
innan heimarøktina, og í út
við trý ár starvaðist hon
sum deildarsjúkrasystir í 10
ár á psykiatrisku deild, eitt
nú á gerontopsykiatrisku
deild. Eisini hevur hon
verið avloysari fyri fyri-
støðukvinnuna á Lands-
sjúkrahúsinum í 8 mánaðir,
og hevur fýra tey seinastu
árini starvast sum ábyrgd-
arhavandi
sjúkrarøktar-
frøðingur (trissa) á Lands-
sjúkrahúsinum.
Hensia
hevur einsin starvsroyndir
frá arbeiði á røktarheimum
í Noreg og á sjukrahúsi í
Danmark.
Andlát
21. juli
Valdemar Djurhuus, bús í Havn, ættaður úr Sumba,
86 ár
22. juli
Marin Elisabeth Zachariassen, vanliga nevnd Marin
á Sondum, á Sandi, 73 ár
Joen Hendrik Oliver Sune Petersen, búsitandi í
Keypmannahavn, ættaður úr Klaksvík, 71 ár.
24. juli
Frida Joensen í Búðunum, Klaksvík, 87 ár
Sigurlina Samuelsen, vanliga nevnd Lóa, 85 ár.
26. juli
Petur Andre Norðgerð, Leirvík, 41 ár.
Anna Jacobsen, fødd Abrahamsen, ættað av Eiði,
búsitandi í Augustenborg, 74 ár.
Elisabeth Thomsen, Tórshavn, 93 ár.
27. juli
Hedvig Rein, 87 ár.
Hensiu Einarsson fyristøðufólk á Tjarnargarði
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum sýndu sam-
kenslu, tá okkara høgt elskaði maður, pápi,
abbi og langabbi
Eivind Eliassen
Mikladalur
doyði og varð jarðaður.
Hjartans tøkk til øll tykkum, sum á ymiskan hátt
hjálptu til við jarðarferðina og ervið. Eisini takka
vit øllum, sum við blómum, kransum, telefon-
samrøðum og við gávum til Mikladals kirkju
vildu minnast hann.
Fyri tey avvarðandi
Kirstin,
Mathilda, Eyðun og Magnus
C
M
Y
K
13
12