Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-31, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 31. juli 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 143 - 31. juli 2004 15 14 Nr. 143 - 31. juli 2004 Tað gekk ikki upp í eina hægri eind í Kommunskúlagarðin um. Ársins ólavsøku- konsert fer í minnið sum ein hin ringasta seinnu árini UMMÆLI Orð:Heri á Rógvi Myndir: Álvur Haraldsen Ein kókandi áhoyrarafjøld av ungum fólki skrála eftir Páll Finni Páll. - Lær at siga noy, tá menn vilja pula tær, syngja tey av lívsins kreftum. Forsangarin í Páll Finni Páll segði herfyri, at teir ikki longur tímdu at syngja um pissilingar. Men tað tíma teir so øgiliga væl. Tað er væl tað, bólkurin ger mest av - at syngja fúlt - og kanska eisini er best til. Vit eru miðskeiðis í skránni á ársins ólavsøkukonsert. Dagurin eitur ikki longur 27., og tjóðarhátíðin verður sum vant skotin avstað við fullari ferð í Kommunu- skúlagarðinum. Teir fúlu dreingirnir í Páll Finni Páll hava jóladagar á pallinum. Og tað er ikki sørt, at áhoyrarnir hava hug at syngja við. Orsøkin til, at vit velja at dvølja eina løtu við hesar ungu menn er ikki tí teir spældu so øgiliga væl - langtfrá tí. Men tí teir vóru hæddarpunktið á kon- sertini. Teir vóru einasti bólkur, ið skapti nakað burturúr ongum fólki. Headache Blues Treo var eftir mínum tykki besti bólkurin, og Týr skuffaði heldur ikki millum manna. Tað var sjáldan, at Komm- unuskúlagarðurin livdi við tónleikinum. Satt at siga var ólavsøkukonsertin ikki nógv at skriva heim um. Tað gekk ikki væl í hond. Konsertin gjørdist ongantíð tað stóra upplivilsið. Hon hekk illa saman. Har vant- aði megi Í ítrótti verður sagt, at ta- bellin lýgur ikki. Og lógva- brestir eins snjallir sum í kirkju úr einum útholaðum Kommunuskúlagarði fyri síðsta bólkinum, siga alt. Tað var ikki, sum tað plagar og kanska eigur at vera. Blandað bomm Konsertin er heilar átta tím- ar drúgv. Tað munnu vera fá, sum hava fingið alla konsertina við. Tólv bólkar er nógv - ov nógv í hesum førinum. Ein samanhang- andi var ikki at finna. Eing- in bólkur í ár var á støði við eitt Frændur, tá tað kemur til at selja atgongumerki og at savna fólk. Men saknur var eisini á einum bólki sum All That Rain, sum høvdu kunnað givið hesari konsertini eitt nógv til- trongt spark. Men aftur til teir bólkar, sum vóru við. Hóast teir spældu fyri fá- um fólkum vóru Headache Blues Treo í mínari verð outstanding. Teirra tónleik- ur sveimaði í lýggju summ- arluftini. Stuttligt var at hoyra bólkin Paradox, ið er mann- aður við ungum evnaríkum tónleikarum. Men í ung og evnarík sjangruni var tað Kristel Lisberg, sum vann við fleiri longdum. Henn- ara útstráling og rødd fluttu fjøll. Kristel Lisberg er bert fimtan ára gomul. Umgyrd av nøkrum royndum gubb- um í føroyska tónleika- heiminum stóð á fyrsta sinni á pallinum. Hon er Meðan vit bíða eftir betri Amin týsdagin Vegna framskundað evstamark bar ikki til at fáa ummæli av framførsluni hjá Amin Jensen við í blaðið í dag. Ístaðin verður tað prentað týsdagin. Sangarin í Fluffy Toys, Einar Jacobsen Tað var ikki eiðasørt, at fólk hugnaðu sær á konsertini. Sum kvøldið leið legðist meiri fólk til, men tey nógvu steðgaðu ikki leingi. Tað eydnaðist ikki at fáa fólk at støðast leingi, og tað setti sín dapra dám á. Ídnu tónleikararnir hjá I Am góvu seg fult út á pallinum Tólv bólkar vísti seg at vera ov nógv. Tað gjørdist nakað langt millum snapsarnar av pallinum bara fimtan ár, so vit halda okkum til at undrast á, at ein so ung kann klára seg so væl. Hennara skrá vóru sokallaði kopiløg av nýggj- ari og eldri slag. Skráin kundi verið betri, men framtíðin og røddin er bæði ljós og fjøllbroytt. Ógvuliga ymiskt var, hvussu tað ljóðaði av palli- num. Eitt nú Hatespeech tóktist at vera ov hart fyri ljóðuppsetingina. Tá Gunnar Mikkelsen Band fór á pallin sum ein av teimum síðstu, og eftir okkara tykki skeiva tíðs- punkti, var tað sum um, at onkur fann og tendraði kontaktina. Hesin framúr evnaríki hálvi føroyingurin var kanska navnið hesaferð. Við nøkrum góðum før- oyskum tónleikarum afturat sær fótaði hann sær ikki so væl á føroyskum, men tón- leikurin var rætt og slætt framúr. Gestir eru byrjaðir at spæla alment aftur. Teir góvu seg fult út, men tykj- ast eitt fitti petti frá tí ljóði, sum fekk øll at rakna við á Prix Føroyum. Makrel, sum fyri stuttum góvu eina nýggja fløgu út, endaðu konsertina. Tað var kanska ikki so nógv at gera hjá teimum, tá ið áhugin fyri konsertini týðuliga var fokin. Tað var fyri so at siga allar bólkar, at vit kunnu siga næstan ella líkavið. Áhoyrarnir fingu ikki heildina. Og hjá ongum gekk tað upp í eina hægri eind við tónleiki og fjøld- ini. Blandaðu bommini rigg- aðu ikki so væl í sama posa. Dirty dusin Í ummælinum av ólavsøku- konsertini í fjør var dúgliga stungið eftir fyrireikarun- um fyri at seta ein óhósk- andi blanding av føroysk- um og útlendskum út í kort- ið. Ilt var at fáa eyga á ein samleika. Men í ár var greitt meldað út: Tólv før- oyskir bólkar. Heilt einfalt ein stórur partur av teimum góðu føroysku bólkunum. Einki "stórt" navn, sum eitt nú Frændur ella Terji og Føstufressar. Hetta er ein samleiki, vit kunnu taka undir við. Men tólv bólkar er nógv, rætti- liga nógv. Tað skal síggjast í ljósi- num av, at ólavsøkukon- sertin hevur lagt seg í eina rímiliga fasta legu og hevur stórar ambitiónir, at vit hætta okkum at finnast at. Vit bíða - hini skapa. Hálvan veg Ólavsøkukonsertin er nógv broytt seinnu árini. Ì ár var konsertin fyrst og fremst markerað við einum nýggj- ari ljóðútgerð. Endamálið er at gera pallin á ólavsøku- konsertini til eitt upplivilsi fyri tónleikararnar. Trupul- leikin í ár var, at konsertin ikki var eitt gott upplivilsi fyri vanligu áhoyararnar. Sjálvandi eigur ólavsøku- konsertin at mennast, men tað er drúgt at koma niðaná. Tað tekur tíð at byggja tílíkt upp, og vit bíða spent eftir betri. Í ár var mestur trupult at síggja skógin fyri berum trøum. ÓLAVSØKUKONSERTIN 2004 C M Y K 14