leygardagur 31. juli 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 143 - 31. juli 2004
Nr. 143 - 31. juli 2004
17
UTTAN ÚR HEIMI
Heldur Blair enn Bush
Tað er líkt til, at bretski forsætisráðharrin, Tony
Blair, er hægri í metum í USA enn amerikanski for-
setin.
Ein meiningakanning, sum varð almannakunn-
gjørd í amerikonskum fjølmiðlum fyrradagin, vísti,
at 58 prosent av amerikanarunum halda Blair vera
ein dugnaligan stjórnarleiðara. Tá tey fingu sama
spurning um George W. Bush, vóru tað bara 43 pro-
sent, sum hildu hann vera ein dugnaligan stjórnar-
leiðara. Hetta er kanska ein uggi hjá Blair, tí ein
tilsvarandi kanning í Evropa fyrr í ár vísti, at hann er
ikki serliga nógv avhildin hesumegin Atlantshavið.
Kanningin vísti eisini, at amerikanararnir halda
nógv av ST-aðalskrivaranum, Kofi Annan, og av
Jóhannesi Páll páva. Harafturímóti er franski
forsetin, Jacques Chirac, ikki serliga nógv avhildin í
USA.
Harðar ákærur ímóti Kerry
Demokratiska forsetavalevnið í USA, John Kerry,
fær harða viðferð í einari bók, sum júst er útkomin.
Høvundurin, sum eitur John O'Neill, var í ameri-
kanska herflotanum í Vietnamkrígnum eins og
Kerry. Undir valstríðnum hava ráðgevar Kerrys
gjørt nógv burturúr, at Kerry fekk trý heiðursmerki
undir krígnum, men John O'Neill vil vera við, at í
tveimum av førunum hevði Kerry volt sær sjálvum
skaða. Tí hevði hann bara tað eina heiðursmerkið
uppiborið, skrivar hann.
Undir valstríðnum hevur Kerry eisini nýtt eina
plakat við einari mynd av sær sjálvum og 19 øðrum
hermonnum frá Vietnamkrígnum. Ein av her-
monnunum, William Shumadine, hevur mótmælt
hesum. Hann sigur, at minst 11 av teimum 19 her-
monnunum stuðla Bush og ikki Kerry, og tí heldur
hann tað vera skeivt av Kerry at n+yta myndina í
valstríðnum.
Kanna svik hjá Pinochet
Elsti sonur fyrrverandi forsetan í Kili, Augusto
Pinochet, varð tikin ólavsøkudag og skuldsettur fyri
svik.
Sambært myndugleikunum hevur Augusto Pino-
chet Hirati verið uppi í einum bólki, sum hevur selt
stolnar bilar. Undir kanningunum er komið fram, at
sonurin hevur nógvar pengar standandi í einum
banka í USA, og nú verður kannað, um allir peng-
arnir stava frá ólógligu bilasøluni, ella um okkurt
annað er uppií. Amerikanskar kanningar hava fyrr
avdúkað, at kona gamla Pinochet, Luisa Hirati,
hevur framt skattasvik, og at hon hevur brúkt tann
amerikanska bankan til at fjala pengar, sum hon átti
at rinda skatt av.
Myndugleikarnir í Kili kanna øll fíggjarviður-
skiftini hjá gamla forsetanum. Tá Pinochet tók við
eftir kvettið í 1973, átti hann bara eini vanlig hús og
ein lítlan bil. Seytjan ár seinni átti hann ellivu stór
hús. Fleiri teirra vóru í teimum dýru býarpørtunum
í høvuðsstaðnum Santiago.
Tað størsta mistakið
Svenski søgumaðurin Peter Englund vil vera við, at
kríggið í Irak er tað størsta hernaðarliga mistakið
síðani kríggið í Vietnam.
Peter Englund hevur skrivað fleiri bøkur um
kríggj og hernaðarsøgu. Hann sigur við norska blað-
ið Dagsavisen, at amerikanska leiðslan visti als ikki,
hvat hon gjørdi, tá hon gjørdi av at leypa á Irak.
Hann sigur eisini, at amerikanska málið við
álopinum var at gera USA tryggari at búgva í og at
avmarka vandan fyri yvirgangi, men at úrslitið er tað
beint øvugta.
Peter Englund heldur, at kríggið í Irak hevur eisini
avdúkað, at USA er ikki so sterkt, sum vit fyrr hava
hildið. Hann vísir á, at síðani Berlinmúrurin fall,
hevur USA verið roknað sum heimsins einasta
stórveldi, men at kríggið í Irak hevur avdúkað, at
landið er ikki so sterkt, sum bæði amerikanarar og
onnur hava hildið.
John Kerry, sum nú
alment er forsetaval-
evni hjá demokratun-
um, sigur, at altjóða
samfelagið skal aftur
fáa álit á USA
VALSTRÍÐ
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Framman
fyri
20.000
áhoyrarum
kunngjørdi
John
Kerry,
senatotur,
gjáramorgunin, at hann tók
av tilboðnum frá flokki
sínum um at stilla upp á
forsetavalinum 2. novemb-
er, og at hann ætlar sær at
fella George W. Bush,
forseta.
Í røðuni, sum verður
hildin at fáa avgerandi
týdning fyri møguleikar
hansara at vinna valið,
segði
Kerry,
at
undir
hansara leiðslu fer USA
ongantíð í kríggj, tí landið
vil sleppa í kríggj, men at
tað verður bara gjørt, um
tað er alneyðugt.
Við hesum staðfesti hann
eina ferð enn, at hann er
ímóti tankanum hjá Bush
um fyribyrgjandi kríggj.
USA skal ikki í kríggj,
uttan so at landið er hótt,
segði Kerry. Hann legði
afturat, at undir hansara
leiðslu skulu amerikan-ar-
arnir fáa sannleikan at vita,
og at hann fer at leggja dent
á at endurreisa álitið, sum
USA hevur mist í umheim-
inum. Í hesum sambandi
ætlar hann at styrkja sam-
bandið við landsins sam-
eindu í bardaganum ímóti
yvirgangi.
Í
takkarrøðuni
nam
Kerry eisini við búskapin.
Hann segði, at hann hevur
sett sær fyri at skerja hallið
á fíggjarlógini niður í helvt
tey næstu fýra árini. Hann
vísti á, at Bush-stjórnin
hevur støðugt lækkað skatt-
in hjá vinnufyritøkunum,
men at hann ætlar sær at
steðga tí.
Kerry segði eisini, at ein
stjórn undir hansara leiðslu
fer ikki at privatisera ta al-
mennu trygdina ella at
skerja tær almennu veiting-
arnar. Stjórnin fer heldur at
gera størri íløgur í nýggja
tøkni og alternativa orku,
so USA ikki skal verða so
heft at útlendskari olju
longur.
Dregur frá Bush
Meiningakanningar í USA
teir seinastu dagarnar hava
víst, at John Kerry hevur
fingið størri og størri und-
irtøku undir landsfundinum
hjá demokratiska flokkin-
um, sum var í Boston.
Tann seinasta kanningin,
sum
kanningarstovnurin
Zogby America hevur gjørt,
og sum varð almannakunn-
gjørd í gjár, vísir, at 48 pro-
sent av veljarunum styðja
John Kerry, og at 43 pro-
sent styðja George W.
Bush. Fyri einari viku
síðani vísti ein kanning, at
tað stóð at kalla á jøvnum
teirra millum.
Fred LaRue, sum eftir
øllum at døma var
maðurin, sum av-
dúkaði lutin hjá
Richard Nixon í
Watergate-gøluni,
varð funnin deyður
hósdagin
USA
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Sambært blaðnum Biloxi
Sun Herald er einki, sum
bendir á, at nakar hevði
gjørt seg inn á tann 75 ára
gamla Fred LaRue, nú hann
varð funnin deyður.
LaRue hevur ofta verið
nevndur sum keldan hjá
blaðmonnunum Bernstein
og Woodward, ið avdúkaðu
Watergate-gøluna, ið at
enda noyddi Richard Nix-
on, forseta at leggja frá sær
í 1974. Hann doyði í 1994.
Bernstein og Woodward
hava alla tíðina sýtt fyri at
avdúka kelduna, sum van-
liga gongur undir navnin-
um "Deep Throat". Fred
LaRue avsannaði, at hann
var høvuðskeldan, men
hann viðgekk, at hann var
ein av keldunum, sum feldu
Nixon. Nógv halda kortini,
at hann var "Deep Throat".
Banamaður Nixons funnin deyður
Amerikanarar skulu
fáa sannleikan at vita
John Kerry og varaforsetaevnið John Edwards vórðu dúgliga fagnaðir á landsfundinum hjá demokratunum í Boston
Mynd: Reuters
– Eg vóni, at vit
politikarar, vinnulív
og samfelagið alt lær-
ir av okkara ítróttar-
ligu og mentunarligu
framherjum, sum
hava prógvað, at
heimurin eisini liggur
opin fyri okkum før-
oyingum, um vit bert
gera okkara arbeiði til
lýtar. Lat okkum tí
taka altjóðagerðina
sum eina avbjóðing
heldur enn eina hótt-
an og eina forðing. Eg
vóni, at samgongan
og andstøðan fara at
megna at draga eina
og somu línu, serliga í
stórmálum, og at vit
fáa eitt virðiligt sam-
starv, segði Jóannes
Eidesgaard m. a. í
fyrstu ólavsøkurøðu
síni
Neyvan nakað annað lóg-
gevandi ting í heiminum
verður sett við slíkum há-
tíðarrómi sum aldargamla
løgting okkara á sjálvum
tjóðardegnum - henda há-
summardag, tá land og fólk
hava latið seg í sítt vakrasta
skrúð og eina løtu hava lagt
tað gerandisliga til síðis.
Høvuðsstaðurin
heilsar
flaggprýddur øllum lands-
monnum og teimum mongu
gestunum úr útlondum.
Politikarar hava eftir goml-
um siði gingið skrúðgongu
saman við prestum og
embætisfólkum oman í
Dómkirkjuna til gudstæn-
astu. Komin niðan aftur á
Vaglið, verður skrúðgong-
an møtt av fjølmentari
mannamúgvu, og tíðin eins
og steðgar á, tá hesin vakri
sangurin rungar av Ting-
húsvøllinum.
Í øllum hesum hátíðar-
liga byrjar so eisini polit-
iski veruleiki okkara. Ein
politiskur gerandisdagur,
sum langt frá altíð kennist
so hátíðarligur. Ein polit-
iskur gerandisdagur, har
fólksins kosnu kvinnur og
menn eftir bestu sannføring
royna at finna loysnir, sum
skulu menna okkara land til
eitt gott land fyri okkum øll
og okkara eftirkomarar at
búgva í. Uttan mun til
hvørji vit eru, hvørja polit-
iska hugsjón vit hava, um
vit eru í samgongu ella
andstøðu, ja so hava vit
eina felags vón um einar
góðar Føroyar.
Onkur vil ivaleyst vera
við, at tað er ov lítið há-
bærsligt, ella at visionera
flogið er ov lágt, at ein
politisk samgonga einans
hevur sett sær sum mál at
skapa eitt gott samfelag fyri
øll. Rætt er tað, at tað eru
ikki tey stóru slagorðini
ella tey stóru armsveiggini,
men hinvegin hýsir hetta
bjartasta málið, ein sam-
gonga kann seta sær. At
leggja tey menniskjansligu
virðini í politikkin, so at
politikkurin alla tíðina hev-
ur sum mál at skapa eitt
betri og eitt tryggari sam-
felag - lata politikkin stutt
og greitt snúgva seg um
menniskjuni.
Olof Palme segði m.a.:
"Politikkur merkir, at vit
finna saman til tess at loysa
felags uppgávur. Politikkur
merkir, at vit seta okkum
mál fyri samfelagsgongd-
ina. Hesi mál skulu fevna
um eitt gott samfelag, sum
vit skulu byggja í felag".
Hóast grá skýggj reka inn
yvir okkara búskap, er tað
ongantíð meira neyðugt
enn nú, at vit eiga viljan
ikki bert til at varðveita,
men til framhaldandi at
útbyggja okkara vælferðar-
samfelag. Men hesin vilji
hevur sum fortreyt, at okk-
ara vinna við nýhugsan og
áræði støðugt megnar at
bera hesar útbyggingar. Tí
mugu vinnan og politiski
myndugleikin samstarva -
eitt samstarv, har báðir
partar virða tey sjálvsøgdu
mørk, sum eiga at vera
millum vinnu og politikk -
eitt samstarv, sum byggir á
viljan til at koma víðari. So
hóast hesi gráu skýggini
skugga fyri sólini, er hetta
ikki løtan til at fella í fátt,
men tvørturímóti løtan at
bróta upp um armar og í
felag at bjóða framtíðini av.
Løgtingsval var í úrtíð
20. januar í ár, og tveir dag-
ar seinni skipaði løgtings-
formaðurin fyri formans-
umfari. 31. januar var sam-
gonguskjalið við heitinum
"Breiða semjan" undir-
skrivað av Sambandsflokk-
inum, Fólkaflokkinum og
Javnaðarflokkinum. Fyrsti
løgtingstingfundur
eftir
valið var 3. februar, har
nýggja løgtingsmanningin
var góðkend, løgtingsfor-
maður og løgmaður valdir
og landsstýrið síðan skipað.
Hetta er fyrstu ferð, at
hesir tríggir flokkar eru
gingnir saman um at skipa
politiska samgongu á Før-
oya Løgtingi.
Tá samgonguskjalið fekk
heitið "Breiða semjan", var
tað ikki av tilvild. Semjan
leggur upp til, at vit fáa
politiskan stabilitet og ar-
beiðsfrið, sum eru av-
gjørdar fortreytir fyri, at
sett mál verða rokkin.
Samgongan er breið, tí
hon telur heili 21 tingfólk -
hon er breið, tí hon fevnir
rættiliga breitt politiskt.
Men innihaldið í breiðu
semjuni fevnir fyrst av øll-
um um málið at finna
breiða loysn á nøkrum stór-
málum. Her verður serliga
hugsað um sjálvstýrismálið
umframt neyðuga nýhugs-
an, tá tað snýr seg um
vinnupolitisk tiltøk.
Sjálvstýrismálið
skal
leggjast soleiðis til rættis,
at hetta ikki longur er eitt
øsingarmál, og at øll til-
gongdin nú verður á før-
oyskum hondum og ikki
longur trætumál við dansk-
ar myndugleikar. Vit snøgt
sagt føroyska ella yvirtaka
sjálvstýrismálið.
Sjálvstýrismálið skal ger-
ast ein søk fyri ta breiðu
fjøldina av føroyingum, har
føroyingar sjálvir taka av-
gerðirnar innan teir karmar
og tær heimildir, sum veru-
leikin gevur okkum.
Í sjálvstýrismálinum eru
fýra tættir:
• nýggj stjórnarskipan
• yvirtøkulógin
• lóg um víðkaðar uttan-
ríkispolitiskar heimildir
• hernaðarsamtyktin
Hóast týðandi viðurskifti
eru broytt í mun til upp-
runaligu ætlanina við einari
føroyskari grundlóg, er
samgongan samd um, at
arbeiðið skal halda fram.
Stórt arbeiði er fingið frá
hondini, og fyrra flagg-
dagsálitið
varð
handað
landsstýrinum í vár. Málið
er nú at gera nýggja stjórn-
arskipan, sum skipar alt
samfelagið, men harum-
framt eisini skal lýsa,
hvussu vit føroyingar skulu
bera okkum at, um vit velja
at siga upp verandi ríkis-
rættarligu støðu okkara.
Vónandi fer tað at bera til
at koma við nýggjum áliti,
áðrenn langt um líður, har
eitt fullfíggjað uppskot,
sum er viðgjørt av einari
fullmannaðari nevnd, og
eisini, sum ásett í lógini,
hevur verið viðgjørt av
Føroya fólki. Síðan skal
uppskotið
leggjast
fyri
løgtingið og fyri fólkið á
einari fólkaatkvøðu.
Yvirtøkulógin fer at hava
við sær, at øll málsøki
kunnu verða yvirtikin sam-
bært løgtingslóg, so hvørt
sum politiskur vilji er til
tess á løgtingi. Tó verða
nøkur málsøki, sum lógin
ikki fevnir um, ið einans
kunnu verða yvirtikin, um
Føroyar skipa seg sum
sjálvstøðugt land. Tey eru
uttanríkis- og verjupolitikk-
ur umframt heimarættur,
hægstirættur og peninga-
politikkur. Stóra nýskapan-
in við yvirtøkulógini er, at
allar
yvirtøkur
verða
framdar eftir hesi lóg, og at
hon leggur upp í hendurnar
á føroyskum myndugleik-
um einsamøllum at gera av,
nær málsøki bæði innanfyri
og uttanfyri heimastýris-
lógina koma á føroyskar
hendur. Eftir ætlan kemur
nýggja yvirtøkulógin í gildi
1. januar 2005.
Landsstýrið arbeiðir nú
við at fyrireika tær yvirtøk-
ur, sum semja er um at
fremja, og sum eru fíggjar-
liga forsvarligar við ver-
andi búskaparstøðu. Av
hesum er fólkakirkjan tann
týdningarmesta.
Í setunarrøðu síni í 2002
legði danski forsætismála-
ráðharrin upp til, at Føroyar
og Grønland skuldu hava
víðkaðar ræsir á tí uttan-
ríkispolitiska
pallinum.
Lógin fer at hava við sær, at
Føroyar verða virkisførar í
altjóðasamfelagnum
og
kunnu gera sáttmálar við
onnur lond ella millum-
tjóðafelagsskapir í yvirtik-
num málum. Tá verður ikki
neyðugt at biðja danska
uttanríkismálaráðið
um
heimild. Sostatt kunnu før-
oyskar sendinevndir fara
undir samráðingar eftir
egnum tørvi og av sínum
eintingum í øllum yvirtik-
num málum.
Hernaðarsamtyktin, sum
løgtingið samtykti í vár, fer
at gera føroyska leiklutin
munandi meira virknan, tá
tað snýr seg um trygdar- og
verjupolitikk. Gomlu hern-
aðarsamtyktirnar
gjørdu
mangan tað, at føroyskir
myndugleikar ikki fingu
virkað til fulnar, tá tað
snúði seg um hernaðarmál.
Við støði í Svørtubók og
Reyðubók, har reyði tráð-
urin heilt týðiliga er, at før-
oyskir myndugleikar vórðu
hildnir uttanfyri og ikki
høvdu møguleika at ávirka
avgerðirnar, so verður í
nýggju hernaðarsamtyktini
lagt upp til, at føroyskir
myndugleikar skulu hava
fult innlit og møguleika at
ávirka tær avgerðir, sum
snúgva seg um føroyskt
landa-, sjó- ella loftøki.
Henda samtykt gevur
trygdarpolitikkinum
eitt
heilt annað innihald og lýs-
ir mannagongdir fyri eitt
málsøki, vit ikki í verandi
støðu kunnu yvirtaka.
Við hesum lóggávum er
sjálvstýrismálið
vorðið
okkara.
At víðka uttanríkispolit-
isku heimildirnar er eisini
eitt natúrligt stig at taka, nú
alheimsgerðin hevur tikið
dik á seg. Evropasamveldið
er farið undir eina felags
stjórnarskipan, ið líðandi
fer at flyta uttanríkis-,
trygdar- og verjupolitikkin
frá limalondunum til sam-
veldismyndugleikarnar
í
ES við einum felags uttan-
ríkismálaráðharra, og er
hetta eisini ein greið orsøk
til at fáa eina slíka lóg sam-
tykta.
Enn hava vit ikki lýst
møguligar avleiðingar, ein
ES-grundlóg fer at fáa á
ríkisfelagsskapin.
Tískil
fari eg á ríkisfundinum at
umrøða hetta, soleiðis at vit
tryggja okkum, at hesar
avleiðingar verða lýstar.
ES er okkara høvuðs-
marknaður. At ES er víðkað
við fleiri limalondum ger,
at Føroyar hava fingið frí-
handilsavtalur við átta lond
afturat í Eysturevropa. Til
tess at vit kunnu fáa eitt
meira skikkað orðaskifti
um henda marknað, fer
landsstýrið at skipa fyri eini
ráðstevnu komandi ár við tí
endamáli at útvega okkum
meira vitan og kunning.
Hóast búskapurin í síni
heild er væl fyri, mugu vit
– Lat okkum taka altjóðagerðina
sum eina avbjóðing
Framhald á næstu síðu
Jóannes Eidesgaard, sum er tann 11. løgmaðurin í røðini síðani heimastýrislógina, helt ólavsøkudag sína fyrstu ólavsøkurøðu
C
M
Y
K
17
16