Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-31, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 31. juli 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 143 - 31. juli 2004 ásanna, at tann stóri vøkst- urin, sum byrjaði miðskeið- is í 90’árunum, vendi til afturgongd í fjør. Hetta er ikki ein nýggjur veruleiki fyri okkum, tí búskapurin hevur altíð gingið í næstan regluligum vakstrar- og afturgongdsskeiðum. BTÚ verður í løtuni mett at liggja um góðar 10 mia. kr. í dagligum prísum, og vit hava framvegis vøkstur í samlaðu lønarútgjalding- unum upp á 3,6% fyrra hálvár í ár samanborið við somu tíð í fjør. Tað er tó stórur munur á gongdini í lønarútgjaldingunum í høv- uðsvinnugreinunum. Í fjør og í fyrru helvt í ár minkaði lønarútgjaldingarnar í framleiðsluvinnunum nógv. Handilsjavnin hevði eitt avlop uppá 85 mió. kr. í fjør, tá skip ikki eru tald við. Minkandi avlopið á handilsjavnanum stavar tí- verri fyrst og fremst frá minkandi útflutningi. Tíverri eru tøl fyri gjalds- javnan fyri 2003 ikki tøk. Hóast nettotilflytingin til Føroya framvegis er stór, hevur hon verið væl minni enn árini frammanundan. Við árslok í ár verður fólka- talið mett at verða um 48.500. Grundarlagið undir okk- ara útbúgvingarskipan er fólkaskúlin. Tað er her, at støðið verður lagt undir út- búgvingarligu menningina hjá næmingunum. Tað er her, at grundleggjandi vitan verður løgd í okkara børn. Tað er tí sera umráðandi, at bæði myndugleikar, for- eldur og tey, sum starvast í skúlunum, leggja sær eina við at skapa góðar umstøð- ur soleiðis at børnini menn- ast - bæði fakliga og sosialt, og soleiðis at øll fáa sum mest burturúr hesi sera týdningarmiklu árini í fólkaskúlanum. Uppgáva fólkaskúlans er sera fjøltáttað, og her skal eisini vera rúmsátt. Tað skal vera pláss fyri øllum uttan mun til menniskjanslig brek. Hetta setur stór krøv til bæði myndugleikar og foreldur. Vit hava sett okkum fyri at eftirmeta fólkaskúlalógina og at kanna trivna bæði hjá næmingum og lærarum. Landsstýrið hevur sett sær fyri at betra um um- støðurnar hjá okkara eldru. Tilboðini til teirra skulu samsvara við tørvin hjá tí einstaka. Tørvurin á røktar- heimsplássum er stórur, og í samstarvi við kommun- urnar verður arbeitt við at útvega fleiri pláss. Átta eldrasambýli og ellis- og røktarheim eru í gerð. Fimm av hesum verða eftir ætlan liðug í ár og trý næsta ár. Arbeitt verður við at gera eina føroyska forsorgarlóg, sum skal koma í staðin fyri galdandi donsku lógina frá sekstiárunum. Forsorgar- lógin skipar grundleggjandi viðurskifti millum einstak- lingin og tað almenna. Fyri fyrstu ferð fara vit at um- røða, hvat vit í Føroyum halda, at skyldurnar hjá tí almenna eru fyri einstak- lingin, og skyldurnar hjá einstaklinginum eru fyri tí almenna. Forsorgarlógin fer við hesum at vera grundað á okkara egna samfelag. Arbeiðið er sera víðfevnt og er tí skipað í stigum. Tað verður eftir ætlan liðugt um trý ár. Í Føroyum, eins og í øðr- um framkomnum londum, økist talið av sjúkutilburð- um, sum standast av skeiv- um livihátti. Landsstýrið fer at gera sítt til, at fólka- heilsan í síni heild verður betri. Tað fyribyrgjandi arbeiðið skal vera partur av gerandisdegnum. Samgongan ætlar at loysa eftirlønarmálið. Avgjørt er at styrkja samhaldsfasta við at hækka inngjaldið upp í 1,5 %. Við hesum verða betri fyritreytir fyri at røkka einum góðum úrsliti við eini pensjónsskipan, ið byggir á tríggjar súlur, ávikavist fólkapensjón, samhaldsfasta og eina eftirlønaruppsparing. Við fólkapensjónini og sam- haldsfasta verður tryggjað ein rímilig minstapensjón. Samgongan er samd um, at umráðandi er at verja og varðveita umhvørvið, ikki bara fyri okkara egnu skyld, men eisini tí at tað er okkara skylda mótvegis okkara eftirkomarum og umheiminum. Umhvørvisspurningar verða alsamt meira umfat- andi, og hetta setur størri og størri krøv til okkum, m.a. tí vit alla tíðina mugu fylgja við altjóða tilgongdini á økinum. Stavnhaldið má vera, at vit seta okkum sum mál at nýta altjóða krøv á umhvørvisøkinum. Eisini mugu vit tryggja okkara áhugamál á økjum, har altjóða sáttmálar verða gjørdir, og gera okkum greitt, at slíkir sáttmálar áleggja okkum skyldur, ið skulu haldast her á landi. Síðan málsøkið havum- hvørvi varð yvirtikið í fjør, hevur verið arbeitt við at smíða eina nýggja havum- hvørvislóg, ið hevur sum endamál at fyribyrgja og avmarka dálking og aðra ávirkan á okkara havum- hvørvi. Í samgonguskjalinum verður staðfest, at yvirskip- aði orkupolitikkurin eigur at vera landspolitisk á- byrgd. Orkuútbyggingin skal fara skynsamliga fram, og skulu varandi orkukeld- ur gerast størst møguligi partur av orkuframleiðsl- uni, samstundis sum granskingarsamstarv og royndarvirksemi verður stimbrað. Í hesum sam- bandi er farið undir at gera eina elveitingarlóg í samráð við kommunurnar. Fleiri fakfeløg heittu herfyri á landsstýrið um at avmarka stóra útflutningin av rundum fiski beinleiðis á útlendskar marknaðir. Hetta er væl skiljandi, tí avleiðingin er, at arbeiðspláss í fiskivinnuni á landi hvørva. Vit eru við hesum komin í eina tví- støðu millum fríu markn- aðarkreftirnar og atlitini at arbeiðsplássum og trivnað- inum kring landið. Tað er eyðsýnt, at kapp- ingarførið í okkara traditio- nellu høvuðsvinnu er versnað. Hetta mugu vit hava eina støðu til - bæði landsins myndugleikar, fakfeløgini og ikki minst vinnan sjálv. Tí fyritreytir- nar hjá vinnuni broytast við alsamt vaksandi ferð or- sakað av tøkniligari menn- ing og altjóðagerð. Hug- takið kappingarføri er tí ikki longur einans ein spurningur um, hvussu skjótt og væl tú kanst fram- leiða traditionellar vørur, men í størri og størri mun, hvussu skjótt og væl vinnan lagar seg til broyttar um- støður. Hetta krevur vitan, kapital og ikki minst dyna- mikk, ið er neyðugur, fyri at vinnan ikki verður aftur- úrsigld. Nýhugsan má til, og vit mugu taka avbjóðingina upp, har vit fullnýta okkara styrki og styrkja okkara veikleikar. Fremsta styrkin er, at vit hava fiskin livandi á grunnunum rundan um okkum, vit hava eitt vælút- búgvið fólk og eitt vælút- bygt samskiftiskervi. Hin- vegin er logistikkurin ein forðing. Vanliga flutnings- mynstrið, sum vit kenna tað í dag, har fraktskipini sigla niður á meginlandið, er ikki einsamalt nøktandi fyri harðnandi kappingina. Vit mugu tí eisini útbyggja aðrar flutningsmøguleikar eitt nú loftvegis, har vit kunnu bjóða feskari fisk fyri munandi størri sølu- virði, enn vit í dag kenna til. Feskleikin skal ikki ger- ast ein spurningur um dag- ar, men tímar. Tí er neyðugt, at vit skjótt finna eina nøktandi loysn á flogvallarmálinum, sum sjálvsagt má hava við sær, at vøllurin verður longdur soleiðis, at hann eisini kann brúkast til størri fraktflogfør. Hetta fer somuleiðis at bøta um viðurskiftini viðvíkjandi ferðafólkaflutningi. Tí fari eg at taka hetta upp við danska forsætismálaráð- harran á ríkisfundinum nú í august. Tá afturstig eru í búskap- inum, er meira neyðugt enn nakrantíð at hugsa nýtt. Heldur enn at veita vinnuni beinleiðis rakstrarstuðul, eigur landsstýrið at stuðla upp undir vinnuspírar við at skapa góðar karmar fyri gransking, menning og ný- skapan. Í hesum sambandi er landsstýrið farið undir at skipa og samskipa gransk- ingina av nýggjum, so hon í størri mun verður við til at skapa nýggjar vinnumøgu- leikar innan eitt nú biotøkni og ílegugransking. Fyri fáum árum síðan vóru stórar vónir um at finna olju á føroyskum øki. Hóast olja enn ikki er funn- in í nøgdum, sum tað loysir seg at framleiða, eiga vit at vera tolin, tí hetta er vinna, sum krevur tol og treiskni. Granni okkara Noreg, er í dag eitt av heimins ríkastu londum - eitt nú oljuni fyri at takka. Har vórðu boraðir fleiri enn 30 brunnar, áðrenn vinnan gjørdist løn- andi, og á bretska land- grunninum vóru boraðir fleiri enn 100 brunnar, áðrenn farið varð undir lønandi framleiðslu. Higar- til eru einans borðaðir 4 brunnar á føroyska økinum. Eg vóni, at altjóða oljufe- løgini eru áhugaði nú 2. útbjóðingarumfar stendur fyri durum. Fjarfiskiflotin hevur skiftandi trupulleikar at dragast við. Nú er tað rækjuflotin, sum hevur versnandi møguleikar fyri at fáa endarnar at røkka saman. Færri veiðumøgu- leikar og eitt stórt fall í rækjuprísunum hava elvt til, at rækjuflotin er í svár- um trupulleikum. Men skjótt skiftandi um- støðurnar hjá fjarfiskiflot- anum gera tað neyðugt, at landsstýrið tekur stig til at finna heildarloysnir fyri henda partin av flotanum. Eitt nú at tryggja sær, at veiðumøguleikar verða troyttir til fulnar, men harumframt at landsstýrið virkið fer út at leita upp nýggjar veiðumøguleikar, sum síðan kunnu latast okkara skipum. Alivinnan hevur verið fyri stórum afturstigum fyrst og fremst av sjúkra- ávum. Hetta kemur tíverri eisini at merkja hesa týð- andi útlutningsvinnu kom- andi árini. Løgtingið sam- tykti í vár nakrar munandi broytingar innan alivinn- una, sum vónandi fara at medvirka til, at alivinnan skjótt mennir seg aftur. Hóast arbeiðsloysistølini samanløgd ikki síggja so døpur út - tey liggja um 4%, so er arbeiðsloysið sera ójavnt býtt í landinum. Støðan í syðru helvt av Suðuroynni er serliga ring, hóast hon langt frá er nøkt- andi alla aðrastaðni. Hetta hongur sjálvsagt nakað saman við, at nógvur óvirk- aður fiskur fer av landin- um, men tó er hetta ikki einasta grundin. Vit síggja eina týðiliga ábending um, at tað unga fólkið, sum flytur burtur í útbúgving- arørindum, ikki fær rætti- ligt høvi at venda aftur til útjaðaran eftir lokna út- búgving. Tí er neyðugt, at eisini tað almenna gerst partur av einum politikki, har førleikakrevjandi størv, sum m.a. eru í almennari fyrisiting, verða løgd til út- jaðaran. Trupulleikarnir, sum okkara útoyggjar hava, eru heldur ikki lættir at loysa, men landsstýrið er farið í eitt samstarv við útoyggj- arnar um at fáa loyst nakrar av teimum mest grund- leggjandi trupulleikunum á útoyggj. Betraða samferðslukerv- ið, har størri og størri partar av landinum verða bundnir saman, ger, at útjaðara- trupulleikarnir verða av- markaðir til færri og færri øki. Vit fingu fast samband um Vestmannasund í farna valskeiði, og vit fáa fast samband um Leirvíksfjørð í hesum valskeiðinum. Vónandi liggur fasta sam- bandið um Skopunarfjørð í komandi valskeiði. Farið verður undir bergholið millum Øravík og Hov komandi ár, og nýggi Smyril kemur til landið í november. Samgongan hevur sett sær fyri at gera almennu fyrisitingina betri. Longu tá ið samgonguskjalið varð skrivað, var semja um, at umframt at talið av stjórn- arráðum skuldi skerjast úr níggju niður í sjey, so skuldi almenna fyrisitingin samskipast, so betri sam- starv fæst millum stjórnar- ráðini. Fyrisitingin skal gerast meira opin og ein- føld fyri brúkaran, og rætt- artrygdin skal styrkjast. Somuleiðis verður arbeitt við týðandi samanlegging- um av arbeiðsuppgávum. Søguligar grundir hava verið fyri at binda almenn- an kapital í til dømis Før- oya Tele, Atlantsflog, Før- oya Banka og aðrar stovnar. Tøkniligur framburður og altjóðagerð hava tó havt við sær, at hesin leiklutur hjá tí almenna ikki er eins neyð- ugur nú sum áður. Landið kann tí frígera kapitalin, sum er bundin, og nýta hann til annað endamál. Til dømis at rinda aftur al- menna skuld ella til at gera nýggjar íløgur, ið hóska seg betur til leiklutin hjá tí almenna. Samgongan er samd um, at har tað kann gerast við fyrimuni fyri tað almenna og fyri samfelagið sum heild, verða partabrøv í ávísum almennum fyri- tøkum boðin út til almenn- ingin og/ella strategiskar íleggjarar. Eitt annað av stevnumið- unum er at broyta skatta- skipanina soleiðis, at hon fremur vøkstur í arbeiði og búskapi. Málið er, at lønin ikki verður etin upp av ov harðari skatting. Eitt samt løgting sam- tykti at søkja um sjálvstøð- ugan limaskap í Norður- landaráðnum. Landsstýrið sendi umsóknina umvegis danska forsætismálaráðið. Svarið, sum er komið frá donskum myndugleikum, boðar frá, at hetta ikki ber til vísandi til donsku grund- lógina. Hinvegin verður víst á, at góðir møguleikar eru fyri, at Føroyar fáa ein virknari leiklut í norður- lendska arbeiðinum, enn vit hava í dag. Uttanlands- nevndin er kunnað um hetta svarið. Tað er tí ein spurn- ingur, um vit skulu halda fast um "alt ella einki" hugtakið, ella vit skulu velja at styrkja okkara um- boðan í Norðurlandaráð- num tó uttan sjálvstøðugan limaskap. Útlendingamál, serliga tann parturin, ið viðvíkur útlendskum ítróttafólkum í Føroyum, hevur verið nógv umrøddur seinastu tíðina. Samgongan hevur sett sær fyri, at trupulleikarnir við arbeiðs- og uppihalds- loyvum í síni heild verða loystir. Landsstýrið arbeiðir í løtuni við málinum og miðar eftir at fáa eina skjóta loysn. Tað er brá- neyðugt at fáa orðað ein føroyskan útlendingapoli- tikk. Hetta er landsstýrið farið í holt við. Vit skulu taka ábyrgd í altjóða samfelagnum. Tað er okkara skylda sum partur av tí ríka heiminum at veita menningarlondum hjálp eftir førimuni. Samstundis sum vit átaka okkum at føra ein virknan menningar- politikk, sum skal gagna fátæka partinum av heim- inum, kunnu vit geva okk- ara egnu vinnu avbjóðingar, sum kunnu stuðla henni her heima og í altjóða kapping. Harra formaður, Eg byrjaði hesa fyrstu løgmansrøðu mína við at siga, at sjálvt við teimum ymisku hugsjónarligu for- treytum, sum vit hava, so vilja vit øll gera Føroyar til eitt uppaftur betri samfelag. Vit mugu taka upp kapp- ingina og avbjóðingina, sum heimurin í dag krevur av okkum. Vit mugu líta út í heim. Men tá mugu vit fyrst viðurkenna okkum okkara samleika sum eina tjóð við góðum evnum. Hesi evni verða best hvest, um vit taka táttin upp, sum eitt nú nøkur av okkara fremstu mentafólkum hava víst, at vit føroyingar eiga. Við dugnaskapi og nær- lagni hava nøkur av okkara ítróttarfólkum, tónleikar- um, listafólkum og onnur víst, at hava vit trúnna upp á egin evni, so ber so ótrúliga nógv til. Tí vóni eg, at vit politik- arar, vinnulív og samfe- lagið alt lærir av okkara ítróttarligu og mentunarligu framherjum, sum hava prógvað, at heimurin eisini liggur opin fyri okkum før- oyingum, um vit bert gera okkara arbeiði til lítar. Lat okkum tí taka altjóðagerð- ina sum eina avbjóðing heldur enn eina hóttan og eina forðing. Eg vóni, at samgongan og andstøðan fara at megna at draga eina og somu línu, serliga í stórmálum, og at vit fáa eitt virðiligt sam- starv. Við hesum orðum ynski eg løgtinginum eina góða tingsetu og øllum Føroya fólki og mongu gestunum eina góða ólavsøku. Framhald av síðu 17 C M Y K 18 Nr. 143 • Leygardagur • 31. juli 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Ólavsøkukappróðuri n var so væl eydnað- ur, sum tað kann hugsast, og tíðarmun- irnir vísa, at spenn- ingurin var framúr. Tað var bara í einari kapping, at vinnarin var meiri enn hálva bátslongd framman fyri hinar ÓLAVSØKURÓÐURIN Jóannes Hansen Onkuntíð plagdi tað at verða nevnt, at sjey FM kappingar fóru at verða ov mikið av tí góða. Ólav- søkuaftan var fyri fyrstu ferð nakrantíð sjeynda FM kappingin á skránni. Tá bendi einki á, at nakar var farin at troyttast av kapp- róðrinum. Heldur tvørtur- ímóti! Kappingarnar vóru fram- úr spennandi og intensar, og í góðveðrinum fingu áskoðararnir og lurtararnir so at siga fullkomið drama, sum varð avgreitt eftir tveimum tímum. Tá skal eisini havast í huga, at seks eykaróðrar vóru, og at tað í tveimum kappingum var neyðugt við umstarti. Jarnbardur við kvinnum var suverenur og kom púra einsamallur á mál. Harvið settu óføru kvinnurnar feita striku undir, at tær hava verið besta manningin av øllum í ár, og tað fingu tær Útvarpssteypið og Niklas í Koltri steypið fyri. Í hinum fimm FM kapp- ingunum var munurin ongantíð eitt sekund, og í fleiri kappingum var hann so mikið lítil, at tað var neyðugt at spæla sjón- bandið umaftur og umaftur, áðrenn tað varð staðfest, hvør hevði vunnið. Í tveimum kappingum var FM vinnarin ikki funn- in undan Ólavsøkuni. Gent- urnar á 5-mannafarinum Bliki á Argjum og Havnar- báturin fóru avstað við FM heitunum fyri nøsini á gentunum á Sílinum og teimum umborð á Nóls- oyingi, sum vóru favorittar. Fyri Havnar Róðrarfelag var tað vónbrot, at Sílið ikki skuldi megna at halda tørn um fremsta plássið í FM kappingini, sum tær undan Ólavsøkuni høvdu rættuliga gott tak á. Men tað vónbrotið varð væl og virðiliga fjalt og yvirskugg- að av róminum og gleim- inum, sum varð, tá ið Havn- arbáturin í so spennandi endaspurti, sum tað ikki hevði borið til hjá leikstjóra at sett betri upp, fekk stavnin og kanska hálva reingina framum Vágbing- in. Hjá nólsoyingum var talan um ógvuliga stórt vónbrot, nú teir ikki fingu fyrsta FM heitið í fimtan ár inn um stokkin. Fýra meistarar vunnu á Ólavsøku. Teir, sum tað ikki eydnaðist hjá, vóru dreingirnir á Bliki og Argjabáturin. Genturnar á Bliki, menninir á Sunda- bátinum, kvinnurnar í Jarn- bardi og so Havnarbáturin vunnu bæði FM og á Ólavsøku. Ognarsteyp og ferðasteyp og gull og silvur og bronsu krónur vórðu handaðar eftir róðurin. Jóannes Eides- gaard, løgmaður, handaði Útvarpssteypið, Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, handaði FM steypini, og fyri Havnar Róðrarfelag handaði Høgni Joensen steyp og krónur fyri ólavsøkuróðurin. Hjá sigursvandum róðrarfeløgum sum teimum í Vestmanna og á Skálafjørðinum hilnaðist tað verri, enn tað hevur gjørt fleiri av undanfarnu árunum FM Í KAPPRÓÐRI Jóannes Hansen Um gjørt verður upp í meistaraskapum, so var Ólavsøkan góð fyri Argja Róðrarfelag. Frammanund- an høvdu Argjanbáturin og Blikur við dreingjamann- ing tryggjað sær FM heit- ini, og hesa ferð vunnu genturnar umborð á Bliki. Harvið fer hetta róðrarárið at standa sum tað glæsilig- asta nakrantíð hjá teimum á Argjum. Og so verður tað harvið, at tað í síðstu kapp- ingini kiksaði bæði hjá dreingjunum og hjá Argja- bátinum. Havnar Róðrarfelag hev- ur onkuntíð vunnið upp í fýra FM heiti. Hesa ferð vunnu teir bara eitt. Men tað var vorðið sum meist- araskapur, tá ið Havnar- báturin í síðstu tøkunum í síðsta róðrinum kom fyrst- ur á mál. Sum tað ofta hevur verið vanligt so var tað eisini í hesum róðrarárinum høv- uðsstaðurin, sum vann flest FM heiti. Umframt tey trý til Argir og eitt til Havnar Róðrarfelag, so vunnu genturnar á Jarnbardi eitt FM til Róðrarfelagið Knørrur. Harvið gjørdist róðrarfelagið í Hoyvík tað einasta í høvuðsstaðnum, sum einki FM fekk til høldar. Einasti meistaraskapurin, sum feløg uttanfyri høv- uðsstaðin vunnu, var tað, sum menninir á Sundabát- inum longu undan síðstu kappingini høvdu tryggjað sær. Í fjør vórðu tvey FM heiti vunnin av feløgum aðra staðni enn úr høvuðs- staðnum. Tá vann Smyril kappingina millum 6- mannafør við monnum og Eysturoyingurin hana mill- um 10-mannaførini. Róðrarfelagið NSÍ og vestmenningar plaga at vera drúgvir. Síðani 1997 hava teir á Skálafjørðinum vunnið okkurt heitið á hvørjum ári. Hesa ferð vunnu teir einki, og teir vunnu heldur einki á Ólavsøku. Vestmenningar vunnu heldur einki FM, men dreingirnir á Hav- frúnni syrgdu fyri ólav- søkusigri. Klaksvíkingar hava savn- að nógv stig í fleri kapp- ingum. Teir hava verið tætt at fremsta plássinum á fleiri stevnum, men teir hava ongantíð vunnið. Á Ólav- søku var Nevið Reyða so nær við, sum teir kundu vera, men nær ved og næst- en skyder ingen mand af hesten. Havnarbáturin og Blikur snýttu favorittarnar Argir helmingin av meistaraheitunum 19