leygardagur 31. juli 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
20
Nr. 143 - 31. juli 2004
Talan var um stórt
vónbrot hjá nólsoy-
ingum, sum ikki
megnaðu at koma fyri
seg eftir hálvvána-
ligan start, og hjá
vágbingum, sum á
sjálvum málinum
mistu fremsta plássið
til treystu havnar-
menninar
10-MANNAFØR
Jóannes Hansen
Havnarbáturin fekk í posa
og sekk. Undan Ólavsøkuni
vóru treytirnar soleiðis, at
um tað eydnaðist teimum
at vinna, so vóru teir meist-
arar uttan mun til, hvussu
tað hilnaðist hjá nólsoy-
ingum og øllum hinum.
Havnarbáturin syrgdi fyri
sær sjálvum. Teir vunnu
ársins síðsta kappróður, og
harvið vunnu teir FM heit-
ið, sum Havnarbáturin hev-
ur vunnið fleiri ferðir enn
nakar annar kappróðrar-
bátur - í øllum seks kapp-
ingunum. Havnarbátinum
verður ynskt hjartaliga til-
lukku við óføra avrikinum.
Tað hevur verið kappast
um FM í kappróðri eftir
galdandi skipan síðani í
1973. Havnarbáturin var
meistari sjey tær fyrstu
ferðirnar. Tá ið teir miku-
dagin tryggjaðu sær FM
heitið var tað tólvta ferðin,
at Havnarbáturin vann FM.
Meistaraskapin hava teir
vunnið í 1973, 1974, 1975,
1976, 1977, 1978, 1979,
1990, 1991, 1996, 2001 og
so aftur í 2004.
Sjálvandi vóru nólsoy-
ingar vónbrotnir, tá ið teir
eftir róðurin hingu niður á
árarnar. Teir høvdu ikki
tikið av, tá ið teir sjálvir
høvdu syrgt fyri møgu-
leikanum at ogna sær fyrsta
FM heitið í fimtan ár.
Nólsoyingurin hevur ikki
vunnið FM síðani í 1989.
Men tað stemmaði ikki
hjá Nólsoyinginum hesa
ferð. Sum fleiri aðrar ferðir
fyrr í ár, so var starturin hjá
teimum ikki góður. Tað
vísti seg í síðsta enda at
kosta alt á stutta róðrar-
teininum.
Nólsoyingurin
var leingi á fjórða plássi-
num. Framvið Molanum
royndu teir at gera fleiri
royndir at taka tað, sum teir
á fyrra partinum av róð-
rarteininum høvdu mist,
aftur. Tað eydnaðist teimum
at vinna seg fram á triðja
plássið, men teir vunnu seg
ongantíð fram á fremsta og
næstfremsta plássið.
Tapararnir
Nólsoyingarnir kendu seg
sum stóru tapararnir, og
silvurmerkini í FM kapp-
ingini og bronsumerkini í
ólavsøkuróðrinum vigaðu
sjálvandi lítið og einki - í
hvussu so er ikki beinan-
vegin eftir róðurin. Men
nólsoyingar kunnu líta aftur
á eitt róðrarár, har teir av-
gjørt hava verið við til at
sett dám á framúr spenn-
andi kapping.
Tá ið 10-mannaførini
róðu framvið Molanum var
sjón fyri søgn, hvørjir
tapararnir hava verið í
hesum róðrarárinum. Vest-
menningur, sum undan
Ólavsøkuni
var
mann-
ingarliga illa fyri, gav skjótt
skarvin yvir. Hjá teimum
hevur hetta kappingarárið
hilnast soleiðis, sum teir
høvdu vónað.
Eysturoyingurin og Hoy-
víkingurin fingu brúkiligan
start. Hoyvíkingurin hekk
leingi uppií, men so mistu
teir. Eysturoyingarnir vóru
treiskir, og teir vóru akku-
rát ov stuttir í kappingini
við
Nólsoyingin
um
bronsuplássið.
Vónbrotið hjá eysturoy-
ingunum kendist ivaleyst
serliga meint. Undan Ólav-
søkuni
vóru
tað
bara
Eysturoyingurin og Havn-
arbáturin, sum fýra ferðir
áður høvdu tikið ímóti
ferðasteypinum hjá Fiska-
søluni. Nú sóu teir á Eyst-
uroyingi havnarmenninar
fara við ferðasteypinum
fyri fimtu ferð. Harvið
vann Havnarbáturin ferða-
steypið til ognar.
Kanska kendi eingin seg
sum so stórar taparar, sum
teir umborð á Vágbingi
mundu gera tað. Frá start-
skotinum og til einar tíggju
metrar frá málstrikuni vóru
teir fremstir. Onkra lítla
løtu framvið Molanum
legði Havnarbáturin upp á
síðuna av teimum. Tá kundi
tað kanska tóktst sum um,
at krútið var uppi. Men so
mentu vágbingarnir seg
upp og svaraðu aftur og
aftur. 25 metrar úr málinum
vóru teir kanska hálvan
skut fremstir, men teir hildu
ikki tørn.
Tá ið sigurin er so mikið
tætt undir borðinum og
kortini gleppur av hondum,
so er einki at siga til, at
vónbrotið kennist serliga
meint. Men avrikið hjá
Vágbingi hesa ferð var
staðfesting av, at tað ikki
var tilvild, tá ið teir fyrr í
summar vunnu í heima-
sjógvi á Vágsfirði.
Vinnararnir
Manningin
umborð
á
Havnarbátinum hevði fyri-
reikað seg so væl, sum tað
bar teimum til. Um tað
hevði nakran týdning, fer
tað ivaleyst at verða tosað
nógv og leingi um. Men tað
er ein veruleiki, at Havnar-
báturin vandi týskvøldið
ella tveir og tríggjar dagar
eftir, at allir hinir bátarnir
fyri síðstu ferð í ár vóru
drignir í neystið ella settir á
lunnin.
Havnarbáturin
fylgdi
Vágbinginum, og framvið
Molanum høvdu teir orku
og styrki til fleiri ferðir at
bjóða vágbingum av. Um
Havnarbáturin skuldi gerast
meistari, so var neyðugt hjá
teimum at vinna ella at
enda tvey pláss framman
fyri Nólsoyingin. Seinna
møguleikanum hevði tað
verið ov vandamikið at
dúva uppá. Tað vistu havn-
armenn. Eftir fleiri mis-
eydnaðar royndir at taka
Vágbingin høvdu teir 10-
15 metrar úr málinum
kropsligt og ikki minst
sinniligt yvirskot at gera
enn eina roynd, og teir
megnaðu at taka Vág-
bingin. Havnarbáturin vann
ólavsøkuróðurin og FM
kappingina, og avrikið hesa
ferð vísti, at teir eru verd-
ugir vinnarar og meistarar.
Meistararnir av
Argjum mistu nógv í
spurtinum, sum
vestmannadreingir
vunnu á tveimum
bátum hjá havnar-
monnum og tveimum
hjá klaksvíkingum
5-MANNAFØR
DREINGIR
Jóannes Hansen
Blikur av Argjum er meist-
ari. Tað eru teir, tí teir í
fleiri kappingum á rað
fingu fult. Teir vunnu ikki á
Norðoyastevnu, og sjálv-
andi var tað stórt vónbrot
fyri argjadreingir og nógvu
viðhaldsfólkini - ikki minst
á Argjahøvda - at tað skuldi
hilnast so heilt út av lagi í
finaluróðrinum. Fyri fyrstu
ferð í teimum sjey FM
kappingunum fingu argja-
dreingir einki stig. Blikur
var nummar seks, men
argjadreingir, sum hesa
ferð tóktust hava fingið
gummiarmar,
sum
tað
plagar at vera tikið til,
kundu kortini ugga seg við,
at teir í kappingunum fyrr í
summar høvdu verið so
stinnir, at teir høvdu tryggj-
að sær FM - fyri fyrstu ferð
síðani í 1989. Tað ynskja
vit teimum enn eina ferð
tillukku við.
Vestmenningar plaga at
standa seg væl í kappróðri.
Hetta
summarið
hevur
verið undantak. Í seks teim-
um fyrstu kappingunum
hevði eingin vestmanna-
bátur vunnið. Tað vildu
dreingirnir umborð á Hav-
frúnni ikki hava sitandi á
sær. Teir fingu góðan start,
teir vóru við í kappingini
um fremsta plássið alla
tíðina, og á málinum vóru
teir ein stóran skut undan
Sílinum.
– Vit hava gjørt heilt
nógv við venjingina upp
undir Ólavsøku, og sigurin
hesa ferð er sera kærkomin.
Silvur í FM kappingini og
gull á Ólavsøku er tað
besta, sum kann hugsast, tá
ið vit nú ikki megnaðu at
vinna FM, staðfesta fegnu
dreingirnir úr Vestmanna.
Sílið hevði góðan start.
Havnardreingir róðu ytstir,
og tá ið teir komu undir
Molan, gekk tað rættuliga
væl hjá teimum. Teir fóru
framum Havfrúnna, men í
síðsta enda var kappingin
frá Havfrúnni ov boysin.
Fleiri vóru um boðið um
næstfremsta plássið, sum
Sílið endaði á. Talan var um
báðar bátarnar hjá Havnar
Róðrarfelag og báðar bát-
arnar hjá Klaksvíkar Róð-
rarfelag. Tekla og Fípan
Fagra vóru heilt væl við
alla tíðina. Tekla endaði á
triðja
plássinum,
bara
reingina aftanfyri Sílið, og
Fípan Fagra var skutin
aftanfyri Teklu.
Úrslitið hjá Teklu var tað
besta í teimum sjey kapp-
ingunum í ár. At Fípan
Fagra vann bronsu í FM
kappingini, og at eisini
Tekla stóð seg so væl á
Ólavsøku kundi bent á, at
framtíðin hjá Klaksvíkar
Róðrarfelag ikki sær so
galin út.
Á fimta plássinum var
Drekin bara ein lítlan skut
aftanfyri Fípuna Føgru. Frá
honum og aftur til Firvald
og meistararnar umborð á
Bliki var lítil og eingin
munur. Spógvin, sum legði
bragdliga fyri og vann á
Norðoyastevnu, var fremst-
ur í aftaru røðini, um tað
ber til at siga tað soleiðis.
At tað gekk væl betri hjá
Fípuni Føgru, enn tað gekk
hjá Spógvanum hevði við
sær, at tað vóru klaksvíks-
dreingir og ikki teir í róð-
rarfelagnum
NSÍ,
sum
fingu FM bronsumerkini
um hálsin.
Ein stór sponn var á muni millum Havnarbátin og Vágbingin, tá ið Havnarbáturin tryggjaði sær FM-heitið
Havfrúgvin bjargaði vestmenningum
Meiri krút í Havnarbátinum
enn í øllum hinum
C
M
Y
K
20
Nr. 143 • leygardagur • 31. juli 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Gunnar trívist
á tindunum
síða 4–5
TÓNLEIKUR
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Grottokonsertirnar eru nakað fyri
seg og tað er nýggja fløgan hjá
Hans P. í Brekkunum eisini.
Vakurt og flott at Hans Petur
finnur útav at geva hesi útferð
eina aðra verð (deminsjón er eitt
mótaorð) . Hans Petur verður
bara betri og betri.
Hans Petur hevur verið ferð
við Norðlýsinum og burturúr er
komin ein upptøka í Klæmints-
gjógv. Hans Petur er óivað ein
hin dugnaligasti blásarin í nýggj-
ari føroyskum tónleiki, hann
eigur gávurnar og fram um alt,
so er hann fjøltáttaður.
Á fløguni Látraljóð sleppa vit
við á eina ferð. Ein ferð og
uppliving, sum var gjørd fyri ári
síðani.
Men við at taka konsertina
upp, er hetta greitt fyri eftirtíðina
eisini, og tað er at fegnast um, tí
handa konsertin í hellinum hevur
verið ein av teimum góðu.
Hans Petur spælir væl á saxo-
fon og hevur góða rødd og á
fløguni koma bæði til sín rætt.
Einki er sum summarkvøld við
strendur.
Tað er annað lagið á fløguni og
tað verður so sanniliga staðfest á
fløguni, at hesi kvøld eru nakað
fyri seg.
Sum ein mjørkapípa byrjar
hann við saxofonini at spæla sær
og bergmálið er við frá fyrstu
stund í góðum samspæli. Meira
og meira verður lagt omaná og
einaferð hoyra vit hetta vælkenda
lag og seinni eisini I skovnes
dybe stille ro.
Sera floltt er tá Hans Petur
tekur hornið frá munni og byrjar
at leika við røddini, umframt
bergmál og saxofon.
Tá fær konsertin ein annan
dám og eina løtu eru vit á heið-
unum í USA millum indiánar.
Fyrst er sjálvandi bergmál, ið
svarar, men seinni finnur Hans
Petur uppá at gera hetta til eitt
samspæl, ein duo ella kanska
trio. Og tað er í veruleikanum
flottasti parturin av hesi upp-
living.
Jú, grottokonsertirnar eru
nakað fyri seg. Tað ber til at seta
seg í ein djúpan stól í stovuni og
uppliva tað sama, tá ein hevur
eina fløgu sum hesa, tí tónleik-
arin er førur fyri at reisa seg frá
fløtu fløguni og geva lurtaranum
fleiri løg(!), fleirfalt tónavirk-
semi.
Og um nakað er grótføroyskt,
so er tað hetta.
Eg vildi sagt, at slíkt er nakað,
ið er eingangs og skal upplivast.
Men eg má boyggja meg og
staðfesta, at henda fløgan er
nakað, ið skal hoyrast – og
upplivast.
Tað eru løtur, har orð ei røkka!
Lúðraljóð úr ljóðligum látri
Hans Petur í Brekkunum er aftur á dagsskránni og fløgutøkur og hesaferð
snýr tað seg um eina upptøku, sum er gjørd á eini ferð við Norðlýsinum í
Klæmintsgjógv fyri ári síðani