leygardagur 31. juli 2004síða 12
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
hópin av dømum um listafólk,
sum ongantíð vórðu virðismett
av síni samtíð, men sum fingu
ovurhonds stóran týdning fyri
seinni ættarlið. Og Helga heldur
ikki, vit hava nakra orsøk til at
halda, at okkara tíð er nakað
undantak í so máta.
– Tí hava vit heldur ikki ráð til
at kveistra ta eksperimenterandi
listina til viks, hóast hon fyri
nógv tykist bæði løgin og
fremmand. Eisini hon, er ein
partur av mentanararvinum,
sjálvt um hennara tíð kanska ikki
kemur fyrr enn um eini 50 ella
100 ár, tá fólk duga at virðismeta
hana. Tí er tað í grundini ikki ein
spurningur, um vit vilja ella tíma
at lata ta eksperimenterandi
listina slepp framat. Tað er okk-
ara skylda, og her liggur eisini
ein av týdningarmiklu uppgáv-
unum hjá Norðurlandahúsinum,
sigur Helga.
Vit eru ikki tey fyrstu ...
Við jøvnum millumbilum eru
røddir frammi um, at føroysk list
alt ov ofta tøvir í tí sama, og í
berum nostalgi ella hugflogsloysi
ikki megnar at koma úr stað. Og
fyri stuttum vildi onkur vera við,
at tjóðskaparliga yvirvágin í
føroyskari mentan er vorðin so
sterk, at talan nærum er um eina
tjóðskaparliga mentanarelitu, har
aðrar røddir hava ilt við at verða
hoyrdar. Helga undrast ikki sørt
yvir hesi sjónarmið, tí upp á
fleiri mátar heldur hon føroyska
mentan og list bera boð um tað
beint øvuta.
– Vit íslendingar hava ofta havt
eina ógvuliga romantiska mynd
av Føroyum og føroyskari ment-
an. Tit hava kvæðini, tit hava
hasi vøkru, gomlu húsini, før-
oyska tjóðbúnan og í Føroyum
ganga gamlir menn í føroyskari
húgvu o.s.fr. Tí kom tað mest
sum eitt sjokk, tá vit hoyrdu Týr
við Orminum Langa fyrstu ferð.
Frá eini løtu til aðra gekk tað
upp fyri okkum, at føroysk ment-
an eisini var harður modernaður
rockur á sera høgum støðui í eini
útgávu, sum samstundis dugdi at
brúka okkara gomlu ímynd til
nakað heilt nýtt. Sjálv gloymi eg
ongantíð ta løtuna, eg á eini Prix
Føroyar konsert stóð á balkong-
ini og hugdi niður yvir salin, tá
øll hesi ungu fólkini, dreingir við
ringum í nøsini og gentir í nalva-
blusum knappliga slógu ring og
fóru at kvøða til tónleikin frá
pallinum. Ein slíka samanrenn-
ing millum gamalt og nýtt havi
eg ikki upplivað nakra aðra-
staðni, og eg haldi meg kunna
siga at hon í stóran mun er
vorðin eitt eyðkenni fyri nógva
føroyska list, sigur Helga.
Men Helga sær hetta hvørki
sum romantiska nostalgi ella
tjóðskaparliga sjálvsdyrkan. Í
hennara eygum ber tað heldur
boð um eina mentan, sum røkkur
langt út um seg sjálvan og tað
tjóðskaparliga við tað, at hon
viðurkennir sær sína fortíð og
hevur yvirskot til at brúka hana
til at skapa nakað nýtt og
serstakt at byggja víðari á.
– Tað er lætt at ganga og bera
seg at, sum vóru vit tey fyrstu og
einastu menniskjuni her á jørð-
ini. Og í stóran mun hevur hetta
verið eitt eyðkenni fyri nógva
modernaða list alt ov leingi, sum
samstundis oftast hevur verið
tengd at eini avmarkandi,
nútíðarligari miðstaðarmentan.
Hitt, at seta seg sjálvan í eitt
størri søguligt høpi, krevur
dirvið og áræði og flytur fokus
frá okkum sjálvum. Og eg ivist
ikki, í at júst hetta er ein av
orsøkunum til, at føroysk list,
kanska serliga tónleikurin, hevur
vakt so stóran ans aðrastaðni
seinastu árini. Hetta er sjálvandi
avbjóðandi fyri føroyingar, men
eisini fyri øll onnur, tí tað ber
boð um eitt listarligt rák, sum
leitar eftir lívsvirðum í tí alment
menniskjaliga í ikki í einum
avmarkandi tíðaranda ella
miðstaðarøki, sigur Helga.
Seks spennandi ár
Helga Hjørvar hevur búð í Før-
oyum í næstan seks ár nú. Og
hon heldur hetta hava verið seks
óvanliga spennandi ár, ikki minst
tí hon hevur havt høvi til at upp-
liva føroyska tjóðskaparkjakið,
meðan harðast hevur leikað á.
– Tað er ikki mín fatan, at
føroyingar vanliga eru serliga
skjótir at siga sína hugsan al-
ment. Men spurningurin um,
hvat tað vil siga at vera føroy-
ingur, og um hvat er føroyskt ella
ikki, hevur veruliga fingið fólk
upp úr stólinum. Her hava allar
røddir verið hoyrdar, tí øll sjón-
armiðini hava líka nógv gildi, og
stóri áhugin fyri kjakinum
prógvar bara, hvussu stóran
týdning hesir spurningar hava
fyri hvønn einstakan føroying.
Og eg eri eisini sannførd um, at
hetta kjakið hevur verið bæði
kveikjandi og mennandi fyri
føroysku tjóðina sum heild, uttan
mun til, hvat fer at henda á
politiska økinum.
Næsta ár fer Helga úr starv-
inum sum stjóri í Norðurlanda-
húsinum. Eftir hennara tykki eru
seks ár júst hóskandi til eitt slíkt
starv.
– Tá hevur tú havt møguleika
veruliga at seta teg inn í øll
viðurskifti í og rundanum húsið,
umframt at fullføra onkra av
teimum ætlanum, tú hevði, tá tú
byrjaði. Eftir tað, er vandin fyri
at starvið verður ein vani ov
stórur, so tá er tíð at fara og lata
nýggjar kreftir, fullar av nýggj-
um hugskotum sleppa framat,
sigur Helga Hjørvar at enda.
Men í løtuni gleðir Helga seg
fyrst og fremst til Listastevnuna.
Ongin ivi er um, at hon er árliga
hæddarpunktið í Norðurlanda-
húsinum, og fyri Helgu sjálva er
stevnan eisini tað nærmasta, hon
kann koma sínum egna dreymi
um, hvussu eitt Norðurlandahús
skal virka, tá tað er best.
Sosialurin Nr. 143 - 31. juli 2004
7
2
Sosialurin Nr. 143 - 31. juli 2004
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Sum ung gekk hon á gentuskúla,
har hon lærdi alt frá at brodera
og binda, til bókhald og at skriva
á maskinu. Var hon heppin, fekk
hon kanska uppfylt hægsta
dreymin, ein íslendsk genta
kundi ynskja sær tá í 60unum: at
gerast sekriterur hjá onkrum
stjóra. Ella uppaftur betri - at
giftast við honum.
Men Helga Hjørvar giftist ikki
við stjóranum. Eftir eina tíð sum
skrivstovukvinna, tók hon út-
búgving sum sjónleikari, og tað
vardi ikki leingi, fyrr enn hon
sjálv sat í ymsum stjórasessum í
sjónleikaraheiminum í Reykja-
vík. Og við enn fleiri stjórastørv-
um í norðurlendska mentanar-
lívinum í viðførinum, gjørdist
Helga Hjørvar stjóri í Norður-
landahúsinum í Føroyum fyri
skjótt seks árum síðani.
Vit hava hitt Helgu til eitt prát
um Norðurlandahúsið, list,
føroyska mentan og um, hvussu
hendan sær út í íslendskum
eygum.
Norðurlandahúsið í
brennideplinum
Í næstu viku byrjar Listastevnan,
og Norðurlandahúsið skal enn
einaferð prógva sína serstøðu
sum mentanarligur miðdepil í
Føroyum. Síðsta ár kom húsið
eisini í brennidepilin av somu
orsøk, serliga tí onkur vildi vera
við, at atgongumerkini vóru
vorðin so dýr, at vanlig fólk ikki
høvdu ráð at fara til tiltøkini.
Helga Hjørvar fylgdi kjakinum
við stórum áhuga, og hon heldur
framvegis, at føroyska kjakið um
pengar og list er bæði áhugavert
og neyðugt. Hon var sjálv virkin
í íslendska mentanarkjakinum í
70unum, tá mentanarlívið har
gjørdist alsamt meir yrkiskent,
og pengar tískil gjørdust ein
týðandi partur av kjakinum.
– Føroyskt mentanarlív stendur
mitt í eini tillaðingartíð har list
og mentan ikki longur bert er
nakað fólk fáast við í frítíðini.
Alsamt fleiri listafólk hava
listina sum yrki, og tað skulu tey
sjálvandi hava løn fyri, eins og
øll onnur. Samfelagið hjá okkum
er nú einaferð soleiðis innrættað,
at pengar er ein av mátunum vit
brúka fyri at vísa, hvussu nógv
ella lítið vit virðismeta eitthvørt.
Hetta kjakið er sjálvandi meir
fjøltáttað, enn sum so, men eg
haldi tað vera sunt, at fólk mugu
venja seg við tankan um, at list,
eins og alt annað, kostar pengar,
sigur Helga.
Hon minnir samstundis á, at tá
Norðurlandahúsið velur at bjóða
áhoyrarnum á eina konsert við
eitt nú heimskendu operastjørn-
uni Kiri Te Kawana, so er tað
eisini út frá eini virðing fyri
krøvunum og ynskjunum hjá
føroyingum um listarliga góðsku.
– Vit velja jú øll allatíðina, tað
veri seg tá vit keypa bil, vaski-
maskinu ella dagsins blað.
Norðurlandahúsið kann ikki
broyta fíggjarligu umstøðurnar
hjá fólki og skal ikki siga teim-
um, hvat tey skulu velja. Men vit
kunnu geva teimum møguleikan
at uppliva nakað her heima, sum
tey annars høvdu verðið noydd at
goldið ein dýran ferðaseðil fyri
at sæð. Og júst hetta, at bjóða
fólki upplivingar út yvir tað
vanliga, er ein týdningarmikil
men samstundis ofta ein dýrur
partur av virkseminum, eitt slíkt
hús skal røkja, minnir Helga á.
Uttan list, onki samfelag
Helga vísir á, at tað ikki ber til at
kjakast um prísin á atgongu-
merkjum uttan eisini at taka
bæði áskoðarar, vinnulív og
politikk inn í myndina. Og Helga
Hjørvar verður ongantíð tann,
sum fer at bera í bøtuflaka fyri
politiska líkasælu við at útvega
mentanini, tann pening, ið tørvur
er á.
– Politikarnir og í hesum føri
mentamálaráðharrin hevur vald
til at gera nakað ítøkiligt fyri at
skapa mentanini so góðar karm-
ar, sum til ber. Og tað er hansara
ábyrgd at gera tað. Hinvegin er
tað ikki meiningin, at hann skal
standa og stríðast einsamallur
fyri mentanini. Vit mugu øll vísa,
at okkara samfelag hevur brúk
fyri list, við at fara til tiltøkini,
helst eisini við vinnulívinum í
rygginum.
Fyri Helgu snýr hetta seg ikki
bert um at fáa møguleika til at
fara til einstøk mentanarlig
tiltøk. Hetta snýr seg um onki
minni enn okkara lív og okkara
framtíð, tí Helga meinar tað, tá
hon sigur, at uttan listina verður
samfelagnum als ikki lív lagað.
– Royndir hava verið gjørdar,
men søgan hevur jú víst okkum,
at tað ber ikki til at halda listini
niðri. Og vit ásanna eisini ferð
eftir ferð, at hvørki pengar ella
materiell virði gera okkum
eydnuríkari. Listin fær okkum at
vaksa sum menniskju, tí hon
lærir okkum at hýsa øðrum
hugsunarhættum enn bara okkara
egnu. Hetta er ikki bara menn-
andi fyri tað einstaka menniskja,
men ger tað eisini liviligari hjá
okkum øllum, tí vit verða meir
tollynt mótvegis teimum, sum
eru øðrvísi, enn vit sjálvi, sigur
Helga.
Øll hava skil fyri list
Helga er sannførd um, at listin er
til fyri øll menniskju, og at tað
ikki er neyðugt at hava skil fyri
listini fyri at kunna virðismeta
hana. Tí heldur hon tað eisini
vera lítið høpi í at tosa um
úrvalslist mótvegis fólksligari
list.
– Eg havi ikki skil fyri bilum,
men mær dámar avbera væl at
koyra biltúrar, tí teir kunnu vera
ein deilig uppliving. Eg ivist ikki
í, at ein, ið hevur skil fyri tí
tøkniliga í einum bilmotori, fær
eina aðra uppliving, men tað
merkir ikki tað sama sum, at tað
er ein betri uppliving. Hon er
bara øðrvísi. Soleiðis er tað við
øllum. Eisini við tí listarligu
upplivingini. Listin hevur tíbetur
ongi endalig úrslit, tí hon livnar
av nýggjum í hvørji einastu
nýggjari uppliving og tulking,
eisini langt aftaná at vit eru farin
her frá, hugleiðir Helga
Við hesum í huga minnir
Helga eisini á, at vit kunnu ikki
loyva okkum at vera so fáfongd,
at vit halda okkum sjálvi vera
einastu røttu góðskumetarnir av
listarligum virði. Vit kenna
Helga Hjørvar:
Eg umberi ikki politiska líkasælu
– Vit hava øll ábyrgd fyri at vísa
politikarnum, at okkara samfelag ikki kann
liva uttan list. Men tað eru politikarnir,
sum hava ábyrgdina fyri at tryggja henni
neyðugu umstøðurnar. Uttan mun til, hvør
umberingin er, verði eg ongantíð tann, sum
beri í bøtuflaka fyri politiskari líkasælu
mótvegis listini, sigur Helga Hjørvar, stjóri
í Norðurlandahúsinum
– Politikarnir og í hesum føri
mentamálaráðharrin hevur vald til
at gera nakað ítøkiligt fyri at skapa
mentanini so góðar karmar, sum til
ber. Og tað er hansara ábyrgd at
gera tað. Hinvegin er tað ikki
meiningin, at hann skal standa og
stríðast einsamallur fyri mentanini,
sigur Helga Hjørvar
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
22