Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-15, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. september 2015síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. september 2015 · Nr. 106 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 heilsa Vilmund Jacobsen Tað var ikki tí, at danin Allan Leth át ov nógv søtmeti ella køk­ur, at hann var feitur, men hann át ov nógvan mat. Hann át so nógv, at vektin við tíðini hótti hann eftir lívi­num. Ein gastric bypass skurð­við­gerð var byrjanin uppá ein nýggjan lívsstíl hjá hon­um við smærri nøgdum av mati og nógvari motión. Fyri sína fitiskurðviðgerð vigaði Allan 161 kilo. Í dag vig­ ar hann 93 og starvast part­ vís sum vegleiðari í spinning. Tað, sum gleðir hann mest, er, at vandin fyri fylgi­ sjúku­m av høgu vektini er mink­að­ur munandi. Í dag følir hann ikki, at vektin hótt­ir hann eftir lívinum. - Eg royndi alt fyri at klæn­ka, men tað endaði altíð við, at eg tók upp á aftur. Um eg hevði hildið fram í sama spori, trúgvi eg, at mínar døt­ ur høvdu mist meg, áðr­enn eg gjørdist seksti ára gamal, sig­ur Allan Leth. Hvat kiksaði? Tað var á ungum árum, at vektin hjá Allani gjørdist ov høg. Sjálvur minnist hann seg ongantíð at hava havt eina vanliga vekt. Um tað hevur verið Allan sjálv­ur, sum hevur verið ov mat­glað­ur, um hann hevur lært ó­sunnar matvanar í upp­vøkstri­num - ella, um or­ søk­in bara var eitt skeivt et­ ing­ar­mynst­ur við mati sum troyst, tá hann keddi seg - veit hann í veruleikanum ikki sjálvur. Men, kanska hevur hetta verið ein blanding av fleiri ting­um. Avgerandi hevur ver­ið, at Allan ikki hevur havt etiórógv, so fyri hann hev­ur matur heldur verið ein keðiligur vani - tó ikki ein vani, hann hevur fingið fyri at fjala út yvir sálarligar trupul­leikar. - Tað ljóðar undarligt, men eg havi ongantíð havt trupul­leikar við at tapa meg í vekt. Trupulleikin hevur ver­ið, at eg megnaði ikki at halda vektini niðri. Fyrstu tríggj­ar mánaðirnar gekk tað fínt, og eg slapp av við bæði 30 og 40 kilo. Men, eg havi altíð tikið kilo’ini uppá aftur, sum tíðin er liðin. Nú havi eg hild­ið vektini stabila í meira enn tvey ár og havi livað eitt rímil­iga sunt lív. Gastric bypass Motivatiónin hjá Allani Leth at broyta sítt lív og sína stóru yvirvekt, gjørdi hann egnaðan til eina skurð­ viðgerð móti fiti, eina gastric bypass. Á einum privat­um sjúkrahúsi fekk hann við­ gerðina, sum part­vís er ein minking av maga­sekkinum - og sum part­vís leið­ir matin uttan um byrjan­ina av bugg­ ørn­ini (tólv­fingra­tarm­in­um). Hetta merk­ir, at ikki øll føðsl­ an av tí mati, tú etir, verð­ur tikin upp. Ein slík skurðviðgerð er endal­ig. Hetta merkir, at tað ikki ber til at broyta tingini aft­ur til tað upprunaliga, um sjúklingurin ikki ynskir at liva við sínari gastric bypass meira. Tað er tí eisini av­ger­ andi, at sjúklingurin er moti­ ver­að­ur og hevur skilt, hvat tað merkir at liva við gastric by­pass. Kosttilskot neyðugt Mette Christensen er føðslu­ ráð­gevi. Hon undirvísir og veg­leiðir sjúklingar á Aleris- Hamlet, har Allan varð skurð­viðgjørdur. - Áðrenn eina gastric by­ pass skal sjúklingurin tapa ein part av yvirvektini, og eftir skurðviðgerðina skal hann eta eftir nøkrum ávís­ um prinsippum. Í byrjanini fær sjúklingurin bara flót­ andi føði, men sum tíðin gong­ur, kann hann eta van­ lig­an mat aftur. Hon sigur, at vanliga eftir eina slíka skurðviðgerð tola sjúk­lingar ikki feitt og sukur í somu nøgdum sum áður, og neyðugt er eta nógvar og smá­ar proteinríkar máltíðir. - Hetta ljóðar næstan, sum ein heilt vanligur pro­ tein­rík­u­r kostur, og tað er tað næstan. Men, sjúklingar við gastric bypass skulu ikki drekka aftur við matinum, tí loka­búnaðurin í maganum er ein partur av teimum funktiónum, tú missir við gastric bypass. Hetta merk­ir, at maturin kann fara bein­ leið­is út í tarmin, og tað kann eitt nú elva til magapínu. Mette Christensen sigur, at minkingin av tarmi­num merkir eisini, at neyðugt verður at taka nak­að av kosttilskoti fyri at tryggja sær, at tú fært øll tey føðsluevni, sum tú hev­ur brúk fyri - eins og tú skalt hava eina sproytu við B-vitaminum hjá lækna hvørt fjórðingsár. Damurnar hyggja Soleiðis er tað eisini hjá Allani, men dagligu tablett­ir­ nar og vitjaninar hjá lækna fáa hann ikki at føla seg sjúk­an. - Eg samanberi jú við, hvussu eg hevði tað áður, og tá kundi eg einki orsakað av míni vekt. Eg havi tað nógv betri og føli meg á ongan hátt sjúkan, sigur Allan Leth. Hann býr í einum lítlum býi, og knappliga vóru tað fólk, sum ikki heilsaðu upp á hann longur. - Tey kendu meg simpult­ hen ikki aftur. Nú venda dam­ur­nar sær á og hyggja eftir mær. Tað havi eg ongan­ tíð upplivað áður, sigur væl­ nøgdi danin, sum hevur fing­ ið gastric bypass - og eitt nýtt og betri lív. Fiti var um at taka lívið av Allani Leth - Fólk kendu meg simpulthen ikki aftur. Nú venda damurnar sær á og hyggja eftir mær. Tað havi eg ongantíð upplivað áður, sigur vælnøgdi danin, Allan Leth, sum hevur fingið gastric bypass - og eitt nýtt og betri lív - Eg royndi alt fyri at klænka, men tað endaði altíð við, at eg tók alt upp á aftur, sigur danin, Allan Leth, sum hevur fingið gastric bypass Eg havi tað nógv betri og føli meg á ongan hátt sjúkan TÚ BROYTIST VIÐ STRONGD Strongd er ikki nakað, ein starvsfelagi knappliga fær ein mánamorgun klokkan 10. Tað tekur drúgva tíð hjá einum og hvørjum menniskja at gerast so mikið illa fyri av strongd, at arbeiðsevnini vikna. Tað eru nógv greið og sjónlig tekin, áðrenn eitt starvsfólk verður so illa fyri, at tað ikki megnar sítt arbeiði. Eitt starvsfólk, rakt av strongd, byrjar sum oftast at hava fleiri sjúkradagar. Persónurin broytir eisini atburð og atferð. Tað gongur verri og verri at taka avgerðir, og viðkomandi sleppur sær meira og meira undan ábyrgd. Persónurin kann gerast meira beiskur og lítið skal til, at viðkomandi øvundar øðrum starvsfeløgum, øsir seg um lítið og lætt - og at einki er stuttligt longur. Kelda: www.fegin.fo