Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-15, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. september 2015síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. september 2015 · Nr. 106 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 V it staðfesta, at Før­oyar eru mill­ um ríkastu tjóðir í heim­inum við ovur­stór­um náttúru­ríki­ dømi, ríkari mentan, skap­ andi og dugna­ligum fólki og framtaks­hug­aðum vinnu­ lívi. Vit hava allar for­treytir fyri at skapa eitt sjálv­ bjarg­ið samfelag við rík­um møguleikum, sterkum felags­ skapi og javnbjóðis rætt­ind­ um fyri okkum øll. Aðalmálið er, at valdið og virðini skulu út til fólkið. Vit skulu skapa einar sterk­ ar, samhaldsfastar og sjálv­ bjargnar Føroyar. Vit vilja menna eitt tíðar­hósk­andi vælferðar­samfelag fyri alt fólkið í Føroyum, sum kann kappast við granna­londini um at draga fólk og virksemi til sín. Búskapurin er vaksin sein­astu árini, ríkir møgu­ leikar eru fyri framburði, og fólkatalið er vaksið. Tó stað­ festa vit, at virðini eru savnað á alsamt færri hondum, ójavn­in er vaksin, skuldin er økt, aldurssamansetingin er fram­vegis ein avbjóðing, og búskaparliga haldførið er versnað. Gongdin fram ímóti einum sjálvberandi búskapi er steðgað, og ríkisveitingin er hækkað. Skilvísur búskapar­poli­ tikk­ur skal leggja trygga grund undir ein sjálv­bjargn­ an og haldføran búskap. Javnari býti av ríki­døm­ inum skal tryggja, at virðini í størri mun koma í umfar og harvið skapa størri vøkstur og trivnað. Ný­skipan­ir skulu menna einar væl­virk­andi Føroyar við fleiri møgu­leik­ um, framburði og dyggari áliti og javnrættindum fyri allar borgarar. Skeiva aldurs- og kyns­ býtið er millum størstu av­bjóð­ingar landsins. Sam­ gongan fer at møta hesum við einum málsøknum vinnu­politikki, ið kann skapa arbeiðspláss, og við íløg­um í útbúgving og betri lestrar­umstøður, so ung­dóm­ ur og barna­familjur kunnu støðast, virka og trívast í Føroyum. Fleiri mentanar­ tilboð, betri bústaðar­møgu­ leikar og góð livikor annars skulu fjálga og fjølga um fólkið. Serstøk átøk skulu setast í verk í mun til kvinnu­ undir­skotið og integra­tión­ ina av útlendingum. Ein nýggj stjórnarskipan skal staðfesta, at Føroya fólk hevur valdið í Føroyum. Lógin skal áseta og útgreina sjálvs­avgerðarrættin og fólka­ræðisliga stýrislagið hjá Føroya fólki. Hon kemur til fólkaatkvøðu í seinasta lagi í 2017. Spekulasjón við privat­ um keypi og sølu av fiski­ rætt­indum verður steðgað, og øll fyrisitingin av lógini um vinnuligum fiski­skap eftirmett. Ein grund­leggj­andi nýskipan av fiski­vinnuni verður millum høvuðs­ mál­ini hjá samgonguni. Ein breitt samansettur arbeiðs­bólkur við fakligum før­leik­um og vinnuligum royndum verður alt fyri eitt settur at gera tilmæli til politisku skipanina um nýskipan í fiskivinnuni frá 1. januar 2018. Meginreglan er, at vinnan skal virka eftir marknaðartreytum. Ein nýhugsandi vinnu­ politikkur skal skapa størri fjølbroytni, fleiri størv og hægri inntøkur. Kjarnan í vinnupolitikkinum verður, at okkara fjølbroytta tilfeingi verður gagnnýtt, at fleiri vørur og tænastur verða framleiddar, og at føroyskar loysnir og førleikar støðugt verða ment. Eitt serstakt mál er at talgilda Føroyar og geva føroysku KT- vinnuni nýtt grundarlag við millum annað at tryggja, at tær grundleggjandi KT- skipanirnar verða goymdar og viðgjørdar í Føroyum. Utta n r í ki s t æ n a s ta n verð­ur útbygd. Út­flutn­ings­ politikk­ur verður orðaður. Arbeitt verður mið­víst fyri betri handils­sam­bandi við onnur lond og møgu­leikum fyri at taka lut í altjóða sam­ bond­um og felags­skapum. Sum partur í einum sína­ millum tengdum heimi hava Føroyar eisini ábyrgd í mun til tær ovurhonds stóru av­bjóð­ingarnar við flótta­ fólki og neyðstøddum kring heimin – og á henda hátt av at royna at skapa eitt trygg­ ari heimssamfelag. Alment og privat eru for­ treytir fyri hvørjum øðrum. Stuðlast skal undir privat framtakssemi, íverkseting og nýmenning. Tað privata skal innan ávís øki kunna bjóða seg fram at loysa nakrar tænastur hjá tí almenna í tann mun, tað er bíligari og betri. Ein eigarapolitikkur skal orðast fyri almennar fyri­tøkur, grunnar o.a., sum eisini skal lýsa, um ávísar al­mennar fyritøkur, hvørs upp­gávur eru vinnuligar held­ur enn almennar, kunnu verða einskildar. Góður skúlaskapur og lívslong læra eru grundin undir einum framkomnum samfelag. Útbúgving og gransking verða tí millum fremstu mál samgongunnar. Før­leikarnir at taka lut í fólkaræðinum eiga at verða styrktir frá barnsbeini gjøgn­um skúla og útbúgving. Mentan og list skapa okkum sum menniskju og sam­felag, og kreativitetur er ein grundleggjandi fram­ dráttar­megi. Mentanar­ politikk­ur skal tí setast høgt í polit­iska arbeiðinum. Eitt gott og útbygt sam­ ferðslu­kervi – innanoyggja og til umheimin – er av­ger­ andi fyri trivnað og møgu­ leikar hjá fólki og vinnu. Tí verða íløgur støðugt gjørdar og átøk framd til tess at geva fólki javnsettar møguleikar kring landið. Umhvørvis- og náttúru­ vernd skulu uppraðfestast til gagns fyri verandi og kom­andi ættarlið. Ferð skal av álvara setast á at leggja orku­nýtsluna um, so vit ger­ ast sjálvveitandi við grøn­ari orku. Øllum borgarum skulu tryggjast javnrættindi. Hvør einstakur skal eiga møgu­ leikan at smíða sær eitt eydnu­ríkt lív eftir egnum huga og evnum og at taka lut og ábyrgd í samfelagnum. Hetta tryggjar sosialt og mentanar­ligt fjølbroytni, sum gevur trivnað og skap­ anar­hug. Í sonevndum etiskum mál­um stendur hvørjum ein­støkum tingfólki frítt at at­kvøða eftir egnari sann­ før­ing. Í øllum arbeiði vilja vit skapa álit á politisku skipanina. Øll mál skulu viðgerast í opinleika, og fólk, sum vara av, serfrøði og fakfólk verða hoyrd og vird. Somuleiðis skal rættartrygdin styrkjast og verjast eins og rætturin hjá borgaranum til innlit og gjøgnumskygni. Øll átøk, sum samgongan fremur, eru treytað av fíggjarstøðu landsins og búskaparligum skilvísi. Samgongan vil í øllum nýskipanum leggja dent á at finna breiðar semjur og at byggja avgerðirnar á fakligt og fólkaræðisligt grundarlag. Høvuðsmál, sum vit fara undir at loysa alt fyri eitt Vit ásanna, at stór og átrok­ andi mál skulu loysast í før­ oyska samfelagnum. Tí fara vit alt fyri eitt undir hesar høvuðs­avbjóðingar: • At seta í verk eina ný­ skipan av fiskivinnuni. • At fremja broytingar í skatta­politikkinum, so lág- og miðallønt fáa ein skatta­lætta. • At geva fólkinum høvi at samtykkja sína egnu stjórnarskipan á fólka­at­ kvøðu, at fast­frysta ríkis­ veitingina og taka mál á føroyskar hendur. • At taka avbjóðingina við aldurs- og kyns­ saman­setingini í álvara við íløgum í ungdóm, útbúgving, mentan og barna­familjur. • At tryggja langtíðar­ hald­føran búskap við m.a. búskapargrunni og konjunkturjavnandi fíggjarpolitikki. • At seta í verk menningar­ ætlan fyri heilsuverkið, sum tryggjar viðgerðir og tænastur á nútímans støði. • At gera nýggja pensjóns­ skipan, sum skal tryggja øllum góða pen­sjón og samstundis rætta teir ójavnar og hald­føris­ trupulleikar, sum komu í við forskattingini av pensjónum. • At gera íløgur í grøna orku, so Føroyar kunnu gerast sjálvveitandi við varandi orku. Nýskipan í fiskivinnuni Vit vilja fremja eina grund­ leggjandi nýskipan í fiski­ vinnupolitikkinum, sum verður sett í verk frá 1. januar 2018. Nýskipanin skal byggja á hesar aðalreglur: • Allur fiskiskapur skal vera lívfrøðiliga, bú­ skapar­liga og sam­felags­ liga burðar­dyggur. • Livandi fiskiríkidømið í føroyskum sjógvi og tað, sum Føroyar hava sam­ ráðst seg til í avtalum við onnur lond, skal fram­ hald­andi vera fólks­ins ogn og kann ikki ger­ast ogn hjá privatum feløg­ um ella ein­staklingum ella fara á útlendskar hendur. • Fiskirættindi skulu vera á føroyskum hondum. • Farast skal frá privatari sølu av loyvum og fiski­ rætt­indum. Samhaldsfesti sjálvbjargni og frælsi Samgonguskjal millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn samgonguskjal