Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-15, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. september 2015síða 17

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Mikudagur 16. september 2015 · Nr. 106 ÍVERKSETAN Vinnuframi vil stimbra tí góða hugskotinum. Vit kunnu snikka saman eina loysn, sum kann innihalda stuðul til arbeiðspláss; ráð- geving av øllum handa slag; ein mentor, ið kann stimbra teg í hugskotsfasum og fyri- reika teg til marknaðin. Talan skal vera um nýskap- andi vinnuligt virksemi. 01 RÁÐGEVING Føroyskir íverksetarar og fyri- tøkur kunnu søkja um stuðul til ráðgeving til øll átøk, ið kunnu skapa vinnuligan vøkstur. Talan kann t.d. vera um ráðgeving ísv. stovnan av virki, kapitalhækk- an, sølufremjan, uppbyggjan av samstarvi við útlendskar fyri- tøkur o.s.fr. Ráðgevingin verður veitt úr ráðgevarabankanum. Stuðlast kann við upp til 100% av verkætlanarkostnaðinum. 02 MENNING Føroyskir íverksetarar og fyri- tøkur kunnu søkja um stuðul til menning av vørum og tænast- um. Talan kann eisini vera um menning av prototypum. Vøran, ella tænastan, skal vera munandi øðrvísi frá verandi vørum, ella tænastum, ella hava ein serstak- an kappingarfyrimun í mun til aðrar loysnir á marknaðinum. Stuðlast kann við upp til 100% av verkætlanarkostnaðinum. 03 SØLA Føroyskar fyritøkur kunnu søkja um stuðul til sølufremjandi til- tøk, ið kunnu fremja føroyskan útflutning. Stuðul verður í út- gangsstøðinum ikki veittur til lønarútreiðslur til leiðslu og sølufólk. Stuðlast kann við upp til 100% av verkætlanarkost- naðinum. 04 FRÁ ÍVERKSETAN TIL SØLU Vinnuframi / Hoyvíksvegur 51 / 100 Tórshavn Tel 20 33 00 / Fax 20 33 01 vinnuframi@vinnuframi.fo / vinnuframi.fo krea . tel 60 80 80 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18