týsdagur 15. september 2015síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 16. september 2015 · Nr. 106
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
- Sjálvandi skulu vit hjálpa
flóttaflóttafólkum, men
vit skulu hjálpa teimum í
nærumhvørvinum.
Hetta er flóttafólka
politikkurin hjá Fólka
flokkinum, sigur Elsebeth
Mercedis Gunnleygsdótt
ir, tingkvinna fyri flokkin.
Hon sigur, at í nær
umhvørvinum
muna
pengarnir
nógv
meiri,
enn teir gera her, og har
eru flóttafólk eisini í síni
egnu mentan og føla seg
betri heima.
Ein millión krónur er
nóg mikið til at breyðføða
350 flóttafólkafamiljur í
nærumhvørvinum, men í
Føroyum røkkur tað bara
til at hjálpa einari familju,
sum kemur hendavegin.
Men tá ið so nógv
flóttafólk
koma
higar,
kann tað vera eitt tekin
um, at vit ikki hjálpa nokk
á staðnum, heldur hon.
Komu føroyingar í eina
støðu, har tey vóru flótta
fólk, høvdu teir uttan
iva heldur viljað farið til
Danmarkar ella Íslands,
heldur enn til Sýria ella
Afghanistan.
Flóttapolitikkur
má
ikki leggjast til rættist eft
ir, at tað er kríggj í Sýria
men má síggjast sum ein
heild.
- Vit hava eina moralska
skyldu at hjálpa flótta
fólkum.
Tað sigur Hanna Jen
sen, tingkvinna fyri Fram
sókn.
Hon sigur, at vit í Før
oyum skulu yvirtaka fult
ræðið á øllum uttanríkis
viðurskiftum og sum fult
gyldugur limur í altjóða
samfelagnum, skulu vit
eisini taka ábyrgd av
flóttafólkum, tí vit vilja
hjálpa.
Men tað skal fyrireik
ast og vit meta, at tað
tekur eini fimm ár at
byggja allar tær skipanir
upp, sum krevjast fyri at
taka ímóti flóttafólkum.
- Men vit mugu byrja
áðrenn tað, og vit vilja
hjálpa flóttafólkum í nær
umhvørvinum, og vit vilja
taka flóttafólk til Føroya,
sigur Hanna Jensen.
Beint nú eru tey í ríki
num og tí skulu vit alt
fyri eitt undir arbeiðið
at fyreika okkum til at
taka ímóti teimum fyrstu
flóttafólkunum,
sigur
Framsókn.
Áki Bertholdsen
- Eg haldi, at Evropa klárar
saktans at rúma teimum
flóttafólkum, sum eru komin
hendavegin
Tað heldur Heini í Skorini,
sum kønur í viðurskiftunum
í Miðeystri.
Hann var við á flótta
fólkafundinum í Norður
landahúsinum leygardagin,
og hann heldur eisini, at vit í
Føroyum eiga at taka okkara
ábyrgd á hesum øki.
Hann vísir á, at talið á
flóttafólkum er nógv vaksið
seinastu árini og í fjør vóru
59,5 milliónir flóttafólk í
heiminum - og tað verður
enn hægri í ár
Sostatt er talið á flótta
fólkum
næstan
tvífaldað
hesi seinastu 10 árini og
helmingurin av teimum eru
børn.
- Nógv tann størsti bólk
urin av flóttafólki eru tey,
sum rýma undan krígnum
í Sýria, men tey koma eisini
úr Irak, og rýma undan
islamiskum stati, sum hevur
ræðið í einum parti av Sýria
og Irak.
Heini í Skorini staðfestur,
at í Sýria er støðan so syrgi
lig, at tað er Islamiskur
Statur, sum er størsti upp
reistrarbólkur ímóti sitandi
forsetanum, Assad. So at
velja part í krígnum í Sýria
er sum at velja ímillum pest
og Kolera.
- Tað er ein høvuðsorsøk
til, at vesturheimurin aftrar
seg við at seta Assad frá, tí
mest sannlíka alternativið
til hann, er Islamiskur Statur,
sum hevur ræðið á einum
triðingi av Sýria.
Í Sýria búgva 20 millión
ir fólk, av teimum eru 12
milliónir rikin ella rýmd
frá hjá húsi og heimi. Átta
milliónir av hesum flóttafólk
um, eru rýmd í aðrar partar í
Sýria og fýra milliónir eru
í
grannalondunum,
mest
Turkalandi., men eisini í
Jordan og í Libanon.
Í Libanon búgva fýra
milliónir fólk, og har eru ein
millión flóttafólk. Í Turka
landi eru tvær milliónir
flóttafólk og í Jordan eru eini
600.000 flóttafólk.
- Orsøkin til flóttafólka
streymin til Evropa í hesum
døgum, er, at hesi londini
eru um at hoykna undir
flóttafólkabyrðini, og í flótta
fólkalegunum
er
hvørki
matur,
vatn,
heilivágur,
kloakkir, ella nakað annað
av tí mest grundleggjandi
fyri at kunna liva.
ST sigur, at flóttafólka
legurnar fáa ikki meiri enn
triðing av tí peningajáttan
sum krevst fyri at halda lív
í flóttafólkunum.
Og flóttafólkini eru so
farin at hugsa sum so, at tá
ið tað ikki er livandi í legun
um, er einki at gera uttan at
royna at sleppa sær til Ev
ropa.
Heini í Skorini sigur, at
nógv tey flestu flóttafólkini,
sum koma til Evropa, eru úr
flóttafólkalegum, men sum
mi eru eisini fólk, sum eru
rýmd beinleiðis undan kríggi
og forfylging heiman.
Heilt
nógv
flóttafólk
koma eisini úr Afghanistan,
men annars eru tey úr
Kongo, Dafour, Libya og So
malia, Eritrea, Kosovo, og
úr øðrum londum, har tað
er kríggj og ófriður, ella har
hesi fólkini verða so illa for
fylgd og kúgað, at tey noyð
ast at taka til rýmingar.
Í hesum døgum eru onku
staðni ímillum 10 og 35 kríggj
runt umkring í heiminum,
alt eftir, hvørja allýsing av
einum kríggi, tú brúkar.
Eftir evropisku avtaluni
um flóttafólk skulu tey skrá
setast í fyrsta landinum tey
koma til og har skulu tey
vera ímeðan umsóknin um
uppihald verða viðgjørdar.
Og londini í Suðurevropa
hava leingi heitt á hini lond
ini í ES um at taka felags
ábyrgd av flóttafólkunum, tí
tey klára ikki at bera byrðu
na einsamøll.
Men tá ið tað ikki hendir,
eru tey so bara farin at slúsa
flóttafólk norðureftir, og
tað er hesin streymurin av
flóttafólkum, vit nú síggja
norður ígjøgnum Evropa, og
sostatt er flóttafólkaskipan
in hjá ES farin fyri bakka.
Nøkur tøl at hugsa um
Heini í Skorini heldur, at tíð
indaflutningurin kann geva
eina fatan av, at vit eru um at
verða kollrend av islamisk
um flóttafólki.
Veruleikin er, at í ár er
væntandi, at 350.000 flótta
fólk koma til Evropa. Tað
er 0,6 prosent av heimsins
flóttafólkum, so tað er bara
ein evarska lítil brotpartur
av øllum flóttafólkunum í
heiminum, sum leita sær til
Evropa.
Tilsamans
búgva
seks
prosent av heimsins flótta
fólkum í Evropa og sostatt
eru 94 prosent av heimsins
flóttafólkum í øðrum lond
um, mest í Afrika.
- Í ES búgva 500 milliónir
og sostatt eru tey flóttafólk
ini, sum koma til Evropa í ár,
bara 0,07 prosent av fólka
talinum í Evropa.
- Tí haldi eg, at Evropa
saktans klárar at rúma teim
um flóttafólkum. Og eg haldi
avgjørt eisini, at Føroyar eiga
at átaka sína ábyrgd, hóast
okkara íkast bara verður ein
dropi í havinum, sigur Heini
í Skorini.
Vit klára tað
flóttafólk
EIN BROTPARTUR Evropa klárar
saktans at rúma flóttafólkunum,
og eisini føroyingar eiga
at gera sína skyldu
Fólkaflokkurin:
Ikki flóttafólk
til Føroya
Framsókn:
Vit hava eina
moralska
skyldu
Í nýggju CEF
samgonguni, sum
nú er skipað, verður
spurningurin um
flóttafólk eisini
nevndur, tó at einki
ítøkiligt stendur um,
hvat vit skulu gera.
Samgonguskjalið
sigur stutt og
greitt:
Sum partur í einum
sínamillum tengdum
heimi hava Føroyar
eisini ábyrgd í mun
til tær ovurhonds
stóru avbjóðingarnar
við flóttafólki og
neyðstøddum kring
heimin - og á henda
hátt av at royna at
skapa eitt tryggari
heimssamfelag.
Tað stendur
eisini í samgongu
skjalinum, at:
Serstøk átøk skulu
setast í verk í mun
til kvinnuundirskotið
og integratiónina av
útlendingum.
Og í fylgis
skjalinum til
samgonguskjalið,
stendur:
Ein miðvísur
integratiónspolitikkur
skal setast í verk.
Hetta sigur nýggja
samgonguskjalið
um flóttafólk