týsdagur 15. september 2015síða 33
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Granskarar frá flestu granskingarstovnum
fara frá mánadegnum til hósdagin í komandi
viku at vitja ymsa staðni í Føroyum og siga
frá síni gransking. Hetta verður gjørt undir
yvirskriftini “Vísindavøka á ferð”.
Greitt verður frá um ymiskt, bæði á
heilsuøkinum, um náttúru, søgu, bókmentir
og annað, og farið verður millum annað á
bókasøvn, skúlar, kirkjur og samkomuhús.
Flestu av fyrilestrunum eru almennir, meðan
onkrir verða á arbeiðsplássum og eru tá
serliga ætlaðir starvsfólkum.
Gransking hevur týdning fyri øll
Eitt av endamálunum við at skipa eina slíka
fyrilestrarøð er at geva fólki møguleikan at
hoyra, hvat granskarar arbeiða við í gerandis
degnum og at kveikja áhugan fyri gransking.
Orðið gransking kann tykjast óítøki
ligt fyri nógv fólk, men í grundini er mesta
granskingin bæði viðkomandi og skillig fyri
fólk flest, tá tað kemur til stykkis. Gaman í
eru onkur evni, sum verða granskað, nak
að torskild og trupul at greiða frá á ein
hátt, so at vanlig fólk skilja týdningin og
møguleikarnar við granskingini. Men størsti
parturin av granskingini, sum gongur fyri seg
í Føroyum, snýr seg um evnir og viðurskifti,
sum eru heilt vanligur partur av okkara
gerandisdegi, og har vit øll hava nyttu av tí
vitan, sum fæst við gransking.
Nýggj vitan um alt møguligt
Eitt av evnunum, sum fer at verða tikið upp,
er t.d. hví multiresistentar bakteriur hava
ment seg so lutfalsliga ógvusliga í Føroyum,
og hvørjar vónir vit hava fyri at sleppa av við
ella minka um trupulleikan. Hetta er evni,
sum ikki minst er aktuelt í heilsuverkinum,
har ið multiresistentar bakteriur kunnu
vera sera vandamiklar fyri sjúklingar. Tað er
William Smith, smittuserfrøðingur á Lands
sjúkrahúsinum, sum fer at halda hendan
fyrilesturin í Klaksvík og í Hovi.
Eitt annað evni, sum hevur verið nógv
frammi í seinastuni, er sálarstøðan hjá
føroyskum skúlabørnum. Tóra Petersen,
ph.d. í sálarfrøði, fer at tosa um, hvørt vit
kunnu gera nakað, sum linnar og stuðl
ar børnum við sálarløstum. Hetta verður í
Klaksvík og í Runavík.
Ein fyrilestur verður um fuglar í
Føroyum. Jóhannis Danielsen, ph.d. í lívfrøði,
fer at greiða frá kanningum av ferðing hjá
og dálking av lomviga, ritu, lunda, havhesti,
likku, fiskimása og æðu. Hann fer í hesum
sambandi at vísa ymisk filmsbrot. Hesin
fyrilesturin verður í Havn.
Fleiri fyrilestrar vera um orku, bæði um
ymsar keldur og um framtíðar skipanir.
Hesir vera í Klaksvík, í Havn, á Sandi, í Hovi
og á Tvøroyri.
Vísindi fyri alt fólkið
Vísindavøka á ferð er ætlað øllum før
oyingum, yngri sum eldri. Fyrilestrarnir eru
allir millum 30 og 45 minuttir til longdar og
aftaná verður høvi at seta spurningar.
Granskararnir
halda
fyrilestrarnar
sum part av sínum arbeiði á granskingar
stovnunum.
Øll skráin sæst á s. 6
Vísindavøka á ferð kring alt landið
Kanna um
tannlæknar
boða frá
ágangi og
misrøkt
Vandi fyri
nýggjum
stættarmuni
Prestar
skrásettu øll
børn og ung
Gransking
skal fyri
byrgja
nýggjari
ILA farsótt
Ein trupul
sjúka at
liva við
Hví doyggja
larvurnar?
síða 5
síða 7
síða 9
síða 11
síða 13
síða 15
Fríggjadagin
25. september
í iNOVA
Tiltøk til børn og vaksin frá morgni til myrkurs
fríggjadagin 25. september í iNOVA á Hoyvíksvegi 51