týsdagur 15. september 2015síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 16. september 2015 · Nr. 106
2
Sosialurin
Føroyingar fáa sær granskararútbúgving
sum ongantíð fyrr. Tað eru í øllum førum
fleiri enn 50 føroyingar í gongd við
ph.d.lestur í løtuni. Nøkur av hesum eru inn
skrivað á Fróðskaparsetrinum, meðan fleiri
eru innskrivað við útlendsk universitet.
Felags fyri flestu av hesum fólkum er, at tey
arbeiða miðvíst við at granska føroysk evni
og við føroyskum tilfari.
Bara her í heyst hava trý ph.d. lesandi,
stuðlaði úr Granskingargrunninum, vart sína
ph.d. ritgerð. Fleiri eru ávegis eisini. Tey hava
verið innskrivað við universitet í Danmark,
Svøríki og Stóra Bretlandi. Eisini vita vit um
tvey afturat, sum hava búð í Føroyum áður,
og sum nú hava granskað í føroyskum evnum
í sínum ph.d. arbeiði, ávikavist í Svøríki og
Danmark. Hesi hava øll við miðvísum ar
beiði lagt stór klípi afturat vitanini um før
oysk viðurskifti. Tey hava eisini vunnið sær
førleikar at arbeiða sum granskarar. Vit eiga
í hesum fólkum eitt stórt tilfeingi, sum kann
brúkast til at menna føroyska samfelagið
enn meira á fleiri økjum. Nøkur teirra eru
longu í starvi í Føroyum, meðan onnur ar
beiða uttanlands.
Evnini, sum arbeitt verður við, hava
ikki bara týdning fyri Føroyar, men fyri
allan heimin. Eitt nú hevur granskingin hjá
Havstovuni av havøkinum í Norðuratlans
havi stóran týdning fyri at kunna skilja
samanhang og ávirkan á havstreymarnar
kring allan heimin og hvussu fiskastovnarnir
hanga saman. Okkara granskarar arbeiða
neyvt saman við øðrum granskarum og ar
beiðið verður stuðlað av Horizon 2020, ES-
granskingarskránni, júst tí at hetta eru evni,
sum hevur týdning fyri alt Evropa. Fleiri
dømi eru á heilsuøkinum, har granskarar við
at kanna ymsar stórar sjúkur, kunnu geva
síni týdningamiklu íkøst til betri at skilja,
viðgera og fyribyrgja ymsar vanligar, eitt nú
Alzheimers, Parkinsons, tarmbrunasjúkur og
panikkangist.
Heilsuøkið er tað økið, sum størst fokus
er á granskingarliga í løtuni. Við fænum úr
Sjúkrakassagrunninum, har fyrstu játtanir
nar vóru latnar í desember 2014, hevur tað
verið møguligt at fara undir fleiri nýggjar
verkætlanir, sum bæði geva nýggja vitan og
skapa vitanarstørv. Í næstum verður eisini
avtala gjørd millum Fróðskaparsetrið og
Sjúkrahúsverkið um samstarv við stuðli úr
Sjúkrakassagrunnninum. Í desember verður
annað umfar av játtanum til gransking úr
hesum grunninum. Hendan raðfestingin fer
eftir okkara tykki at hava stóra ávirkan og
fer at menna heilsuøkið sum heild.
Vit bíða nú í spenningi eftir at frætta,
hvussu nýggja samgongan ítøkiliga ætlar at
raðfesta gransking og skipa økið. Royndirnar
á heilsuøkinum vísa greitt, at vit hava nógv
eldhugað og væl skikkað fólk, sum eru til
reiðar at fara til verka á fleiri økjum.
Fáa føroyskir granskarar uttanlands
møguleikan, so vilja flestu teirra fegnir koma
heim at arbeiða. Men tað er eisini onnur enn
føroyingar, sum hava hug at koma hendan
vegin, tí evnini eru mong og umstøðurnar
spennandi. Vit arbeiða í løtuni við at fáa
bæði føroyskar og útlendskar granskarar
at gagnnýta skipanina Marie Curie, sum
er partur av Horizon 2020, har til ber at
fáa játtað stuðul til løn og rakstur í 2 ár at
granska í aktuellum evnum í øðrum landi
enn sínum egna. Okkum tørvar at fáa fólk
hendan vegin úr ymsum londum við vitan og
íblástri, eins og okkara áttu at farið út at deilt
sína vitan við onnur, samstundis sum tey
kundu vunnið sær nýggja týdningarmikla
vitan og víðka sjónarringin.
Á Vísindavøkuni kanst tú koma at síggja
og hoyra, hvat granskarar arbeiða við í dag
og at tosa um, hvat til ber at fara undir, um
umstøður verða til tess.
Vælkomin á Vísindavøku!
Annika Sølvará
Stjóri fyri Granskingarráðið
Oddagrein
Eins og undanfarin ár fara vit at
enda Vísindavøkuna við eini kvøld
setu. Hon verður í iNOVA fríggja
kvøldið 25. september kl. 19.30. Á
skránni eru vísindi í álvarsligari
og lættari formi. Afturvið bjóða vit
okkurt gott at drekka frá Føroya
Bjór og eitthvørt salt at bíta í.
Hvussu fáa vit meira
burturúr fiskivinnuni
Seinastu mánaðirnar hevur verið
dúgliga
tosað
um
fiskivinnu
nýskipan,
um
virðisøking
og
meirvirkan, men hvat liggur í øll
um hesum er ikki so greitt. Á kvøld
setuni fara vit at spyrja, um tað ber
til at fáa størri virðisøking til fyri
tøkur og samfelagið við at fáa alt
tilfeingið uppá land og tilvirkað í
Føroyum. Tveir serfrøðingar koma
við sínum boðum uppá onkrar av
hesum spurningum, og síðani fáa
áhoyrararnir høvi at kjakast um
evnið.
Unn Laksá, ph.d. í politikki og
samskifti, fer at siga frá um verk
ætlanina “Alt í land”, sum hon er
partur av. Síðani fer hon at hug
leiða um møguleikarnar fyri at fáa
gagnnýtt alt tilfeingið við støði í
royndum aðrastaðni.
Hans
Ellefsen,
ph.d.
í
bú
skaparfrøði, fer at umrøða hug
takið
virðisskapan
í
mun
til
útflutningsvirði og framleiðslu
kostnað. Er eitt høgt útflutnings
virði í sær sjálvum eitt mál ella er
tað einans virðisøkingin, sum hev
ur týdning? Hava samfelagið og
fyritøkur mótstríðandi áhugamál
ella kunnu hesi ganga upp í eina
hægri eind?
Lagt verður upp til kjak við
serligum denti á møguleikar fyri
gransking og nýskapan.
FC Trón kvinnurnar syngja
Fyri góðum 2 árum síðani byrjaðu
fleiri kvinnur at spæla fótbólt og
svimja sum liður í eini granskingar
verkætlan hjá Magna Mohr. Verk
ætlanin kallaðist Svim-og-Spæl, stytt
SOS. Fyrsta verkætlanin er liðug og
úrslitini hava verið bæði nógv og
áhugaverd. Nú eru eini 400 fólk, flest
kvinnur, farin at spæla heilsufótbólt
í átaki, sum er beinleiðis uppfylging
av SOS-verkætlanini.
Fleiri av teimum kvinnunum,
sum spældu fótbólt í SOS verk
ætlanini, hava hildið hetta vera so
stuttligt og gott, at tær hava stovn
að egið fótbóltsfelag, FC Trón. Á
Vísindavøkuni koma hesar við
onkrum stuðlum at syngja fyri
okkum.
Miðlaheiðurslønin
2015
Síðsta evnið á skránni á kvøldsetuni
er handanin av ársins heiðursløn
fyri miðling av gransking. Her
verður avdúkað, hvør fær ársins
heiðursløn, og heiðursblað og ein
kekkur á 5.000 kr. verða handað.
Hetta er fjórða árið, at miðla
heiðurslønin verður handað. Hon
varð latin á fyrsta sinni í 2012, tá
Dorete Bloch sála, professari í
lívfrøði, fekk heiðurin. Í 2013 var tað
Pál Weihe, professari í fólkaheilsu
frøði, og í 2014 var tað Kári Sólstein,
journalistur.
Tað er ein nevnd við umboðum
fyri Føroysk Miðlafólk, Fróðskapar
setur Føroya og Granskingarráðið,
sum ger av, hvør skal hava heiðurin,
eftir uppskoti frá fólki.
Kvøldseta til álvara og gaman
Fríggjakvøldið á Vísindavøkuni bjóða vit til kjak um møguleikar í fiskivinnuni, vit fara at fáa
sang frá fótbóltskvinnunum í FC Trón, og ársins miðlaheiðursløn verður handað
Vísindavøkukvøldseta
Kl. 19.30 í iNOVA
• Framløgur við Unn Laksá
og Hans Ellefsen
• Kjak
• Sangur frá FC Trón
• Handan av ársins
miðlaheiðursløn
• Okkurt leskandi verður
afturvið
Mynd: Lý Høgnadóttir Mohr