Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-15, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. september 2015síða 35

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Mikudagur 16. september 2015 · Nr. 106 Heiðurslønin kann verða latin einum granskara, miðlafólki ella øðrum, sum á greiðan og lætt skiljandi hátt hevur lýst granskingarúrslit. Hetta kann vera í útvarps- ella sjónvarpssendingum, í greinum, fyrilestrum, bókum, plakatum ella øðrum. - Hegni at miðla gransking er ein dygd, sum Granskingarráðið fegin vil vera við til at varpa ljós á og heiðra. Tað hevur alstóran týdning, at granskarar og onnur á greiðan og kveikjandi hátt greiða fólki frá nýggjum granskingarúrslitum og sjónliggera, hvønn týdning hesi úrslit hava fyri fólk og samfelag, sigur Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum. Heiðurslønin varð latin fyrstu ferð í 2012, tá til Dorete Bloch, professara. Í 2013 fekk Pál Weihe, yvirlækni og granskari, miðlaheiðurslønina, og í 2014 var tað Kári Sólstein, journalistur, sum varð heiðraður. Granskarar mugu duga betri at siga frá Í takkarrøðu síni í fjør legði Kári Sólstein stóran dent á týdningin av Kringvarpi Føroya sum public service stovni, sum gevur neyðugt rúm til at miðla hetta slagið av tilfari. Hann kom eisini við eini beinleiðis áheitan á granskarar um at vera raskari at siga miðlunum frá tí teir gera, meðan verkætlanir eru í gongd, so til ber at fáa tikið upp til ymsar sendingar. - Flestu fólk eru sera áhugað í at hoyra, hvat fyriferst í granskingarverðini og flestu granskarar eru eisini bæði tilvitaðir um og til reiðar at greiða frá. Tað tykist ofta sum tað er tíðin, sum manglar, ella at finna rætta høvið. Við ársins átaki, Vísindavøka á ferð, hava vit bjóða granskarum og almenningin at hittast, og átakið hevur verið sera væl móttikið, bæði av granskarunum, sum fara út við fyrilestrum, og av fólki, sum vilja hoyra hesar fyrilestrar, sigur Annika Sølvará. Fleiri uppskot Granskingarráðið hevur fingið fleiri góð uppskot um, hvør skal hava Miðlaheiðurslønina í ár. Ein dómsnevnd við umboðum frá felagnum Føroysk Miðlafólk, Fróðskaparsetrinum og Granskingarráðnum fer at finna besta boðið millum innkomnu uppskotini. Vinnarin verður kosin á Vísindavøkuni fríggjakvøldið 25. september. Dómsnevndin fer at meta innkomnu uppskotini út frá hesum evnum:  Miðling á einum høgum stigi til ein breiðan skara Evnini at fanga fólk uttan fyri granskingarheimin og samstundis varðveita eitt høgt fakligt stig innan gransking eins og miðling.  Íkast til at økja um fatanina av gransking fyri samfelagið Evnini til við greiðari miðling at økja um fatanina av, hvussu stóran týdning gransking hevur fyri samfelagið.  Fangandi og kjakkveikjandi miðling Evnini til at miðla á ein fangandi og kjakkveikjandi hátt og harvið verða við at byggja brýr millum vísindaliga heimin og samfelagið annars. Fólk vilja fegin hoyra meira um gransking Granskingarráðið fer aftur í ár á Vísindavøkuni at lata einum fólki heiðursløn og 5.000 krónur fyri gott avrik at miðla gransking. Endamálið við heiðurslønini er at varpa ljós á kynstrið at miðla gransking alment Búnaðarstovan Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu Fiskaaling Fróðskaparsetrið Havstovan Heilsufrøðiliga Starvsstovan Jarðfeingi Landssjúkrahúsið Søvn Landsins Umhvørvisstovan Føroya Bjór iNOVA Tórshavnar Kommuna Stuðlar: