Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-15, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. september 2015síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. september 2015 · Nr. 106 4 Sosialurin Á Vísindavøkuni eru upp­ liv­ingar fyri bæði børn, ung og vaksin. Á básunum hjá stovnunum er ymiskt for­vitnisligt, sum ber til at hygg­ja at, nema við, lukta, smakka og royna. Tað vera fleiri spurna­ kappingar á ymsum básum við møguleika at vinna onkrar gávur. Eisini verða ymisk tiltøk í hølu­num millum annað fer Magni Mohr granskari at vísa ymsar kropsligar testir við nýggjum tólunum, sum eru í iNOVA. Í stórum telti uttanfyri fara starvsfólk og studentar frá Studentaskúlanum í Hoy­døl­um at gera nakrar roynd­ir og sýna fram, hetta er serliga áhugavert hjá børn­um og ungum. Vísindi fyri allar sansir Gransking er ikki altíð so spennandi fyri uttanfyristandandi at hyggja at. Tøl, talvur, prøvar og skjøl siga ikki altíð fólki so nógv. Men sumt av tí, sum granskarar fáast við, kann vera rættiliga spennandi, hugvekjandi og vakurt Búnaðarstovan er stovnur, sum umsitur almennu jørðina sam­bært løgtingslóg um landsjørð. Megin­parturin av hesum eru fest­ir og traðir. Búnaðarstovan um­situr somuleiðis almenna land­bún­að­ar­stuðulin á fíggjarløgtingslógini, og hon ráðgevur politiska myndug­leika­num í viðkomandi málum. Á Búnaðarstovuni verður eisini gransk­ að, ráðgivið og kunnað um land­búnað og matframleiðslu. Búnaðarstovan lut­tek­ur í ymsum altjóða roynd­ar­verk­ætlan­um innan málsøkið, serliga sam­an við norðurlendskum sam­ starvs­felagum. Stjóri: Tróndur Leivsson Adressa: Frammi í Dal 166, 410 Kollafjørður Telefon: 479 000 Teldupostur: bst@bst.fo Heimasíða: www.bst.fo Høvuðsgranskingarøki: Landbúnaður og matframleiðsla Vísindastørv (ársverk): 1 FAKTA Stjóri: Pál Weihe Bústaður: Sigmundargøta 5, 100 Tórshavn Telefon: 316 696 Teldupostur: dfaa@health.fo Heimasíða: www.health.fo Høvuðsgranskingarøki: Umhvørvisárin á heilsu Vísindastørv (ársverk): 4 FAKTA Búnaðarstovan Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu er sjálvstøðugur stovnur innan sjúkra­húsv­ erkið. Ein av høvuðsuppgávunum hjá deildini er heilsugransking, og serliga hevur verið granskað í, hvussu umhvørvisdálking ávirkar heilsu­na. Síðan deildin varð sett á stovn í 1988 er sera nógv granskingarvirksemi farið fram, og er hettar framt í tøttum samstarvi við granskingarstovnar uttanlands, m.a. í Dan­mark, USA og Japan. Hitt meginøkið hjá deild­ini er at kanna fólk, sum hava verið fyri arbeiðs­skaðum. Á deildini starvast í løtuni 8 fólk, harav nøk­ur teirra starvast í teimum ymisku gransk­ingar­verkætlaninum, ið fara fram á deild­ini. Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu Stjóri til Granskingarráðið Umsóknarfreist 5. oktober les meira á gransking.fo