týsdagur 15. september 2015síða 37
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Mikudagur 16. september 2015 · Nr. 106
Øll, sum arbeiða við børnum,
hava skyldu at siga barnaverndar
tænastuni frá, um tey fáa illgruna
um, at eitt barn hevur verið fyri
fysiskum ágangi ella umsorganar
svíki. Men nógv bendir á, at fleiri
aftra seg við at gera hetta.
Í 2013 vóru 253 fráboðanir um
børn, sum møguliga høvdu verið
fyri ágangi ella misrøkt, skrásettar.
Fráboðanir vóru frá bæði privat
fólki og fakfólki, teirra millum fleiri
í heilsuverkinum, heilsusystrum,
psykiatriska deplinum, kommunu
læknum og ljósmøðrum.
Ongar fráboðanir vóru skrá
settar frá tannheilsustarvsfólki, ið
annars eru í eini sera góðari støðu
at varnast skaðar, sum kunnu stava
frá fysiskum ágangi ella umsorgan
arsvíki, tí tey síggja so at siga øll
børn og ung í Føroyum regluliga.
- Tríggjar fráboðanir vóru skrá
settar frá øðrum í heilsuverkinum,
og tað kann hugsast, at onkur teirra
er frá einari tannlæknastovu, men
fráboðanirnar eru í øllum føri
ógvuliga fáar, sigur Unn Jakobsen,
sum er tannlækni á Skúlatann
læknastovuni í Havn.
Kanningar, ið eru gjørdar í Skot
landi og Danmark, vísa, at umleið
helmingurin av børnunum, sum
hava verið fyri fysiskum ágangi,
hava skaðar á høvur ella háls.
- Hetta eru støð, sum ofta ikki
eru fyrst fyri, tá tú dettur, og tann
læknar eru sera væl fyri at varnast
hesar skaðar, tí tað eru júst hesum
umráðum, ið vit arbeiða í, sigur
Unn.
Tannheilsan hjá útsettum børn
um er eisini ofta verri enn miðal.
Skerpað fráboðanarskylda
Fráboðanarskyldan hjá fakfólki
varð herd í 2013, soleiðis at tey nú
eisini skulu boða frá, um tey bert
hava grund til at halda, at viður
skifti eru, sum krevja, at barna
verndartænastan kemur uppí.
Tannlæknafelagið
hevur
nú
sett sær fyri at kanna, um tann
heilsustarvsfólkini eru før fyri at
handfara støður, har illgruni er um
fysiskan ágang ella umsorganar
svík av børnum.
Granskingarráðið hevur latið
stuðul úr Sjúkrakassagrunninum
til eina kanning, sum skal lýsa,
hvussu ofta tannlæknar og tann
røktarar
senda
fráboðanir
til
barnaverndartænastuna, og hvønn
førleika teir hava at gera hetta.
Unn
Jakobsen
skal
standa
fyri kanningini. Hon fer at senda
spurnarbløð út til allar tannlæknar
og tannrøktarar í Føroyum, og hon
er ógvuliga spent uppá, hvørji svør
hon fer at fáa.
- Hetta er eitt sera eymt evni,
og tað kann hugsast, at fleiri aftra
seg við at boða frá, um tey síggja
okkurt illgrunavert, sigur hon.
Øll kenna øll
Í Skotlandi vísti ein kanning millum
375 tannlæknar, at 29% høvdu havt
illgruna um fysiskan ágang móti
einum ella fleiri børnum. Bert 8%
høvdu boðað frá hesum illgruna.
Ein líknandi kanning, ið varð
gjørd í Danmark í 2008, vísti, at bert
ein triðingur av teimum, sum høvdu
illgruna um umsorganarsvík, boð
aðu frá hesum.
Eingin orsøk er at halda, at støð
an er frægari í Føroyum.
- Samfelagið er lítið, og møguliga
eru vit serliga varin við at taka tílík
ar eymar spurningar upp. Vit eru so
fá og kenna øll, og tað er torført at
vera anonymur, sigur Unn.
Kanningin, ið Tannlæknafelagið
nú fer undir, verður tann sama, sum
er gjørd í Danmark og Skotlandi.
Hon fer at avdúka, hvussu nógvir
føroyskir tannlæknar hava boðað
frá ágangi ella umsorganarsvíki, og
hvørjar forðingar eru fyri at gera
hetta.
- Kanningarnar í Skotlandi og
Danmark vístu, at fleiri tannheilsu
starvsfólk eru bangin fyri, at tað
kann skaða barnið heima, um tey
senda fráboðan til barnaverndar
tænastuna, sigur Unn.
Hon heldur tað vera sannlíkt, at
líknandi forðingar eru, sum gera, at
føroyskir tannlæknar og tannrøkt
arar aftra seg við at senda fráboð
anir til barnaverndina.
Fleiri danskir og skotskir tann
læknar vístu á óvissu um tey tekin,
teir sóu, sum eina vanliga forðing
fyri at boða frá.
- Tað kann vera trupult at gera
av, um talan er um okkurt illgruna
samt. Tað kunnu jú vera nógvar or
sakir til, at eitt barn ikki hevur tað
gott ein dag, og tannlæknin kann
vera bangin fyri at loypa okkurt út
í orð, sum ikki er rætt, sigur hon.
Fleiri nevndu eisini óvissu um
framferð og mannagongdir sum
eina forðing og ynsktu at fáa meira
upplýsing og eftirútbúgving.
- Tað kann kennast ótrygt at
geva viðkvæmar upplýsingar víðari
til ein stovn, tá tú ikki hevur eitt
andlit, tú kanst tosa við. Tað hevur
týdning at vita, hvør móttekur frá
boðanina, og hvat hendir við henni,
sigur Unn.
Tørvur á eftirútbúgving
Kanningin, sum nú skal gerast, fer
eisini at vísa, hvussu stórur tørvur
in er á eftirútbúgving í at handfara
støður, har illgruni er um fysiskan
ágang ella umsorganarsvík av
børnum.
Eftir at danska kanningin um
fráboðanaskylduna millum tann
heilsustarvsfólk varð gjørd, hava
lærustovnarnir tikið úrslitið av
kanningini til eftirtektar og eru
farnir at undirvísa í hesum.
- Úrslitið av kanningini hjá okk
um fer at vísa, hvussu nógvir tann
læknar hava fingið hetta við sum
part av útbúgvingini, og hvussu
nógvir meta, at teir hava tørv á
skeiði í hesum evninum, sigur Unn.
Kanna um tannlæknar
boða frá ágangi og misrøkt
Tannlæknar og tannrøktarar aðrastaðni aftra seg við at boða frá, tá tey síggja tekin um fysiskan
ágang ella umsorganarsvík av børnum. Ein kanning skal nú avdúka, um føroysk tannheilsustarvsfólk
gera sína skyldu og boða frá, tá tey fáa illgruna um, at børn hava verið fyri ágangi ella svíki
Unn Jakobsen
Fødd 1965
Útbúgving: Cand odont frá Århus Universiteti
Starv: Tannlækni á Skúlatannlæknastovuni í Tórshavn
Verkætlan: Handfaring av støðum við illgruna um
fysiskan ágang ella umsorganarsvík av børnum - ein
tvørskurðskanning millum tannlæknar og tannrøktarar í
Føroyum
Stuðul úr Sjúkrakassagrunninum: kr. 120.000
FAKTA
Skerpaða fráboðanarskyldan
í barnaverndarlógini frá 2013:
§ 14. Øll, sum í starvi sínum hava við børn at gera og sum í hesum
sambandi fáa kunnleika til viðurskifti ella hava orsøk til at halda,
at viðurskifti eru, sum krevja, at komið verður uppí eftir hesi lóg,
hava skyldu til navngivin at boða barnaverndartænastuni frá hesum.
Fráboðanarskyldan sambært hesum stykki verður sett fram um
ásetingarnar í øðrum lógum um tagnarskyldu við viðkomandi yrkjum.
Sjúkrakassagrunnurin
stuðlar heilsugransking
Granskingarráðið hevur ábyrgdina av at umsita og útluta fæið, ið
sjúkrakassarnir kring landið áttu, tá teir vórðu avtiknir fyri fimm árum
síðani.
Sjúkrakassagrunnurin letur stuðul til átøk og verkætlanir, sum kunnu
menna heilsuøkið í Føroyum, men sum ikki eru ein partur av rakstrinum
av heilsuverkinum annars.
Stuðul úr grunninum verður latin til trý høvuðsøki. Høvuðsøki 1
fevnir um upplýsandi tiltøk og kanningarverkætlanir, ið kunnu menna
heilsuøkið. Høvuðsøki 2 fevnir um gransking og menning á fimm
raðfestum heilsuøkjum. Og høvuðsøki 3 fevnir um menning av gransking
á ella í samstarvi millum Fróðskaparsetrið og Sjúkrahúsverkið og
møguliga aðrar viðkomandi stovnar á trimum raðfestum heilsuøkjum.
Átta játtanir eru higartil latnar til høvuðsøki 1, sum stuðlar kanningini
hjá Føroya Tannlæknafelag um handfaring av støðum við illgruna um
fysiskan ágang ella umsorganarsvík av børnum.