Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-15, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. september 2015síða 39

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Mikudagur 16. september 2015 · Nr. 106 Runa er sjálv besta dømið um, at tað ber til hjá eini kvinnu úr ein­um fjarskotnum landi við øðrvísi ment­ an at verða integrerað í føroyska sam­felagið. Hon tosar flótandi før­ oyskt og hevur tikið HF-prógv og bachelor-prógv í samfelagsfrøði í Føroyum. Seinastu mánaðirnar hev­ur hon arbeitt fyri Tórshavnar kommu­nu við eini verkætlan um integra­tión av útlendingum. Runa er fødd og uppvaksin á oyn­ni Mauritius í Indiska havinum. Tá hon var 21 ár, hitti hon ein før­ oysk­an mann og flutti við honum til Føroya. Tey fingu tvey børn sam­ an. - Eg fór beinanvegin undir at læra meg føroyskt. Eg minnist, at eg sat og blaðaði í Dimmalætting og royndi at læra meg nýggj orð, sig­ur hon. Runa var hugtikin av føroyska sam­felag­num. - Mauritius er eitt multi- kulturelt samfelag, har øll hava røt­ur úr einum øðrum landi. Mín famil­ja er av indiskari ætt, og vit kalla okkum indarar, hóast vit altíð hava búð á Mauritius. - Í Føroyum eru øll føroyingar og standa saman um ta føroysku tjóð­ ina. Tit hava eitt felags mál og ein felags sam­leika. Tað var ógvuliga hug­tak­andi fyri meg, sigur hon. Men hjúnalagið helt ikki, og Runa skiltist frá manninum. - Tá fekk eg at føla, hvussu tað er at vera í eini støðu, har tú ikki kennir tíni rættindi. Eg eri úr einum liberalum landi, har eing­in vælferðarskipan er, og tú verð­ur noydd at klára teg sjálva. Eg visti ikki, at eg hevði rætt til hjálp sum einligur forsyrgjari og hevði møgu­ leika fyri at fáa eina út­búgv­ing, sig­ ur hon. Runa er síðani gift av nýggjum við einum øðrum føroyingi og hev­ ur fingið eitt barn afturat. Hon hev­ur tikið HF-prógv í Klaksvík og bachelor-prógv í samfelagsfrøði á Fróð­skap­ar­setrinum. Síðani hevur hon eisini tikið kandidatprógv í mentan, samskifti og altjóðagerð á Ålborg Universiteti. - Tað hevur verið hart, eisini tí eg havi havt smá børn. Men eg havi havt góðan stuðul heimanifrá og ein sterkan vilja og ynski um at klára tað, sigur hon. Tá Runa fór á HF, skuldi hon ikki bara læra føroyskt, men eisini danskt. - Føroyskt dugdi eg eitt sindur framman­undan, men danskt dugdi eg als ikki. Samstundis sum eg skuldi læra málið, skuldi eg greina tekst­ir á donskum og lesa danskar læru­bøk­ur um søgu og átrúnað. Tá eg fekk 9 í donskum í HF, græt eg av gleði, minnist hon. Ymiskar mentanir Síðani Runa flutti til Føroya fyri 16 árum síðani, eru nógvar útlendskar kvinn­ur komnar afturat, sum eins og hon eru giftar føroyskum monn­ um. Flestu teirra eru úr Filips­ oyggju­num og Teilandi. Føroyska samfelagið hevur onga skip­aða integratiónsætlan, sum skal hjálpa hesum kvinnum at ger­ ast partur av samfelagnum. Seinastu fýra mánaðirnar hev­ ur Runa arbeitt við eini kann­ing av støðuni hjá útlendsku til­flytar­ un­um fyri Tórshavnar kommunu. Hon hevur havt samrøður við 61 til­ flytarar úr londum uttanfyri norð­ ur­lond, sum búgva í kommunu­ni, og hevur eisini tosað við ar­beiðs­ gev­arar og stovnar, sum út­lend­ing­ ar hava samband við. - Máltrupulleikar eru ein stór forð­ing fyri integratión, men mun­ ur á mentanum kann eisini elva til mis­skiljingar. - Nøkur mál eru til dømis endað hjá barnaverndini, sum ikki hoyra heima har. Summar útlendskar kvinn­ur eru vanar við, at børn skulu uppalast strangari, enn van­ ligt er hjá okkum. Ein mamma, sum til dømis slær eitt barn, ger tað ikki, tí hon er ónd, men tí hon hev­ur lært, at tað er tað rætta at gera. Hon skal ikki í fyrsta umfari frá­boðast til barnaverndina, men fáa upplýsing um, at soleiðis gera vit ikki í Føroyum, sigur Runa. Runa hevur sjálv havt lætt við at tik­ið ta føroysku mentanina til sín. Men hon leggur dent á, at tað ikki ber til at vænta ella krevja av øllum tilflytarum, at tey heilt sleppa teirra mentan. - Tað er ein mannarættur at kunna varðveita sína mentan, um hon ikki ger seg inn á manna­rætt­ ind­ini hjá øðrum. - Summi hava ein ógvuliga sterkan mentanarsamleika, sum tey eisini hava brúk fyri at geva víðari til børnini. Tað kann til dømis vera átrúnaður. Fleiri kvinnur úr Tei­landi og Afrika eru lagaligir musli­m­ar, og tað hevur týdning fyri tær, at børnini verða ald upp við muslimskum siðum. - Men tað er nakað, ið lætt­liga kann geva trupulleikar í hjúna­lag­ num, um foreldrini ikki eru samd um, hvørji virðir tey skulu geva børn­unum, sigur Runa. Skapa sín egna pall Runa hevur nú fingið stuðul úr Gransk­ingargrunninum til eina ph.d. verkætlan, sum skal fara í dýpdina við tvør-tjóðaðum hjúna­bondum og royndunum hjá filippinskum og teilendskum kvinn­um í Føroyum við at gerast part­ur av føroyska samfelagnum. Hon vil millum annað fáa innlit í, hvønn leiklut kvinnurnar hava í hjúna­bandinum. - Tá tær koma, eru tær konan hjá einum manni, og seinni verða tær mammur hjá børnunum. Ofta skapa kvinnur, ið flyta til Føroya, sær ikki sín egna samleika. Tað kann vera, at tær ikki hava ynski um annað enn at vera kona og mam­ma, men tað kann eisini vera, at tær vilja meira, men ikki fáa møgu­leik­an. - Tað koma børn burtur úr hesum hjúnabondum, og hesi børn­ ini eru næsta ættarlið av før­oy­ing­ um. Tað eru serliga mammurnar, sum leggja virðir niður í børnini, og tað hevur tí týdning ikki bara fyri kvinnurnar, men eisini fyri før­oyska samfelagið, at tær fáa ein pall, har tær kunnu vera virknar uttan fyri heimið og fáa eina rødd í tí føroyska samfelagnum, sigur hon. Tað hevur eisini stóran týdning, at útlendsku kvinnurnar kenna síni rætt­indi í samfelagnum. - Útlendskar kvinnur, sum ikki kenna síni rættindi og einki net­ verk hava, eru illa staddar, um mað­ur­in ikki virðir tær og kanska er harð­ligur. Tær vita ikki, at tær kunnu fáa hjálp til at klára seg, um tær fara frá manninum, og verða tí ver­andi í einum hjúnalagi, har tær missa sjálvsálitið, og tað ávirkar eisini børnini, sigur Runa. Málið størsta forðingin Málið er størsta forðingin fyri, at útlendskar kvinnur, ið eru gift­ar før­oysk­um monnum, verða integr­ er­að­ar í samfelagið. - Fyri at klára seg í føroyska sam­felagnum mugu kvinnurnar læra seg føroyskt og eisini danskt, tí nógv skjøl og telduskipanir eru á donsk­um. Men at læra føroyskt og danskt er ógvuliga torført, serliga hjá teimum, ið ikki duga enskt framman­undan, sigur Runa. Hon heldur, at krøv eiga at verða sett teimum útlendingum, sum koma til Føroya. - Vit eiga at krevja, at tey læra seg føroyskt, og tey eiga at fáa undir­vísing, sum hóskar til teirra støði. Kvøldskúlarnir gera eitt stórt ar­beiði, men tað kemur ofta ikki nóg nógv burturúr, tá fólk, ið duga enskt, og fólk, ið ikki kenna latínska stav­rað­ið, verða undirvíst saman. Tað verður ov strævið, og hvørki tey, sum duga enskt, og tey, sum ikki duga, læra nóg nógv, sigur hon. Stættarmunur Runa heldur, at vit eiga at fáa ein integra­tións­politikk sum skjótast í Før­oyum. - Landið skal gera ein integra­ tións­politikk, og kommunurnar skulu taka sær av at integrera teir út­lendingar, sum koma. Tær skulu skipa fyri kunningartiltøkum og gera faldarar á enskum um, hvussu sam­felagið er skipað, hvørjar stovn­ ar ein kann venda sær til, og hvørji rætt­indi vit hava í Føroyum, sigur hon. Avleiðingarnar kunnu verða álvars­ligar, ikki bara fyri kvinn­ur­ nar og teirra børn, men eisini fyri før­oyska samfelagið, um útlendsku kvinnurnar ikki verða nóg væl integreraðar í føroyska samfelagið. - Um vit ikki gera nakað nú, so vita vit ikki, hvørjar avleiðingarnar kunnu vera um 10 ár, tá børnini hjá hesum kvinnum vaksa til. Um mam­mur­nar ikki hava tað gott og føla seg virdar í føroyska sam­felag­ num, verða tær ikki førar fyri at hjálpa børnunum at klára seg væl í skúlanum og geva teimum virð­ir, sum hoyra til í føroyska sam­felag­ num. - Vandi er fyri, at vit fáa ein stættar­mun í Føroyum, har nøkur ikki hava somu møguleikar sum onnur fyri at fáa útbúgving og arbeiði, sigur hon. Vilji skal til Sjálv kundi Runa nú ikki hugsað sær at búð nakra aðrastaðni enn í Før­oy­um. - Eg føli meg mest sum før­oy­ ing, tí heima er her. Men sjálv­andi havi eg eisini mínar røtur og mína fortíð, sum hava gjørt meg til tann, sum eg eri. Eg eri glað fyri tann uppvøksturin, sum eg havi fingið, og okkurt er eisini, sum eg sakni í føroyska sam­felagnum. Skúla­ skipan­in á Mauritius er strangari enn tann før­oyska, og eg eri glað fyri ta kapp­ingar­mentan­ina, sum eg eri upp­vaks­in við, tí hon hevur verið við til at gjørt, at eg havi klár­ að meg væl her, sigur hon. Runa heldur, at kvinnurnar eisini sjálvar hava ábyrgd av at verða integreraðar í samfelagnum. - Tað hevur týdning ikki at taka offur-mentalitetin uppá seg. Føroyska samfelagið hevur ábyrgd av at hjálpa okkum at verða inte­ gre­r­að, men tað er vandamikið bara at sita og kenna seg sum offur. Tað ber til, um viljin er nóg sterkur, og tú ert opin og forvitin, sigur hon. Vandi fyri nýggjum stættarmuni Nógvar kvinnur úr Filipsoyggjunum og Teilandi eru seinastu árini fluttar til Føroya. Tær eru giftar føroyskum monnum, men nógvar tosa ikki føroyskt og kenna ikki føroyska samfelagið. Runa Preeti Høgnesen fer nú at greina støðuna hjá hesum kvinnum og børnum teirra Runa Preeti Høgnesen Fødd 1978 á Mauritius Flutt til Føroya í 1999 Varandi uppihaldsloyvi í Føroyum síðani 2002 Gift og hevur trý børn Útbúgving: HF prógv í Klaksvík 2004 BA-prógv í samfelagsfrøði á Fróðskaparsetrinum 2009 Kandidatprógv í Mentan, Samskifti og Altjóðagerð á Ålborg Universiteti 2012 Ph.d. verkætlan: Tvør-tjóðað hjúnarband, samfelag og skapan av kvinnuleika. Ein greining av giftum filippinskum og teilendskum kvinnum í Føroyum og royndum teirra við inklusión og eksklusión Stuðul úr Granskingargrunninum: kr. 1.130.000 FAKTA