týsdagur 15. september 2015síða 40
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 16. september 2015 · Nr. 106
8
Sosialurin
Umhvørvisstovan er landsstovnur, sum
fevnir um virkisøkini umhvørvisvernd og
gransking, matrikul, tinglýsing, adressur,
kortlegging,
fólkayvirlit,
navnamál
og
skógrøkt.
Umhvørvisstovan er ein virkin partur
í samfelagnum, og granskingin tryggjar
stovninum og samfelagnum grundleggjandi
vitan.
Uppgávan er at granska í føroyska
umhvørvinum,
serliga
við
atliti
til
mannaelvdar broytingar og árin av dálking
og inntrivum. Eisini verða gjørdar árins-
og støðiskanningar og aðrar serstakar
kanningar, umframt at granskað verður í
útbreiðsluni av umhvørviseitrandi evnum
og árinum av hesum.
Stjóri: Petur Nielsen
Adressa: Traðargøta 38, 165 Argir
Telefon: 342 400
Teldupostur: us@us.fo
Heimasíða: www.us.fo
Høvuðsgranskingarøki: Dálking og árin av hesum, serliga á
grindahval og sjófugl
Vísindastørv (ársverk): uml. 4
FAKTA
Sjúkrahússtjórnin: Johnny í Grótinum, sjúkrahússtjóri, Naina
Túgvustein, varastjóri
Adressa: J. C. Svabos gøta 41-49
Telefon: 30 45 00
Teldupostur: ls@ls.fo
Heimasíða: www.ls.fo
Høvuðsgranskingarøki: Ílegugransking, klinisk gransking,
epidemiologisk gransking, mikrobiologisk gransking, psykiatrisk
gransking og psykologisk gransking.
Vísindastørv: Málið er 3-4 ársverk. Ph.d. ársverkini eru fíggjaði
uttanhýsis. Landssjúkrahúsið fíggjar eitt yvirlæknastarv 20% til
gransking.
FAKTA
Umhvørvisstovan
Landssjúkrahúsið
er
meginsjúkrahús
í
Føroyum. Ein týdningarmikil uppgáva er
eisini frálæra og kliniskt uppihald til lesandi
innan heilsuvísindi og menning av ymisk
um heilsuviðkomandi virksemi. Hetta skal
tryggja eina skilagóða viðgerð á hægsta
altjóða fakliga støði og eina tilgongd av
dugnaligum starvsfólki í framtíðini.
Gransking hevur høga raðfesting á
Landssjúkrahúsinum. Granskingin skapar
vísindalig úrslit, men tryggjar eisini, at
sjúklingar fáa nýmótans og prógvaða
sjúkugreining og viðgerð. Landssjúkrahúsið
hevur sum mál at fáa ein ph.d. lesandi um
árið, og vil tryggja, at góð høli og umstøður
eru tøk til granskarar. Landssjúkrahúsið
hevur granskingarpolitikk, sum er stýrdur
av Granskingarnevndini á Landssjúkrahúsi
num.
Landssjúkrahúsið
Granskingarráðið hevur ment ein
portal fyri granskarar, sum vilja
koma til Føroya ella fara út í heim
at granska. Portalurin hevur upp
lýsingarnar m.a. um skattaviður
skifti, uppihaldsloyvi og onnur
praktisk viðurskifti í samband við
at flyta til annað land. Eisini eru
lýsingar av føroyska granskingar
umhvørvinum. Portalurin liggur á
www.euraxess.fo .
Ein
týdningarmikil
part
ur av portalinum er tænastan
EURAXESS Jobs. Har ber til at
finna leys størv, sum gransk
ingarstovnar í Evropa lýsa við.
Møguleiki er at leita eftir størvum
innan eitt ávíst granskingarevni og
innan landafrøðilig øki. Føroyskir
stovnar og virkir kunnu eisini lýsa
síni størv her og røkka hvørjum
króki í Evropa uttan kostnað.
Upplýsingar um at flyta til Før
oya at granska eru eisini givnar út
í eini hondbók.
Føroyska EURAXESS tænast
an er partur av einum netverki við
umleið 200 deplum í 40 londum í
Evropa.
Tveir EURAXESS deplar eru í
Føroyum, har granskarar kunnu
fáa leiðbeining um at flyta millum
lond. Annar er á Granskingar
ráðnum, og hin er á Fróðskapar
setrinum.
Granskingarráðið hevur bygt
upp EURAXESS tænastuna við
fígging frá ES.
EURAXESS hjálpir
granskarum at flyta
Føroyar eru partur av EURAXESS tænastuni hjá ES,
sum skal gera tað lættari hjá granskarum at flyta
millum lond at arbeiða í styttri ella longri tíð