Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-15, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. september 2015síða 41

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Mikudagur 16. september 2015 · Nr. 106 Fyri einum ári síðani flutti Jákup Reinert Hansen úr tí hugnaliga gamla prestagarðinum heima á Sandi, har hann hevði búleikast við familjuni í 32 ár. Hann og konan búgva nú til leigu heima á Sandi, og hann ferðast hvønn dag til arbeiðis á Søgu- og Samfelagsdeildini í Jónas Broncksgøtu í Havn, har hann hevur fingið starv sum lektari og granskari í kirkjusøgu. - Eg havi altíð havt stóran áhuga fyri gransking og havi fingist nógv við at granska, meðan eg havi verið prestur. Men verkætlanirnar hava drigið út, tí eg havi havt so nógv annað at gera, og tað hevur verið ørkymlandi. Tí kendist tað natúrligt at søkja hetta starvið, tá tað varð lýst leyst, sigur hann. Fremsta uppgávan hjá nýggja lektaranum er at undirvísa nýggjum prestum í føroyskari kirkjusøgu og kirkjurætti, og Jákup skal sjálvur fáa til vega tað tilfar, ið hann skal brúka í undirvísingini. - Munur er á føroyskum og donskum kirkjusiðum, og trúarlívið í Føroyum er øðrvísi enn í Danmark. Í Danmark kenna fólk nógvastaðni ikki bíbliusøguna, og tey duga ikki at biðja faðirvár. Í Føroyum er tann kristna trúgvin nógv meira sjónlig í tí almenna rúminum, og hon fyllir eisini nógv í tí privata lívinum hjá fólki. Tí kunnu prestar í Føroyum orða seg øðrvísi og fara djúpari inn í trúarspurningar, tá teir prædika og tosa við fólk, sigur hann. Listar yvir øll børn og ung Jákup hevur hetta seinasta árið grópað fram eina rúgvu av tilfari úr gomlum bókum og skjølum, sum lýsa kristindómin í Føroyum. - Tað finst nógv tilfar, sum ongantíð hevur verið tikið fram og kannað. Onkuntíð verður sagt, at einki hendi í Føroyum, tí vit vóru partur av einum donskum og norskum kirkjuligum felagsskapi, men tað er als ikki rætt. Tað ber væl til at bakka aftur og fáa eina greiðari mynd av føroyskum trúarlívi og kirkjusøgu, sigur hann. Jákup tekur eina lítla slitna bók niður av eini hill. Tær tunnu gulnaðu síðurnar eru tættskrivaðar við gotiskum stavum. - Hetta er ein lærubók í Luthers katekismus, sum ein danskur biskupur hevur skrivað síðst í 1700-talinum. Her eru neyvar ávísingar til prestar um, hvussu teir skulu læra fólk upp í kristnu trúnni, og ein rúgva av ásetingum um, hvat er rætt og skeivt, og hvussu fólk skulu liva. Nógvar ymiskar lærubøkur eru í katekismus, sum eru lagaðar til tey rák, ið hava verið gjøgnum tíðina. Onkuntíð er tann persónliga trúgvin í hásæti, og onkuntíð er tað ein meira rationel ávirkan, ið ger seg galdandi. Kirkjan hevur gjøgnum tíðina havt stóra ávirkan á bæði samfelagið og lívið hjá tí einstaka. - Konfirmatiónin var til dømis eitt krav fyri at fáa ávís borgarlig rættindir. Tey, ið ikki dugdu nóg væl, kundu verða frárikin og máttu ganga um upp í fleiri ferðir. Vit vita um onkran, sum ikki kundu fáa loyvi at giftast, tí hann ikki var konfirmeraður, og dreingir kundu heldur ikki fara til skips, fyrrenn teir høvdu fingið prestsins hond á høvdið. Jákup hevur funnið listar frá 1700-talinum við nøvnunum á øllum børnum og ungum í Føroyum millum 6 og 30 ár. Fyri hvønn einstakan er uppskrivað, hvat tey dugdu, og hvat tey skuldu læra afturat. - Hetta eru listar, sum prestar hava skrivað eftir boðum frá biskupinum. Teir skuldu skráseta, hvussu væl fólk dugdu at lesa, og um tey dugdu katekismus. Førleikarnir hjá fólki vóru ymiskir tá, sum teir eru í dag, og á listunum eru eisini átekningar um fólk, sum til dømis bera brek. Trúgvin og gerandislívið Jákup hevur granskað í fleiri ymiskum evnum, meðan hann hevur verið prestur á Sandi. Hann hevur luttikið á ráðstevnum og skrivað greinar og hevur eisini havt samband við aðrar granskarar. - Mær dámdi tað væl, og tað gav mær nakað, sum eg kundi brúka í mínum arbeiði sum prestur. Prestur skal jú alla tíðina geva frá sær í prædikum og øðrum, og tí hevur tað týdning at fáa íblástur, sigur hann. Fyrstu tíðina vóru tað sálmar, ið høvdu hansara stóra áhuga. Hann granskaði serliga sálmarnar hjá Mikkjali á Ryggi, sum hevur yrkt ein fimtapart av sálmunum í sálmabókini. - Eg bleiv bitin av, hvussu nógv gudfrøði var at finna í sálmunum. Við at greina sálmarnar kundi eg lýsa hansara mynd av Guði og fatanina av kristnu trúnni, sum hann gevur orð í sínum sálmum. - Hann var ávirkaður av sínum uppvøkstri og sínum umhvørvi, men hann hevði eisini verið á háskúla í Danmark og fingið innskot haðani, sum hann brúkti alt sítt lív. Hann sær eitt mentanarligt virði í gerandislívinum, sum hoyrir heima í tí grundtvígska siðaarvinum. Hann dugir sera væl at lýsa hetta í yrkingum og sálmum, og hann sigur frá líknilsum í bíbliusøguni, sum um tey eru farin fram her hjá okkum og ger soleiðis kristindómin viðkomandi fyri okkum, sigur Jákup. Seinni fór Jákup undir eina ph.d. verkætlan um prædikur hjá Jacobi Dahl, prósti, ið eru givnar út sum lestrarbøkur í fyrru helvt av tjúgundu øld. Hann hevur greinað innihaldið í prædikunum, sum eisini eru at finna sum handrit á Landsbókasavninum. - Eins og við sálmunum hjá Mikkjali á Ryggi havi eg roynt at lýst fatanina av Guði og trúarlívinum hjá Jacobi Dahl. Hann var týðiliga ávirkaður av lestrartíðini í Danmark og liberalismuni, ið tók seg upp tá. Hann er siðbundin í síni trúgv, men samstundis letur hann eisini kenslurnar ráða og leggur stóran dent á at hjálpa fólki. Friðarligt granskaralív Jákup vardi sína ph.d ritgerð um prædikurnar hjá Jacobi Dahl á Aarhus Universiteti í 2004. Síðani hevur hann verið við í fleiri smærri og størri granskingarverkætlanum, og í fjør tók hann stigið fult út og valdi granskingarleiðina framum prestastarvið. Tað hevur tikið honum tíð at vant seg við nýggju umstøðurnar. Hann fegnast um møguleikarnar fyri at fordjúpa seg í gomlum skjølum og tjakast um vísindaligar spurningar við starvsfelagar á deildini. Men hann dylur ikki fyri, at hann eisini við hvørt saknar lívið sum prestur. - Eg havi ein skipaðan og regluligan arbeiðsdag nú, og tað er ikki júst tað, sum sermerkir lívið hjá presti. Prestur arbeiðir ofta aðrar tíðir enn onnur, og hann møtir fólki úr øllum samfelagsløgum og ofta fólki, sum eru eitt serligt stað í lívinum, í størstu gleði ella í djúpastu sorg. Tað kann vera ógviliga hart at vera prestur, men tað er eisini gevandi, tí tú fært loyvi at koma so tætt uppá fólk. Tað lívið er ógvuliga fjart frá tí friðarliga akademiska umhvørvinum, sum eg nú eri partur av, sigur hann. Jákup hevur tó ikki heilt slept prestagerningin. - Eg havi framvegis prestakjólan hangandi, og eg haldi gudstænastur av og á, um eg verði biðin, sigur hann. Jákup Reinert Hansen er ein teirra, ið hevur boðið seg fram at halda fyrilestrar kring landið í sambandi við Vísindavøkuna. Hann fer at halda tríggjar fyrilestrar, á Toftum, í Kollafirði og í Vági undir heitinum: Hin kristiligi barnalærdómurin – Katekismus- undirvísing í Føroyum. Við støði í 1700-talinum verður spurt, hvat børn og ung í Føroyum skuldu læra – og um tey so eisini dugdu tað. Prestar skrásettu øll børn og ung Í 1700 talinum skuldu prestarnir hava eftirlit við, um børn og vaksin dugdu at lesa, og um tey kendu bíbliuna. Kirkjan hevði stóra ávirkan á føroyska samfelagið og lívið hjá tí einstaka Jákup Reinert Hansen Føddur í 1955 Giftur og eigur fýra børn Útbúgvin cand. theol. frá Aarhus Universiteti í 1982 Ph.d. frá Aarhus Universiteti í 2004 Prestur í Sandoyar prestagjaldi 1982 – 2014 Starvast nú sum granskari og lektari í kirkjusøgu á Fróðskaparsetri Føroya FAKTA Jákup Reinert Hansen hevur skift rúmliga prestagarðin á Sandi um við eina tronga skrivstovu í Havn. Gamlar bøkur og skjøl hava nógvar søgur at siga um trúarlívið í Føroyum