Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-15, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. september 2015síða 42

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. september 2015 · Nr. 106 10 Sosialurin Fiskaaling er eitt alment parta­felag, sum fevnir um virkisøkini gransk­ing og rogna- og yngulframleiðslu. Mesta granskingin miðar ímóti at geva úrslit, ið kunnu brúkast í eini burðardyggari menning av verandi alivinnu. Eisini verður arbeitt við verkætlanum, ið kunnu verða við at menna nýggjar vinnu­greinar innan aling. Á Fiskaaling verður m.a. granskað í laksalús, rognkelsi, góðs­ku á alifiski, umhvørvinum, íleg­um, tara og streym- og aldu­viður­skiftum. Stjóri: Øystein Patursson Adressa: við Áir, 430 Hvalvík Telefon: 474 747 Teldupostur: fiskaaling@fiskaaling.fo Heimasíða: www.fiskaaling.fo Høvuðsgranskingarøki: Gransking innan havbúnað Granskarar/ársverk: 14 FAKTA Stjóri: Annika Sølvará Adressa: Bryggjubakki 12, 100 Tórshavn Telefon: 567 800 Teldupostur: gransking@gransking.fo Heimasíða: www.gransking.fo Starvsfólk: 3 ársverk FAKTA Stjóri: Andras Mortensen Adressa: Kúrdalsvegur 15, 188 Hoyvík Telefon: 340 500 Teldupostur: savn@savn.fo Heimasíða: www.savn.fo Høvuðsgranskingarøki: Lívfrøði á landi, lívfrøði í sjónum, plantufrøði, fornfrøði, fólkalívsfrøði, bygningafrøði, fyrisitingarsøga. Vísindastørv (ársverk): 12,6 FAKTA P/F Fiskaaling Søvn Landsins Granskingarráðið umsitur Gransk­ingar­ grunn­in, ið veitir stuðul til gransk­ingar­verk­ ætlan­ir. Ábyrgdarøkið hjá Gransk­ingar­ráð­ num fevnir eisini um ráðgeving og kunningartænastu í sambandi við gransk­ ingar­sam­starvið Horizon 2020 og EURAXESS tænastuna. Granskingarráðið ráð­gevur landsstýri og vin­nu í gransk­ingar­politiskum spurn­ing­um og hevur um­fatandi kunningarvirksemi. Á skrivstovuni starvast 3 fólk um­framt starvs­fólk, sum eru knýtt at Gransk­ing­ar­ ráð­num at røkja upp­gávur í sambandi við Horizon 2020 og EURAXESS. Granskingarráðið Søvn Landsins eru ein stovnur, ið er stýri fyri mentanararv og náttúruarv og fyrisiting hjá Landsbókasavninum, Lands­ skjala­savninum, Forn­minnis­savni­num, Náttúrugripasavninum og Bio­far. Landsbókasavnið savnar før­oyskar bókmentir og bókmentir, sum viðvíkja Føroyum. Har­um­framt er Landsbókasavnið vísinda­bókasavn, og virkar fyri útbreiðslu av kunnleika og upp­lýsi­ng í landinum. Landsskjalasavnið savnar, skip­ar, varðveitir, lýsir og tekur sær ser­liga av tí tilfari, sum almennir stovn­ar sambært lóggávu skulu av­ henda til savnið. Eisini privat skjøl, sum hava granskingarligan ella mentanarligan týdning eru í savni­num. Fornminnissavnið og Náttúru­gripasavnið reka musealt virksemi gjøgnum innsavning, skráseting, varð­veiting, gransking og miðlan av náttúruarvi og mentanararvi Før­oya. Harumframt taka tey lut í verkætlanum í Kirkjubø, í Koltri og á hvalastøðini við Áir. Biofar er inntøkufíggjað savns­við­ komandi lívfrøðilig kann­ing­ar­støð viðvíkjandi havbotninum, og veitir tænastur til alivinnuna og olju­vinnuna. Granskarasetrið iNOVA varð tikið í nýtslu í juni 2013 og er úrslitið av einum samstarvi millum privatar og almennar fyritøkur, hvørs endamál var at styrkja vísindaliga undirstøðukervið í Føroyum. Í iNOVA er eitt serstakt vísindaligt umhvørvi, av tí at privatar og almennar fyritøkur granska undir sama taki. Hendan samansetingin gevur betri atgongd til framkomin tól og samstarv millum granskararnar. Granskarasetrið hevur 16 skrivstovupláss, eitt fundarhøli og eina stóra høll, sum kann brúkast til skeiðvirksemi, filmsframvísing og onnur tiltøk. Stjóri: Janus Vang Adressa: Hoyvíksvegur 51 Telefon: 733000 Teldupostur: inova@inova.fo Heimasíða: www.inova.fo FAKTA iNOVA Tað er betri at gita enn at vita So? verður 25. september kl. 8.00-22.00 í iNOVA, Hoyvíksvegi 51, Tórshavn