Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-15, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. september 2015síða 43

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Mikudagur 16. september 2015 · Nr. 106 Eftirlitsfólkini hjá Heilsufrøðiligu Starvs­stovuni fingu ein hvøkk, tá tey í fjør funnu sjúkuelvandi ILA virus í einari roynd frá einum van­ lig­um eftirliti á einum alibrúki við Sela­trað. Hetta virusið høvdu tey ikki sæð í Føroyum í 10 ár, og tað kallaði fram ræðumyndir frá einari far­sótt, ið nærum legði før­oys­ku ali­ vinnu­na í oyði. Debes H. Christiansen, granskari og deildarleiðari á Heilsufrøðiligu Starvs­stovuni, hevur nú fingið stuðul úr Granskingargrunninum til eina verkætlan, ið skal greina, hvað­ani tað sjúkuelvandi virusið í ali­ringi­num fyri einum ári síðani kom. Verkætlanin skal eftir ætlan av­dúka, um ikki sjúkuelvandi ILA virus, sum nógv er til av í Føroyum, kann umskapast til sjúkuelvandi virus. Ávaringarlampur Fiskurin í alibrúkinum, sum tann sjúkuelvandi virusin varð funn­ in í, var ikki sjúkur, og hann varð slaktaður alt fyri eitt. Einki hevur verið at sæð til ta hættis­ligu virusina síðani, men hend­ingin hevur kortini fingið ávar­ing­ar­ lamp­ur­nar at lýsa á Heilsufrøðiligu Starvs­stovuni. - Vit staðfesta javnan ILA virus í føroyskum alibrúkum, sum smitt­ ar laksin. Men smittan er ikki var­ andi og ger heldur ikki laksin sjúk­ an. Tveir til fýra mánaðir eftir, at laksurin er vorðin smittaður, slepp­ ur hann av aftur við smittuna. - Nú hava vit so fyri fyrstu ferð í 10 ár funnið eina sjúkuelvandi ILA virus, og tað kann benda á, at tann ikki sjúkuelvandi virusin undir ávísum fortreytum kann um­skap­ ast til eina sjúkuelvandi virus, sigur Debes. Við at kanna ílegurnar er lætt at gera av, um ein ILA virus er sjúku­ elv­andi. Tann sjúkuelvandi virus­ in hevur ávísar mutatiónir – frá­ bregði - í ílegunum, sum ikki eru at fin­na í tí ikki sjúkuelvandi virusini. Tann sjúkuelvandi virusin, ið varð funnin við Selatrað, hevði muta­tió­nir, men tær vóru fáar í tali, og smitturoyndir í Skotlandi hava víst, at hon var ógvuliga lítið sjúku­elv­andi. Royndirnar vístu, at 15 pro­ sent av teimum fiskunum, ið vóru smittaður við tí føroysku sjúku­ elv­andi ILA virusini, vóru deyð­ ir 20 dagar eftir smittuna. Til saman­beringar vórðu 60 prosent av fiskum, ið vórðu smittaðir við eini miðal sjúkuelvandi norskari ILA virus deyðir 20 dagar eftir smitt­una. Og allir fiskar, ið vórðu smitt­aðir við tí mest sjúkuelvandi norsku ILA virusini, vóru deyðir, tá 20 dagar vóru gingnir. - Tann sjúkuelvandi ILA-virusin í tí føroyska alibrúkinum varð funn­in ógvuliga tíðliga. Fiskurin varð slaktaður beinanvegin, og har­við varð smittan burturi. Um virus­in hevði fingið loyvi at verið ver­andi í alibrúkinum, er møguligt, at fiskurin hevði blivið sjúkur, og at smittan var spjadd til onnur ali­ brúk, sigur Debes. Ein virus, ið hevur fingið muta­ tió­n­ir, sum gera hana sjúkuelvandi, kann gerast meira og meira vanda­ mikil. - Vit vita frá øðrum virusum, at tað ofta skulu fleiri mutatiónir til, áðr­enn virusin av álvara verður sjúku­elvandi. Okkurt bendir á, at tann sjúkuelvandi føroyska ILA virus­in frá 2014 er eitt millumstig mill­um ta ikki sjúkuelvandi og ta sjúkuelvandi virusina, og hon kann vera fyrsta stigið í eini broyt­ing­ar­ til­gongd, sum endar við eini ógvu­ liga sjúkuelvandi virus, sigur Debes. Strongd kann gera fisk sjúkan Fiskurin, ið var smittaður við tí sjúku­elvandi ILA-virusini, kom frá eini smoltstøð, sum hevði ILA virus av tí ikki sjúkuelvandi slagnum. Kann­ing­ar av arvamassanum hjá teim­um báðum virusunum skulu nú avdúka, um talan er um somu virus, sum er umskapað frá at vera ikki sjúkuelvandi til at vera sjúku­ elv­andi. - Við at avlesa arvamassan kunnu vit síggja, um tann ikki sjúku­elvandi og tann sjúkuelvandi virusin líkjast. Gera tær tað, er sann­líkt, at tann sjúkuelvandi virus­in er ein mutatión av tí ikki sjúku­elvandi virusini, sigur hann. Næsta stigið í gransk­ing­ar­ verkætlanini verður at kanna, hví tann ikki sjúkuelvandi virusin er vorð­in sjúkuelvandi. Royndir við øðrum virusum hava víst, at um fiskur, ið er smitt­ aður við ikki sjúkuelvandi virus, verður strongdur, kann tað hava við sær, at arvamassin hjá virus­ini broytist, so hon verður sjúku­elv­ andi. Debes fer nú saman við granskar­um í Noregi og Skotlandi und­ir at kanna, um strongd kann hava við sær, at tann føroyska ikki sjúku­elvandi ILA virusin kann um­ skapast til at verða sjúku­elvandi. - Vit fara at smitta fiskin við ikki sjúkuelvandi ILA virus og lata hann ganga eina tíð. Síðani fara vit at streingja hann við millum annað at jagstra hann og viðgera hann við lúsa­evninum hydrogenperoxid. Hetta eru umstøður, sum líkjast teim­um, ið fiskurin í alibrúkinum við Selatrað hevði. Veðrið í fjør vetur var serliga baldrut, og fisk­ur­ in varð viðgjørdur fleiri ferðir við lúsa­evnum. Tað kann hava strongt hann so nógv, at tann ikki sjúku­ elv­andi virusin er umskapað til at vera sjúkuelvandi, sigur hann. Lært av hóttafalli Eftir stóra hóttafallið fyri 10 árum síðani hevur føroyska alivinnan reist seg væl og virðiliga, og fram­ leiðslan er nú fýra ferðir so stór sum í 2006. Kortini er eingin alifisk­ ur blivin sjúkur av ILA. Í Noregi verður ILA sjúkan stað­fest í fleiri økjum á hvørjum ári. Norska aliframleiðslan er 10-15 ferð­ir so stór sum tann føroyska, og eftir tí lutfallinum átti ILA sjúkan at verið staðfest í Føroyum nakrar ferð­ir. Eftir ILA kreppuna vórðu víð­ fevnd tiltøk sett í verk, sum skuldu forða fyri, at søgan fór at endurtaka seg. Minni fiskur er nú í hvørjum ali­ringi, øll aliútgerð verður sótt­ reins­að, og aliøkini liggja still í minst tveir mánaðir, áðrenn laksur verð­ur settur út aftur. Eisini verður all­ur alifiskur koppsettur móti ILA, og eftirlitið við fiskinum er neyvt. - Vit eru á einum heilt øðrum støði í dag, men vandin er kortini har alla tíðina, tí nógv er til av tí ikki sjúku­elvandi virusini, sum vit halda kann umskapast til sjúkuelvandi virus, um fortreytirnar eru til stað­ar. Við teimum kanningunum, sum vit nú gera, fara vit møguliga at finna leinkjuna millum ta ikki sjúku­elvandi og ta sjúkuelvandi virus­ina, sigur Debes. Nýggja vitanin kann fáa týdn­ ing fyri, hvussu ein nýggj ILA farsótt kann fyribyrgjast, og hvus­ su sjúkan kann grøðast. - Vit kunnu herða eftirlitið við fiskin, áðrenn hann fer á sjógv, og um hann er smittaður við tí ikki sjúku­elvandi virusini, kunnu vit bíða við at seta hann út nakrar vik­ ur, til smittan er burtur. - Eisini fer tað at geva eitt betri grundarlag fyri at menna kopp­ ingar­evni og heilivág, um vit vita meira um tað lívfrøðiliga samskiftið mill­um virusina og immunverjuna hjá laksinum, sigur Debes. Gransking skal fyribyrgja nýggjari ILA farsótt Sjúkuelvandi ILA virus varð fyri fyrstu ferð í tíggju ár staðfest í einum føroyskum alibrúki í fjør. Granskarar vilja nú hava greiði á, um ikki sjúkuelvandi ILA virus í føroyskum alibrúkum kann umskapast til at vera sjúkuelvandi Debes Hammershaimb Christiansen Føddur 1966 Útbúgving: M.Sc. í Mýlskari Lívfrøði frá Københavns Universitet 1998 Starv: Granskari og deildarleiðari á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni Verkætlan: Virulentur ILA virus aftur ávístur í Føroyum. Stuðul úr Granskingargrunninum: kr. 425.000 FAKTA ILA í Føroyum ILA er ein influensa-virus, ið bert smittar fisk. ILA sjúkan hevur herjað flestu lond, ið ala laks. Sjúkan varð fyrstu ferð staðfest í Noregi í 1984 og í Føroyum í 2000. ILA sjúkan gjørdi so nógv um seg í Føroyum frá 2000 til 2005, at nærum øll tann føroyska alivinnan fór fyri bakka. Bert tvey alibrúk sluppu undan smittuni. Ein røð av fyribyrgjandi átøkum vórðu sett í verk, sum bastu smittuni. Alivinnan hevur síðani ILA farsóttina økt framleiðsluna úr 20.000 tonsum í 2006 til 80.000 tons í 2014. Føroyska alivinnan telist nú millum fremstu alivinnur í heiminum, og alifiskur er okkara størsta einstaka útflutningsvøra.  Allar alistøðir í Føroyum hava verið regluliga kannaðar fyri ILA síðani 2005. Í 2014 varð sjúkuelvandi ILA virus fyri fyrstu ferð í 10 ár aftur staðfest í einum føroyskum alibrúki.