týsdagur 15. september 2015síða 44
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 16. september 2015 · Nr. 106
12
Sosialurin
Stjóri: Petur Joensen
Adressa: Brekkutún 1, 188 Hoyvík
Telefon: 357 000
Teldupostur: jardfeingi@jardfeingi.fo
Heimasíða: www.jardfeingi.fo
Høvuðsgranskingarøki: jarðvísindi, herundir m.a. jarðfrøði,
jarðalisfrøði, náttúrulandafrøði, jarðvandar, varandi orka.
Vísindastørv (ársverk): 15
FAKTA
Jarðfeingi
Jarðfeingi er stovnur, hvørs endamál er
at fyrisita, granska, ráðgeva og breiða út
kunnleika um kolvetni, orku og jarðfrøðilig
náttúruvirði.
Jarðfeingi granskar og ráðgevur viðvíkjandi
jarðfrøði og náttúrulandafrøði á landi, á
havbotninum og í undirgrundini. Jarðfeingi
er jarðfrøðiligt savn og røkir savn av før
oyskum grót- og steinsløgum, umframt
at stovnurin skipar fyri framsýningum
og undirvísing. Eisini fyrisitur stovnurin
lóggávuna innan leiting eftir og framleiðslu
av kolvetnum.
Stovnurin umsitur elveitingarlógina og
virkar fyri at fremja orkupolitikk landsins á
elveitingarøkinum.
Havstovan kannar føroyskt havumhvørvi
og tað livandi tilfeingið, ið har er. Eisini
ráðgevur og kunnar hon myndugleikar og
almenning. Á hvørjum ári verður støðan og
umhvørvið hjá fiskastovnunum lýst, saman
við vísindaligum tilráðingum og metingum,
samsvarandi
lógini
um
vinnuligan
fiskiskap.
Kanningar verða gjørdar við rann
sóknarskipinum Magnusi Heinason og
øðrum skipum, umframt av veiddum fiski.
Tær lýsa gongdina frá einum ári til annað
og hjálpa at skilja broytingarnar í livandi
tilfeinginum.
Havstovan hevur samband við nógvar
granskingarstovnar uttanlands og er við
í fleiri føroyskum, norðurlendskum og
evropiskum verkætlanum.
Havstovan
Stjóri: Eilif Gaard
Adressa: Nóatún 1, 100 Tórshavn
Telefon: 353 900
Teldupostur: hav@hav.fo
Heimasíða: www.hav.fo
Høvuðsgranskingarøki: Fiskiskapur, havvistskipanir og havfrøði
Vísindastørv (ársverk): 16
FAKTA
Endamálið við Researchers’ Night
er at økja um áhugan fyri gransk
ing og fyri granskingarúrslitum í
samfelagnum. Tað verður gjørt við
at skapa karmar, har almenningur
og granskarar kunnu hittast í
einum kveikjandi og hugnaligum
umhvørvi.
Tiltøkini kring Evropa eru sera
ymisk. Tey, sum fyriskipa, gera
sjálvi av, hvussu tiltøkini skulu
vera í teirra landi ella býi. Í 2005
vóru 15 tiltøk í 15 býum. Í ár verða
tiltøk í fleiri enn 250 býum og tað
væntast meira enn 1 millión gestir.
Nógva staðni hava gransk
ingarstovnarnir
opið
hús
á
Researchers’ Night, so almenn
ingurin sleppur at síggja, hvussu
granskarar arbeiða. Eisini eru
ymisk tiltøk á almennum støðum,
har granskarar vísa og greiða frá
sínum granskingarúrslitum.
Á Vísindavøkuni verður dentur
serliga lagdur á tað, sum fer fram
innan føroyska granskingarheimin,
men víst verður eisini, hvussu vit
eru ein partur av evropiska gransk
ingarsamstarvinum.
Vísindavøka
kring alt Evropa
Vísindavøka er føroyski parturin av tiltakinum European Researchers’ Night. Hetta er
eitt tiltak, sum verður fyriskipað í býum kring alt Evropa á hvørjum ári fjórða fríggjadag í
september. Researchers’ Night hevur 10 ár á baki í ár, fyrsta Vísindavøkan var í 2008