Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-15, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. september 2015síða 45

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Mikudagur 16. september 2015 · Nr. 106 Ester veit betri enn tey flestu, hvussu tað er at dragast við eina kroniska sjúku, sum ávirkar gerandisdagin. Hon hevur sjálv Morbus Crohn, ið er ein ring tarm­ bruna­sjúka. Meðan hon las til lækna í Keypmannahavn, var hon eitt tíðarskeið so sjúk, at hon mátti fáa stomi. - Psoriasis er eins og Morbus Crohn ein sonevnd autoimmun sjúka, har kroppurin loypur á seg sjálv­an og gevur eina brunastøðu. Hes­ar sjúkur eru ógvuliga fløktar og truplar at viðgera, og tær hava ofta stórar avleiðingar fyri lívs­ góðsku­na hjá fólki, sigur Ester. Ester var liðug við útbúgving sína sum lækni fyri hálvum øðrum ári síðani og hevur nú fingið stuðul úr Granskingargrunninum til at fara undir eina ph.d. verkætlan um psoriasis í Føroyum. Áhugin hjá henni fyri at granska auto­immunar sjúkur kveiktist, með­an hon sjálv var illa sjúk. - Tað er trupult at finna heili­ vág, sum virkar, uttan at hann samstundis brýtur niður immun­ verjuna og gevur aðrar sjúkur. Tí er tað sera umráðandi, at gransk­að verður í nýggjum sløg­um av heili­ vági, sum til dømis lív­frøði­lig­um heili­vági, sigur hon. Ester hevur tað gott í dag og klárar seg uttan heilivág. Hennara roynd­ir við at liva við eini auto­ immun­ari sjúku gera, at hon í ávísan mun kennir teir trupul­leik­ ar, ið psoriasis sjúklingar kunnu hava. - Psoriasis og Morbus Crohn hava eisini tað í felag, at sjúku­ eyð­kennini kunnu vera rættiliga ótespilig og virka ræðandi fyri onn­ur. Tað kann til dømis vera sera avbjóðandi fyri ein psoriasis sjúk­ ling at møta fólki, ið aftra seg við at taka í hondina á honum, sigur hon. Kannað 711 sjúklingar Áhugin hjá Ester fyri psoriasis byrjaði eitt sindur av tilvild. Á einum fundi fyri føroysk læknalesandi, sum Landssjúkrahúsið skipaði fyri, spurdi sjúkrahússtjórin, um nakar hevði áhuga fyri at gjøgnumganga arkivið hjá Høgna Debes Joensen, sum virkaði sum húðlækni í Før­oy­ um frá 70unum fram til 90ini. Ester bjóðaði seg fram til at gera hetta arbeiði og fekk eitt gransk­ ingar­ár í Føroyum, ið millum annað skuldi brúkast til at skráseta allar psoria­sis tilburðir. Hon gjøgnumgekk bæði tað hond­skrivaða arkivið hjá Høgna Debes Joensen og allar tær journal­ ir, ið vóru komnar afturat síðani. 877 fólk, ið høvdu fingið staðfest psoriasis, vórðu boðin til kanningar. Hjá 711 varð sjúkan staðfest aftur við kliniskari kanning. - Tað var eitt risastórt arbeiði bæði at finna og kanna øll hesi fólk­ini. Eg brúkti ein hálvan tíma til at kanna hvønn einstakan. Tey svaraðu eini rúgvu av spurningum um sjúkuna, kost og lívsførslu annars. Síðani vórðu tey vigaði og mátaði, og blóðroyndir vórðu tikn­ ar. Eg gjørdi eisini eina nágreiniliga met­ing av, hvussu álvarslig sjúkan var hjá hvørjum einstøkum, sigur Ester. Nógv sløg av psoriasis eru, og tað kann vera ógvuliga ymiskt, hvus­su ring sjúkan er. - Summi hava bert eitt sindur av turrari húð á einum alboga, meðan onnur kunnu hava reytt bruna­ fongt útbrot við tjúkkum stearin­ líkn­an­di flusi um allan kroppin. Tey kunnu vera illa plágaði av skriða, og nøk­ur fáa eisini psoriasis-gikt, sum er ógvuliga pínufult og oyðileggur lið­ini, greiðir Ester frá. Sjúkan hevur ógvislig árin á til­ veru­na hjá teimum, ið eru hart rakt. - Fleiri hava sagt mær frá, hvussu ótespiligt og strævið tað er, at songin er full av blóðplettum og flusi hvønn morgun, tá tey vakna. Tey kunnu heldur ikki standa í ein­ um køki og gera mat, tí tey mis­sa flus av húðini alla tíðina, og tey aftra seg við at rætta hondina fram, tí tey føla, at fólk vamlast við tey, sig­ur Ester. Psoriasis verður millum annað við­gjørt við hormon-salvu, sum ikki kann brúkast leingi, tí hon slítur uppá húðina. Eisini verða psoria­sis sjúklingar sendir til sól­ við­gerð í øðrum londum, sum virk­ ar væl, men bert eina tíð. - Tey, ið eru ringast fyri, føla seg rætti­liga hjálparleys, tí viðgerðin er drúgv, tíðarkrevjandi og ikki altíð so effektiv. Nøkur geva bara upp og hava so ein stóran loynidóm undir klæð­unum, sum tey skulu liva við, sig­u­r hon. Arvur og umhvørvi Ph.d. verkætlanin hjá Ester skal byggja á tað arbeiðið, hon longu hevur gjørt. Hon hevur fing­ið sam­ starv við granskarar á donskum sjúkra­húsum, sum hava hollar roynd­ir og stóran áhuga fyri at granska psoriasis. - Vit kenna enn ikki rættiliga orsakirnar til psoriasis, og stórur vísinda­ligur áhugi er tí fyri gransk­ ing í hesi sjúkuni, sigur hon. Fleiri kanningar hava víst, at fleiri orsøkir eru til, at fólk fáa psoria­sis. Arvur hevur stóran týdn­ ing, men eisini umhvørvi hevur ávirk­an á, um sjúkan brýtur út. Roknað verður við aðrastaðni, at umleið 3 prosent av fólkinum hava psoria­sis. Ester fer nú at kortleggja og greina útbreiðsluna og orsøk­ir­ nar til psoriasis í Føroyum. - Eg vænti í øllum føri ikki, at færri tilburðir eru í Føroyum. Fleiri arvaligar sjúkur eru meira van­ ligar í Føroyum enn aðrastaðni, tí føroyingar eru so nær skyldir. Vit hava stóran títtleika av øðrum auto­immunum sjúkum í Føroyum, og tað er væl hugsandi, at hetta eisini er galdandi fyri psoriasis, sig­ ur hon. Blóðroyndirnar frá teimum 711 sjúklingunum, ið Ester hevur kann­ að, eru í ferð við at verða upp­reins­ að­ar, so ílegurnar kunnu kannast. - Autoimmunar sjúkur sum psoria­sis kunnu ikki ávísast við at finna eitt brek á eini ávísari ílegu. Men vit vita um fleiri ílegur, sum hava samband við hesar sjúkur, og um fleiri teirra hava brek, eru størri sann­líkindi fyri, at persónurin hev­ ur sjúkuna. Tað vísir seg eisini, at ein persónur, sum hevur eina auto­ immu­na sjúku, ofta hevur eina aðra eisini, sigur hon. Føroyar eru serliga væl egnaðar at gera kanningar av arvaligum sjúk­um, tí føroyingar hava livað avbyrgdir í øldir og eru nær skyld­ ir. Allir føroyingar stava frá um­ leið 2000 fólkum, sum yvirlivdu svarta­deyða í 1400-talinum. Siðani er fólka­talið vaksið til 48.000, uttan at nakað serligt er komið afturat uttan­eftir. Ættarskráin hjá Ílegusavninum yvir allar føroyingar seinastu 300 ár­ini gevur góðar møguleikar fyri at finna fram til, hvussu psoriasis hev­ur spjatt seg. - Við at plotta tey inn, sum hava psoria­sis, kunnu vit síggja, um tey eru meira í ætt við hvønn annan enn onnur. Og tað gevur okkum ei­ si­ni møguleika fyri at finna familj­ ur, har fleiri hava psoriasis, sum vit so kunnu kanna ílegurnar hjá, sigur Est­er. Ein danskur húðlækni, Gunnar Lom­holt, gjørdi eisini eina um­ fatandi kanning av psoriasis í Før­ oyum í 1950unum, sum gevur góðar møgu­leikar at granska, hvussu psoria­sis arvast. Hann gekk hús úr húsi í Eysturoynni og Norðoyggjum og kannaði tilsamans 2341 húski fyri psoriasis. Umframt ílegur og arv fer Ester eisini at kanna viðurskifti í umhvørvinum ella lívsførsluni hjá psoriasis-sjúklingum, ið kunnu hava útloyst sjúkuna. - Ofta er tað eitt samanspæl mill­um ílegur og umhvørvi, ið ger, at sjúkan brýtur út. Nógv bendir til dømis á, at ein hálsbruni við strepto­kokkum kann seta psoriasis í gongd. Tað kann eisini vera yvir­ vekt ella alkoholnýtsla ella aðrar sjúk­ur sum sukursjúku, ið gera, at ein fær psoriasis, sigur hon Lívfrøðiligur heilivágur Ester vónar, at verkætlanin hjá henni fer at geva størri vitan um psoria­sis, sum kann koma sjúk­ling­ um til góðar. - Granskarar skulu vera hepnir, um tað, teir finna fram til, førir til eitt ítøkiligt úrslit sum til dømis ein nýggjan heilivág. Men vit hava góð­ar møguleikar í Føroyum fyri at geva eitt virðismikið íkast til gransk­ingina, sum kann gera sítt til, at ein heilivágur verður funnin, sum rakar rætt, sigur hon. Í løtuni verður nógv granskað í lívfrøðiligum heilivági, sum kann fáa stóran týdning fyri møgu­leikar­ nar at viðgera psoriasis og aðrar auto­immunar sjúkur. - Hetta er heilivágur, ið bert rakar ávísar kyknur og tí ikki skað­ ar immunverjuna. Í framtíðini verð­ur tað helst so, at tað verða ílegur­nar hjá tí einstaka, ið verða av­ger­a­ndi fyri, hvønn heilivág hann ella hon skal hava, sigur hon. Lívfrøðiligur heilivágur verður enn bert givin í serligum førum, tí royndirnar við heilivágnum eru av­ mark­aðar, og heilivágurin er ógvu­ liga dýrur. - Tað er eingin ivi um, at í fram­ tíð­ini fara vit at kunna viðgera hes­ar sjúkur betur, og tað er eisini tað, sum ger tað so áhugavert at granska í einari sjúku sum psoria­ sis, sigur Ester. Ester Weihe Jacobsen granskar psoriasis: Ein trupul sjúka at liva við Ester hevur skrásett og kannað flestallar psoriasis sjúklingar í Føroyum. Fleiri, ið eru hart rakt, kenna seg hjálparleys, tí so lítil hjálp er at fáa Ester Weihe Jacobsen Fødd 1984 Útbúgving: M.Sc. í medisini frá Københavns Universitet 2014 Ph.d. verkætlan: Psoriasis - fenotypur og genotypur – hjá føroyingum – kanning av føroyska fólkinum Stuðul úr Granskingargrunninum: kr.1.000.000 FAKTA Hvat er psoriasis? Psoriasis er ein húðsjúka, ið rakar umleið 3 prosent av fólkinum. Sjúkueyðkenni eru reyð brunafongd húð við tjúkkum flusi, ið kann vera um allan kroppin. Umleið 10 prosent av teimum, ið hava psoriasis, fáa eisini psoriasisgikt, sum er bruni í liðunum Orsøkin til sjúkuna er enn ókend, men hildið verður, at sjúkan í flestu førum er arvalig. Psoriasis er ein arvalig sjúka, men hildið verður, at eisini umhvørvi hevur ávirkan á, hvør fær sjúkuna. Psoriasis kann í flestu førum ikki grøðast, men haldast niðri við ymiskari viðgerð, sum tó ofta hevur ógvislig hjáárin.