týsdagur 15. september 2015síða 46
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 16. september 2015 · Nr. 106
14
Sosialurin
Stjóri: Bárður Enni
Adressa: Smyrilsvegur 7, 2. hædd. 100 Tórshavn
Telefon: 556 400
Teldupostur: hfs@hfs.fo
Heimasíða: www.hfs.fo
Høvuðsgranskingarøki: Matvørur og fiskasjúkur
Vísindastørv (ársverk):
1-2
FAKTA
Heilsufrøðiliga Starvsstovan røkir eftirlit
uppgávur á matvøru- og djórasjúkuøkinum,
og rekur kanningarstovuvirksemi.
Arbeitt
verður
innan
matvørur,
djóraheilsu,
aliumsiting,
arbeiðsum
hvørvi og gransking. Harafturat hev
ur stovnurin tríggjar altjóða góðkendar
kanningarstovur:
Eina
kemiska,
eina
mikrobiologiska og eina patologiska, sum
virka fyri álítandi og skjótum kanningar
úrslitum innan dálking av umhvørvinum,
føðsluvirði
í
matvørum,
dálking
av
matvørum og innan sjúkur hjá fiski og
djórum.
Gransking er vorðin ein týðandi partur
av virkseminum, serliga innan djóraheilsu
og
nú
eisini
innan
matvørutrygd.
Granskingin fevnir m.a. um fiskasjúkur og
matvørudálking.
Heilsufrøðiliga
Starvsstovan
Rektari: Sigurð í Jákupsstovu
Adressa: J. C. Svabos gøtu 14, 100 Tórshavn
Telefon: 352 500
Teldupostur: setur@setur.fo
Heimasíða: www.setur.fo
Høvuðsgranskingarøki: Hugvísindi, samfelagsvísindi,
námsvísindi, náttúruvísindi og heilsuvísindi
Vísindastørv: 89
FAKTA
Fróðskaparsetrið er føroyski vitanardepilin,
ið fremur undirvísing og gransking á altjóða
stigi, og sum virkar fyri burðardyggari
samfelagsmenning og nýskapan.
Granskingin verður sett inn í ein før
oyskan samtekst, og dentur verður lagdur
á at miðla granskingarúrslitini, so at tey
gerast partur av orðaskiftinum í samfelag
num og í vísindaheiminum. Fróðskaparsetrið
hevur sett sær fyri at økja granskingar- og
útbúgvingarvirksemið. Hetta verður m.a.
gjørt við at styrkja samstarvið við onnur
universitet, granskingarstovnar og vinnulív.
Á henda hátt kunnu fleiri útbúgvingartilboð
mennast, og lunnar leggjast undir nýskap
andi virksemi.
Fróðskaparsetur
Føroya
Nú eru skjótt 2 á liðin síðan Horizon
2020 varð sjósett við ársbyrjan 2014.
Nøkur lond hava gjørt eftirmeting
ar, tó at tað er ov tíðliga at gera upp,
hvussu stór luttøkan er í mun til
undanfarnu skráir.
Sum heild verður latið væl at.
Kappingin er hørð, tað eru øll samd
um, og tað er stór avbjóðing at
søkja um stuðul. Tað. sum er serligt
við skipanini er, at í nógvum førum
skulu fleiri partar úr fleiri ymiskum
londum søkja. Tí ber til longu nú
at síggja onnur munagóð úrslit,
enn tann fíggjarliga stuðulin. Stór
virðisøking sæst t.d. hjá fyritøkum,
tá ið talan er um altjóða netverk.
Nærum øll lond í heiminum kunnu
vera luttakandi partur í Horizon
2020 umsókn, tí hava fyritøkur
fingið samstarvspartar og nýggjar
marknaðir gjøgnum arbeiði við um
sókn til Horizon 2020.
Í Horizon 2020 verður lýst við
útboðum innan evni og øki, sum
eru avbjóðingar í ES høpi. Í flestu
førum verður tí talan um tvørfak
ligt samstarv millum fleiri lond í
Evropa. Umsóknin eigur at hava
ein evropeiskan vinkul, soleiðis
at skilja, at úrslitið kemur at hava
nyttuvirði í ES og helst eisini aðra
staðni.
Nógv umsiting er, tá ið søkt
verður um stuðul, tó at nakað
er gjørt í ES fyri at lætta um um
sitingarligu byrðuna. Ein stór
verkætlan skal samskipast í øllum
smálutum líka frá byrjan til enda,
og kann hetta vera ein forðing hjá
t.d. fyritøku, sum ikki hevur roynt
hetta áður.
Tað vísir seg at vera gongd leið
at miðsavna umsitingina á t.d.
einari universitetsskrivstovu. Tá ið
uppgávan at samskipa netverkið og
at skriva umsóknina verður savnað
á serkønari skrivstovu, sum eisini
røkir samskiftið við Brússel, verður
tað munandi lættari hjá fyritøkum,
bæði stórum og smáum, at fáa lut
í møguleikunum í Horizon 2020.
Eisini verða brýr bygdar millum
granskingarstovnar og vinnuna við
slíkari miðsavning.
Umframt møguleikan at søkja
sum partur av størri netverki, ber
eisini til hjá føroyskum fyritøkum
at søkja einsamallar. Nakrar fyri
tøkur hava víst møguleikunum í
Horizon 2020 áhuga, og onkur hev
ur eisini søkt. Men tað er einki at
ivast í, at tað krevur royndir í at
skriva umsóknir fyri at fáa lut í
kappingarstuðli úr Brússel. Roynd
ir, sum vit ikki enn hava nógvar av
í Føroyum.
Tað er ov tíðliga at eftirmeta
luttøkuna í Horizon 2020, men tað
eru granskingarstovnar og privatar
fyritøkur í Føroyum, sum hava
fingið stuðul.
Granskingarráðið, sum røkir
NCP
kunningartænastuna
um
Horizon 2020, metir, at vit kunnu
læra av royndunum hjá øðrum og
royna at virka fyri, at góðar loysnir
verða settar í verk, soleiðis at Hori
zon 2020 kann verða gagnnýtt á
best møguligan hátt.
Horizon 2020
Horizon 2020 er granskingarskráin hjá ES fyri tíðarskeiðið 2014-2020. Stórur dentur verður lagdur á samstarv
millum granskarar og vinnulívsfólk. Brýr skulu byggjast millum gransking, nýskapan og framleiðslu. Málið
er at skapa vøkstur og nýggj arbeiðspláss, umframt at loysa tær avbjóðingar, sum eru fyri framman