Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-15, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. september 2015síða 47

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Mikudagur 16. september 2015 · Nr. 106 Toska- og hýsustovnarnir á før­ oyska landgrunninum eru sera smá­ir, og nógv minni eigur at verða fiskað av teimum, so teir fáa møgu­ leika at mennast aftur. Tað hava fiski­frøð­ingar á Havstovuni ávarað um í fleiri ár. Fiskimenn hava sagt afturímóti, at natúrlig sveiggj altíð hava verið í fiska­stovnunum, og at tað ikki er fiski­skapurin, ið máar burtur av stovn­unum. - Tað er rætt, at toska- og hýsu­ stovn­urin sveiggja øðiliga nógv. Hesi síðstu 5-10 árini hevur verið søgu­liga lítið til, og tað ringasta er, at tað koma alt ov fáir nýggir fiskar inn í stovnin. - Men hóast tað serliga eru viður­skifti í náttúruni, ið ávirka stovn­ar­nar, so eigur fiskiskapurin at vera avmarkaður, tí annars gerst støðan upp aftur verri, sigur Sólvá. Vil finna fløskuhálsin Havstovan hevur gjørt regluligar kann­ingar av toska- og hýsuyngli á land­grunninum í nógv ár. Ein kvenntoskur gýtir umleið 10 ferð­ir millum februar og apríl upp til nakrar milliónir av rognkornum til­s­amans. Seinastu árini er ógvu­ liga lítið av øllum hesum rogn­um vorðið til fiskayngul. Sólvá hevur nú fingið stuðul úr Granskingargrunninum til at fara und­ir eina granskingarverkætlan, ið skal greina støðuna hjá larvum og yngli ta fyrstu livitíðina og saman­bera hana við umstøður í havi­num. - Tað er eitt náttúrligt fyribrigdi, at tær flestu larvurnar doyggja stutt eftir, at tær eru klaktar. Men tað er ymiskt, hvussu nógvar doygg­ja, og hesi seinastu árini er sera lítið komið undan á føroyska land­grunninum, sigur hon. Havstovan hevur tøl fyri, hvussu nógvur fiskayngul hevur ver­ið á landgrunninum seinastu ár­ ini, men eingi tøl fyri, hvussu nógv­ ar larvur doyggja. Tað fer Sólvá nú at royna at fáa. - Allar royndirnar, ið eru tiknar á land­grunninum, eru goymdar. Tað eru milliónir av djórum í hvørjari roynd, og eg fari at pilka tær smáu ný­klaktu larvurnar burtur úr og telja tær og kanna, hvussu gamlar tær eru. - Á henda hátt vóni eg at finna fram til, nær larvurnar doyggja. Síðani skal eg royna at finna fram til, hví tað hendir, sigur hon. Heitari sjógvur Tær smáu verjuleysu larvurnar liva eitt vandamikið lív fyrstu tíð­ ina, eftir at tær eru klaktar. Bert ein heilt lítil partur yvirlivir, men tað sveiggjar nógv frá ári til ár, so alt bendir á, at umhvørvið í sjón­um hevur stóran týdning fyri møgu­ leikarnar hjá larvunum at yvirliva . Nógvir vandar eru tíðliga í lívi­ num hjá fiskinum, sum kunnu beina fyri honum. Toskur og hýsa eru botnfiskar, men rognini flotna og verða klakt uppi í sjónum. Larvurnar liva av æti og eru eisini sjálvar ein partur av ætinum, ið onnur djór liva av. - Ein partur av larvunum doygg­ ja, tí tær verða etnar av øðrum djór­ um. Um fleiri larvur verða etnar nú, er ógvuliga trupult at kanna, sigur hon. Natúrlig sveiggj hava altíð ver­ ið, men menniskjaskaptar veður­ lags­broytingar seinastu árini hava eisini gjørt, at sjógvurin á land­ grunni­num er umleið eitt stig heitari í dag enn fyri 15 árum síðani. - Hiti kann hava stóra ávirkan á vistskipanina. Jú heitari sjógv­urin er, jú meira ferð kemur á evna­ skift­ið hjá øllum, ið livir í havinum. Larv­ur og yngul skulu hava meiri føði, og er ikki meira føði til, so hava tey ov lítið at liva av, sigur Sólvá. - Illgruni hevur verið um, at makrel­urin etur larvurnar. Men, vit hava ikki funnið toska- og hýsu­ larv­ur í maganum hjá makreli, so tað er neyvan har, størsti trupul­ leik­in liggur, sigur Sólvá. Gýting og gróður skulu fylgjast Larvurnar skulu eisini sjálvar hava føði í einari stødd, sum tær klára at gapa um. Larvurnar eta djóraæti, sum aftur etur plantuæti frá gróðri í havinum. Gróðurin byrjar vanliga í apríl, stutt eftir at rognkornini eru gýtt. Men tað kann vera ógvuliga ójavnt, nær gróðurin kemur, og hvussu nógv er til av plantuæti. - Klekingin av rognkornunum skal helst raka á, tá gróðurin byrj­ ar, so plantuætið, djóraætið og larv­ur­nar fylgjast í vøkstri. Kemur gróð­ur­in ov seint, verður ov lítið djóra­æti, sum larvurnar kunnu eta, greiðir Sólvá frá. Sólvá fer at kanna, hvussu væl gróð­urin, djóraætið og larvurnar á landgrunninum sampakka, og hvussu stóran týdning gróðurin hevur fyri larvurnar. - Vit vita, at føðiskipanin verður stýrd úr neðra. Vit hava gransking, sum týðuliga vísir, at mongdin av plantu­æti hevur alstóran týdning fyri, hvussu toskurin vaksur. Eg fari at kanna niður í smálutir, hvussu hetta samspælið virkar, sigur hon. Æti, sum larvurnar liva av, er eisi­ni at finna í royndunum hjá Hav­stovuni. Tað er býtt í bólkar, men neyvar kanningar eru ikki gjørd­ar av, hvussu nógv er til, og hvus­su stórt tað er. - Tað tekur alt ov langa tíð at kanna hvørt einstakt djór, men eg ætli mær at skanna royndirnar og fáa telduna at siga mær nøgdirnar og støddina á ætinum. Tað er nakað nýtt, sum eg eri ógvuliga spent uppá, tí tað kann vísa, um nakað er í tí, at ætið skal hava eina ávísa stødd eitt ávíst tíðarskeið, um larv­ ur­nar skulu yvirliva, sigur hon. Sólvá fer eisini at kanna, hvørji sløg av æti eru í royndunum frá landgrunninum, og um ávís sløg hava størri týdning fyri fiska­larv­ ur­nar enn onnur. - Føroyski landgrunnurin hevur sína egnu vistskipan, og har eru sløg, sum ikki eru á víðum havi. Men jú heitari sjógvurin er, jú meiri blandast hann við tað víða hav­ið, og jú meira æti kemur eisini uttan­ eftir. Tað kann hava stóran vist­ frøði­lig­an týdning, sigur hon. Sólvá fer eisini at kanna nytrur­ nar hjá ynglinum fyri at vita, hvussu gamal hann er. Ein ringur er í nytru­num fyri hvønn dag, yngulin hev­ur livað. - Dagringarnir kunnu avdúka, nær rognkornini eru klakt. Sostatt ber til at síggja, um tað eru tær fyrs­tu larvurnar, ið verða klaktar, sum yvirliva, ella um tað eru tær sein­astu. Um gróðurin kemur seint, eru tær fyrstu kanska deyðar, tí tær ikki hava fingið føði. Dagringarnir vísa eisini, um yngulin hevur fingið nógv ella lítið at eta, tí jú meira hann hevur etið, jú breiðari eru ringar­nir, sigur hon. Fara við rákinum Rákið í sjónum hevur eisini stóran týdn­ing fyri, um larvurnar yvirliva. Út­skift­ingin av sjógvi millum land­ grunnin og havleiðirnar uttanfyri er vanliga ikki stór, men hon ávirk­ ast millum annað av hitanum í sjón­um. - Larvurnar eru ov smáar at orka at svimja ímóti streyminum og kunnu tí verða førdar til havs, um stór útskifting er av sjógvi millum land­grunnin og tað opna havið, sig­ ur Sólvá. Ein nýggjur háttur at meta um út­skiftingina av sjógvi millum før­ oyska landgrunnin og tað opna havið er júst mentur. Sólvá fer tí eisini at kunna fáa neyvari upp­ lýsingar um útskiftingina, sum kunnu verða við til at geva eina heildarmynd av lagnuni hjá larvu­ num ta fyrstu livitíðina. Granskingarverkætlanin hjá Sólvá er ætlað at taka tvey ár. Sólvá vónar, at hon fer at geva nýgg­ ja virðismikla vitan um ta fyrstu tíðina í lívinum hjá toska- og hýsu­ yngli­num. - Um vit skilja alt tað betur, sum hend­ir í vistskipanini, so verða vit betri før fyri at spáa um útlitini hjá fiska­stovnunum og kunnu gera betri tilmælir til fiskivinnuna og myndug­leik­arnar, sigur hon. Sólvá vil finna fløskuhálsin: Hví doyggja larvurnar? Lítið av toski og hýsu er komið afturat stovnunum á føroyska landgrunninum hesu seinastu árini. Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, hevur nú sett sær fyri at finna fløskuhálsin, sum ger, at ein stórur partur av rognkornunum fara fyri skeyti stutt eftir, at tey eru klakt Sólvá Jacobsen Fødd 1983 Útbúgving: B.Sc í lívfrøði frá Fróðskaparsetrinum og M.Sc. í lívfrøði á Københavns Universitet Starv: Lívfrøðingur á Havstovuni Verkætlan: Livilíkindi hjá toska- og hýsuyngli á føroyska landgrunninum. Stuðul úr Granskingargrunninum: kr. 486.375 Stuðul frá Statoil Føroyar: kr. 600.000 FAKTA Sólvá gleðir seg til nógvar tímar við rannsóknarborðið á Havstovuni næstu mánaðarnar. Larvur og yngul skulu mátast og samanberast í royndum frá landgrunninum aftur til mitt í 90unum. Sólvá fer at telja og máta æti, sum larvurnar liva av. Gýtingarstovnarnir á landgrunninum eru nógv minkaðir seinastu árini (Kelda: Havstovan)