Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-01-22, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. januar 2000síða 2

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 tíðindablaðið sosialurin Nr. 15 - 22. januar 2000 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro Dánjal Højgaard Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakstein Niclas Johannesen Yngd: Jákup Mørk Myndamenn: Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen Útgevari, uppseting: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: post@sosialurin.fo Lýsingar: lysing@sosialurin.fo Internet: www.sosialurin.fo Prent: Sosialurin Sosialurin Oddagrein Viðmerking: Viðv. lækkingini av fyritíðarpensjónini Landsstýriskvinnan í al- mannamálum, Helena Dam á Neystabø, eins væl og løg- tingslimir bæði í og uttan- fyri samgonguna hava al- samt tosa um at hækka tær alt ov lágu føroysku pen- sjónirnar og hava alment boðað frá, at ikki bert stakir pensionistar skulu fáa ábøt- ur á pensjónirnar. Lova varð, at pensjónin hjá gift- um pensiónistum skuldi hækka við uml. k. 8.000- 9.000 um árið. Pensjónslógin og áseting- arlógin, ið fingu gildi 1. jan. 2000 hava álvarsaman fíggjarligar avleiðingar við sær fyri fyritíðarpensjónist- ar, bæði stakar og giftar, ið fingu meðal- og hægstu av- lamispensjón. Hesir fingu eina ógvusliga lækking. Henda lækking av fyritíð- arpensjónunum er púra burturvið og kann als ikki góðtakast. Láginntøkubólk- ar, sum miðal- og hægstu fyritíðarpensiónistar, tola ikki at missa burturav árligu pensiónsupphæddini. Fíggjarligu avleiðingar- nar hjá hesum bólkum standast av • beinleiðis stórum lækk- ingum av pensjónini hjá bæði miðal og hægstu avlamispensiónistum, ið eru giftir við ikki - pen- siónistum, (hesi eru smbrt. Almanna- og heilsumálastýrinum 465 í tali, sí viðlagda skjal) • broyttum skattligum við- urskiftum, við tað at við- bøtur, ið áður vóru skattafríar eru vorðnar fult skattaskyldugar • at ymsar viðbøtur eru strikaðar Sambært upplýsingum frá Almannastovuni lækkar pensjónin til mið- al fyritíðarpensjónistar, ið er giftur við ikki-pen- siónisti frá kr. 7.281 til kr. 6.652 um mánaðin. Hetta er ein lækking kr. 629 um mánaðin ella íalt kr. 7.548 um árið, tvs. árliga pensjónin, ið fyrr var kr. 87.372 er fyri ár 2000 kr. 79.824, 8,6% lækking. Hjá persóni, ið er giftur við ikki-pensiónisti, ið fær rætt at fáa miðal fyritíðar- pensión eftir 1. januar 2000, lækkar pensiónin enn meir, nevniliga frá kr. 7.281 til kr. 5.796, t.v.s. kr. 1.485 um mánaðin, ella íalt 17.820 um árið, tvs. árliga pensjón- in, ið fyrr var kr. 87.372 er nú kr. 69.552, 20,4% lækk- ing. Hjá persóni, ið fær hægstu fyritíðarpensjón, ið eru giftir við ikki-pensió- nisti, lækkar pensjónin frá kr. 9.973 til kr. 8.599, tvs. 1.374 um mánaðin, ella íalt kr. 16.488 um árið, tvs. ár- liga pensjónin, ið fyrr var kr. 119.676, er nú kr. 103.188, 13,8% lækking. Hjá persóni, ið er giftur við ikki-pensiónisti, ið fær rætt til hægstu fyritíðarpen- sión eftir 1. januar 2000, lækkar pensiónin í enn størri mun, nevnliga frá kr. 9.973 til kr. 7.743 um mán- aðin, t.v.s. kr. 2.230 um mánaðin, ella í alt kr. 26.670, tvs. árliga pensión- in, ið fyrr var kr. 119.676, nú verður kr. 92.916, 22,4% lækking. Samlaða lækking- in av pensjónunum hjá hes- um bólkum er sostatt: kr. 7.548 x 331=2,50 mió. kr. + 134 x 16.488= 2,21 mió. kr. Ella í alt 4,71 mió. kr. Tað er lítið sømuligt at taka frá miðal- og hægstu avlamispensiónistum fyri at fíggja hækkingar aðra- staðni. Løgtings- og landsstýris- limir eiga somuleiðis at hava í huga, at avlamispen- sjónin (nú fyritíðarpensjón) er kompensatión fyri lønar- inntøku ella mista lønarinn- tøku, og at løn sjálvandi ikki er tengd at hjúnabands- støðu. MBF heitir tí á Løg- tingið um ikki at gera skilna millum stakar og giftar pen- siónistar, men heldur veita teimum eins høga pensión. MBF loyvir sær somu- leiðis at mæla til at taka av lægstu avlamispensión, tí hon røkkur ikki til tað mest neyðturviliga til lívsins uppihald. Upphæddin, talan er um, røkkir als ikki fólka- pensjóns upphæddini. Somuleiðis mæla vit til, at barnaviðbótin til pensión- istar giftir við ikki-pensió- nisti kemur inn aftur í lóg- ina, tí ikki er rímuligt at bara annað foreldri hevur uppi- haldsskyldu yvirfyri børn- unum. Vit skilja heldur ikki rættuliga, hví avlamisveit- ingin (nú hjálparráð) skal undir forsorgarlógina § 18 stk. 6. Avlamnið hevur altíð verið avgjørt av VTR (FUR), og veitingin hevur verið útgoldin eftir einum rættarprinsippi, meðan veit- ing eftir forsorgarlógini, verður veitt eftir eini met- ing. Hesar veitingar ber ikki til eftir okkara meting av blanda saman sum nú verð- ur gjørt. Nú eru lovaðar broytingar í skattalógini, so pen- siónistar koma at fáa meiri eftir, eftir skatt, men eftir okkara meting er hetta ikki nokk, tí talan er um eina nýggja pensjónslóg, sum als ikki livir upp til tey lyftir, ið givin hava verið. Heitt verður tí á tygum um at gera tygara til at lógin verður endurskoðað, og broytingar verða framdar til frama fyri fyritíðarpensiónistar. Við vón um eina sakliga viðgerð av hesum máli ynskja vit tykkum eitt gott og eydnuberandi nýggjár. Vinarliga Doris Hansen, formaður Suðuroyggin og oljuvinnan Afturat teimum seks stýru- num, ið frammanundan húsast í høvuðsstaðnum, fekk høvuðsstaðurin so eis- ini oljufyrisitingina. Vil her- við ynskja landsstýrinum tillukku við teirra væleydn- aða útjaðarapolitikki og øk- ismenning. Nú vita okur, at landsstýr- isins vilji er, at oljufyrisit- ingin skal vera í høvuðs- staðnum, og ikki har ið hon natúrliga hoyrir heima, í oyggj okra, Suðuroynni. Skal tað veruliga vera so, at suðuroyingar eiga strond- ina til havið, men ikki havið og tað sum í tí er, tað eiga aðrir. Las nú ein dagin í einum norskum blaði, har ein norskur blaðmaður umrøddi tað, sum teir kalla Kyst- norge har sigur hann soleið- is: Kystbefolkningen må eje fiskerettighederne udenfor deres eget hjem. Kann ikki annað enn geva honum fullkomuliga rætt, fiskiloyvini skuldu verði løgd út á oyggjarnar, soleið- is at um tú skuldi hava eitt ávíst fiskiloyvi, so varð treytin tann, at tú var bú- sitandi á oynni, sum fiski- loyvi átti, hetta kundi hjálpt til at útoyggjarnar ikki sovn- aði burtur. Tað er ringt at broyta fiskiloyvini nú, tá frí um- setiligheit er komin í før- oysku fiskivinnuna, men okur kunnu gera at tað ikki hendir tað sama í oljuvinn- uni, at »Kystbefolkningen« stendur og hyggur at meðan aðrir fáa ágóðan av tí, ið er beint uttanfyri okra heim. Tykur fýra tinglimir fyri Suðuroynna, tað er her í oyggj okra, tykur eru valdir fyri. Standið saman um oyggj okra, tað má standa tykkum greitt og øðrum tinglimum við, at øll olju- vinna á leiðunum rundanum Suðuroynna skal ganga út frá Suðuroynni. Vónandi fáa tær alsamt vaksandi kreftirnar, sum sýnast at vera í einum parti av fólkinum her, loyst oyggj okra frá hinum oyggjunum, so okur sleppa sjálvir at umsita tað ríkidømið, sum okur náttúrliga áttu at gjørt. Svenning Borg Sagt verður frá, at niðan- fyri nevndu lærlingar hava lokið hesar yrkisútbúgv- ingar: 1. Rúnar Jacobsen, Tórs- havn, hevur 30.06.1999 lokið yrkisútbúgving innan heilsøluyrki (bileykaluta- goymslu). Lærupláss: Meinhardt Arge, Tórshavn. 2. Uni Dahl, Tórshavn, hevur 01.01.2000 lokið yrkisútbúgving innan smá- sølu (seingjaútbúnaður og møblar). Lærupláss: Skemman, Tórshavn. 3. Petur Jónsvein Thom- sen, Strendur, hevur 21. 01.2000 lokið yrkisút- búgving sum elektrikari. Lærupláss: El-Service, Skála. 4. Sjúrður Reginson Kun- oy, Klaksvík, hevur 22. 01. 2000 lokið yrkisútbúgving sum fínsmiður (rustfast evni) Læruplásss: Blikk- smiðjan, Klaksvík. Fýra lokið yrkisútbúgvingar Etiska støðið í Tinganesi fellur UM somu tíð, sum politikarar í leiðandi størvum í t.d. Bretlandi og USA, sum vit oftani samanbera okkum við, verða frá- koyrdir fyri eitt hálvtalað orð, so sita lands- stýrisfólk heima í Føroyum so klettaføst. Síðani vit fingu nýggja stýrisskipanarlóg hevur løgmaður fingið mandat til at kunna siga landsstýrisfólkum úr starvi, um hann metir, at tey ikki røkja embæti sítt til fulnar. Bert einaferð hevur ein løgmaður brúkt henda møguleika, og tað var undir undan- farna landsstýri, tá táverandi løgmaður Edmund Joensen gav Sámal Petur í Grund, landsstýrismanni sekkin. Tann or- søkin var tó meira politisk, og tí kunnu vit í veruleikanum siga, at enn hevur eingin løgmaður brúkt sítt mandat til at siga upp ein landsstýrismann, sum ikki hevur røkt sínar skyldur. SPURNINGUR okkara er, um ikki verandi løgmaður hevur havt orsøk til at brúka mandat sítt í hesum skeiðnum. Vit hugsa her m.a. um, hvussu ein av hansara lands- stýrismonnum hevur handfarið málið um uppsøgnina av landssverkfrøðinginum. Tað hevur verið víst á frá fleiri síðum, at landsstýrismaðurin hevur ikki sagt sætt í hesum máli, og at tað tí átti at fingið fylgjur fyri hann. TEY eru helst mong, sum virða verandi løgmann fyri hansara arbeiði og fyri hans- ara oftani sera diplomatisku og siðuligu framferð. Men man kann eisini vera ov hampuligur og gloyma onkra av sínum skyldum sum løgmaður. Og skylduna ella ábyrgdina vit her sipa til er handfaringin hjá einum av landsstýrismonnunum lands- verkfrøðingsmálinum. Við ikki at fyritaka sær nakað í tí málinum hevur løgmaður verið við til at lækka etiska støðið í Tinga- nesi. Tá toppar sleppa gott frá at lúgva, hvussu skal skilið so blíva í samfelagnum annars! Tá hugsað verður um, at nettup stýrisskipanarlógin skuldi vera við til at rudda upp, at seta neyvari og strangari reglur fyri arbeiðinum hjá eitt nú lands- stýrismonnum, so er tað óheppið, at løg- maður ikki livir upp til andan í hesi lóg. Undir øllum umstøðum átti landsstýris- maðurin at fingið eina álvarsliga „nøs“ frá løgmanni. Vit vilja við hesum eisini vísa til úttalilsini hjá formanni Tjóðveldisfloksins í blaðnum í dag. Og í aktuella sjúkrahús- málinum átti løgmaður eisini at traðkað inn og givið landsstýriskonuni eina nøs fyri handfaringina av bæði pensiónsmáli og sjúkrahúsmáli. Men tað kann væl henda, at løgmaður fyrr ella seinni verður tvungin til at at seta hana uppá pláss, so ella so. Anlegslógin rættvísger skemdargerðir Formaðurin í Vinnunevndini metir anlegslógina vera blátt stempul fyri uppsøgnini av landsverkfrøðinginum. Tí vil hann ikki góðtaka hana JOHN JOHANNESSEN – Tað er heilt greitt, at upp- skotið um anlegslógina er ein roynd at reinsa syndir- nar hjá Finnboga Arge fyri at hava sagt fyrrverandi landsverkfrøðinginum upp. Tí fari eg ikki at mæla til at samtykkja hana. Heini O. Heinesen er púra sannførdur um, at verður anlegslógin samtykt, er hetta geva landsstýrismann- inum í vinnu- og samferðsl- umálum tað bláa stemplið fyri at hava sagt fyrrverandi landsverkfrøðinginum, Henningi Jacobsen, upp. Í staðin arbeiðir Heini O. Heinesen í vinnunevndini við einum broytingarupp- skotið til anlegslógina, ið gevur landsstýrismanninum og harvið Landsverkfrøð- inginum fulla ábyrgd fyri arbeiðinum at gera og bjóða út arbeiði viðvíkjandi Vága- tunnilinum. Anlegslógin gevur annars partafelagnum Vágatunnil- in rætt til at bjóða út arbeið- ið við undirsjóvartunnilin- um undir Vestmannasundi somuleiðis, sum felagið fær alla ábyrgindina av arbeið- inum. Einki við tunnilin at gera Heini O. Heinesen ger greitt, at eftir hansara tykki hevur anlegslógin einki við Vágatunnilin at gera. – Fyrrverandi landsverk- frøðingurin var ov erligur fyri landsstýrismannin, og tí varð hann sagdur upp. Síðani hevur landsstýris- maðurin drigið málið út, og roynir nú at reinsa seg við anlegslógini – við at flyta ábyrgdina. Heini O. Heinesen vísir á, at landssverkfrøðingurin varð sagdur upp tann 19. desember 1998, og at parta- felagið Vágatunnilin varð stovnað tveir dagar seinni, nevniliga 21. desember. Men ikki fyrr enn septemb- er árið eftir kemur uppskot- ið um anlegslógina. Hetta er tað, ið sannførir Heina O. Heinesen um, at anlegslógin er ein roynd at reinsa Finnboga Arge fyri misgerðir hansara. Sjúkt nevndararbeiðið Stór ósemja hevur verið í vinnunevndini um hesa góðu anlegslóg, og tí hevur drigið út at koma við nøkr- um áliti. Hinir limirnir í vinnu- nevndini eru nevniliga ikki allir samdir við sjónarmið- unum hjá Heina O. Heines- en. Tó hava umboð Javnað- arfloksins gjørt greitt, at tey heldur ikki kunnu taka undir við, at eitt partafelag fær ábyrgdina av Vágatunnilin- um. Heini O. Heinesen hevur kortini eina vón um at finna eina semju í nevndini um ikki so langa tíð. Men hann er alt annað enn fegin um framferðina hjá ávísum vinnunevndarlimum undir viðgerðini av hesum málið. – Nevndararbeiðið hevur verið sjúkt. Tað hevur verið ein sovorðin válan inn og út úr fundarhølunum, sum undir ongari aðrari viðgerð, sigur formaðurin í vinnu- nevndini. Heini O. Heinesen greiðir frá, at nevndarlimirnir hava gingið út í válað út í gangin og ráðført seg við floksfel- agar, sum eru slopnir at hava alt ov stóra ávirkan á arbeiðið. – Nevndarlimirnir hava undir viðgerðini havt stuð- ulspædagogar, ið beinleiðis hava revatikið nevndarar- beiðið, sigur ein argur for- maður fyri vinnunevndini, sum kortini hevur vónir um, at viðgerðin endar við einari samdari nevnd. Vil hava tunnilin – At eg eri ímóti anlegslóg- ini merkir als ikki, at eg eri ímóti, at Vágatunnilin verð- ur gjørdur. Tvørturímóti unni eg vágafólki tunnilin væl, eins og eg havi gjørt greitt á almennum fundi í Vágum. Heini O. Heinesen krevur bert, at tað verður lands- stýrismaðurin og harvið Landsverkfrøðingurin, ið Heini O. Heinesen tekur ikki undir við anlegslógini, tí hann metir hana vera eina roynd at rættvísgera uppsøgnina av landsverkfrøðinginum fær ábyrgdina fyri at gera tunnilin. Men Heini O. Heinesen fýlist kortini á, at Vágatunnilin er vorðin alfa og omega fyri ymsar sam- gongulimir. Hann vísir í hesum sambandi á, at tað eisini er neyðugt við tunlum aðrastaðni í Føroyum. Hava ikki flutt seg ein tumma Javnaðarflokkurin virðir demokrat- isku gongdina í fullveldismálinum, men stemdur enn fast við kravið um ein sáttmála í ríkisfelagsskapi JOHN JOHANNESSEN – Tað er heilt greitt, at tað, sum Høgni Hoydal segði í Degi og Viku hóskvøldið merkir, at landsstýrið vil hava fullveldi við egnari grundlóg uttan fyri ríkisfel- agsskapin, og støða Javnað- arfloksins til hetta, er púra greið. Formaður Javnaðarfloks- ins, Jóannes Eidesgaard, sipar til mongu útmelding- ina frá flokkinum um, at flokkurin ikki stuðlar einum samráðingaruppleggi, ið leggur upp til, at Føroyar skulu vera uttan fyri ríkis- felagsskapin. Tó við enn Men Javnaðarflokkurin vil virða demokratisku gongd- ina og viðgerðina í mál- inum, nú tað fer í uttan- landsnevndina. – Hetta gera vit fyri at virða stýrisskipanarlógina, har sagt verður, at lands- stýrið skal ráðføra seg við uttanlandsnevndina áðrenn tað fer í samráðingar við onnur lond, sigur Jóannes Eidesgaard. Viðgerðin í uttanlands- nevndini kann broyta sam- ráðingaruppleggið. Men Javnaðarflokkurin kunn- gerð, sum skilst ikki sína endaligu støðu, fyrr enn viðgerðin er av. – Javnaðarflokkurin vil á henda hátt geva samgong- uni møguleikan at koma til fornuft viðvíkjandi ætlanini, soleiðis, at ein breið semja er møgulig, sigur Jóannes Eidesgaard Gjørdist bilsin Formaður Javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard, er bils- in av, at Høgni Hoydal í Degi og Viku avdúkaði so mikið nógv av ætlaða inni- haldinum í samráðingar- upplegginum um ríkisrætt- arligu støðuna. – Eg hevði ikki torað at givið so nógvar upplýsingar um eitt mál, sum eg sjálvur hevði stemplað í trúnaði, men líkamikið við tí. Hatta var úrslit úr góðum fjøl- miðlaarbeiði, ið Jónsigurd Johannesen eigur rós fyri, sigur Jóannes Eidesgaard. Sambært Jóannesi Eides- gaard er Javnaðarflokk- urin enn við í viðgerðini av málinum um ríkisrætt- arligu støðuna, tí hann virðir demokratisku við- gerðina