Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-01-22, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. januar 2000síða 3

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 tíðindablaðið sosialurin Nr. 15 - 22. januar 2000 4 tíðindablaðið sosialurin Nr. 15 - 22. januar 2000 ÁKI BERTHOLDSEN – Tað var eitt mistak at seta røktarfakliga stjóran á Landssjúkrahúsinum nú. Hans Petur Nielsen, for- maður í Læknafelag Før- oya, heldur, at hendingarnar hesa seinastu tíðina ikki júst hava verið fremjandi fyri arbeiðið at skipa ein nýggj- an bygnað á Landssjúkra- húsinum. Læknafelagið er felagið hjá øllum læknum í Føroy- um. Og formaðurin sigur, at sum hann skilir støðuna, hevur Serlæknfelagið upp- fatað tað sum eitt álitisbrot, at almanna og heilsumála- stýrið setti røktarfakliga stjóran, áðrenn semja var fingin um eina heildarloysn fyri, hvussu bygnaðurin skuldi síggja út. – Við at seta sjúkrasystra- stjóran, sum hann eisini verður nevndur, nú, er al- manna- og heilsumálastýr- ið byrjað at byggja uppá ein pall, áðrenn vit yvirhøvur vita, hvussu pallurin skal síggja út, sigur formaðurin í Læknafelagnum. Hann vísir eisini á, at sjúkrahúsleiðarin, sum skuldi vera triða beinið í leiðsluni, er nú eisini sagdur upp, og sostatt skal aftur nýtt fólk finnast til tann tann leiklutin. sjálvar, um teir vilja arbeiða undir eini slíkari skipan. Men tað er avgerandi neyðugt at kunna vísa á eitt einsamalt fólk, sum skal hava endaligu ábyrgdina. – Annars hevur leiðslan onga ábyrgd, tí fleiri fólk kunnu ikki hava ábyrgdina av eini raðfesting. – Ikki minst, tá ið tað ikki gongur, sum tað skal, er tað neyðugt at kunna vísa akku- rát á, hvør hevur ábyrgdina Hans Petur Nielsen fer ikki at siga, at læknar eru heimsins bestu leiðarar, minni enn so. – Men flesta staðni í heiminum eru tey komin til ta niðurstøðu í heilsuverk- inu, at skal leiðslan á einum sjúkrahúsi hava eina lækna- frøðiliga útbúgving, eru tað læknarnir, sum hava tað neyðuga yvirlitið til at fóta sær í eini einstreingjaðari leiðslu. – Hetta er niðurstøðan í flestu evropeiskum londum og somuleiðis í flestu norð- urlondum, eitt nú í Noregi og í Svøríki og í Íslandi er gongdin tann sama. Men í Danmark er enn tvey- streingjað leiðsla á onkrum sjúkrahúsum. Men sjúkrasystrar siga, at læknafakið og røktarfak- ið eru heilt hvørt sítt økið og at tað tí er neyðugt, at tey hava hvør sína leiðslu? – Øll, sum hava ligið eini sjúkrahússong vita, at tað ber ikki til at skilja røktina og viðgerðina sundur og taka røktina burturúr heild- ini. – Og sjálvsagt er tað neyðugt at hava virðing fyri fakinum hjá hvørjum øðr- um. Ongin vandi á ferð Annars sigur Hans Petur Nielsen, at tað er ongin sum helst trupulleiki at halda ó- semjuna um leiðslubygn- aðin á Landssjúkrahúsinum burtur frá tí dagliga ar- beiðnum. – Onkrir sjúklingar hava sagt, mær, at teir kenna seg ikki heilt tryggar. Men eg tori at siga, at dagliga merkja vit onki til hesa ó- semjuna, tí í sjálvum ar- beiðnum við sjúklingarnar gongur samstarvið væl og hetta prinsipiella stríðið í- millum partarnar verður hildið burtur frá tí dagliga arbeiðnum. – So fyri tann einstaka sjúklingin er ongin vandi á ferð, sigur Hans Petur Niel- sen. Í einum brævi til Lands- stýrismannin í almanna og heilsumálum sigur lækna- felagið, at tað harmast um tann ótryggleika sum bygn- aðar og fíggjartrupulleikar hava við sær, bæði fyri starvsfólk og sjúklingar. Men læknafelagið heldur, at soleiðis sum heilsuverkið er skipað, er fíggjarkarm- urin ov trongir til at reka eitt heilsuverk á norður- Og uttan at taka støðu til uppsagnina annars, heldur hann, at tað er eitt bakkast, tí tað er ikki løtuverk hjá einum leiðara at seta seg inn í Landssjúkrahúsið sum stovn og tað fer at taka rúma tíð hjá einum nýggjum leið- ara at fóta sær í skipanini. Einstreingjað leiðsla Men Hans Petur Nielsen er eisini grundleggjandi ó- samdur við tí leiðslubygn- aði, sum Helena Dam á Neystabø hevur stungið út í kortið við einum sjúkra- systrastjóra og einum læknastjóra í ovastu leiðsl- uni, sum síðani skulu taka avgerðir í felag. Tí formaðurin í Lækna- felagnum sigur, at tað, sum er mest avgerandi, er, at tal- an verður um eina ein- streingjaða leiðslu á Lands- sjúkrahúsinum. – Tað, sum hevur allar størstan týdningin, er, tað verður eitt einsamalt fólk, sum hevur tað evstu ábyrgd- ina. Og so stendur tað ann- ars til almanna- og heilsu- málastýrið at gera av, hvørja útbúgving hesin einsamalli leiðarin skal hava. – Men, tá ið tað so er av- gjørt, hvør leiðarin skal vera, mugu so læknarnir, eins og øll onnur á sjúkra- húsinum, gera upp við seg Leita eftir pengum til Suðuroyar Sjúkrahús Helena Dam á Neystabø er ikki so vís sum Hergeir Nielsen í, at tað fer at eydnast at finna meiri pening til Suðuroyar Sjúkrahús Ein einsamallur leiðari má vera – Tað er avgerðandi, at tað er eitt einsamalt fólk, sum hevur endaligu ábyrgd- ina av virkseminum á Landssjúkrahúsinum, sigur formaðurin í Læknafelag Føroya, sum eisini stúrir fyri, at hendingarnar seinastu tíðina ikki hevur verið til frama fyri arbeiðið at gera ein leiðslubygnað á Landssjúkrahúsinum lendskum støði. Ber tað til at umskipa heilsuverkið, so at tað kann verða bíligari? – Tað er ómøguligt at siga mú. Men Landssjúkrahúsið eigur, eins og aðrir stovnar, at vera fyri ein støðugari eftirmeting. Heilsuverkið er til fyri at veita brúkarunum eina tæn- astu. Og vit mugu alla tíð- ina granska okkum sjálvi at kanna eftir, um tað, vit gera, er tað rætta, um støðið er tað rætta og um allir lands- ins borgarar hava somu at- gongd til javntgóð tilboð. Men nettupp tí heldur hann, at tað er neyðugt at meta alt heilsuverkið sum eina heild og kanna eftir, um tað er samansetingin er tann rætta við atliti til tann epidemilogiska veruleikan, tvs. við atliti til, hvørjar sjúkur vit skulu prioritera at viðgera, sigur Hans Petur Nielsen. sparingunum, sum longu eru framdar, er at tann ambulanta fysi- oterapiin er niðurløgd og harafturat er ein teknikari uppsagdur, so at nú er ongin á vakt longur, so um tól ganga fyri aftaná vanliga ar- beiðstíð, er ongin at gera tey ístand aftur. Uppsagnir tiknar aftur Í Sosialinum í gjár segði Hergeir Nielsen, sum er einasti samgongu- tingmaður úr Suðuroynni, at sam- gongan arbeiddi við at útvega Suð- uroyar Sjúkrahúsi meiri pening og at samgongan skilti trupulleikan, og hann kundi veita vissu fyri, at uppsagnirnar fóru at vera tiknar Sjúkrahús hevur trupulleikar og at tað talan kann verða um at seta fleiri sparingar í verk enn tær, sum longu eru framdar. Tí hevur hon eisini sagt, at hon fer at biða løgtingið um loyvi til at flyta 600.000 krónur frá rakstrinum til lønir. Higartil eru fýra størv niðurløgd og við teimum hevur sjúkrahúsið spart 680.000 krónur. Men sjúkrahúsið manglaði 1,5 millión í at reka sjúkrahúsi á sama stði sum í fjør. So góðtekur løg- tingið at flyta 600.000 krónur frá rakstrinum til lønir, mangla fram- vegis 220.000 krónur í. Álvarsligastu avleiðingarnar av ÁKI BERTHOLDSEN –Tað skuldi ongin verið fegnari enn eg, um tað eydnaðist at finna meiri pening til Suðuroyar Sjúkrahús. – Men í løtuni dugi eg ikki at síggja, hvaðani peningurin skal koma. Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður í almanna og heilsumálum er ikki líka vís, sum samgongufelagin Hergeir Nielsen, at tað fer at eydnast at finna meiri pening til Suðuroyar Sjúkrahús. Landsstýrismaðurin sigur, at hon er greið yvir, at Suðuroyar aftur so at sparingarnar á fysio- terapiini og teknisku deild ikki verða framdar. Helena Dam á Neystabø sigur, at hon hevur longu boðað frá, at hon fer at royna at útvega Suð- uroyar Sjúkrahúsi meiri pening. Men til tað krevst undirtøku frá samgonguni og tað veit hon ikki, um tey fáa. Enn er so nøkur avtala er so ikki gjørd í sam- gonguni um meiri pening til Suðuroyar sjúkrahús. Og í løtuni veit hon ikki, hvaðani peningurin skal koma. Hans Petur Nielsen, lækni, um Landssjúkrahúsið: – Tað var eitt mistak at seta sjúkrasystrastjóran nú. Tí við at seta hann, eru vit farin at byggja á ein pall, áðrenn vit eru blivin samd um, hvussu pallurin yvirhøvur skal síggja út, sigur Hans Petur Nielsen, formaður í læknafelag Føroya Tað almenna er taparin EYÐUN KLAKSTEIN Tað almenna Føroyar er tap- arin av eini vónleysari kapp- ing um klóku høvdini í landinum, sum taka størv í tí privata og í grønlendsku umsitingini fram um al- menn størv í Føroyum. Leiðarar í umsitingini og á almennum stovnum mugu ferð eftir ferð lata løgfrøð- ingar og økonomar fara, tí teir kunnu ikki bjóða teim- um somu sømdir, sum onn- ur gera. Orsøkin er einføld. Tað eru fleiri pengar at vinna aðrastaðni. Løgfrøðingar og økonomar fáa betri løn og sømdir aðrastaðni, og tí støðast teir ikki á almennum stovnum í Føroyum. Tað almenna er taparin í eini vónleysari kapping um fólk við útbúgving og royndum Hagstova Føroya, Lands- bankin, Toll- og Skattstov- an, Fíggjarmálastýrið og Gjaldstovan. Øll hava sein- astu tíðna mist løgfrøðingar og økonomar. – Kappingin um løgfrøð- ingarnar hevur verið hørð í nógv ár, men tað tykist sum um stríðið um økonomarnar eru harðnað nógv seinastu tvey árini, sigur Petur Al- berg Lamhauge, aðalstjóri í fíggjarmálastýrinum. – Avleiðingarnar av stóru útskiftingini er, at tað fyri tað mesta eru fólk við lítlum royndum, sum starvast í fíggjarmálastýrinum. Tí kundi fakligi førleikin verið størri, enn hann er. Ongan kjans at vinna kapping um løn Hagstova Føroya kennir alt til stóru útskiftingina av fólki, alt frá økonomum til teldufólk. – Hvørja ferð vit missa fólk, missa vit eisini vitan. Vit eru allatíðina í vanda fyri at missa týdningarmikla vitan, tí onnur kunnu bjóða økonomum og teldufólki hægri løn, enn vit kunnu, sigur Herman Oskarson, stjóri á Hagstovu Føroya. – Hetta er ein ómetaliga óheppin støða, vit eru í, men trupulleikin er tíverri ikki nýggjur. Vit hava livað við hesum trupulleika í fleiri ár, og bara síðani 1996 hava vit fingið nýggj fólk í øll størv, sigur hann. 14 fólk starvast á Hag- stovu Føroya, og av teimum eru trý økonomar. Seinastu fýra árini eru tríggir økono- mar, sum hava starvast við tjóðarroknskapinum farnir. Magni Laksafoss, sum sein- astu tvey árini hevur starvast á hesum øki, fer í mars mán- aði til Grønlands, har hann skal gera sama arbeiði – bara fyri grønlendarar og Magni Laksafoss rýmir til Grønlands – Tað almenna virðir hvørki vitan ella menning, sigur Magni Laksafoss, cand. polit, sum nú fer til Grønlands at starvast og útbúgva seg víðari EYÐUN KLAKSTEIN – Eg hevði eitt púra greitt val. Antin steðgaði eg upp í Føroyum, ella flutti eg til Grønlands fyri at koma víð- ari. Hetta sigur Magni Laksa- foss, sum er seinasta dømið um vælútbúgvið fólk, sum almennu Føroyar missa. Hann hevur seinastu tvey árini starvast á Hagstovu Føroya, har hann serliga hevur fingist við tjóðarrokn- skap fyri Føroyar. Men í mars mánaði flytir hann til Grønlands, har hann skal gera sama arbeiði fyri Grønlands Statistik – bara fyri hægri løn og við betri møguleikum at út- búgva seg víðari. – Eg kann ikki fáa tað lønina, sum eg haldi meg hava uppiborið, her í Før- oyum, og harafturat vil fíggjarmálastýrið heldur ikki gjalda fyri eina dokt- araritgerð, sum eg ætli mær undir. Tað vilja grønlend- arar, og tí kenni eg meg noyddan at rýma úr Føroy- um, um eg skal koma víðari, sigur hann. Virða ikki gransking Næstu fýra árini væntar Magni Laksafoss, sum ann- ars hevði búsett seg í Før- oyum, at verða í Grønlandi. Eitt hálvt ár verður vænt- andi brúkt til gransking í Kanada. – Eg haldi, at hetta sigur eitt sindur um, hvussu tað almenna virðir gransking- ina. Mín fatan er, at í Føroy- um skal alt bara koyra sum vanligt, tað er ikki so týdn- ingarmikið at fáa nýggja vitan ella at betra um nakað, sigur hann. – Tað er óskiljandi, at samstundis sum vit standa og mangla ein tjóðarrokn- skap í Føroyum, verði eg noyddur at fara til Grøn- lands at gera sama arbeiði. Eg havi eina servitan á øki- num, og hana haldi ikki, at tað almenna virðir. Magni Laksafoss gevst 1. mars á Hagstovu Føroya, og hann væntar at byrja í nýggja starvinum í Grøn- landi um hálvan mars mánaða. betri løn. – Vit klára okkum heilt einfalt ikki í kappingini við tað privata og almennar um- sitingar í øðrum londum, og tað loysnin er ikki, at vit gjalda okkum frá trupul- leikanum. Tað hava vit heilt einfalt ikki ráð til, sigur Herman Oskarson. Hesum er aðalstjórin í fíggjarmálastýrinum er samdur við. – Hækka vit lønina við eini 2000 krónum, ja, so hækka hini sína løn sam- svarandi. Tað fáa vit einki burtur úr. Vit kunnu hækka lønina, men munurin fer ikki burtur av teirri orsøk. Hetta er ein vónleys kapp- ing fyri tað almenna, sigur Petur Alber Lamhauge. – Avbjóðingarnar hjá tí almenna eru størri enn í tí privata, haldi eg, men spurningurin er, um tað kann uppviga hægru lønina, sum løgfrøðingar og økon- omar fáa har. Stjórin á Hagstovun Før- oya hevur bara eitt boð upp- á, hvat hann kann gera, nú enn ein økonomur rýmir av Hagstovuni. Hann fer at lýsa eftir nýggjum fólki. Vinnumálastýrið sóknast eftir stjóra til Ferðaráð Føroya. Starvið verður at seta sum skjótast. Starvið Stjórin fyri Ferðaráðnum hevur ábyrgdina av dagligu leiðsluni, menningini og rakstrinum av stovninum sambært løgtingslóg um Ferðaráð Føroya. Stjórin vísir til stýrið fyri Ferðaráðið. Ferðaráðið er sett av Vinnumálastýriðnum. Endamál stovnsins er at menna føroysku ferðavinnuna. Høvuðsuppgávur • Ætlanir fyri menning av ferðavinnuni í Føroyum. • Marknaðarføring av Føroyum sum ferðamannaland og tí, ið ferðavinnan kann bjóða. • Menning av Føroyum sum ferðamannaland, herundir menning av ferðatilboðum, góðskumenning, útbúgving v.m. • Ráðgeving og samskifti við virkir, áhugafeløg og einstaklingar innan ferðavinnuna. • Samstarv við stovnar og virkir innan ferðavinnuna í útheiminum. • Skipanir og reglugerðir fyri ferðavinnuna. • Skipan av dagligum rakstri og umsiting av stovninum. Førleikakrøv Vit vænta, at tú lýkur hesi krøv: • Hóskandi útbúgving. • Vinnuroyndir, helst innan ferðavinnuna. • Skapanarevni og megi til at fremja hugskot í verki. • Áræði, arbeiðssemi, framfýsni og serstakliga góð samstarvsevni. • Málsliga væl fyri í skrift og talu (føroykst, danskt og enskt). • Innlit í prosjekt- og fíggjarstýring. Setanarviðurskifti Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og viðkomandi yrkisfelag. Starvið er áramálssett. Setanin umfatar Vinnumálastýrið við tilhoyrandi stovnum. Nærri upplýsingar Nærri upplýsingar viðvíkjandi starvinum fáast við at venda sær til Petur Olivar í Hoyvík, styrisformann á tel. 44 83 99 ella tel. 21 93 99 ella Arna Poulsen, aðalstjóra á tel. 35 60 60. Umsókn Umsóknir skulu stílast til Vinnumálastýrið, og skulu tær vera vinnumála- stýrinum í hendi í seinasta lagi 14. februar 2000. Merk brævbjálvan "Ferðavinnustjóri". Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. VINNUMÁLASTÝRIÐ Postsmoga 377, FO-110 Tórshavn. T-bræv:vms@vms.fo • www.vms.fo Ferðaráð Føroya Ferðavinnustjóri