Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-01-22, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. januar 2000síða 4

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindablaðið sosialurin Nr. 15 - 22. januar 2000 6 tíðindablaðið sosialurin Nr. 15 - 22. januar 2000 HØGNI MOHR Tað var ein stórhending í føroyskari samferðslusøgu, tá ið Oyggarvegurin varð latin upp fyri ferðslu í 1966. Hendan høvuðsæðrin knýtti av álvara Streymoynna saman, og í góða fjórðings- øld var vegurin álitið. Men fyri góðum 7 árum síðani broyttist alt. Hin 5. nov- ember í 1992 lat bergholið millum Kaldbaksbotn og Signabø upp. Hendan tórs- dagin hvarv Oyggjarvegur- in so at siga í gloymskuna. Gerandisdagar sæst onkur hissini lastbilur kanska við Hundsáarbotn, og fleiri minuttir eru ímillum per- sónbilarnar. Norða- og mjørkadalsmenn koyra utt- an stórvegis hóvasták mill- um heim og arbeiðspláss um morgnarnar og kvøld- arnar. Annars valdar at kalla fullkomuligur friður á hes- um áður so væl vitjaða vegi. Vikuskiftiskoyring Móti morgni í vikuskiftu- num kemur kortini fyri, at Oyggjarvegurin verður nýtt- ur til meira illgrunaverd endamál. Løgreglan í Havn er fleiri ferðir komin fram á bilfør- arar, ið við stívari kenning royna at lirka seg heim eftir hesum nú oydna vegi. Oft- ast er talan um menn, ið koma til Havnar í dans norðanífrá. Hesir bilførarar halda sambært løgregluni, at á Oyggjavegnum er frið- ur, og frítt at fara. Men teir fara skeivir. Petur Poulsen, vakthav- andi á løgreglustøðini í Havn, sigur, at snimma vik- uskiftismorgnar ger løgregl- an nøkur rend niðan á Oyggjar-vegin við tí enda- máli at avmarka rúsdrekka- koyringina. Somuleiðis hevur verið at hoyrt, at Oyggjarvegurin verður nýtt- ur til rasarakoyring. - Men vit halda eygað við Oyggarvegin, og eg haldi at skilaleysa rasarakoyringin er minkað munandi, tí fólk vita, at vit eru har uppi við Oyðin Oyggjarvegur Ferðslan í fyrrverandi høvuðsferðslu- sæðrini minkaði við góðum níti pros- entum tá ið Kaldbakstunnilin lat upp. Kortini er løgreglan á varðhaldi. Ser- liga í vikuskiftunum jøvnum millumbili, sigur Petur Poulsen. Munandi ferðsluminking Hendan eygleiðing av Oyggjarvegnum fellur neyv- an løgregluni serliga tung í mun til áður. Sambært tølum hjá Finnleif Durhuus á landsverkfrøðingsstovni- num, minkaði ferðslan á Oyggjarvegnum úr 2562 ak- førum og niður á 201 um samdøgurið. Samstundis vaks ferðslan í Hoydølum úr 4551 og upp í 6139 akfør. Í dag koyra í meðal 286 akfør eftir Oyggarvegnum. Gjøgn- um Kaldbakstunnilin fara 3208 akfør. Sambært hagtølum hjá Landsverksfrøðinginum koyra bert eini tíggju bilar koyra eftir Oyggjarveg- num um tíman Mynd: Jens Kristian Vang DÁNJAL HØJGAARD Pedro er ein góður hundur. Men hann kann gerast enn betri. Hundaførarin Karsten Hansen hyggur stoltur at tí stóra sjefarahundinum, sum melur í klingur við snoddi- num niður í jørðina. Einaferð um vikuna er hundapatruljan hjá politi- num úti og venur. Miku- dagin vóru teir við Norða- dalsskarð og vandu hund- arnar at leita. Uppgávan ljóðar einføld. Pedro skal innan eitt av- markað tíðarskeið finna nakrar lutir, sum onkur pol- Hørð hundakapping Hundaførarin, Karsten Hansen, hevur sett sær fyri, at føroyski politihundurin, Pedro, skal gerast millum teir bestu í ríkinum itistur hevur krógvað frammanundan. Trý ára gamli sjefarin, Pedro, er ein av trimum góðkendum politihundum í Føroyum. Og ein av umleið 400 í danska kongaríkinum. -Tevjisansurin hjá hundi er 80.000 ferðir betri enn hjá fólki, sigur Karsten. Patruljan kappast Teir hava verið úti síðani klokkan 9 í morgun og nú klokkan nærkast 4 hevur Pedro funnið tríggjar lutir: eitt patrónhylki, einar brillur og ein stóran klumt av hasji. Norðanfyri Pedro og Kar- sten gongur ein annar pol- itistur og ein annar politi- hundur. Eisini teir leita. Tað er kapping í hunda- patruljuni. - Hundarnir verða flokk- aðir í trýggjar bólkar, har bólkur 1 er tann besti. Pedro er góður. Hann er í bólki 2. Hinir báðir føroysku hund- arnir eru í bólki 3, sigur Karsten, sum stílar eftir, at fáa Pedro upp í bólk 1. Pedro, sum er uppkallað- ur eftir leiðaranum í hund- apatruljuni, Peturi Viderø Hansen, letst ikki um vón. Og kappingin við Norða- dalsskarð er heldur ikki til stuttleikar. Tí tá Pedro er til arbeiðis hjá tollvaldinum er umráðandi, at snoddið er í fínasta lagi. Eisini er umráðandi at hann aktar væl. Tí sum Kar- sten sigur: - Eitt av fremstu endamál- unum við at hava politi- hundar, er fyribyrging. Hvussu nógvir lutir, ið eru eftir at finna vita Pedro og Karsten ikki. Tískil halda hundur og politistur fram at leita, eftir at Sosialurin hev- ur sagt farvæl. – Tevjisansurin hjá hundi er 80.000 ferðir betri enn hjá fólki, sigur Karsten Mynd: Jens Kristian Vang ÓLAVUR Í BEITI Løgmaður, Anfinn Kalls- berg, hevur vegna landsstýr- ið lagt fram uppskot um kommunalan láns- og veð- haldsgrunn og eftir hesum uppskoti, sigur løgmaður, verður fíggjarliga orkan um kommunala láns- og veð- haldsgrunnin flutt millum kommunur og frá lands- kassanum til kommunurnar soleiðis, at ávísar komm- unur eftir teimum reglum, ið ásettar eru í hesum upp- skotinum, frá hinum komm- ununum og landkassanum, fáa fíggjarligt ískoyti, at lætta um skuldarbyrðuna og at lætta um serliga tyngjandi lán. Og endamálið við hesum er at skapa grundarlag fyri, at allar kommunur, eisini tær, ið eru ringast fyri fíggj- arliga, sjálvar evna at gjalda útreiðslur av kommunala rakstrinum og av kommun- ulánum og at minka um ójavna viðvíkjandi treytu- num fyri fígging av kommunuskuld. 25 mió. aftrat Í viðmerkingunum upplýsur løgmaður, at Landsstýrið og umboð fyri kommunurnar eru samd um, at skuldar- byrðan hjá kommununum ikki eigur at vera hægri enn 3 álíkningar við kommunu- skattaprosenti 23. – Landsstýrisins støða er eisini, at tað er ein felags uppgáva hjá kommununum og landsstýrinum at skipa soleiðs fyri, at eingin kommuna mótvegis láni- veitarum aftur kemur í eina støðu, sum í roynd og veru er ein gjaldstrotastøða, men at hesar kommunurnar aftur fáa fíggjarlig kjølfesti. Fyri at náa framman fyri nevndu setningum er neyðugt, at lætt verður um skuldina hjá ávísum kommunum við eini upphædd uppá uml. 50 mió kr. Harumframt er ætlanin at nýta uml. 17,9 mio. kr. til endurgjald fyri kurstap av lánum við serliga ólagalig- um rentutreytum. Landsstýrið hevur tí við eykajáttanarlóg frá mars 1998 fingið heimild at nýta 25 mió. kr, at seta í grunnin til nevndu endamál. Strika skuld Viðvíkjandi ætlanum lands- stýrisins, kunnar løgmaður um í viðmerkingunum, og eru tærfyrst og fremst at seta 25 mió. kr. í grunnin, og síðani er ætlanin: at skuld til grunnin hjá nøkrum kommunum verður strikað, at veittur verður studningur úr gruninum til nakrar kommunur at rinda niður lán uttan fyri grunnin, at veittur verður studningur úr grunninum til nakrar kommunur at rinda fyri kurstap í sambandi við um- legging av lánum, at grunn- urin, eftir at hetta er gjørt - og eftir at kommunur, sum ynskja tað, hava fingið út- goldið úr grunninum eina upphædd, svarandi til helm- ingin av tí, ið tilkemur teim- um - verður nýttur sum trygd fyri eini felags 5 ára avtalu um umlegging av kommunuskuldini, og at út- gjaldingar úr grunninum verða nýttar at rinda niður skuld oman fyri eina álíkn- ing. Fyri landskassan hevur uppskotið við sær eina meir útreiðslu uppá 25. mió. kr. Fyri kommunurnar hevur uppskotið við sær flytingar millum kommunukassarnar, men hevur ikki við sær meir útreiðslur fyri kommunur- nar sum heild, sigur Anfinn Kallsberg m.a. í viðmerk- ingunum. ÓLAVUR Í BEITI Uppskot til løgtingslóg um skyldu arbeiðsgevaranna at boða løntakarunum frá um setanartreytir teirra er nú lagt fyri tingið, og er tað Hans Pauli Strøm, sum hev- ur lagt tað fram vegna Javn- aðarflokkin. Í almennu viðmerkingu- num, sigur Hans Pauli Strøm, at endamálið við lógini er, at allir arbeiðsgev- arar, almennir eins væl og privatir, stórir eins væl og smáir, skulu hava skyldu til skrivliga at upplýsa løntak- ararar um tey týdningar- mestu viðurskiftini, sum eru galdandi fyri starvssetan ella arbeiði teirra. – Hesar upplýsingar snúgva seg m.a. um upp- lýsingar um arbeiðið sjálvt, hvat arbeiðið snýr seg um, og hvussu tað er lagt til rætt- is, hvør tann ítøkiliga ar- beiðsuppgávan er, um starvsstøðuna og starvsheit- ið hjá løntakaranum, um nær starvssetanin er byrjað, og um hon er tíðaravmark- að, um rætt til frítíð, um uppsagnarfreistir, um øll lønarviðurskifti og um ar- beiðstíðirnar. Betri trygd Hans Pauli Strøm kunnar um, at tað eru fleiri bólkar av løntakarum, sum longu við lógaráseting ella mill- umpartaavtalu í ávísan mun hava greiði á hesum viður- skiftum. Øll starvsfólk eru t. d. fevnd av starvsfólka- lógini. Sjómenn eru fevndir av løgtingslógini um sjó- menn. Og innan fyri tað al- menna fer annars eisini fram ein útgreining av starvsfólkapolitikkinum, sum m.a. ásetir upplýsing- askyldur arbeiðsgevarans langt út um tey minstamørk, sum henda lógin ásetir. – Men í hesum førinum, sum í so nógvum øðrum, er tað ein bólkur - ein tann størsti bólkurin á arbeiðs- marknaðinum - sum er ser- liga illa fyri, og sum so at siga er uttan rættindi av hes- um slagnum, sum lógarupp- skotið snýr seg um. Tað eru tey tímaløntu. Kanska meir enn nakar annar bólkur hava tey átrokandi tørv á slíkari lóggávu sum hesari. – Við hesi lógini tryggjast øllum løntakarum somu rættindi, antin tey eru í al- mennari ella privatari tæn- astu, fastlønt ella tímalønt, faklærd ella ófaklærd, øll- um teirra tryggjast nú eitt minstamark av týdningar- miklum upplýsingum um setanar- og arbeiðsviður- skifti teirra. Skylda arbeiðsgevaranna at upplýsa løntakaran Allir arbeiðsgevarar skulu hava skyldu til skrivliga at upplýsa løntak- ararar um tey týdningarmestu viður- skiftini, sum eru galdandi fyri starvs- setan ella arbeiði teirra, sigur Hans Pauli Strøm – Í flestu grannalondum okkara eru galdandi lógir, sum á ymsan hátt verja løn- takararnar í sambandi við starvssetan teirra. Fáur man vera ósamdur í, at tað er sjálvsagt og náttúrligt, at løntakarin fær allar tær týdningarmestu upplýsing- arnar, sum hava atlit til starvssetan hansara, og at arbeiðsgevarin tí skal hava skyldu til at veita løntakar- anum hesa upplýsing, sigur Hans Pauli Strøm m.a. í við- merkingunum til uppskoitð. Sanering fyri 67 mió krónur Við innskotinum frá landsstýrinum uppá 25 mió. kr. eru 171,9 mió. kr. í kommunala láns- og veðhaldsgrunninum -Góðir brúktir frá REYNI SERVICE REYNI SERVICE Opið: Mán.-frí. 8.00-17.00 TOYOTA CAMRY 2,2 GL AUT. Skrás.:13-07-95 Km.: 76.000 Prísur: 158.600,- Garanti* TOYOTA COROLLA 1,6 Xli H/BL Skrás.: 31-10-96 Km.: 34.000 Prísur: 110.600,- TOYOTA COROLLA 1,3 Xli Skrás.: 24-06-97 Km.: - Prísur: 112.600,- TOYOTA COROLLA 1,3 H/B Skrás.: 05-08-92 Km.: 110.000 Prísur: 45.600,- FORD ESCORT DIESEL Skrás.:19-09-96 Km.: 54.000 Prísur: 114.600,- FORD FIESTA 1,8 DIESEL Skrás.: 30-01-96 Km.: 47.000 Prísur: 79.600,- Garanti* HONDA CIVIC 1,5 H/B Skrás.: 01-08-98 Km.: 26.000 Prísur: 119.600,- Garanti* FORD FIESTA 1,3 Skrás.: 16-12-97 Km.: 19.000 Prísur: 79.600,- Garanti* FORD FIESTA 1,3 Skrás.: 29-04-96 Km.: 104.000 Prísur: 59.600,- TOYOTA CAMRY 2,2 XL Skrás.: 21-12-91 Km.: 80.000 Prísur: 98.600,- TOYOTA CARINA E 1,8 Skrás.: 06-11-96 Km.: 68.000 Prísur: 119.600,- TOYOTA CARINA E 1,6 AUT. GEAR Skrás.: 24-06-92 Km.: 72.000 Prísur: 89.600,- Garanti* TOYOTA CARINA E 1,6 GL L/B Skrás.: 21-08-90 Km.: 124.000 Prísur: 60.600,- TOYOTA CARINA 1,6 GL Skrás.: 01-11-89 Km.: 154.000 Prísur: 49.600,- TOYOTA CARINA 1,6 DX Skrás.: 09-06-87 Km.: 212.000 Prísur: 19.600,- TOYOTA CAROLLA 1,3 L/B TERRA Skrás.: 27-02-98 Km.: 30.000 Prísur: 120.600,- Vegurin Langi -188 Hoyvík - Tel. 313040 KIA CLARUS 1,8 SEDAN SERTILBOÐ VØRUVOGNUR AVHEINTINGARTILBOÐ Skrás.: 16.04.98 Km.: 13.000 Prísur: 98.600,- Garanti* * Brúktir bilar yvir 75.000 kr. verða seldir við BRÚKTBILAVÁTTAN ** TOYOTA bilar hava 3 ára garanti frá fyrstu skrás. dato Sosialurin - 311820 Sýnaður 15-10-98 Sýnaður 14-10-98 Sýnaður 15-05-98 FORD ESCORT 1,6 Skrás.: 21-05-91 Km.: 128.000 Prísur: 42.600,- MITSUBISH I PAJERO VAN Skrás.: 05-10-95 Km.: 80.000 Prísur: 154.600,- TOYOTA CAROLLA 1,3 SEDAN Skrás.: 12-02-96 Km.: 16.000 Prísur: 97.600,- Garanti* TOYOTA CAROLLA 1,3 Xli Skrás.: 14-07-95 Km.: - Prísur: 98.600,- FORD SIERRA 1,6 AUT. GEAR Skrás.: 01-07-87 Km.: 117.00 Prísur: 10.000,- Sýnaður 26-03-98 NISSAN MAXIMA 3,0 AUT. GEAR Skrás.: 15-12-87 Km.: 135.000 Prísur: 69.600,- Sýnaður 01-12-99 Sýnaður 01-10-98 MAZDA 626 SEDAN Skrás.: 09-01-87 Km.: 172.000 Prísur: 5.000,- Sýnaður 24-06-99 -í besta standi !!