Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-01-22, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. januar 2000síða 5

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindablaðið sosialurin Nr. 15 - 22. januar 2000 8 tíðindablaðið sosialurin Nr. 15 - 22. januar 2000 JAN MÜLLER Hóast løgtingið enn ikki hevur givið endaligt grønt ljós fyri oljuleiting við Før- oyar, so eru fleiri av oljufel- øgunum farin at fyrireika seg. Eitt av hesum feløgum er Texaco, sum í fleiri ár hevur gjørt ymsar forkann- ingar á føroyskum øki sam- an við tveimum øðrum olju- feløgum, Conoco og Mur- phy. Umboð fyri Texaco hava júst verið í Føroyum á sokallaðari „factfinding- mission“ tvs. hava havt samband við fyritøkur, stovnar og einstaklingar, sum kunnu fáa týdning fyri teirra virksemi, tá og um felagið verður millum teirra, sum fær leitingar- loyvi í Føroyum. Donal O´Driscoll stendur á odda fyri arbeiðinum hjá „Texaco Faroe Group“ og er hetta fimtu ferð hann er her í arbeiðsørindum. Hann sigur við Sosialin, at henda vitjanin er ein nátúrligur partur av fyrireikingini til komandi leiting, men ikki fyrr enn teir kenna allar treytir og vita um teir fáa loyvi, fara teir undir av- gerandi fyrireikingar. Hesaferð hava teir tosað við fólk frá Oljufyrisitingini umframt umboð fyri vinnu- lív og aðrar almennar stovn- ar. Tað er einki dulsmál, at eisini Texaco-bólkurin longu nú hevur eyguni eftir hølum til skrivstovu. Tað er nevniliga treyt fyri at vera við í leitingini, at oljufeløg skulu hava skrivstovu í Føroyum. Spurningurin um logi- stikk tvs. flutning, útgerðar- havnir ol. hevur eisini stór- an prioritet hjá oljufeløg- unum sohvørt tað nærkast einum leitiskeiði. Tað vísir seg, at tey olju- feløg blaðið hevur tosað við, eru sera varin við ikki at leggja seg út í tjakið í Føroyum um, hvar ein olju- útgerðarhavn skal liggja. Hinvegin er eisini greitt, at oljufeløgini noyðast at vísa hesum málinum ans longu nú fyri at vera klár, tá leit- ingin byrjar av álvara. Sosialurin skilur, at um- boð fyri Texaco hava vitjað fleiri pláss í Føroyum fyri at kunna seg við umstøð- urnar. Tey meta talan er um fýra pláss, sum kunnu koma uppá tal til útgerðarstøð, nevniliga Runavík, Sund, Tórshavn og so Suðuroygg- in. Neyvan Gullblokkar til øll Sum støðan er í løtuni er torført at fáa umboð fyri oljufeløgini at úttala seg um komandi leiting við Føroyar og møguleikarnar at finna olju ella gass. Men sum skilst eru fel- øgini rættiliga væl nøgd við økið, sum Oljufyrisitingin hevur peikað út til 1. út- bjóðing. Seismikkurin vísir, at talan er um áhugaverd øki, sum kunnu goyma nógva olju og møguliga eis- ini gass. Men mest áhuga- verda økið, sum er við í út- bjóðingini og sum er nær- hendis verandi oljukeldum bretsku megin markið, er avmarkað, soleiðis at øll feløgini ella bólkarnir fáa neyvan lut í teimum bestu blokkunum, teimum sokall- aðu „Gullblokkunum“, sum teir eisini verða nevndir. Sosialurin skilur á olju- feløgum, at kappingin um gullblokkarnar fer at verða sera hørð. Tey feløg ella teir helst fáu bólkar, sum fáa lut í hesum blokkum, fara uttan iva at bjóða fram sera kostn- aðarmikil arbeiðsprogram, har tey koma at binda seg til at bora fleiri brunnar eftir lutvíst stuttari tíð. Hinvegin kann roknast við, at tað verða feløg ella bólkar, sum ikki fáa lut í „gullblokkunum“, ið ikki halda aðrar blokkar verða nóg áhugaverdar til at binda seg til at bora nógvar brunn- ar. Tað kann tí henda, at talið á feløgum ella bólkum, sum fara at binda seg til at bora nógvar brunnar verður avmarkað. Umboð fyri okkurt olju- felag blaðið hevur tosað við ávarar føroyingar ímóti at vera ov bjartskygdar. Enn er eingin olja funnin. Met- ingarnar siga eisini, at tað er kanska „bert“ 25% møguleiki fyri at raka við olju. Men er eydnan við fel- øgunum og tey raka við olju kanska longu 1. árið ella stutt eftir tað, so kann áhugin fyri Føroyaøkinum fara at vaksa munandi, so- leiðis at mong av teimum oljufeløgunum, sum ikki eru við í 1. útbjóðing, fara at leggja boð inn seinni. Blaðið skilur, at jarðfrøð- ingarnir halda sera góðar umstøður vera fyri, at olja liggur í føroysku undir- grundini. Og hóast tað fyrr hevur verið sagt, at útlitini fyri elefantum ella risastór- um keldum tykjast lítil í løtuni, so er tað, sum man sær á seismikkinum kortini so mikið áhugavert, at nógv oljufeløg fegin vilja vera við í leitingini. Tosað hevur verið um oljukeldur uppá 500 mill. tunnur ella á stødd við Schiehallion á bretskum øki. Hóast tað er vágamikið og kostnaðarmikið at bora á djúpum vatni við Føroyar, so koma royndirnar frá bret- skari síðu sera væl við, tá farast skal undir eina fram- leiðslu. Foinavenfeltið, sum var tað fyrsta at fara undir framleiðslu á bretskum øki, er í dag sera dýrt at reka orsakað av byrjunartrupul- leikum. Spurningurin at fáa til vega hóskandi boripallar at bora á djúpum vatni við Føroyar kann koma at gerast ein trupulleiki, ser- stakliga um loyvini ikki verða latin fyrr enn seint komandi vetur. Sera fáir pallar finnast, sum kunnu bora um okkara leiðir, og er ætlanin at byrja boringina í ár 2001, so krevst, at tíðar- ætlanin hjá føroysku mynd- ugleikunum ikki verður ov nógv broytt. Umframt at fáa til vega boripallar, so skulu feløgini eisini leggja til rætt- is arbeiðsprogrammini, og hetta tekur tíð. Hjá Texaco-bólkinum t.d. hava teir sett sær fyri at bora fyrsta brunnin ikki ov seint í ár 2001. Oljufeløg fyrireika seg til leiting JAN MÜLLER Tá Vinnunevndin týsdagin í næstu viku fer at leggja álit fram í málinum um út- bjóðing til oljuleiting á landgrunninum verða tvey broytingaruppskot løgd fyri tingið. Annað er frá Javn- aðarflokkinum, sum skjýtur upp at seta eina nýggja grein í sjálvt standardloyvi, ið áleggur oljufeløgunum at brúka Suðuroynna til út- gerðarhavn. Hitt uppskotið er frá javnaðarflokkinum og sambandsflokkinum, sum skjóta upp at fáa eina nýggja grein við í sjálva lógina um eina almenna op- tión. Tvs. at ístaðin fyri at koma við einum landsolju- felag beinanvegin, so tryggjar tað almenna sær rætt til so og so nógv % í øllum fundum. Heine O Heinesen, for- maður í Vinnunevndini sig- ur, at allir flokkarnir annars eru samdir um innihaldið í sjálvum lógaruppskotinum til 1. útbjóðing. Hann ivast annars í, um broytingarupp- skotini fara at fáa meiriluta í tinginum. Henrik Old, umboð javn- aðarfloksins í Vinnunevnd- ini sigur seg vera nøgdan við uppskotið til 1. út- bjóðing, men hann heldur neyðugt er við onkrum í- skoytum. Sjálvur metir hann tað vera sera umráðandi at fáa við í standardloyvini, ið skulu latast oljufeløgum, sum skulu bora eftir olju, at tey skulu brúka eina havn í Suðuroynni til útgerðar- havn. -Hóast virksemi kan- ska verður avmarkað í leit- ingartíðini, so hevur tað eft- ir okkara meting sera stóran týdning fyri framtíðar virk- semi, hvar byrjað verður. Vit vita av royndum, at verður t.d. virksemi savnað í t.d. miðsteðarøkinum, so verður ringt seinni at broyta hetta. Tí skjóta vit upp at seta í standardloyvini, at olju- útgerðarhavnin skal liggja í Suðuroynni. Tingmaðurin sigur, at tað er ikki so avgerandi, hvat í Suðuroynni útgerðarhavnin liggur. Her eru møguleikar bæði á Drelnesi og í Vági. Hann vísir á, at kommunan í Vági hevur longu tøkt eitt stórt øki til komandi olju- virksemi, eins og komm- unan á Tvøroyri hevur peik- að á Drelnes. Uppá fyrispurning um hann væntar, at uppskotið fer at vinna frama í ting- inum, nú fleiri tingmenn hava sagt seg vera ímóti at fáa við í lógina, hvar út- gerðarhavnin skal liggja, sigur Henrik Old, at góður møguleiki skuldi verið fyri at fingið hetta samtykt. Verður tað kortini felt, so metir tingmaðurin ikki, at nakað mistak er gjørt. Tí tá stendur framvegis opið, hvar útgerðarhavnin skal vera. Hitt broytingaruppskotið, sum sambands- og javnað- arumboðið í Vinnunevndini leggja fram í felag, snýr seg um at fáa eina optión við í lógina. Tvs. at ein grein skal tryggja, at landið skal eiga lut í øllum framtíðar fund- um. Higartil hevur verið nevnt, at parturin hjá lands- kassanum skal vera kanska 5%, men er vilja uppskot- stillararnir heldur leggja seg millum 1 og 5%. Henrik Old sigur, at tað kanska er rættari at leggja seg eftir einum lægri prosenti, tí tá slepst helst undan at gera aðrar justeringar í oljuskatt- inum annars. Umboð fyri føroysku oljumyndugleik- arnar hava nevniliga ávara ímóti at pilka ov nógv við treytirnar, ið settar verða oljufeløgunum. Tí verður t.d. ein optión uppá 5% tikin við, so verður neyðugt at lækka krøvini onkra aðra- staðni. Tað sær tí ikki mætari út enn, at umboðini í Vinnu- nevndini, sum vilja hava op- tiónina við, halda tað vera í lagi at spæla út við einum heilt lágum prosentsatsi fyri harvið at sleppa undan at avlaga restina av oljuskattaskipanini. Nú um dagarnar vóru um- boð fyri Oljumálastýrið á fundi í Vinnunevndini, har tey greiddu frá avleiðing- unum, um t.d. ein optión uppá 5% verður tikin við í lógina. Vilja hava optión við Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin vilja hava almenna optión við í útbjóðingarlóg. Javnfl. vil eisini hava oljuútgerðarhavn í Suðuroy við Landsstýrismaður í oljumálum á fundi í Vinnunnevndini. Lærarar samráðast framvegis Tíðindablað DAGFINN OLSEN Føroya Lærarafelag og Lønardeildin undir Fíggjar- málastýrinum samráðast framvegis. Partarnir hava víst til heimasíðuna hjá Lønardeildini, tá spurt hev- ur verið eftir viðmerkingum til samráðingarnar. Og henda heimasíða, henda tænasta, sær út til at rigga væl. Har stendur so- leiðis at lesa frá seinasta samráðingarfundi: Kl 10 í dag ( tað er 17. januar, blðm.) hildu sam- ráðingarnar millum Føroya Lærarafelag og Fíggjar- málastýrið fram um nýggj- an sáttmála fyri tann, sum fer úr gildi 1. mars 2000. Á fundinum vóru krøvini frá báðum pørtum gjøgn- umgingin. Fíggjarmála- stýrið gjørdi viðmerkingar til broyttu uppgávurnar sambært nýggju fólkaskúla- lógini. Føroya Lærarafelag gjørdi viðmerkingar til ar- beiðstíðaravtaluna, sum Fíggjarmálastýrið legði fram 5. januar 2000. Harumframt legði Fíggj- armálastýrið eisini fram uppskot til nýggja avtalu um arbeiðstíðina hjá skúla- leiðarum. Samráðingarnar halda fram. Næsti fundur ásettur at verða hósdagin 27. januar 2000, kl. 10.00 Enn er ikki stórvegis hent í samráðingunum millum Før- oya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið Tilvildarliga vald mynd Gongur framá við svimjihylinum Tað gongur rætta vegin við arbeiðinum at byggja Svimjihyl í Nólsoy. Herfyri skrivaðu vit, at allur peningurin til hylin kom frá Ovastevnunum, men tá rætt skal vera rætt, so kom rættiliga fitt av peningi inn við stuðulstiltøkum síðst í áttatiárunum DAGFINN OLSEN Tað gongur væl við arbeiði- num at byggja svimjihylin í Nólsoy, sum Ove Joensen, sáli, lovaði børnunum í bygdini. Herfyri skrivaði vit, at peningur til byggingina kom frá Ovastevnunum. Tað er tó rætt, men fall tó nøkrum av teimum, ið skip- aðu fyri stuðulstiltøkum síðst í áttatiárunum, fyri bróstið. Vert er at nevna, at sera stórur partur av peninginum til svimjihylin í Nólsoy er fingin til vega við stuðuls- tiltøkum, sum m.a. Birgir og Joannes Andreassen skipaðu fyri síðst í áttatiáru- num. Teir mannaðu nevnd- ina tá. Talan er um eini 2 milli- ónir. Ovastevnan Ein av limunum í núverandi nevnd fyri svimjihylin, Hilmar Joensen, sigur, at hann kennir ikki neyvu tøl- ini, men Ovastavnan gevur millum 50. 000 og 100.000 krónur hvørt ár. Í fjør gav hon meira enn nakrantíð, eini 80-90.000 krónur. Hann sigur, at stuðulstil- tøkini í áttatiárunum góvu millum 1,5 og 2 milliónir. Ovastevnan hevur verið í eini 5 ár og hevur givið eini 300.000 krónur. Afturvendandi Hilmar Joensen sigur, at hó- ast kommunan yvirtekur raksturin, tá svimjihylurin er liðugur, so dettur ova- stevnan ikki niðurfyri. – Ætlanin er, at hon skal vera afturvendandi tiltak og geva íkast til raksturin, sigur Hilmar, tí tað kann vera tungt hjá lítlari kommunu at reka svimjihyl. Hilmar sigur, at longu í upplegginum til arkitektar- nar var lagt soleiðis tilrættis, at bygging og rakstur gjørd- ust so ódyr, sum gjørligt. Tilfarið inni er næstan viðlíkahalds frítt. Hylurin er 6 metrar breiður og 16 lang- ur. Hann er ikki so djúpur, tí dýrt er at halda hann heit- an. Ætlananin er at hava eitt el-teppi at breiða yvir hylin, fyri at halda hann heitan, tá hann ikki er í nýtslu. Limablaðið fyri veturin 1999, ið Samfundet Sve- rige–Färöerna gevur út, er komið. Í blaðnum eru hugleið- ingar, ferðafrásagnir og tíð- indi til limir.Ymiskt kunn- andi tilfar er til limirnar. M.a. verður trivið í kanning um kyksilvur, sum er gjørd í Føroyum fyri nøkrum árum síðani. Kann- ingin hevur vakt ans úti í heimi. Føroyskar kvinnur verða ráddar til at lata vera við at eta grind/spik og kanningarúrslitini hava m.a. ført við sær, at markið fyri, havt týskir myndugleikar loyva av kyksilvuri á nátt- úruni, er lækkað. Eisinii amerikanskir myndugleikar taka kanningina í álvara, men fyri at taka avgerðir um tað teir sjálvir lata út av eit- uri, krevst neyv trygd um kanningarúrslitini, skrivar Tíðindablaðið m.a.. Tað gongur væl við arbeiðinum at byggja svimjihyl í Nólsoy. Longu frá byrjan var dentur lagdur á at halda bygging og rakstur á so lágum kostnaðarstøði, sum møguligt Stórur partur av peninginum, sum svimjihylurin í Nólsoy verður bygdur fyri, stavar frá stuðulstiltøkum, ið vóru síðst í áttatiárunum, so ynskini um svimjihyl í heimbygdini hjá Ova Joensen, sála, kundu gerast veruleiki (savnsmynd)