Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-01-22, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. januar 2000síða 6

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindablaðið sosialurin Nr. 15 - 22. januar 2000 10 tíðindablaðið sosialurin Nr. 15 - 22. januar 2000 Internetkaféin í Fugla- firði góða undirtøku Nýggja internetkafein Vega, sum lat upp í fjør, hevur fingið sera góða móttøku, sigur eigarin Johan Joensen SVEINUR TRÓNDARSON Tað grør um gangandi fót á KT-økinum og internetkafé- irnar gerast alsamt fleiri. Fyri ikki so langari tíð síðani lat ein slík upp í Fugl- afirði - Vega kallast hon - og eins og allar hinar, hevur hon fingið serstakliga góða undirtøku. Gamal dreymur Tað er Johan Joensen, úr Fuglafirði, sum eitur inter- netkaféina Vega, og hóast internetið ikki er so gamalt í Føroyum, so er tankin um eina internetkafé í Fugla- firði ikki nýggjur. – Eg havi hugsað um tað í nøkur ár, men fekk tað ikki at hanga saman fíggjarliga fyrr enn nú, sigur Johan Jo- ensen. Hann er ikki ókendur á telduøkinum, tí hann rekur JJ-Teld, sum umframt sølu av teldum, í høvuðsheitum tekst við netumsiting og heimasíðugerð. – Eg havi so lagt eitt sind- ur til síðis í nøkur ár, og í heyst valdi eg at gera álvara av ætlanunum, greiðir Joh- an frá. Ert tú einsamallur um Vega? – Ja, tað eri eg. Fleiri hava víst áhugað at vera við í ætlanini, men tá til stykkis kom helt eg, at tað var fræg- ast at vera einsamallur um tað, sigur Johan. Góða undirtøku Tað var eftir øllum at døma tørvur á onkrum tílíkum í Fuglafirði, tí tað vísti seg beinanvegin, at nýggja int- ernetkaféin fekk stóra und- irtøku. – Serliga tey ungu vístu stóran áhuga, men tað eru ikki bara tey. Í vikuskift- unum eru eisini tilkomin fólk í kaféini, so tað er ein breiður brúkarabólkur, greiðir Johan frá. Tá vit spyrja hvat tað er tey gera, sigur hann at tað er so øgiliga ymiskt. – Hjá teimum yngru eru tað serliga spølini og int- ernetið, sum hava áhuga, meðan tey eldru koma inn á gólvið tí tey skulu skriva eitthvørt út, ella tí tey skulu kanna teldupostin, sigur Johan. Annars hava verið nógv- ir sjómenn í Fuglafirði sein- astu tíðina, og teir hava eis- ini brúkt Vega nógv. Johan greiðir frá, at útl- endsku sjómenninir st.økka inn á gólvið at stytta sær stundir, og til tað eru teldu- spølini góð. – Men felags fyri tey all- arflestu er, at teimum dámar væl at tjatta á internetinum, leggur Johan afturat. Góð útgerð Útgerðin hjá eini internet- kafé er sjálvsagt sera týdn- ingarmikil. Í so máta er Vega sera væl fyri, sigur Johan. Hann hev- ur útvegað sær 20 HP teldur, og tær eru allar 500 Mhz. Hetta eru skjótar teldur, sum eru slitsterkar, og eisini teld- ur, sum halda prísin. – Menningin á KT-økin- um gongur sera skjótt, og tí kann væntast, at hesar teld- urnar verða skiftar út tá gott og væl eitt ár er farið, men tá er ikki óhugsandi, at tær kunnu seljast til skúlabrúks, sigur Johan. Hann leggur dent á, at fyri tað at teldurnar eru brúktar á kaféini, eru tær væl við- farnar, og tí er tað funnin fressur hjá skúlum og kommunum, at keypa slíka útgerð brúkta. – Men her í kaféini mugu vit alla tíðina hava ta nýggj- astu útgerðina, leggur Jóhan afturat. Skeiðvirksemi í vetur Hóast Vega er ein internet- kafé, so hevur Johan Joen- sen ikki ætlanir at avmarka seg til »kafé-virksemi«. Hann gongur longu nú og hugsar um, hvønn tátt hann skal taka upp, og sum tað sær út í løtuni, so er ikki óhugsandi, at hann fer undir skeiðvirksemi í vetur. – Eg ætli mær at fara und- ir skeiðvirksemi av slíkum slag, sum í løtuni ikki fæst í Føroyum, sigur Johan. Hann sigur, at tað í løtuni ikki ber til at taka skeið við- víkjandi stýriskipanum, og tað ætlar hann sær at broyta. Skalt tú sjálvur halda skeiðini? – Nei. Eg havi fingið fatur á fólki uttanlands, sum kemur til Føroya at halda skeiðini. Men hvat við teldukoyri- kortum? – Tað er ein møguleiki, men tað er ikki greitt hvussu tað verður við tí, sigur Joh- an. Til endans kunnu vit ann- ars siga teimum, sum hava hug at vitja inn á gólvið hjá internetkaféini Vega í Fugl- afirði, at kaféin er opin allar dagar frá klokkan 15 til 24. Fríggjadag og leygardag er kortini opið til klokkan fýra um náttina og sunnudag verður latið upp klokkan 16. Og fyri at tey skulu finna á mál kunnu vit enda við at siga, at Vega heldur til í bygningum har tógvhand- ilin hjá Marjun heldur til. Fyri einum góðum mánaði síðani lat Johan Joensen upp nýggja internetkafé upp í Fuglafirði og hann letur væl at undirtøkuni. – Undirtøkan hevur verið stak góð síðani byrjan. Í januar eitt sindur lakari, men kortini nóg mikið til at tað melur runt, sigur eigarin Mynd: Jens Kristian Vang Flyta kanska Orbits niðurundir Nú formula.fo hevur keypt gamla bygningin hjá Demich - har Rokkjallarin hevur hildið til í seinastuni - er møguligt at kaféin verður flutt niðurundir, so hon gerst meira at- komilig hjá rørslutarnaðum SVEINUR TRÓNDARSON Internetkaféin Orbits, kann av sonnum kallast pionerur. Hon var nevniliga tann fyrsta av sínum slag í land- inum, men síðani eru fleiri komnar afturat. Um dagarnar frættist, at Rokkjallarin gevst, og sam- stundis frættist, at KT-fyri- tøkan formula.fo, sum er ein av eigarunum í Orbits, hevði keypt bygningin. Áki Johansen, frá for- mula.fo, sigur við Sosialin, at tað enn ikki er heilt av- gjørt hvussu bygningurin skal brúkast. – Ymsar ætlanir eru frammi, men tað er ikki óhugsandi, at Orbits flytir niðurundir, har Rokkjallarin fyrr helt til, sigur Áki. Hann vísir á, at sum er hava rørslutarnað ongan møguleika at sleppa í kafé- ina, og tað er ein av orsøk- unum til, at teir hugsa um at flyta niðurundir. Stórur áhugi Tað hevur annars verið rættiliga stórur áhugi fyri Orbits síðani hon lat upp, men dagarnir eru misjavnir, sigur Áki. Hann vísir á, at Orbits skal kappast við øll onnur tiltøk, sum eru í Havnini, og tað eru dagar, har næstan einki fólk er í kaféini. Tað eru góðir dagar, men so eru eisini dagar, har tað er púra oyðið. T. d. tá kons- ertir eru, ella tá topphond- bóltur er í høllini á Hálsi. Tað sæst beinanvegin hjá okkum, sigur hann. Hóast tað letur Áki Joh- ansen ikki illa at, tí í meðal er undir tøkan nóg góð til at tað melur runt. Fyri næstan einum ári síðani lat Orbits upp int- ernetkafé - ta fyrstu av sínum slag í Føroyum. Hóast undirtøkan er á eini góðari leið, og kaféin liggur í høvuðsstaðnum, so heldur Áki Johansen ikki at grundarlag er fyri fleiri slíkum í hvørji bygd. – Til tað er marknaðurin ov svikaligur, sigur hann Mynd: Jens Kristian Vang Læknaráðið, sum er eitt læknafaktligt forum, har allir læknar á Landssjúkra- húsinum eru limir, hevur á fundi í dag viðgjørt ta kreppu, sum er íkomin av peningatrotinum á sjúkra- húsinum. Læknaráðið heuvr sam- tykt at senda út hesa yvir- lýsing: Ein ov lág játtan og mangl- andi leiðslubygnaður eru grundleggjandi trupulleik- arnir á Landssjúkrahúsi- num. Læknaráðið á landssjúkr- ahúsinum hevur konstater- að, at sjúkrahúsinum í mong ár hevur trotið pening við endan av fíggjarárinum. Hóast fleiri dugnaligir sjúkrahúsleiðarar og sjúkr- ahússtjórar hava roynt teirra besta at halda fíggjarkarm- arnar, hevur hetta ikki eydn- ast nøkrum. Neyðugt hevur altíð verði at seta sparitiltøk í verk við endan av fíggjar- árinum. Vanliga hevur ikki verði trupult at fingið játtan til at dekka tað eftirverðandi undirskotið, tí myndugleik- arnir hava viðurkent, at pen- inganýtslan hevur verði neyðug og tiltrongd. Seinastu árini er støðan broytt við tað, at játtandi mynduleikin noktar at við- urkenna eitt undirskot og at geva ta neyðugu meirjáttan- ina. Endin av fíggjarárinum er vorðin eitt afturvendandi drama, orsakað av, at sjúkr- ahúsleiðslan ikki hevur sæð sær aðrar útvegir, enn at boða frá uppsøgnum og øðr- um drastiskum sparitiltøk- um. Soleiðis var aftur í ár. Hó- ast talið av fráboðaðum uppsagnum ikki var so stórt, sum onkur undanfarin ár, var sjúkrahusleiðarin lagdur undir at verða ódugnaligur og illoyalur og hóttur við uppsøgn. Læknaráðið harmast og mótmælir at sjúkrahúsleið- arin, eftir ráðsins meting ó- grundað, einnsamallur hevur fingið ábyrgdina fyri fíggjarliga standin á Lands- sjúkrahúsinum. Ráðið metir at sjúkrahúsleiðarin, undir givnu umstøðum, ikki hevði annað í at velja. Hvørjar fyritreytir eru neyðugar fyri at stýra einum sjúkrahúsið? Ein sjúkrahúsleiðari má hava stýringsamboð at stýra við. Tað vil fyrst og fremst siga eina struktur- eraða leiðslu (leiðslu- bygna), sum fyriskrivar hvørjar diagnostiskar og viðgerðarligar funktiónir skulu vera og, hvussu hesar skulu útinnast og detail- stýrast. Røktin, sum er tengd at hesum læknaligu funktiónum, kann so dim- ensionerast eftir tí kravið, sum tann einkulta diagnosu- proceduran/viðgerðin setur. Ein tílíkan leiðslubygna fekk Jákup Mørkøre ongan- tíð, og hevði hann tí av- markaðar møguleikar at stýra aktivitetinum á sjúkr- ahúsinum. Sjúkrahúsleiðar- in fekk, sum fyrstu uppgávu sum leiðari at gera ein leiðslubygna, og legði hann eitt uppskot um ein slíkan fyri landsstýrið, uppskotið var væl at merkja í samsvar við tilráðingar frá út- lendskum konsulentvirkj- um, sum landsstýrið sjálvt hevði keypt ráðgeving frá. Talan var um ein ein- streingjaðan leiðslustruktur. Hetta uppskotið var vrakað av landsstýrinum, og eingin annar leiðslubygnaður er et- ableraður. Onnur fyritreytin fyri at kunna stýra er gjøgnum- skygni heilt niður til eink- ultfunktiónir á deildunum. Til hetta er best at hava eitt teldu-kervi (intra-net) har útreiðslurnar frá øllum út- reiðslukrevjandi aktivitet- um (serliga lønum til starvs- fólk) kunnu samlast í rele- vantar konti og lesast real- time minst 1 ferð um vik- una, helst dagliga. Triðja fyritreytin er, at leiðarin hevur loyalan stuð- ul frá bæði undirordnaðum- og serliga yvirordnaðum myndugleikum. Hann má hava ráðgeving og kompe- tenta fakliga vegleiðing í hvussu, hann best kann stýra, fyri at uppfylla krøv- ini um t.d. sparingar. So vítt læknaráðið hevur skilt ak- tuellu støðu, manglaði hesin stuðul frá Almanna- og Heilsumálastýrinum. Sjúkr- ahúsleiðarin bleiv, so vítt Læknaráðið er informerað, konfronteraður við eitt ind- iskutabult krav um spar- ingar. Fjórða og mest avgerandi fyriteytin fyri at kunna halda ein játtaðan fíggjar- karm er, at játtanin er re- alistisk, t.v.s. tað má kunna bera til at nøkta eftirspurn- ingin eftir heilsuligum veit- ingum fyri tann játtaða pen- ingin. Um tað ber til at reka Landssjúkrahúsið fyri tær játtaðu 232 mill kr., er tað eingin, sum veit. Hetta or- sakað av áðurnevnda manglandi leiðslubygnaða og manglandi gjøgnum- skygni. Tó kann sláast fast, sum royndirnar gjøgnum árini prógva, at við tí økjandi ak- tiviteti, sum hevur verði gjøgnum árini, og við nú- verandi leysa strukturi, ber tað ikki til. Tað er eitt vældokument- erað faktum, at aktivitetur- in, t.v.s. talið av veitingum (innleggingar, ambulantar viðtalur, og aðrar veitingar eitt nú talið av laboratorie- og røntgenkanningum fyri primersektorin) er vaksið ár um ár. Eisini er kostnaðar- støði vaksi gjøgnum árini (lønir og prísir), nýggir við- gerðarhættir krevja bæði pening og starvsfólk og tørvurin á teknologi er í stórum vøkstri (aktuelli tørvurin fyri innkeypi og Minningarorð um Kjølv Egeland Fyrrverandi norskur mentamálaráðharri Havi nústani frætt, at fyrrverandi norski mentamála- ráðharrin Kjølv Egeland er deyður 30. desember 1999. Við honum er ein góður vinur og Føroyavinur farin. Hann var ættaður úr Haugesund, men starv sítt hevði hann í Stavanger. Hann var skúlamaður burturav og nógv ár studentaskúlarektari. Kjølv Egeland hevði stóran áhuga fyri mentan og var sera virkin í tí sum nevnt var Distrikts Norge, ið stríddist fyri, at ikki alt mentunarvirksemi mið- savnaðist í Olso, men fevndi um alt landið, og hevur hetta eydnast sera væl. Virkin var hann eisini í politikki í arbeiðaraflokk- inum, og endaði hann sum ráðharri í kirkju-, kenslu- og mentamálum, ið tá var nógv størsta ráðharrastovan í Noreg. Sjálvur kom eg at kenna Kjølv Egeland á ráðharr- afundi í Kungälv í Svøríki í januar 1976, har støða skuldi takast til, um Norðurlandahús skuldi byggjast í Føroyum. Tað er eingin loyna, at ivi var um málið, bæði í Føroyum og í Norðanlondum, og var norska embæt- isverkið kanska tað mest ivasama. Tað vísti seg tó á fundinum, at flestu ráðharrarnir vóru fyri, og tók Noreg eisini undir við at byggjast skuldi, og virkaði við fullum huga fyri at fremja ætlanina. Eg veit, at tað gleddi Kjølv Egeland nógv, at hann sum formaður fyri norðurlensku mentamál- aráðharrunum fekk høvi at handa virðislønirnar, tá arkitektakappingin var lokin. Tá Noreg skuldi velja lim í stýrið fyri Norður- landahúsið var Kjølv Egeland farin frá sum ráðharri, og hann varð valdur sum fyrsti norðmaður. Kjølv Egeland var maður, ið av heilum huga fór undir tað, ið honum varð litið upp í hendur, og soleiðis var eisini her. Kunnleikin hann hevði fingið bæði sum ráðharri og í tí at spjaða mentaninna innanlands, kom Norðurlandahúsinum tilgóðar. Ans- ast skuldi eftir, at húsið ikki varð ov fínmentað, men sanniliga eisini, at tað ikki gjørdist eitt vanligt sam- komuhús. ”Kvalitet fremfor kvantitet”, var hann mangan vanur at siga. Kjølv Egeland var góður pianistur og gleddi tað hann nógv, at stóri salurin, ið var serliga ætlaður til tónleik, royndist væl. Hesi árini hann var í stýrinum fekk hann serligan tokka til Føroyar, og gleddi hann seg til hvønn stýrisfund, ið hildin varð her. Hann var vanur at siga, hálvavegna í skemti, at hann kundi hugsa sær at liva síni seinastu ár her. Ein sannur heiðursmaður er farin, og lýsi eg frið yvir minni hansara. Dánjal Pauli Danielsen endurnýggjan av tólum er av læknaráðnum uppgjørt til í minsta lagi 25 mill. kr... Okkara “tólkonto” er, sum er, 1,5 mill. kr.). Læknaráðið metir, at við núverðandi (manglandi) strukturi og við støðugt økj- andi aktiviteti og kostnað- arstøði, er játtanin til Landssjúkrahúsið ov lág. Sum aktuelt dømi kann nevnast, at játtanin kom- andi ár til lønir dekkar ikki so mikið sum eina fram- skriving av fyrrverandi játt- an (t. v. s. 183837 tkr + tey 6,36%, sum eru sáttmála- settu lønarhækkingarnar). Læknaráðið á Lands- sjúkrahúsinum heitir á Før- oya Landsstýrið, sum fyrsta stig, at fáa ein leiðslustruk- tur etableraðan á Lands- sjúkrahúsinum. Ikki fyrrenn tá verður gjørligt at gera eina heildarmeting av tørvinum fyri diagnostisk- um, terapeutiskum og røkt- arligum aktiviteti og at gera neyvari kostnaðarmetingar av hesum virksemi. Landssjúkrahúsið. 2000- 01-20 Vegna Læknaráðið á Landssjúkrahúsinm Heðin Thomsen, yvirlækni Formaður Læknaráðið stuðlar sjúkrahúsleiðaranum Russiskur føroyafrøðingur fyllir 75 Mánadagin 17. januar 2000 vóru 75 ár síðani russiski søgufrøðingurin, tjóðfrøð- ingurin og landafrøðingurin Genrikh Iosifovitsj Anokhin varð føddur í Jejsk við Azovska havið. Hann hevur umframt at granska Russ- lands søgu starvast við at lýsa lív og kor hjá teimum smáu tjóðunum í Sovjet- samveldinum og harafturat søgulig og samfelagslig viðurskifti hjá fólkunum í Norðurlondum, einamest í Noregi, Føroyum og Dan- mark. Genrikh hevur skriv- að nógv, fakligar bøkur, vís- indaligar ritgerðir og blað- greinar. Ein av bókum hans- ara er einasta heildarlýsing- in av Føroyum og Danmark. Genrikh hevur skrivað nógv, fakligar bøkur, vís- indaligar ritgerðir og blað- greinar. Ein av bókum hans- ara er einasta heildarlýsing- in av Føroyum og føroying- um, ið út er givin í Russ- landi, »øba istrivajg dozjdej«, Moskva 1966. Í Fróðskaparritum, 38.-39. bók, 1989-90 stendur grein eftir G.I. Anokhin, »Før- oyingar í russiskum bók- mentum«. Genrikh Anokhin hevur sett fram nýggja teori um, hvussu statsskipan er íkom- in í Novgorod í 9. øld. Í uml. 260 ár hevur tann hugsanin verið ráðandi millum søgu- frøðingar, at novgorods- menn í árinum 862 bóðu Rjurik (Hroerek) koma handan hav, helst úr Svø- ríki, við sínum varjagi (vær- ingjum) at ráða og stýra í Novgorod, tí har hildu teir seg ikki sjálvar duga. Hetta ástøði hevur verið nevnt »normanska teoriin«. Gen- rikh heldur eftir drúgvar kanningar, ið hann hevur gjørt, vera sannlíkt, at teir, ið skipaðu Novgorodsríkið, vóru ikki skandinaviskir menn, uttan slávar. Um hetta ástøði hevur hann skrivað ritgerð í russiska tíðarritið »Tsjelovek« br, 4, 1994. »Hvør í míni fótspor stíg- ur, hann lær ikki allan tíð« er kvøðið. Náttina 14. juli 1938 tók NKVD pápa Gen- rikhs, og einki frættist aftur um hann fyrr enn fleiri ára- tíggju seinni. Tá fekk son- urin at vita frá myndugleik- unum, at faðirin varð skotin stutt eftir, at hann var tikin. Umsíðir, nú Stalin var burt- ur, fekk hann heiðursupp- reising frá myndugleiku- num, tí at hann var ikki sek- ur í nøkrum brotsverki, skrivaðu teir. Í seinna heimsbardaga var Genrikh í mótstøðurørsluni í Tagan- rog, sum týskararnir høvdu hersett. Seinni fór hann í mótstøðurørsluni í Tagan- rog, sum týskararnir høvdu hersett. Seinni fór hann í sovjetiska herin og var sum sersjantur við í bardøgunum á suðurhermótinum í Ukrainu. Men SMERSJ (sovjetskur mótnjósningar- stovnur) fekk uppspurt, at Genrikh var ímóti Stalin- stýrinum, og hann varð sett- ur í sovjetska kz-legu 1944- 45. Tá hann varð latin leys- ur haðani, var hann illa sjúkur og niðurundirkomin. Hóast tað royndi hann at sleppa inn á lærustovn at lesa søgu, sum hann frá ungum árum hevði verið hugaður fyrl. Myndugleik- arnir vóru trekir at sleppa honum inn, men at enda eydnaðist honum at koma inn á undiversitetið í Dnje- propetrovsk. Tá hann hevði fingið prógv har, fekk hann av politiskum orsøkum kortini ikki loyvi at arbeiða við tí, hann hevði útbúgvið seg til, og fór at arbeiða sum ítróttalærari og bleiv eisini fjallaklintrari. Genrikh hevur staðið fyri kanningarferðum í fjøllum víðahvar í sovjetsamveldinum, m.a. í KAvkasus, í Sikhote-Alin eysturi ímóti Japanska havinum. Í 1966 fekk Genrikh li- centiatstig við Etnografiska instituttið há Vísindaaka- demii Sovjetsamveldisins og starvaðist hjá hesum stovni, til hann fór frá fyri aldur. Av tí at Genrikh var ikki limur í kommunistiska flokkinum, og pápin hevði verið »fólksins fíggindi«, sum tað æt í Stalintíðini, var í mong ár sýtt honum loyvi til at fara til londini vest- anfyri, ið hann hevði kann- að og skrivað um. Ikki fyrr enn í 1988 fekk Genrikh útferðarloyvi og slapp at gera ferð til Danmarkar og Føroya. Seinni var hann aft- ur í Føroyum, og hann hev- ur eisini verið í Noregi. Genrikh Anokhin er limur í Geografiska felagnum hjá Vísindaakademii Russlands Internationala akademinum fyri samskipan av vísindum og Handilsvirksemi og Før- oya Fróðskaparfelag. Hann hevur givið Føroy- um umtalu, ið vit kunnu fegnast um, í heimlandi sín- um. Mangur føroyingur man minnast aftur á hugnaligar løtur inni hjá fagnar- fólkunum Natasju og Heindriki í Moskva. Valdemar Dalsgaard