Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-17, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. september 2015síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 18. september 2015 sosialurin 107 10 – Sonja er uppvaksin í Javnaðarflokkinum og kennir flokkin og fólkini væl og virðiliga. Eg vænti, at um hon hevði sovið uppá tað, so hevði hon ikki tikið hesa avgerðina, sigur ein vónbrotin Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi formaður í Javnaðarflokkinum politikkur Jóannes Eidesgaard Sonja tók avgerð í óðum verkum Barbara Holm T á lógaruppskotið um broyt­ing í hjúna­bands­ lóg­ini kemur fyri løg­tingið verður áhugavert at síggja hvussu atkvøðurnar hjá javnaðar­ ting­manningini falla. – Atkvøður allur Javnaðarflokkurin fyri upp­skot­ inum, so hevur Sonja eitt for­klár­ings­ problem. Tað kom heldur óvart á, tá ið Sonja Jógvansdóttir týskvøldið boð­aði frá, at hon meldaði seg úr Javnaðarflokkinum – bert ein dag eftir, at samgonguskjalið varð undir­skrivað. Jóannes Eidesgaard, fyrr­verandi formaður, hevur roynt at saman­borið hendan atburð við onn­ur tingfólk, sum skifta flokk, og hetta minnir hann mest um Gerhard Lognberg á sinni – hóast hann ikki sjálvur meldaði seg úr, men varð tveittur úr flokkinum. – Tað er soleiðis, at tá eitt tingfólk hevur eitt høvuðshjartamál, sum yvirskuggar onnur mál, so er tað vandamikið fyri ein politiskan flokk, sigur hann. Fyri Gerhard Lognberg var sand­ oyar­tunnilin tað einasta málið við stórum týdningi, og fyri Sonju Jógvans­dóttir tykist støðan vera tann sama – tó málið hesaferð ikki er ein tunnil, men rættindi hjá sam­kyndum at giftast borgarligt. – Sonja kennir Javnaðarflokkin inn og út, og tí undrar tað meg, at hon kann taka eina slíka avgerð bert dagar aftaná valið, sigur Jóannes Eidesgaard. Fyrrverandi politikarin heldur, at hevði Sonja sovið uppá tað, so hevði úrslitið sæð øðrvísi út. – Tað sær út til, at Sonja hevur tikið avgerð í sinnismuni, og eg ivist als ikki í, at veruleikin hevði verið øðr­vísi, um hon hevði sovið uppá tað, sigur Jóannes Eidesgaard. Vónbrotið er stórt 1021 fólk settu sín kross við Sonju Jógvansdóttir 1. september, og sum vera man er vónbrotið stórt, nú tingkvinnan ikki longur er partur av samgonguni – um enn hon framvegis stuðlar henni. Summi eru vónbrotin av samgonguni, og onnur av Sonju. Felags er tó kenslan av, at tað, sum skuldi bróta upp úr nýggjum, ikki hevur fingið eina serstakliga góða byrjan. – Eg má siga, at eg eri ørkymlaður og vónbrotin av hesum. Eg veit ikki hvat er farið fram, men hetta er ein ótrúliga keðiligur máti at byrja eitt samgonguskeið, sigur Jóannes Eidesgaard. Hann vísir á, at í hansara tíð sum formaður og løgmaður var hann tilvitaður um, at ymisk tingfólk krevja ymiska viðferð, og kanska er tað júst manglandi tilvitanin av tørv­inum hjá Sonju, sum hevur elvt til hetta. – Sjálvandi kann ein siga, at tá útfallið gjørdist hetta, so kundi Aksel gjørt okkurt øðrvísi. Kanska Sonja hevur havt tørv á størri umsorgan, tað er ringt at siga. Men óansæð hvat, so er trupult at skilja hví tað endaði sum tað gjørdi, sigur Jóannes Eidesgaard. Hann vísur á, at tá ið lógar­upp­ skotið um broytingina í hjúna­bands­ lógini kemur fyri tingið, tá verður áhugavert at frætta hvussu at­kvøð­ urnar falla hjá javnaðar­ting­mann­ ingini. – Atkvøða øll í Javnaðar­flokk­inum fyri broytingini í hjúnabands­lógini, so hevur Sonja eitt for­klárings­problem, sigur Jóannes Eidesgaard at enda.