Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-17, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. september 2015síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 18. september 2015 sosialurin 107 11 16 siga ja, 11 siga nei, og 6 hava ikki tikið støðu til, um tey fara at atkvøða fyri broyting í hjúnabandslógini, so samkynd eisini kunnu giftast borgarligt Meiriluti fyri at broyta hjúna­bands­lógina Barbara Holm H ósdagin vitjaði Sosialurin í Løgtinginum, og øll ting­fólk vórðu spurd um teirra støðu til uppskotið um at broyta hjúnabandslógina til at eisini at umfata borgarliga vígslu millum tvey av sama kyni. Í Tjóð­veldi og í Framsókn vil øll ting­ mann­ingin atkvøða fyri broyt­ing í hjúnabandslógini. Í Mið­flokk­inum, Nýggja Sjálvstýri og Fólkaflokkinum vil øll ting­mann­ingin atkvøða ímóti. Í Sam­bands­flokkinum vilja summi atkvøða fyri, onnur ímóti og fleiri vilja ikki svara. Og í Javnaðarflokkinum vilja Heðin Mortensen, Kristin Michelsen og Jónleif Johannesen ikki svara, meðan hini atkvøða fyri. Tó kunnu vit vísa á, at tá uppskot­- ið um at broyta hjúnabandslógina varð lagt fyri tingið í farna sam­gongu­ skeiði, atkvøddi Kristin Michelsen fyri, so uttan so, at tingmaðurin hevur broytt meining, so kann hugsast, at hann eisini hesaferð atkvøður fyri, tá ið uppskotið kemur til viðgerðar. barbara@sosialurin.fo Spurnarkanning í løgtinginum Hesi siga JA! ✔ Bjørt Samuelsen ✔ Páll á Reynatúgvu ✔ Annita á Fríðriksmørk ✔ Katrin Kallsberg ✔ Magni Arge ✔ Óluva Klettskarð ✔ Pauli Trónd Petersen ✔ Magni Laksáfoss ✔ Sonja Jógvansdóttir ✔ Helena Dam á Neystabø ✔ Kristianna Winther Poulsen ✔ Bjarni Hammer ✔ Djóni Nolsøe Joensen ✔ Hanna Jensen ✔ Ruth Vagn ✔ Annika Olsen* Hesi siga NEI! ÷ Kári P. Højgaard ÷ Bárður Kass Nielsen ÷ Magnus Rasmussen ÷ Bjørn Kalsøe ÷ Bill Justinussen ÷ Jenis av Rana ÷ Jógvan á Lakjuni ÷ Elsebeth M. Gunnleygsdóttir ÷ Jákup Mikkelsen ÷ Jacob Vestergaard ÷ Jørgen Niclasen Hesi vilja ikki svara: ? Bárður á Steig Nielsen ? Edmund Joensen ? Kaj Leo Holm Johannesen ? Kristin Michelsen ? Heðin Mortensen ? Jónleif Johannesen GG! Annika Olsen vildi ikki svara spurninginum, men Framsókn hevur í stevnuskránni, at flokkurin gongur inn fyri borgarligari vígslu millum samkynd, so tí er væntandi, at Annika atkvøður fyri. Helst eru tey mong, sum seta spurnar­tekin við hví Sonja Jógvans­dóttir, stóri atkvøðuslúkurin hjá Javnaðarflokkin, fyrsta dagin stakk í sekkin og meldaði seg úr Javnaðarflokkinum M en nývalda ting­ kvinn­an vil ikki siga meira um hvat farið er fram. – Eg haldi tað er best fyri allar partar, um eg ikki sigi meira um hetta málið, sigur Sonja Jógvans­ dóttir. Týskvøldið boðaði Sonja Jógvans­dóttir formanni Javn­aðar­ floksins frá, at hon fór at melda seg úr Javn­aðar­flokkinum. – Orsøkin til hesa støðu er, at eg sum samkynd ikki kann verða partur av einum politiskum flokki, sum í sam­gongusamráðingunum hevur blokerað fyri, at borgarlig vígsla hjá sam­kyndum verður part­ur av sam­gongu­skjalinum, ella at tað yvir­høvur verður nevnt, sigur Sonja Jógvans­dóttir. Tað eru teir fáu, sum rópa harðast, sum sleppa at seta dagsskránna hjá flokkinum í hesum máli, sigur Sonja Jógvans­ dóttir. – Eg kann ikki verða partur av einum flokki, har tað er ein homo­ fob­iskur hugburður hjá nøkrum fáum sum ræður, tá tað kemur til rætt­indini hjá einum minniluta. Sonja var vitandi um, tá ið hon stillaði upp fyri flokkin, at tað vóru røddir í flokkinum, sum vóru ímóti samkyndari giftu, og at hvør ein­stakur sleppur at atkvøða eftir egnari sannføring í slíkum málum. – Men tá ið valúrslitið kom 1. sep­tember har frísinnaði vong­ urin í føroyskum politikki vann stórt, og har tey sum vóru harðast ímótu sam­kyndari giftu fullu ein fyri og annar eftir, var eg ikki í iva um, at hesir vindar eisini blástu ígjøgn­um Javnaðar­flokkin. Men sam­gongu­skjalið er greitt tekin um, at so er tíverri ikki, sigur Sonja Jógvansdóttir. – Hetta snýr seg ikki um eitt til­vildar­ligt mál ella ósemju, hetta snýr seg um mítt lív sum samkynd. Eg havi alt mítt vaksna lív stríðst fyri javn­bjóðis rættindum, og tað stríð fari eg ongan­tíð at lata nakran politiskan flokk køva, sigur hon. Men Sonja vil ikki greiða frá hvør tað er, sum rópar harðast, og hvør hevur blokerað fyri, at broyting í hjúna­bandslógini skuldi festast í sam­gonguskjalið. Sagt verður úr politisku skipan­ini, at Sonja Jógvansdóttir kendi seg illa viðfarna innanhýsis, og valdi tí at taka hesa avgerð. Men Sonja vil ikki siga júst hvat farið er fram. Lítil ivi er tó um, at tað er mót­støð­an móti rættindunum hjá teim­um samkyndu – inni í Javnaðar­flokk­inum – sum er orsøk til, at Sonja valdi at trekkja seg úr Javnaðar­flokk­inum. barbara@sosialurin.fo Javnaðar­flokkurin er homo­fobiskur LGBT vónsvikin av samgonguni Tá samgonguskjalið varð lagt fram og undirskrivað var ónøgdin í LGBT stór. Sum skilst vildu LGBT limir, sum møttu á tíðindafundinum, ikki taka í hondina á tinglimum, tí ónøgdin við samgonguskjalið var stór. Eiler Fagraklett váttar, at ónøgdin við samgonguskjalið er stór, og hann finst at, at tey samkyndu ikki eru nevnd við einum orði. – Vit í LGBT Føroyum eru sjálv­ andi sera skuffaði um, at nýggja sam­ gongan ikki hevur nevnt okkum við navni í nýggja samgongu­skjal­inum, sigur hann. Men framvegis vónar hann, at tað enn er møguleiki fyri at finna ein meiri­luta í nýggja løgtinginum, sum er fyri at javnseta okkum sum sam­kyndar borgarar við allar aðrar føroy­ingar í hjúnabandslógini, sigur Eiler Fagraklett. barbara@sosialurin.fo – Vit í LGBT Føroyum eru sjálvandi sera skuffað um, at nýggja samgongan ikki hevur nevnt okkum við navni í nýggja samgonguskjalinum, sigur Eiler Fagraklett úr LGBT – Eg kann ikki verða partur av einum flokki, har tað er ein homo­fobiskur hugburður hjá nøkrum fáum sum ræður, tá tað kemur til rættindini hjá einum minniluta, sigur Sonja Jógvansdóttir Mynd: Álvur Haraldsen