hósdagur 17. september 2015síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 18. september 2015
sosialurin 107
12
tema Samgonguskjalið
Rógvi Nybo
M
ánadagin undirskriv
aði nýggja samgong
an millum Javnaðar
flokkin, Tjóðveldi og
Framsókn samgonguskjalið, sum
er tann politiska ferðaætlanin fyri
komandi fýra árini. Í samgonguskjal
inum skriva politisku flokkarnir, hvat
teir eftir drúgvar samráðingar eru
vorðnir samdir um at fremja. Men
samgonguskjøl eru vanliga bæði
drúgv og torfør at lesa. Orðini eru
nógv og vendingarnar ofta tvítýdd
ar. Tí eru tað eisini tey fæstu, ið hætta
sær undir at lesa eitt slíkt samgongu
skjal og seta seg inn í, júst hvat sam
gongan er vorðin samd um at fremja,
og hvat tey veruliga meina við.
Tí hava vit brotið meira áhuga-
verdu partarnar av samgonguskjal
inum niður í smærri bitar og skorið
alt óneyðugt burturav. Sostatt kann
lesarin her síggja hvat veruliga
stendur í samgonguskjalinum hjá
nýggju samgonguni.
Tulkingarnar eru rithøvundsins
egnu, tær flestu í ramasta álvara,
onkur við eitt sindur av speisemi.
Skatta-
lættin
»Í seinasta lagi 1. januar 2017
skal ein arbeiðsbólkur hava
endurskoðað skatta- og
avgjaldsskipanina, so hon
verður rættvísari og meira
gjøgnumskygd. Skatturin
skal vera stigvaksandi bæði
fyri løn og pensjón, og lág-
og miðallønt skulu hava ein
lætta. Skattaskipanin skal
sum heild stuðla fólki og
fyritøkum at virka í Føroyum
heldur enn uttanlands.«
Ja, tað er rætt lisið. Tit fáa skatta
lættan, sum allir flokkar á tingi lovaðu
áðrenn valið. Tit fáa hann bara ikki
fyrr enn í 2017, tí samgongan vil ikki
»skrumbla« nakað ígjøgnum, eins og
samgonguflokkarnir ákærdu farnu
samgonguna fyri at gera. Nýggja
skattaskipanin verður minni fløt og
størri partur av pensjónini skal verða
umvegis Samhaldsfasta.
Samgonguskjalið
er øgiliga pent
skrivað, men tað
er í síðsta enda
arbeiðið, sum
verður gjørt, ið
hevur týdning«
Tóra við Keldu
Uttan spuna
Soleiðis
lesur tú
samgongu
skjalið
Samgonguskjalið hjá nýggja landsstýrinum setur politisku kósina
í komandi valskeiði. Orðini eru nógv og vendingar ofta tvítýddar.
Her bróta vit samgonguskjalið í smærri bitar og vísa tær, hvat
samgongan veruliga ætlar sær at fremja í komandi valskeiði
Forkvinnan í MBF
fegnast um vøkru orðini
í samgonguskjalinum. –
Men í síðsta enda er tað
arbeiðið, sum verður
gjørt, ið hevur týdning,
sigur Tóra við Keldu
...framhald á næstu síðu