hósdagur 17. september 2015síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 18. september 2015
sosialurin 107
13
Rógvi Nybo
Y
virhøvur eru tey í Megin
felag teirra, ið bera brek
í Føroyum, fegin um tey
brotini, ið snúgva seg
um rættindi teirra, ið bera brek í
Føroyum. Samgongan hevur eitt
nú sett sær fyri at ST-sáttmálin um
rættindi hjá teimum, sum bera brek,
eigur at verða virdur og fylgdur. ST-
sáttmálin varð settur í gildi fyri Før
oyar á sumri í 2009, men seinni hevur
frágreiðing, ið MBF hevur gjørt um
sáttmálan víst, at enn liggur ymiskt
á láni at fremja, áðrenn Føroyar fult
og heilt liva upp til sáttmálan.
ST- sáttmálin staðfestur verandi
borgarlig- og sivil mannarættindi.
Harumframt inniheldur sáttmálin
eisini ásetingar um búskaparlig,
mentunarlig og sosial rættindi,
umframt serlig rættindi til brekað,
so sum rættin til atkomu í víðari
merking, og um javnstøðu fyri
brekað.
Vøkru orðini krevja
nógv av øllum
Samgongan hevur nú sett sær fyri,
at ST-sáttmálin skal virðast og fylgj
ast. Tað fegnast forkvinnan í MBF,
Tóra við Keldur, eisini um. Serliga
hava tey eftirlýst at ein uttanhýsis
stovnur, sum er óheftur av politiska
myndugleikanum, verður settur at
hava eftirlit við, um Føroyar liva upp
til sáttmálan.
– Tað hava vit manglað, soleiðis
at tað ikki er landsstýrið, sum hev
ur eftirlit við sær sjálvum, staðfestir
Tóra við Keldu.
Yvirhøvur verður orðið javn
rættur ofta nýtt í samgonguskjal
inum. Bæði tá tað snýr seg um at
gongd til skúla, bústaðir og størv.
Eisini stendur at hvør einstakur
skal eiga møguleikan at smíða sær
eitt eydnuríkt lív eftir egnum huga
og evnum og at taka lut og ábyrgd
í samfelagnum. Talan er yvirhøvur
um pen orð, men Tóra við Keldu
greiðir frá, at vøkru orðini fara at
krevja nógv av øllum pørtum.
– Vit fegnast um, at so nógv
ítøkiligt stendur í samgonguskjal
inum. Men vit mugu eisini vera greið
yvir, at skulu vit eitt nú tryggja øllum
borgarum javnrætt, fer tað at krevja
ótrúliga nógv av øllum pørtum í
samfelagnum. Hetta eru stór orð at
liva upp til, sigur Tóra við Keldu.
Skal vísast í verki
Forkvinnan í MBF er tó ikki bangin
fyri, at stóru orðini bert eru fest í
samgonguskjalið fyri at man skal
vera politiskt korrektur.
– Tað er ikki mítt inntrykk hvør
fall. Sum eg dugi at síggja tað, eru
tað øgiliga dugnalig fólk á øllum
teimum landsstýrisøkjunum, ið vit
hava mest við at gera, so eg havi
góðar vónir um, at her kemur nógv
burturúr, greiðir Tóra við Keldu frá.
Hon minnir tó eisini á, at tað
skulu meira enn orð til.
– Í samgonguskjalinum hjá
undanfarnu samgongu stóð ikki
so nógv ítøkiligt um, hvat skuldi
gerast á hesum økinum, men sein
astu fýra árini er hent ótrúliga nógv.
Samgonguskjalið er øgiliga pent
skrivað, men tað er í síðsta enda ar
beiðið, sum verður gjørt, ið hevur
týdning, staðfestir Tóra við Keldu.
rogvi@sosialurin.fo
Vøkru orðini skulu eisini vísast í verki
Meginfelag teirra, ið bera brek í Føroyum, MBF, fegnast um at samgongan ætlar
at fylgja ST-sáttmálanum, og at samgonguskjalið staðfestir at øll skulu hava
javnrætt. Men vøkru orðini krevja nógv og skulu eisini vísast í verki
Formenninir í samgongu
flokkunum. Høgni
Hoydal, Tjóðveldi, Aksel
V. Johannesen, Javnaðar
flokkurin og Poul
Michelsen, Framsókn
Forkvinnan í MBF
Mynd: Álvur Haraldsen