hósdagur 17. september 2015síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 18. september 2015
sosialurin 107
14
tema Samgonguskjalið
Heilsuverk
»Orka og peningur skulu
brúkast skynsamt á teimum
trimum sjúkrahúsunum.
Fakligheitin skal hoyrast, og
sjúklingurin skal vera í mið
deplinum. Atlit verða tikin
til, at landfast ikki er millum
allar oyggjarnar.«
Hetta merkir í roynd og veru
bert, at sjúkrahúsini í Klaksvík og í
Suðuroy verða ikki niðurløgd. Møgu
liga verður føðideildin á Suðuroyar
Sjúkrahúsi endurreist, og verður
nakað flutt, er tað tí læknar og onnur
fakfólk siga, at tað er tryggast fyri
sjúklingin.
Sosialur
ójavni
»Samgongan ætlar sær ikki
at góðtaka, at sosiali ójavnin
økist, ella at fólk liva undir
fátækramarkinum. Serstakt
barnaískoyti verður tí latið
barnafamiljum, sum eru
serliga illa fyri. Eisini verða
skipanir og veitingar, sum
halda fólki í fátækraváða,
endurskoðaðar.«
Nógv umtalaða uppskotið um at
veita børnum í fátækraváða hjálp, sum
fyrst varð felt av gomlu samgonguni
áðrenn summarferiuna, síðani lagt
fram í broyttum skapi av Anniku
Olsen, táverandi landsstýriskvinnu í
Almannamálum, og sum fall burtur
tá val var útskrivað, verður nú framt.
Helst verður úrslitið ein millumloysn
millum upprunauppskotið og broytta
uppskotið. Tað merkir eitt ískoyti
á einar 20.000 – 30.000 krónur til
familjur, ið hava eina inntøku, ið
liggur undir markinum fyri at vera
í fátækraváða.
lestrar-
býur
»Samgongan vil menna
Fróðskaparsetrið – bæði
verandi útbúgvingar og
nýggjar. Íløgur verða gjørdar
í lestrarbý.«
Jú, tað er rætt lisið. Samgongan
hevur sett í samgonguskjalið, at
íløgur skulu gerast í ein lestrarbý.
Talan er altso um at seta gongd á
arbeiðið at fáa savnað virksemið hjá
Fróðskaparsetrinum í eitt sokallað
kampus, har lesandi og granskarar úr
øllum útbúgvingunum verða savnað.
Orðingin er tó óítøkilig, og at íløgur
verða gjørdar merkir ikki neyðturv
iliga at ein lestrarbýur er veruleiki
um fýra ár.
Fiskivinnu-
nýskipanin
»Spekulasjón við privatum
keypi og sølu av fiskirætt
indum verður steðgað, og
øll fyrisitingin av lógini um
vinnuligum fiskiskap eftir
mett. Ein grundleggjandi
nýskipan av fiskivinnuni
verður millum høvuðsmálini
hjá samgonguni. Ein breitt
samansettur arbeiðsbólkur
við fakligum førleikum
og vinnuligum royndum
verður alt fyri eitt settur
at gera tilmæli til politisku
skipanina um nýskipan í
fiskivinnuni frá 1. januar 2018.
Meginreglan er, at vinnan
skal virka eftir marknaðar
treytum.«
Hetta merkir at samgongan er
samd um, at okkurt skal gerast, og
at privat ikki longur skulu kunna
selja fiskiloyvi á sama hátt sum var
tað ein bilur. Samgongan kundi ikki
semjast um at fiskiloyvi skuldu selj
ast á uppboðssølu ella hvussu nógv.
Ístaðin nevna tey nøkur orð um
marknaðartreytir, men sum í roynd
og veru merkir tað sama – øll skulu
hava møguleika at sleppa framat
og eingin má eiga ov nógv. Arbeiðs
bólkurin er eitt pedagogiskt amboð,
og verður settur fyri at fáa vinnuna
at føla eitt sindur av ognarskapi av
uppskotinum, og tískil hava lættari
við at góðtaka nýggju skipanina, sum
vinnan tá sjálv hevur verið við til at
skapt. Víðari stendur um nýskipan
ina, at hon skal byggja á hesar aðal
reglur:
»Allur fiskiskapur skal vera
lívfrøðiliga, búskaparliga og
samfelagsliga burðardyggur«.
Hetta merkir bert at tilmælini frá
ICES og Havstovuni framyvir skulu
fylgjast.
»Fiskirættindi skulu vera á
føroyskum hondum.«
Útlendskur ognarskapur í feløg
um í fiskivinnuni skal vera minni
enn 50 prosent, og okkurt má gerast
við strámennirnar.
»Farast skal frá politiskari
útluting av fiskirættindum
til eina marknaðargrundaða
skipan.«
Samgongan veit framvegis ikki
hvussu nógv skal seljast, bara at fiski
rættindi skulu seljast til hægstbjóð
andi (sum lýkur allar hinar treytirnar
um føroyskan ognarskap, føroyskar
sáttmálar v.m.)
»Veiðan og alt av fiskinum
eigur at verða fingið til lands
og í størstan mun virðisøkt í
Føroyum«.
Hetta merkir at bæði fiskur og
innvølir skulu fáast til lands og so
vítt gjørligt virkast og viðgerast her á
landi, áðrenn tey verða flutt út. Eisini
um virkingin ikki í sær sjálvum virðis
økir liðugtvøruna.
Rógvi Nybo
F
róðskaparsetur Føroya
sær út til at hava fingið
ein góðan vin í nýggju
samgonguni. Í vár helt
Fróðskaparsetrið 50 ára stovn
ingardag, og í tá var nógv ljós varp
að á umstøðurnar hjá setrinum at
virka undir. Tá nýttu lesandi og
starvsfólk á Fróðskaparsetrinum
eisini høvi at seta fram nøkur føð
ingardagsynski, ið kundu bøta
munandi um umstøðurnar at
menna setrið víðari. Og tað sær út
til at flestu ynskini verða gingin á
møti í nýggja samgonguskjalinum.
Sigurd í Jákupsstovu, rektari á
Fróðskaparsetrinum, er sum heild
positivur um samgonguskjalið.
– Jú, vit eru positiv um nýggja
samgonguskjalið. Tað stendur
nevnt, at samgongan vil menna
Fróðskaparsetrið – bæði verandi
útbúgvingar og nýggjar. So
stendur eisini, at íløgur verða
gjørdar í lestrarbý við tilhoyrandi
bústøðum, granskingarkarmum
og mentanar– og frítíðartilboðum
til lesandi, og tá gangi eg út frá
at tey meina við eitt kampus til
Fróðskaparsetrið, sigur Sigurd í
Jákupsstovu.
Men eisini aðrir partar av sam
gonguskjalinum, ið ikki snúgva seg
beinleiðis um Fróðskaparsetrið,
benda á tann bógvin, at setrið fær
síni føðingardagsynski uppfylt.
– Tað stendur eisini, at heildar
ætlanin um fólkaflyting og fólka
vøkstur verður fylgd, og fyrsta
punktið í henni snúgva seg um
Fróðskaparsetrið. Eg haldi at
fyrsta punktið er at Setrið skal
hava eina hægri rakstrarjáttan.
Vit settu tá fram ynski um eina
rakstrarjáttan, ið er 30 milliónir
krónur hægri, soleiðis at vit koma
upp á 100 milliónir krónur. Og eitt
annað punkt er nevniliga at gera
eitt kampus. So tulka vit orðingina
um at fylgja heildarætlanini so
leiðis, bendir tað á at vit fáa okkara
ynski uppfylt, staðfestir Sigurd í
Jákupsstovu.
Taka tey upp á orðið
Umframt rakstrarjáttan og
kampus stendur eisini aðrastaðni í
samgonguskjalinum, at gransking
skal mennast og raðfestast innan
øki sum eitt nú orku, KT og ítrótt.
Hetta eru øki, Fróðskaparsetrið
longu arbeiðir innan, og tí bendir
eisini tað á, at meira fellur í lutin
hjá Fróðskaparsetrinum. Hartil
verður eisini nevnt, at samstarv
millum vinnuna og granskingar
umhvørvið skal mennast, og
tað bendir eisini á sama bógvin.
Leggja vit omaná tað, at bíligari
leigubústaðir skulu byggjast til
lesandi og at lestrarstuðulin skal
gerast kappingarførur, bendir
nógv á at Fróðskaparsetrið fær
bæði í posa og sekk.
– Og tá hetta stendur positivt
nevnt í samgonguskjalinum, ber
eisini altíð til at taka hesi mál
ini upp aftur um eini tvey ár og
spyrja, hvussu tað nú gongur við
at røkka málunum, sigur Sigurd
í Jákupsstovu, rektari á Fróð
skaparsetri Føroya.
Føðingardags
ynskini gingin
á møti
Sigurd í Jákupsstovu, rektari á Fróðskaparsetri
Føroya, fegnast sum heild um samgonguskjalið.
Fróðskaparsetrið stendur positivt nevnt, og
størstu føðingardagsynskini verða gingin á møti
»Ferð skal setast á arbeiðið at fáa savnað alt virksemið hjá
Fróðskaparsetrinum í eitt sokallað kampus. Tá verður liðugt at
búgva í spjaddum og niðurslitnum bygningum sum hesum«
Rektarin á Fróðskaparsetri Føroya, Sigurd í Jákups
stovu, fegnast um átøkini í samgonguskjalinum, ið
snúgva seg um Fróðskaparsetrið. 50 ára føðingardags
ynskini fara helst at gerast veruleiki
Rektarin á Fróðskaparsetrinum
Savnsmyndir