Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-17, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. september 2015síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 18. september 2015 sosialurin 107 15 »Serlig skipan kann gerast fyri útróðrarflotan.« Her hevur formaðurin í Suður­ streymoyar Útróðrarfelag, Mortan Johannesen, bóndafangað allar før­ oysku politikararnar. Samgongan er noydd at lurta eftir Mortan Johanne­ sen, sum dag um dag ringdi inn til allar flokkarnar í útvarps­send­ing hjá Kringvarpinum, og setti øll­um sama spurning. Eingin tordi at siga honum ímóti. Tí noyðist henda orð­ingin at verða við í sam­gongu­skjal­inum. Strand- ferðslan og tunlar »Arbeiðast skal fram ímóti at javnseta ferða- og flutnings­ kostnaðin kring landið. Tæn­ astan fyri fólk og farm hjá Strand­faraskipum Landsins skal bøtast.« Samgongan ætlar at gera tað bílig­ ari at ferðast við Strand­fara­skip­um Landsins. Nevnt hevur eis­ini verið, at Smyril skal sigla tríggjar túrar dag­liga ístaðin fyri tveir. Sam­stund­is nevnir samgonguskjalið at hildið verð­ur fast um semjuna um Eystur­oyar- og Sandoyartunnilin. Í longd­ini loysir hetta trupulleikarnar við Sandoyar­ siglingini. Fólka- vøkstur »Heildarætlanin 'Fólkaflyting og fólkavøkstur' verður tikin í álvara, og tilmælt átøk verða sett í verk«. Hetta merkir millum annað, at fleiri út­búgvingar skulu setast á stovn, at bíligari leigubústaðir skulu byggj­ast til lesandi og ungar barna­ fam­iljur og at fíggjarligu korini »so líð­andi skulu gerast kappingarfør« við tey uttanlands. Altso fleiri út­ búgv­ing­ar og leigubústaðir nú, so mugu vit hyggja upp á lestrarstuðul og skatta­viður­skifti hjá lesandi, tá ráð verða til tað. Yvirtøkur »Hesi mál verða tikin á før­oyskar hendur í hesum valskeiðnum: • Útlendingamál • Loftrúmið • Persóns-, familju og arvarættur« Her hava Tjóðveldi og Framsókn fingið eitt sindur í teirra part, so­leiðis at talan ikki verður um eina líka sam­ ríkisliga samgongu sum undan­farnu, ið eisini at frá byrjan hevði tríggjar sjálvstýrisflokkar við. Talan er ikki um kollveltandi yvirtøkur, men nokk til at sissa sjálvstýrisrøddirnar um, at tað gongur rætta vegin. Hetta hong­ ur eisini saman við, at flokkarnir vilja tryggja at búskapurin hongur saman aftur, áðrenn meira verður gjørt á hes­um økinum. Sí punktið um ríkis­ veit­ing. Ríkis- veitingin »Ríkisveitingin verður fyrst fastfryst og seinni minkað«. Hetta merkir at blokkurin skal ikki prístalsregulerast, so hann veksur við prísunum. Hetta merkir eisini at allar yvirtøkur ikki verða fyrr enn seint ella seinast í valskeiðinum, tí blokkurin kann bert minka so hvørt málsøki verða yvirtikin. Yvirtøka av málsøki merkir í grundini bert at vit sjálvi gjalda og valda á málsøkinum fram­yvir, altso minkar blokkurin sam­svarandi. Haldførur og sjálv- berandi búskapur »Eitt av høvuðsmálunum hjá samgonguni er at tryggja haldførið í búskapinum og at vísa fíggjarliga ábyrgd. Tí skal fígging vera til øll átøk.« Leysliga umsett: Vit ætla at gera alt, sum er nevnt omanfyri, men megin­parturin má bíða til vit aftur hava yvirskot á fíggjarlógini og/ella eru samd um aðrar inntøkur, eitt nú til­feingis­gjøld. Etisk mál »Í sonevndum etiskum málum stendur hvørjum einstøkum tingfólki frítt at atkvøða eftir egnari sannføring.« Hetta nerta vit ikki við klovanum. Etisk mál verða hvørki uppraðfest ella niðurbundin. Hetta hongur óloys­iliga saman við tí, ið ikki stóð í sam­gongu­skjalinum, nevniliga at loyvt skal verða samkyndum at víg­ ast borgar­liga. rogvi@sosialurin.fo Rógvi Nybo H óast mentan og list ikki fingu serliga nógva rúmd í sjálvum val­dyst­inum, sum í størri mun varð merktur av tosi um skatta- og fiskivinnupolitikk, fær mentan drúgva umtalu í sam­ gonguskjalinum hjá nýggju sam­ gonguni millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn. Ein av teimum, ið serliga fegnast um hetta er stjórin á Leikpalli Føroya, Jenny Petersen. – Vit eru ótrúliga positiv um sam­gonguskjalið. Tað tykist sum at hesi fólkini veruliga hava ver­ið tilvitað um týdningin av at rað­ festa mentan høgt. Mentan stóð positivt nevnd í valskráunum hjá fleiri flokkum, men í sjálvum val­dyst­inum hoyrdu vit lítið og einki um mentan. Men nú stendur mun­andi meira um tað í sjálvum sam­gongu­skjalinum, sigur Jenny Petersen. Jenny Petersen nevnir, at týdn­ ingurin á mentan sæst aftur longu í innleiðingini til samgonguskjalið, har dentur verður lagdur á, at Føroyar eru millum ríkastu tjóðir í heiminum, við ovurstórum náttúru­ríkidømi, ríkari mentan, skap­andi og dugnaligum fólki og fram­taks­hugaðum vinnulívi. Endiliga kemur tjóðleikhúsið Eitt av evnunum, ið serliga hava hennara áhuga, er at tað stendur positivt nevnt, at »samgongan vil seta ferð á arbeiðið við tjóð­leik­ húsi«. Ætlanirnar um at byggja eitt tjóðleikhús hava fleiri ferðir fingið positiva um­røðu í val­dyst­ unum, men eru síð­ani dotnar niður­ímillum, tá sam­gongu­skjøl­ ini eru skriv­að. Hesa ferð hev­ur tjóð­leik­húsið fingið pláss í sam­ gongu­skjal­inum. – Hetta hevur leingi ligið á láni. Tað er eisini eitt mark fyri, hvussu leingi tú kanst halda fólki uppi við práti, áðrenn tey missa trúnna og hugin at skapa. Hetta vísir, at mann veruliga ætlar nakað á øk­ inum, sigur Jenny Petersen. Jenny Petersen er tó greið um, at eitt samgonguskjal er eitt so­ kallað arbeiðsskjal, og at enn liggur nógv arbeiði eftir, áðrenn komið er á mál við at skapa mentan og list betri sømdir og at byggja eitt nýtt tjóðleikhús. Men hon hevur góðar vónir um at tey eisini verða tikin upp á ráð, tá meira ítøkiliga ar­beiðið verður sett í verk. – Ja, vit gleða okkum til at hetta verður sett í gongd, og eg vóni veruliga at vit eisini verða brúkt. Tað er altíð spennandi við nýggj­um fólki, og vit vóna at tað kem­ur nakað konkret burturúr hes­um orðingunum, sigur Jenny Petersen, stjóri á Leikpalli Føroya. Endiliga kom tjóðleik- húsið við Stjórin á Leikpalli Føroya, Jenny Petersen, fegnast um positivu viðferðina, mentan fær í samgonguskjalinum, og serliga at eitt nýtt tjóðleikhús eisini verður nevnt »Samgongan vil seta ferð á arbeiðið við tjóðleikhúsi« stendur í samgonguskjalinum. Stjórin á Leikpalli Føroya er vónrík um, at ítøkilig úrslit koma burturúr hesum ætlanum, og fegnast um ta rúmd, mentan og list hevur fingið í samgonguskjalinum hesaferð Yvirtøka av málsøki merkir í grundini bert at vit sjálvi gjalda og valda á málsøkinum fram­yvir, altso minkar blokkurin sam­svarandi. Stjórin á Leikpalli Føroya