hósdagur 17. september 2015síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 18. september 2015
sosialurin 107
16
Familjur hjá politikarum
Hóast maðurin nú hevur fingið nýtt starv, ætlar Katrin Didriksen
Apol ikki at knýta sín samleika at starvinum hjá manninum
Danjal av Rana
A
ksel V. Johannesen bleiv
fyrr í vikuni 13. løgmaður
Føroya, og hóast tað utt
an iva fer at broyta ger
andisdagin hjá familjuni, ætlar kona
løgmans, Katrin Didriksen Apol, ikki,
at familjan skal líða undir nýggja
starvinum hjá manninum.
– Ein av synunum spurdi meg her
fyri, hvat vit blivu, tá babba verður
løgmaður. Eg svaraði, at tú verur júst
tann sami, sum tú altíð hevur verið,
og tað vera mamma og babba eisini,
sigur Katrin Didriksen Apol, sum
vónar, at gerandisdagurin kann halda
fram, sum hann hevur higartil.
Familjan hevur longu merkt,
hvussu ógvusliga ting kunnu broyt
ast, tá ein gerst virkin í politikki.
Katrin Didrisen Apol og Aksel V.
Johannesen eiga tríggjar synir, sum
eru níggju, seks og tvey ára gamlir.
Miðlingurin var einans vikugamal,
tá pápi hansara í 2009 gjørdist lands
stýrismaður á fyrsta sinni og trein
inn á politiska pallin.
– Tað var sum ein lavina, ið fór á
rull og hevur rullað síðani, og sum
næstan ikki er til at stýra. Aksel hevur
eisini verið fíggjarmálaráðharri fyrr,
sum eisini er eitt sera krevjandi starv,
so vit hava roynt hetta í ávísan mun,
sigur hon, men ásannar samstundis,
at nýggja starvið setur nýggj krøv til
mannin.
Hon sigur, at higartil hava tey
varðveitt eina góða javnstøðu í
hjúnarbandinum, millum annað hvat
húsliga arbeiðinum viðvíkur.
– Vit keypa bæði inn, gera bæði
mat, skifta bæði blæður, og tað javn
vágina í arbeiðsbyrðu vóni eg, vit
kunnu varðveita, sigur hon, tó at
hon fullvæl veit, at tað er sannlíkt, at
maðurin verður vetið meiri upptikin
komandi tíðina.
Ikki valt at vera
løgmansfrúa
Katrin Didriksen Apol hevur tó
Eg skuldi satt
at siga ynskt, at
ein barnagenta
fylgdi við embæt
inum. Aksel
plagar at siga, at
eg eri meiri upp
tikin enn hann«
Katrin Didriksen Apol
Eg eri ikki
løgmans-
frúa
Mynd: Álvur Haraldsen