hósdagur 17. september 2015síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 18. september 2015
sosialurin 107
17
sett sær fyri, at hon ætlar ikki, at
nýggja starvið hjá manninum skal
broyta lív hennara í ov stóran mun,
tí, sum hon sigur, dreymur henn
ara hevur ongantíð verið at ger
ast løgmansfrúa. Hon er sjálv út
búgvin cand.mag í miðlafrøði av
Københavns Universitet og hevur í
nógv ár starvast innan samskifti og
marknaðarføring.
– Eg havi ikki valt at vera kona
løgmann. Aksel hevur fingið eitt nýtt
starv, men eg eri ikki løgmansfrúa
fyri tað, hansara starv hevur einki
við meg at gera, broytir ikki mín sam
leika. Tað er ikki tað, at eg ræðist al
menna ljósið og vil halda meg aftur,
men hansara starv hevur sum so
einki við mín person at gera, sigur
Katrin Didriksen Apol
Hon vísir á, at Aksel V. Johannesen
ikki var virkin í politikki, tá tey
møttust, og at bæði høvdu dreymar og
vónir, sum tey vildu strekkja seg eftir.
– Eg hevði aldrin kunna fyrigivið
mær sjálvari, um eg bremsaði hansara
dreymum, og eg ivist ikki í, at hann
heldur ikki vil forða mær at náa
mínum dreymum. Eg ætli mær ikki
at gera avkall upp á hvør eg eri, hóast
hann nú er vorðin løgmaður. Eg má
geva honum tað rúm, honum tørvar,
tó uttan at missa meg sjálva burtur.
Eg vænti, tað verður ov strævið fyri
meg, um eg traðki ov nógv aftur og
ikki serliga spennandi hjá mær, sigur
hon, men ásannar samstundis, at
ávísar tillagingar verða neyðugar.
– Eg skuldi satt at siga ynskt, at ein
barnagenta fylgdi við embætinum.
Aksel plagar at siga, at eg eri meiri
upptikin enn hann, tí eg eri virkin
í nevndararbeiði og innan ítrótt. Eg
vóni, eg kann halda fram við tí, og
at Aksel millum annað enn hevur
møguleikan at fara til frítíðarítriv
við børnunum av og á.
Hon sigur, at hon hevur altíð verið
áhugað í politikki. Hon er útbúgvin
miðlafrøðingur og heldur, at politiska
samskifti er sera spennandi.
– Eg tími væl politikk. Eg havi ofta
hug at blanda meg upp í politiska
kjakið á Facebook, men nú má eg
sjálvandi vera varin, tí alt eg skrivi,
verður tulkað sum kona løgmans,
sigur Katrin Didriksen Apol, sum
samstundis vónar, at hon ikki verður
skánað ov nógv.
– Vit tosa nógv um politikk í
mínum vinaskara, men tað kann
vera, at vinkonurnar verða varnari,
nú Aksel er løgmaður.
Vil ikki byggja múrar
Fyrstu teknini um, at maðurin er
vorðin løgmaður, er longu komin.
Katrin Didriksen Apol sigur, at hon
millum annað longu hevur fingið
fleiri vinarumbønir á Facebook frá
fólkum, hon ikki hevur hóming av,
hvørji eru. Hon vónar tó, at henni
fer at megnast, at halda politiska lív
mansins atskilt frá familjulívinum.
– Eg vóni, at vit sleppa undan, at
hava loyniligt telefonnummar heima
og at heimið kann vera eitt frístað
fyri okkum øll fimm. Eg veit, at fyri,
at Aksel skal kunna gera sítt arbeiði
til lítar, má baklandið vera trygt,
og tað verður mín uppgáva at taka
mær av. Tá hann kemur inn um gátt
ina heima, skal hann sleppa at vera
Aksel og ikki løgmaður, so at hann
kann slappa av. Vit skulu royna at
halda tað privata privat.
Løgmenn kunnu ofta vera fyri
hørðum ákoyringum, sum millum
annað júst fráfarni løgmaður, Kaj
Leo Holm Johannesen, upplivdi.
Hann valdi millum annað at siga síni
blaðhald upp, fyri at verja konuna
og børnini frá ákoyringunum, sum
vóru at síggja í prentaðu miðlunum.
Katrin Didriksen Apol sigur, at hon
hevur hugsað um, hvussu tað kann
ávirka teirra familju.
– Eg kann ikki fyrireika meg upp
á, hvussu eg fari at reagera, um øll
eru eftir manni mínum. Eg ætli tó
ikki at byggja múrar upp og trekka
meg aftur frá umverðini, men eg veit
ikki, hvønn ágang vit kunnu vænta
okkum.
– Tað koma allarhelst dagar, tá
eg vildi ynskt, at støðan hevði verið
annarleiðis. Nú skulu vit loypa út í
tað saman, hyggja at møguleikunum,
sum liggja fyri framman og ikki
forðingunum. Vónandi fái eg onkrar
spennandi møguleikar saman við
honum, sigur Katrin Didriksen Apol,
kona Aksel V. Johannesen, løgmann,
at enda.
danjal@sosialurin.fo
»Eg vóni, at vit sleppa undan, at hava loyniligt
telefonnummar heima og at heimið kann vera
eitt frístað fyri okkum øll fimm«
– Eg hevði aldrin kunna fyrigivið mær sjálvari, um eg
bremsaði hansara dreymum, og eg ivist ikki í, at hann
heldur ikki vil forða mær at náa mínum dreymum, sigur
Katrin Didriksen Apol, kona Aksel V. Johannesen
Mynd: Sigmar Mørkøre