Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-17, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. september 2015síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 18. september 2015 sosialurin 107 18 Familjur hjá politikarum – Eg minnist, at eg var til arbeiðis sum flogterna ávegis úr Keyp­ manna­havn til Føroyar tann dagin, tá ið misálitið móti pápa var fyri í Løgtinginum. Tað er tann longsti túrurin úr Keypmannahavn nakran­tíð, sigur Linda Viðoy, 22 ára gamla dóttir Jørgen Niclasen Tollmálið tók hart uppá familjuna Linda Viðoy Barbara Holm A t taka við einum av lands­ ins hægstu embætum er ein avbjóðing. Tað krevur av tær, at tú konstant stendur til svars fyri almenninginum og fjølmiðlunum. Tað viðførir, at tíni privatu viðurskifti í ein ávísan mun eru til viðgerar alment. Tað viðførir eis­ini, at allar tínar politisku avgerðir verða endavendar alment. Gert tú eitt mistak, so kann tað kosta tær sessin. Óansæð úrslit og arbeiðslag kostar valdið tær nógva almenna eksponer­ ing – um tú vilt tað ella ikki. Men hvussu er hjá familjunum handan politikaran? Tey, sum ikki hava valt at stilla seg fram, men kortini merkja sviðan av tí almenna ljós­kastaranum. Sosialurin hitti í vikuni 22 ára gomlu Lindu Viðoy, fyrr Linda Vest Niclasen, sum er dóttir ein av mest um­stríddu politikarunum í Føroyum sein­astu árini – Jørgen Niclasen. Vakra unga kvinnan fegnast. Hon fegn­ast um persónliga úrslitið hjá pápa­num, og innast inni, er hon helur ikki kedd um, at pápin nú endar í and­ støðu og fær meiri stundir til at vera um familjuna. – Mamma var glað, tí nú helt hon terassan mundi fara at blíva bygt, sigur Linda flennandi. Men tað hevur ikki altíð verið so lætt, sum tað er hendan dagin, vit hittu Lindu. At vera dóttir Jørgen Niclasen er spennandi og mennandi, men tað er eisini hart og krevjandi til tíðir. – Tað er sjálvandi bæði gott og ringt at vera dóttir ein toppolitikara. Øll børn verða ávirkað av hvat onnur halda um síni foreldur. Munurin er bara, at tá pápi tín er politikari, kenna øll hann og øll í Føroyum hava eisini eina meining um hann. Tað er bæði stutt­ligt og viðhvørt hart, sigur Linda Viðoy. Tollmálið sveið Tey flestu okkara kenna til umstrídda tollmálið, sum enn ikki er avgreitt, hóast høvuðspersónurin nú er uttan­ fyri politiska valdssentralin í Tinga­ nesi, nú nýggj samgonga er skipað millum Javnaðarflokkin, Tjóð­veldi og Framsókn. Fólkaflokkurin fekk ein frammaná til løgtingsvalið og eftir valið, tá ið ein av odda­persón­unum í flokk­inum – Annika Olsen – takk­aði fyri seg. Men í Sørvági val­kvøldið var hug­urin á einari leið. Mest av øllum tí Jørgen Niclasen gjørdi eitt gott persónligt val. Tað er eingin loyna, at eg eri errin av og síggi nógv upp til pápa mín. Óansæð ágangin havi eg ongan­tíð hugsað, at hann átti at givist í politikki« »Summi eru skiljandi, og summi eru minni skiljandi og hava sterkar meiningar um tað. Man lærir tó eisini av slíkum. Millum annað lærir man hvussu nógva orku man skal leggja í hvørt svar« Mynd: Álvur Haraldsen