hósdagur 17. september 2015síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 18. september 2015
sosialurin 107
19
Seinastu árini hava í stóran mun
verið merkt av politiskum buldri og
braki, og tað víðagitna tollmálið er
bert eitt í rúgvuni av umstríddum
málum. Men fyri familjuna Niclasen í
Sørvági er tað ivaleyst tað málið, sum
hevur kravt mest.
– Tað fylti nógv hjá okkum. Tú
verður allatíðina møttur við spurn
ingum og viðmerkingum frá fólki.
Summi eru skiljandi, og summi eru
minni skiljandi og hava sterkar mein
ingar um tað. Man lærir tó eisini av
slíkum. Millum annað lærir man
hvussu nógva orku man skal leggja
í hvørt svar, sigur Linda Viðoy.
Og hóast tað mangan verður sagt,
at føroyingar eru so fólkaligir og
skiljandi, so var tað ikki altíð støðan
fyri Lindu.
– Tað vóru nógv, sum ikki vóru
skiljandi yvirfyri tí, sum var hent.
Men eg haldi ikki eg hevði so torført
við at svara spurningunum sum
komu, tí vit tosaðu nógv um tað
heima, sigur Linda.
Meðan málið var í hæddini
vóru nógvar greinar, útvarps og
sjónvarpsinnsløg gjørd um tollmálið,
og tað var til tíðir hart at fylgja við í.
– Tað harðasta er ikki at hoyra
hvussu málið fór fram fyri 25 árum
síðan. Tað harðasta er at síggja
hvussu málið verður borið fram í
fjølmiðlunum, hvørjar yvirskriftirnar
eru og hvat nú er filmað til tey ymisku
innsløgini. Ein dagin vit hugdu eftir
Dag&Viku fór 12 ára gamli beiggi mín
yvir og sløkti sjónvarpið. Vit hugdu
øll spyrjandi, men tá tímdi hann ikki
at síggja tað meira, greiður Linda frá.
Fyri Lindu er tað serstakliga ein
dagur, sum stendur klárur í minn
inum. Tað var dagurin,
tá ið misálitið móti
Jørgen Niclasen
skuldi fyri í
Løgting
inum.
– Eg var til arbeiðis tann dagin
umborð á Atlantic. Vit flugu heim
úr Keypmannahavn tað løtuna, tá
ið misálitið fór til atkvøðugreiðslu,
minnist hon.
Hendan dagin var flogfarið á
tremur við fólki. Og kring hana í
flogfarinum varð dúgliga tosað um
misálitið, um tollmálið og um Jørgen
Niclasen sum heild.
– Tey vistu sjálvandi ikki hvør eg
var. Eg kundi ikki blanda meg uppí
samrøðurnar, tí tað løtuna var mítt
arbeiði at flúgva ferðafólkini trygt úr
einum stað í annað. sigur Linda.
Túrurin til Føroya tóktist ongan
enda at fáa. Í flogfarinum á fremsta
bonki sat Kaj Leo Holm Johannesen.
Tá hann tendraði fyri telefonini aftur
í Vágum fekk hann sms-boð inn um
niðurstøðuna.
– Eg minnist hann hugdi uppá
meg og segði "hann kláraði tað", sigur
Linda.
Minst til at spyrja
Linda og familja hennara kunnu
ivaleyst anda eitt sindur lættari
komandi árini, nú Jørgen Niclasen og
Fólkaflokkurin eru farin í andstøðu.
Fyri Lindu hevði tað sjálvandi verið
stuttligt at sæð pápan hildið fram í
eitt av landsins hægstu embætum,
men hon dylur ikki fyri, at fríløtan frá
politiska meldrinum kemur væl við.
– Eg eri sjálvandi sera errin av
pápa mínum. Men hann dugir so
nógv annað enn at vera politikari,
og tað er á onkran hátt eisini deiligt,
at hann komandi árini hevur meira
tíð til aðrar leiklutum í lívinum enn
bara politikaraleiklutin, sigur Linda.
Jørgen Niclasen hevur verið
politikari alt tað Linda kann minnast.
Hon kennir ikki til aðrar veruleikar.
– Tað er eingin loyna, at eg eri errin
av og síggi nógv upp til pápa mín.
Óansæð ágangin havi eg ongantíð
hugsað, at hann átti at givist í
politikki, sigur Linda.
Spurd um hvat hon heldur, at
familjurnar, sum nú eiga onkra í
landsstýrinum, skulu gera, tá ið
ágangurin verður stórur, er hon ikki
í iva.
– Tosa um tað heima! Tað mest
umráðandi er at spyrja. Ikki lata teg
ávirka av tí, sum onnur siga, men
spyr inntil hvat tað snýr seg um. Tá
tú veitst hvussu tað hongur saman,
so verður tað lættari at fyrihalda seg
til, sigur Linda.
Eini onnur góð ráð, sum Linda
heldur tey nærmastu hjá politikarum
eiga at taka til sín er, at halda seg
burtur frá viðmerkingunum á
tíðindaportalunum.
– Eg havi mangan hug at lesa við
merkingarnar og svara aftur, men
tað er sera orkukrevjandi og loysir
einki. Hinvegin er tað ofta særandi
at lesa. So eg lati bara vera, sigur
unga kvinnan, sum í dag lesur til
flogskipara.
barbara@sosialurin.fo
»Eg kundi ikki blanda meg uppí
samrøðurnar, tí ta løtuna var mítt
arbeiði at flúgva ferðafólkini trygt
úr einum stað í annað«
– Tað er sjálvandi bæði gott og ringt at vera dóttir ein toppolitikara. Øll børn verða ávirkað
av hvat onnur halda um síni foreldur, sigur Linda Viðoy, dóttir Jørgen Niclasen
Mynd: privat