Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-17, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. september 2015síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 18. september 2015 sosialurin 107 20 Fyri summar filmsleikstjórar er tónleikurin ofta eins týdningarmikil sum myndirnar ella sjálvur dialogurin í einum filmi. Flestu Quentin Tarantino-viðhaldsfólk halda nokk, at uttan eyðkenda sangin í Reservoir Dogs, »Stuck in the Middle« ella »Misirlou« í Pulp Fiction, høvdu hesir filmar ikki havt hetta heilt serliga, ið sermerkir teir Sigurjón Einarson T á Quinten Tarantino skal finna fram til ein ser­lig­an karakterleiklut í ein­um av sínum filmum, leitar hann ofta gjøgnum sítt stóra tónleika­ savn fyri at finna fram til røttu per­ són­lig­heitina ella rætta huglagið. Tessvegna hevur hann m.a. brúkt sangin »Misirlou« hjá konginum av brimfjøl-gittaranum, Dick Dale, tá Pulp Fiction byrjar. Tað situr eitt par í einari amerikanskari matstovu, har tey tosa saman sum vanligir borg­ar­ar. Men brádliga eru tveir revolv­arar á borðinum og bumm, so fer tón­leik­ urin ígongd! »Misirlou« er ein sterkur sangur, fullur av orku, ið riggar ótrú­ liga væl sum byrjan uppá ein film. Kanska besta byrjan í einum filmi nakran­tíð? Áðrenn Elvis Tað var hendan kenslan, ið eg fekk – at eg brádliga var í einum filmi hjá Quentin Tarantino, eftir at hava hoyrt tónleikin hjá gøtumanninum, Lyon Hansen, ið fyrr í summar lat sína útgávu út, sum ber heitið, Lyon. Fyri mær er hendan tónleikaútgávan, við 11 sangum, eins og ein filmur. Hetta hoyra vit í fyrsta sanginum, »Miss Death«, á 57 sekund, har tankarnir verða førdir til byrjanina av einum ella øðrum filmi, og vit síggja eitt myrkt og dapurt landslag, meðan sang­urin um deyðan, ið her er ílatin í kvinnu­skapilsi, ljómar í bakgrundini. Í sang­inum hoyra vit um tann einliga her­mannin, ið veit, at deyðin hevur sett honum stevnu: »Miss Death, I salute your beauty...tonight you´ll be my wife!« Og so er pallurin settur! Ein sera rámandi og álvarsamur sangur frá Lyoni, ið minnir um upptøkur frá sendi­røðini í Kringvarpi Føroya, Áðrenn Elvis, sum Meinhard Jensen stílaði fyri á sinni. Røddin hjá Lyon Hansen er her eins og hjá einum afro-ameri­kanskum manni í einum av amerikansku suðurstatunum, ið syngur um neyð og vesaldóm. Hetta er beint á og rátt! Um ein nú heldur, at restin av út­gávuni fer at ljóða eins dapurt og rátt, so fer ein skeivur, tí í næstu sang­ unum er tónin skiftur, hóast evnið enn er tungt. Tónalagið í »Blood« er lætt og argandi, meðan teksturin ber brá um nakað heilt annað. Klaverið spælir nakrar fáar og monotonar tónar, ið undirbyggir tað argandi í sang­inum. Í lagnum »Sister« og »Glowing in the Dark«, er klaverið skift út við klassiska gittaran, men her er sermerkta røddin hjá Lyon aftur er í hásæti. Og mín sann um ein sigoynara­ sang­ur ikki eisini sníkir seg framat á útgávuni. Veit ikki, um Lyon við vilja argar meg sum áhoyrara, men soleiðis følist tað við lagnum »A Ship«. Eg lurti tó við einum skeivum smíli. Tarantino-tónleikur Men so kemur tað, ið vit øll hava bíðað eftir; spenningsløturnar í fil... tónleikaútgávuni! Frá skering seks, »In Your World«, og úteftir eri eg í einum Tarantino filmi. Her kem­ur brimfjøl-rokkurin við serliga gittar­ ljóðinum veruliga til sín rætt. Sjálvt Dick Dale hevði viðurkent hetta, um hann fekk møguleika at hoyra henda partin – besta partin – av útgávuni hjá unga gøtumanninum. Í »Muddy Stream« eri eg íholt við at fáa eitt jarnbreytarfar av sporunum, meðan eg í sanginum, »Ode to War«, eri í meksi­kanskari naggatódn við størsta ill­menni í filminum. Gittarin hjá Lyon stýrir myndatólinum og røddin lýsir spentu støðuna. Ver ikki fyri! »The Highlands« boðar okkum frá, at nú er út­gávan við at enda, men har er tó ein óvæntað gongd í endanum av sang­inum. Tað er eitt lánt tónleikaverk í út­gáv­uni, »Sarabande«, ið er eitt klass­iskt stykkið eftir Händel, sum m.a. leik­stjórin, Stanley Kubrick, nýtti í sínum meistaraverkið, Barry Lyndon. Her hevur Lyon Hansen gjørt eina framúr góða tulking av klass­iska stykkinum, sum eg gjarna sá í onkrum filmi ella sjónvarpsrøð. Seinasta lagið, »Sleep«, har klaver­ið kemur inn aftur, er ein e i n ­k e n n ­i l ig u r sang­ur, ið verður nýttur, tá rullu­ tekst­ir­nir koma á skíggj­an í enda­ num av einum filmi, so vita tit tað! Tá tað kemur til at skilja, hvat fyri møguleikar ein sangur hevur fyri ein film, hevur Tarantino langtsíðani prógvað, at hann veit hvat hann ger. Spyrt tú meg, um Lyon Hansen veit av, hvat hann ger, so freistist eg til at siga ja! Lyon fær fýra stjørnur út av fimm. tónleikur Filmstónleikur í hásæti frá Lyon ★★★★★ »So kemur tað, ið vit øll hava bíðað eftir; spennings­ løturnar í fil...tónleikaútgávuni! Frá ‘In Your World’, eri eg í einum Tarantino filmi. Her kemur brimfjøl-rokkurin við serliga gittarljóðinum veruliga til sín rætt« Mynd: Lydia Hansen Ummæli