hósdagur 17. september 2015síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 18. september 2015
sosialurin 107
21
FYRILESTUR
Vit og Asia
Norðurlandahúsið og Fróðskaparsetur Føroya hava gjørt eitt
nýtt samstarv um at skipa fyri almennum fyrilestrum, ið viðgera
akademisk evni. Ætlanin er at fáa granskarar og aðrar serfrøðin-
gar at kunna um ymisk tíðar hóskandi og viðkomandi evni. Byrjað
verður í september við fyrilestri hjá Geir Helgesen. Geir Helgesen
er Asiagranskari og spyr í fyrlestri sínum: Eru vit á veg inn í eina
nýggja heimsskipan? Kina, Korea og Japan eru áhugað í Arktis
og harvið í okkara parti av heiminum. Bræðingin av ísinum og
atgongd til nýggjar siglingarleiðir, nýggj ráevni, fi sk og eina
órørda náttúru draga fíggjarligu risarnar úr Asiu og eisini nógv av
fólkinum úr hesum fjølbygda heimsparti, sum mennist skjótt.
Týsdagin 22. sept. kl.19.30 í Skálanum.
Fyrilestrarøðin heldur fram uml.
einaferð um mánaðin til mai 2016.
Ókeypis atgongd.
KONSERT
Ármann Helgason (IS), klarinett og
Jóhannes Andreasen (FO), klaver
Ármann Helgason er kendur íslendskur klarinett leikari.
Hann er útbúgvin á Royal Northern College of Music
í Manchester, hevur spælt konsertir víða um lond og
hevur m.a. tikið klarinettkonsertirnar hjá Mozart og
Copland upp saman við íslendska symfoniorkestrinum.
Til hesa konsertina spælir hann saman við føroyska
klaverúrmælinginum Jóhannesi Andreasen. Umframt frá-
líkan norðurlendskan tónleik eftir tónaskøld sum Þorkell
Sigurbjörnsson, Kára Bæk og Einojuhani Rautavaara
fara Ármann og Jóhannes at spæla romantisku sonatuna
í Ess-dur eftir Johannes Brahms.
Sunnudagin 27. september kl 16.00 í Klingruni .
Atgongumerki 100 kr.
TÓNLEIKUR
SJÓNLEIKUR
MENTAN
í Føroya heitasta húsi
SJÓNLEIKUR
Veitslan
Eftir Thomas Vinterberg og Mogens Rukow.
So verður Veitslan endiliga hildin í Føroyum.
Helgi Dýrindal-Joensen fyllir 65 og heldur sjálvandi
stóra veitslu. Elsti sonurin heldur røðu og biður
pápan velja millum ta gulu og ta grønu røðuna. Og so
koma loyndarmálini fram í ljósið.
Danski klassikarin er broyttur til heimlig viðurskifti,
og er ein stór norðurlendsk verkætlan við luttakarum
úr Íslandi, Grønlandi, Danmark, Noregi og Føroyum.
Kristianna Winther Poulsen, framleiðari, og Marita S.
Dalsgaard, leikstjóri, hava tikið stig til verkætlanina.
19.–23. september kl. 20.00
(umframt 20. september kl. 16.00) í Høllini.
Atgongumerki 240 kr.
FRAMSÝNING
Eyes as Big as Plates
Eyes as Big as Plates er ein verkætlan, ið Riitta
Ikonen úr Finnlandi og Karoline Hjort úr Noregi hava
gjørt í samstarvi við eldri fólk úr øllum Norður-
londum. Pensjóneraðir bøndur, djóra frøðingar,
blikksmiðir, operatónleikarar og 90 ára gamlir fall-
skíggjaleyparar vórðu latnir í hugfl oygdar búnar úr
nátturutilfari og síðani fotograferaðir úti í náttúruni.
4. september – 4.oktober í Dansistovuni.
Ókeypis atgongd
Norðurlandahúsið