Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-17, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. september 2015síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 18. september 2015 sosialurin 107 22 – Eg eri simpul og royni at liva mítt lív og ikki verða órógvaður av hvussu hini vilja hava meg at liva. Eg havi eisini funnið hvíld í at vera kreativur. Tað at tekna er terapeutiskt fyri meg og er alneyðugt, sigur listamaðurin Jan Nystrøm, sum Sosialurin hitti til eitt prát herfyri Funnið hvíld í at vera kreativur Jan Nystrøm Annika Kunoy Im 33 ára gamli klaksvíkingurin í Nólsoy lýsir seg sjálvan sum tolnan. Hetta hevur hann sjálvur sannað síðani hann byrjaði at arbeiða í barna- og ung­dóms­húsinum Látrið, eftir at hava arbeitt við fiski í nógv ár. Eisini eru arbeiðistíðirnar góðar og gera tað møguligt hjá Jan at arbeiða við animatión, tónleiki, tekning og øðr­ um verkætlanum við síðuna av. – Hetta er ein stór broyting fyri meg, tí børnini eru ikki sum fiskararnir, flennur hann. Tá ein arbeiðir við børnum kann ein hvíla í tí banala og tað í sær sjálvum er ein nýggj avbjóðing. Eisini hava vit eitt nýtt ungdómshús í Látrinum og har royni eg at lirka tað listarliga inn fyri at vita um onkur teirra hevur áhuga í hes­um. Eg eri sannførdur um, at tað er júst í hasum aldrinum, at tey ungu hugsa, at tekning er ov barnsligt, og tí velja tey tað frá. Her fái eg ein gyltan møguleika at geva teimum íblástur til ikki at hugsa soleiðis, tí tað er nógvur kreatevitetur sum fer til spillis, tá man verður vaksin, sigur hann hugsunarsamur Einasti klaksvíkingurin í Nólsoy Jan Nystrøm er, sum áður nevnt, klaksvíkingur, men reikar nógv, sigur hann sjálvur. – Eg havi flutt serstakiliga ofta í lívi mínum, og eg havi líti við mær tá eg flyti. Eg eri í Nólsoy nú, tí ein vin­ maður mín býr har og hevur fam­ilju har og vit arbeiða báðir innan ani­ ma­tión. Eg haldi, eg eri einasti klaks­ víkingurin í Nólsoy, og Nólsoy er tað feitasta staðið eg kundi verið júst nú. Fólkini eru serlingar og tað dámar mær stak væl, tí tað er aksepterað og vælkomið har, sigur hann við einum skeivum smíli. Sjálvt um Jan ikki dámar at verða ov leingi á einum staði, so ætlar hann at verða búgvandi í Nólsoy í minst eitt ár afturat. – Eg eri so glaður fyri Nólsoy, sum eg haldi er tað besta staðið fyri meg júst nú, hóast verkætlanin við animatión, sum upprunaliga leiddi meg har, datt eitt sindur niður fyri, greiðir hann frá. Áhaldni fremur úrslit Árið fyri, at Jan flutti til Nólsoyar at búgva, hevði hann brúkt uppá tekn­ ing­ina, og bert tekningina. Hetta var eitt ár har hann veruliga legði alla orku sína í listina. – Hetta árið gjørdi mun, sigur Jan, sum heldur áfram við at siga, at tosar tú við fólk, sum eru væleydnað og fáa góð úrslit, so er niðurstøðan altíð hin sama: ætlar tú tær víðari, so mást tú halda áfram við arbeiðinum. Tí teknaði eg frá tí eg vaknaði til eg fór í song hetta árið. Og tí havi eg eisini eini sjey teknibøkur sum eru alt ov fullar, sigur hann. Jan heldur at vit vaksnu ofta hava torført við at góðtaka listafólk sum ein vanligan part av samfelagi okkara. Tey verða ofta umtalaði sum fólk, sum ikki veruliga passa inn í smíðaða samfelagið – og hetta er ein missur. Eg eri so glaður fyri Nólsoy, sum eg haldi er tað besta staðið fyri meg júst nú, hóast verk­ ætlanin við animatión, sum upp­runa­liga leiddi meg har, datt eitt sindur niður fyri« »Eg havi nøkur hugskot í høvdinum, sum verða til eini 20 ella 30 myndir. Alt av hesum verður ikki borðbart, og tað leggi eg onki í« Myndir: Álvur Haraldsen