hósdagur 17. september 2015síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 18. september 2015
sosialurin 107
23
– Fólk sum síggja myndirnar siga ofta, at eg eri samfelagskritikkari,
men eg haldi ikki sjálvur, at eg hugsi so nógv um samfelagið,
hóast eg kanska geri tað ótilvitað, sigur Jan Nystrøm
– Hugflogið hvørvur tá man
verður vaksin, tí tann vaksna tilveran
góðtekur ofta ikki at man fer yvirum
mørk við hugflognum. Vit vita jú, at
næstan øll listafólk fáa ta skotsmál,
at tey eru serlig. Men man kann jú
velja hvørt man vil gerast vaksin og
ókreativur ella ikki, sigur hann.
Sjálvur hevur Jan valt at verða
soleiðis sum hann náturliga er, og at
fylgja dreyminum um at arbeiða við
listini.
– Eg eri simpul og royni at liva
mítt lív og ikki verða órógvaður av
hvussu hini vilja hava meg at liva.
Eg havi eisini funnið hvíld í at vera
kreativur. At tekna er terapeutiskt
fyri meg og er alneyðugt. Mær dám
ar mannagondinga tá eg fái eitthvørt
á pappír. Tað er sum gevi eg pappír
inum nakað, og at pappírið síðani
gevur mær nakað aftur, sigur hann.
Vakurt, men
ikki til mín vegg
Júst nú arbeiðir Jan við tilfari til eina
listaframsýning, sum hann væntar
og vónar verður liðug og klár at
sýna fram í ár. Enn er ikki avgjørt
hvar sýningin skal verða, men hann
hevur tó valt, at hon ikki skal hava
ein reyðan tráð ella nakað tema, sum
vanligt er við slíkum sýningum.
– Eg havi nøkur hugskot í høvd
inum, sum verða til eini 20 ella 30
myndir. Alt av hesum verður ikki
borðbart, og tað leggi eg onki í. Eg
havi valt, at lata vera við at taka mær
nær, hvat hini hugsa, sigur hann.
– Hatta er pent, men kemur ikki á
mín vegg, havi eg ofta hoyrt fólk siga
um mína list, greiðir hann frá. Hetta
kann millum annað verða nakin- ella
harðskapsmyndir, men tað er ein
harðlig tíð vit liva í, og um tað skal
verða avkubbað høvd ella ónærilsigt,
so verður tað tað. Tað eru hugsanir,
sum eg havi, og sum ikki kunnu verða
skilgreinaðaðar, men eg fái greina tær
á pappíri, sigur Jan, tá hann verður
spurdur um hvat tað er, sum fólk ikki
vilja hava á vegginar.
– Fólk sum síggja myndirnar siga
ofta, at eg eri samfelagskritikkari,
men eg haldi ikki sjálvur, at eg hugsi
so nógv um samfelagið, hóast eg
kanska geri tað ótilvitað.
Íbásturin finnur Jan í tónleiki,
videoløgum, filmum, náttúruni og
samfelagnum, greiðir hann frá.
Skal læra grund
reglurnar fyrst
Jan hevur tikið kvøldskúlaskeið í list
í fleiri vetrar og verið á listaháskúla
í Holbæk, men tað var tíðin á Viborg
Drawing Academy í Danmark í 2011,
sum veruliga hugtók og ávirkaði
hann. Har hevði hann strangar og
harðar lærarar og varð kroystur til
at læra nøkur ting, greiðir hann frá
– Vit teknaðu myndir eftir nakn
um modellum hvønn dag, og eg skuldi
kenna musklar, bein og definera
rørslir. Tað er eitt amboð, sum nú er
gróðurfest í mær, men sum eg satt
at siga var eitt sindur bangin fyri at
byrja við. Eftir upplivingina kann eg
tó staðfesta, at tíðin á Viborg Drawing
Academy var framúr góð og eg eri
takksamur fyri upplivingina.
Tíðin á skúlanum var merkt av
nógvari ástøðiligari læru, og tá Jan
kom heim aftur eftir loknan skúla,
var tað eitt sindur torført at brúka
hugflogið at byrja við.
– Vit hoyra ofta dømi um Ingolf av
Reyni og listina hjá honum. Nógv siga,
at har er onki skil á, men sannleikin er
at hann dugur ómetaliga væl at tekna,
og valdi so at útvikla seg. Man skal
duga grundreglurnar áðrenn man fer
at eksperimentera, heldur Jan. Nógv
listafólk vilja hoppa uppum og fara
til Ingolf fyrst, og hetta sæst aftur í
arbeiðinum.
Eg havi tamarhald
á penninum
Tey, sum kenna Jan vita, at hann
er sjáldan sæst uttan kúlupennin
og skitsublokkin, og har í finnur tú
tekningar merktar av minimalismu
og ekspressionismu.
– Mær dámar væl at breiðka meg
og haldi meg ikki innan ávísa lista
grein. Eg tekni við kúlupenni og skitsi
við ymiskum øðrum eisini, greiðir Jan
frá.
– Eg havi roynt at mála, men kenni
meg heima við penni í hond – eg
havi betri tamarhald yvir eini strik
uni sum pennurin gevur, enn teim
túsund, sum penslurin gevur, sigur
hann.
Hann greiðir frá, at kenslan hann
hevur við penninum altíð hevur verið
betri enn við penslinum og hann er
varugur við at hetta er sjálsamt.
– Tekning er undirmett í Føroyum
í mun til at málningalist. Eg havi stóra
virðing fyri listamálarum í Føroyum,
sum hava gjørt nógv fyri samfelagið,
men eg leingist eftir at síggja meir til
pennin, sigur hann álvarsamur
Spurdur hvat hann heldur list er
sigur Jan, at hann av og á ivast í um
hann kann kalla seg ein listamann.
Men so fær hann hugalig orð við á
vegnum frá fólki, sum eru rørd av
listini sum hann hevur gjørt og tí
veit hann at hann kann kalla seg
listamann.
– List eigur at provokera og at
seta okkurt í verk inni í okkum, sigur
hann. Summi siga at vit eru øll lista
fólk, men eg haldi ikki tað passar. Tað
skal verða ein tanki handan listarliga
arbeiði. Til dømis so er Kunoyarnes
eitt fjall, sum allir klaksvíkingar
síggja, og tí nýtist tað ikki eisini at
hanga á stovuvegginum, sigur hann
til endans, væl vitandi um at hetta
ljóðar provokerandi.
annikak@sosialurin.fo
»Hugflogið hvørvur tá man verður
vaksin, tí tann vaksna tilveran góð
tekur ofta ikki at man fer yvirum
mørk við hugflognum«
Myndir: Álvur Haraldsen