hósdagur 17. september 2015síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 18. september 2015
sosialurin 107
24
Matgerð
hvussu
smakka
føroyar
Vælkomin til seinasta part í greinarøðini
um smakkin av Føroyum. Framman undan
hava vit skrivað um smæru, summardáar,
bótarurt, krøkju, arva, notir og hvannir
Tjóðhild Patursson
Æ
tlanin var at steðga
har, men ein av síðstu
døgunum Kunningar
stovan hevði opið,
stóð Anna Malan, sum ikki einaferð
og spældi í køkinum. Úrslitið bleiv ein
heilt fantastisk kervilkøka. Tí leggja
vit hesa seinastu greinina afturat
røðini. Ja, hesuferð skriva vit um
»urtakervil«.
Tað var eitt hart summar, men
eitt stuttligt summar. Nógvar plantur
blivu heintaðar og nógvar blivu etnar.
Tær smakkaðu ymiskt. Summar
væl, aðrar minni væl. Nakrar av
góðu uppskriftunum deildu vit við
tykkum, og aðrar endaðu beint í
ruskspannini – uppskriftirnar altso,
ikki maturin. TAÐ hevði verið spill; Og
spill er spell!
Nógv hava spurt um vit ikki
kunnu savna saman allar (tær góðu)
uppskriftirnar í ein bókling. Tað kann
henda at vit gera tað einaferð í fram
tíðini, men fyrst og fremst ætla vit at
stremba fram ímóti at kunna borð
reiða við nøkrum av uppskriftunum á
Kunningarstovuni í komandi ár.
Vit eru farnar í holt við at leggja
komandi (mat)árið tilrættis, og hóast
hugskotini enn eri fleiri enn kapa
siteturin strekkjur til, so eru vit við
at koma á mál við matætlanini. Í maj
2016 opna vit aftur, og tá er ætlanin
at planturnar í Nólsoy skulu eiga ein
sera sjónligan (og smakkiligan) part í
matgerðini.
Longu í ár brúktu vit sumt av tí
sum Anna Malan fann uppá ella sum
omma Disa lærdi hana. Millum annað
brúktu vit notir í tertum, ístaðin
fyri spinat, vit gjørdu notupesto
og arvapesto og eisini serveraðu
vit notu-te. Men tað absolutt best
umtókta í ár var kervilssukuri.
Vaflur við súrróma blivu drússaðar
við kervilssukuri – áh, nú fór eg at
munga; men eg man í summar hava
etið nokk vaflur fyri alt árið í ár.
At gera kervilssukur er ein máti at varveita smakkin av kervili. Tú skalt
brúka umleið 1/3 kervil og 2/3 sukur. Blanda hesi væl saman í eini hvirlu.
Tað er gott at turka sukuri í ovninum eina løtu, so heldur tað sær longri.
Turka á lágum hita. Um sukri er klumput tá ið tú hevur turka tað í ovninum,
so kanst tú koyra tað í hvirluna enn eina ferð, fyri at fáa tað sundur.
Sum áður nevt smakkar kervilssukur ótrúliga væl útyvir súrróma, antin á
vafflur/pannikøkur ella á nýbakað breyð. Og tað sær eisini so vakurt út, tí
kervilssukur er skyggjandi grønt. Goym í eini krukku við lufttøttum loki.
Tips!: Kervilssukur er ordiliga gott í te.
Tað søtar samstundis við at tað gevur ein deiligan anis-smakk.
Kervilmarrengskøka
Hendan køkan er altso heilt fantastisk, og
eg má syrgja fyri at Anna Malan kemur
til arbeiðis á Kunningarstovuni annan
hvønn dag komandi summar, bara so at vit
ALTÍÐ kunnu eiga hesa køkuna inni. Hon er
ógvuliga løtt at gera, og líkist í so máta nógv
eini vanligari føroyskari ‘bindiklubbakøku’.
Men kervilssukurið í marrengsinum tekur
annars simplu samansetingina til heilt
nýggjar hæddir.
Kervilssukur