hósdagur 17. september 2015síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 18. september 2015
sosialurin 107
25
Vit á Kunningarstovuni í Nólsoy vóru so heppin at sleppa upp í part,
tá ið umhvørvisstuðulin hjá Tórshavnar Kommunu var latin fyrr í ár.
Spurningurin *Hvussu kunnu Føroyar smakka?* kann sigast
at vera grundin í arbeiðinum.
Til køkuna skalt tú brúka:
2 eggjahvítar
150 gr av kervilsukuri + eittsidnur meira at pynta við
1 pk av róma
1 pk av súrróma
Sjokoláta eftir ynski
Fyrst bakar tú marrengsbotnin. Píska eggjahvítar og kervils
sukur væl saman og baka í ovinum í umleið 10 min við
200 hitastigum. Lat síðani botnin kólna.
Í meðan botnurin kólnar kanst tú fyrireika kremið.
Píska róman. Rør súrróman uppí pískaða róman.
Rør síðani eittsidnur av hakkaðari sjokulátu í kremi.
Tá ið botnurin er heilt kaldur koyrir tú kremið útyvir.
Pynta køkuna við meira hakkaðari sjokolátu og eittsindur
av vøkrum grønum kervilssukuri.
Myndir: Tjóðhild Patursson
Ikki gera sum vit gjørdu til myndatøkuna, og koyra kremið
útyvir botnin ímeðan hann enn er heitur, tí so dettur hann
saman. Men ikki tað, tað smakkar akkurát líka væl.