Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-17, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. september 2015síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 18. september 2015 sosialurin 107 26 Flóttafólk – raka tey okkum? E itt átak millum sjálvboðin byrjaði á facebook undir heitinum »Hvussu kunnu vit hjálpa«. Her var undir­ tøkan beinanvegin so stór, at tørvur var á at skipa fyri einum almennum fundi og hesin varð hildin í Norður­ landa­húsinum leygardagin 12. sep­tember. Fullur salur av fólki fekk sakliga og góða kunning um hetta fløkta mál frá fólki við innliti úr ymsum økjum. Síðan komu um­boð fyri politisku flokkarnar at siga sína hugsa um hvørja ábyrgd Føroyar hava í flóttafólkamálum. Eftir fundin var høvið hjá fólki at skrá­ seta seg um tey onkursvegna vilja hjálpa flóttar­fólki – annaðhvørt við hús­rúmi, sum stuðulsfamilja, við frá­læru í føroyskum el.ø. Niðurstøðan frá fundinum var, at hóast málið er fløkt løgfrøðisliga og hópin av umberingum finnast fyri einki at gera – so ber tað til. Um politiskur vilji er til tess og um lands­stýrið – í samráð við ST og danskar myndug­leikar – setir sær fyri at taka ímóti flóttafólki – so ber tað til. Ja, vit hava ábyrgd og vit taka ábyrgd Sum umboð fyri Tjóðveldi á fund­ inum í Norðulandahúsinum var mítt stutta svar – ja, sjálvandi skulu vit taka ímóti flóttafólki í Føroy­um. Vit eru eins nógv partur av heims­ sam­felag­num sum onnur lond og vit hava eisini moralska skyldu at gera okkara part. Men hetta skal gerast rætt og forsvarligt fyri allar partar og tað skal fyrireikast væl. Talan vildi verið um, í fyrstu atløgu, at tikið ímóti uml. 10-15 fólkum og fyri okkara við­ komandi verður talan um at taka ímóti kvota-flóttafólkum. Sokallaðu kvota-flóttafólk sita í ymsum flótta­ fólkalegum og eru av ST stovninum UNHCR eyðmerkt sum slík, tí tey av ymsum orsøkum ikki kunnu flyta aftur til sítt egna land. Tey flóttafólkini, ið nú floyma yvir landamørkini kring Evropa, hoyra til ein annan bólk. Tey søkja um friðskjól í tí evropiska landi, har tey verða skrásett, verða send í asyl- sentur og tíðin at viðgerða teirra um­sóknir er ofta ómetaliga long. Feska samgonguskjalið sigur, at Føroyar hava eisini ábyrgd av flótta­ fólkum. Væntandi verða hesi orð fylgd upp av greiðum politiskum málum og ítøkiligum ætlanum, sum ger, at vit innan fyri eitt hálvt til eitt heilt ár kunnu bjóða teimum fyrstu flóttafólkunum vælkomnum til okkara. Ísland vil hjálpa okkum at hjálpa Um vit gera av at taka ímóti flóttafólki, hevur Ísland boðið sær til at stuðla og samstarva við okkum. Ísland hevur tikið ímóti uml. 525 flóttafólkum síðani 1956 og seinastu árini hava tey tikið ímóti uml. 22 flóttum annaðhvørt ár sum liður í UNHCR Resettlement Programme. Umframt hetta eru bara seinastu mánaðirnar komin yvir 100 flóttafólk til Ísland, ið hava biðið um friðskjól. Tey hava sostatt gjørt sær nógvar royndir á økinum, royndir sum kunnu koma Tíðargrein Støðugi streymurin av flóttafólki, meginparturin úr Sýrialandi, er nú komin til norður Evropu, Danmark og nærkast kanska eisini Føroyum við kvikum fetum. Spurningurin trokar seg inn á okkum: Kunnu vit halda fram at goyma høvdið í sandinum og siga, at hetta rakar ikki okkum?