hósdagur 17. september 2015síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 18. september 2015
sosialurin 107
27
tíðargrein
Tíðargreinin verður skrivað av skiftandi
fólkum, sum ikki dagliga eru knýtt at blaðnum.
Evnini eru ymisk, men viðgera øll okkurt evni,
sum er viðkomandi fyri tíðina júst nú.
Gunvør Balle
Fyrrverandi løgtingskvinna og sendikvinna í Íslandi
okkum til góðar. Londini eru lík á
mangan hátt – samfelagsbygnaður-
og stødd, veðurlag, mentan og fólk
– og tí liggur tað beint fyri at hyggja
eftir hvussu grannar okkara fyri
vestan hava gjørt. Gjøgnum frálíka
samstarvið millum politikarar í
Føroyum, Íslandi og Grønlandi í Út
norðurráðnum hava vit fingið tilsøgn
frá starvsfeløgum okkara í Alting
inum, at bæði íslendskir politikarar
og embætisfólk fegin vilja samstarva
við okkum um hetta stóra mál.
Søgan um palestinsku
einkjurnar og børn teirra,
ið komu til Akranesar
Eg búði sjálv í Íslandi í 2008, tá ið
stjórnin, í samstarvi við Akranes
kommunu, gjørdi av, at taka ímóti
29 palestinskum kvota-flóttafólkum
úr Irak. Hetta vóru einkjur við børn
um, sum høvdu mist sínar menn
á syndarligan hátt og sum høvdu
verið leingi í flóttafólkalegum. Her
fór íslendska stjórnin í samráð við
UNHCR um hvønn bólk av flótta
fólkum tey kundu átaka sær at taka
ímóti og úrslitið gjørdist at bjóða
hesum einkjum og teirra børnum til
landið. Áðrenn Akranes kommuna
tók avgerðina, var drúgv umrøða mill
um íbúgvararnar í kommununi og
hóast mong vóru ivasom, vóru flestøll
sinnaði at bjóða hesum familjum
vælkomnum og at hjálpa til so hetta
kundi eydnast.
Talan var um væl fyrireikaða
og demokratiska prosess, har
íbúgvar í Akranesi vóru væl
kunnað og fleiri sjálv játtaðu at
vera partur av uppgávuni. Og
júst hetta hevur alstóran týdning
fyri at integrasjónin skal eydnast.
Palestinsku konurnar fingu eitt
heim og eitt arbeiði, eina stuðuls
familju, tulkatænastu, undir
vísing í íslendskum 4 dagar um
vikuna, umframt sálarfrøðiliga
og læknaliga hjálp. Og serligar
fyriskipanir vóru gjørdar til at
taka sær væl av børnunum og
teirra tørvi. Sum skilst, var ein av
størstu avbjóðingunum, at finna
sálarfrøðiliga hjálp á arabiskum, tí
hóast tulkarnir vóru frálíkir høvdu
teir sjálvsagt sínar avmarkingar.
Summar konur eru síðan fluttar
aftur, men hinar búgva framvegis
á Akranesi. Børnini lærdu skjótt
íslendska málið, men verri gekst hjá
teimum eldru.
Stjórnin rindaði Akranes komm
unu ávíst endurgjald í tvey ár, men
tænastan gekk yvir longur enn tvey
ár, og tí vóru summi ónøgd við at
kommunan situr eftir við útreiðsl
unum, umframt tað sum hesi tvey
ár kostaðu. Umrøðan um slík mál
er altíð trupul, bæði tí tað snýr seg
um menniskju í dýrastu neyð, men
eisini orsakað av, at so nógv okkara
bera ein skiljandi ótta fyri hesum
fremmanda og eru í iva um hvørjar
avleiðingar tað fer at fáa fyri sam
felagið, at vit lata upp fyri fólki við
heilt øðrvísi mentan og uppruna.
Ein læra úr Akranesi er, at tað
sum er mest týðandi fyri at tað skal
eydnast væl at taka ímóti flótta
fólki, er at tey fáa ta tænastu teim
um tørvar. Sum heild, eru royndir
nar frá Akranesi góðar, hóast tað
sjálvsagt vilja vera avbjóðingar, ið
taka langa tíð at loysa.
Integrasjón er lykilin
Ein partur av uppgávuni ið fylgir
við tí, at taka ímóti flóttafólki, eru
skipanir fyri integrasjón. Í Føroyum
búgva í dag longu 1600 fólk, ið koma
úr londum uttanfyri Norðanlond. Og
íalt ganga 2.464 fólk millum okkum,
ið ikki hava føroyskt sum móðurmál.
Hetta eru fólk, sum sjálv hava leitað
sær higar at búgva og sum vit hava
givið alt ov lítlan ans og virðing. Hesi
hava ikki havt góðar møguleikar fyri
at sleppa uppí part í okkara sam
felag, fyrst og fremst tí tilboðini
um undirvísing í føroyskum hava
verið alt ov fá og stutt. Tí hevur tað
stóran týdning í hesum kjakinum, at
vit taka integrasjón í álvara og seta
neyðuga orku av til at útlendingar
ella flóttafólk, ið koma higar at búgva,
hava ein veruligan kjans at trívast og
mennast í Føroyum.
Haldi hetta brotið úr grein hjá
tíðarritinum »The Economist« ið
snúði seg um flóttafólk, er vert at
hugsa um:
»People who cross deserts and
stormy seas to get to Europe are
unlikely to be slackers when they
arrive. On the contrary, studies find
that immigrants around the world
are more likely to start businesses
than the native-born and less likely
to commit serious crimes, and that
they are net contributors to the
public purse. The fear that they will
poach our jobs or drag down local
wages is also misplaced. Because
they bring complementary skills,
ideas and connections, they tend to
raise the wages of the native-born
overall, though they may slightly
reduce those of unskilled local
men. And the migrants themselves
benefit enormously.«
Loyvi mær at enda við hesum
orðum hjá Katrini á Neystabø, aðal
skrivara í Amnesty International
Føroya Deild: »Latið okkum halda
høvdið kalt, men hjartað heitt«.
»Latið okkum halda høvdið
kalt, men hjartað heitt«
Mynd: Polfoto