leygardagur 31. juli 2004síða 14
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin Nr. 143 - 31. juli 2004
5
4
Sosialurin Nr. 143 - 31. juli 2004
TÓNLEIKALÍV
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Í eini kjallaraíbúð setast vit at
práta, eftir at avtalan um at hitt-
ast á eini café tíðliga henda hós-
morgun ikki vísti seg at rigga, tí
tá er ikki opið slík støð.
Tað oysur niður, men vit avtala
at koyra heim til hansara. Men
tað er minst líka hugnaligt at
hitta Gunnar heima við hús, har
familjan fær sær morgunkaffi og
vit sostatt eisini fáa ein kaffi-
munn - heimagjørt kaffi, ikki eitt
keypt kaffikrúss á café.
Gunnar hevði mikukvøldið
leitað sær burtur úr býarlarmin-
um og út í náttúruna, burtur frá
bilum, sjónvarpi og telefon! Men
Gunnar játtaði beinanvegin at
gera samrøðu, hóast hann miku-
kvøldið klokkan 23 knappliga
stóð á Slættaratindi og tosaði í
fartelefon við ein blaðmann, sum
hevði ringt til vinir og kenningar
hansara, fyri at náa mannin ovast
á tindinum.
Skrivaði søgu
Gunnar er føddur í Aalborg og
vaks upp í Vestbjerg norðan fyri
Aalborg. Mamman er føroysk og
pápin dani. Í 10. flokki fór
Gunnar á eftirskúla í Mariager
og síðani á studentaskúla í Aal-
borg, har hann bleiv matimat-
iskur studentur.
Síðani tók hann sær av løttum.
Leiðin gekk til Berlin saman við
vinum úr studentaskúlanum.
Uttan pening og arbeiði fjakkaðu
teir frá café til café fyri at vinna
til lívsins uppihald og fingu teir
at enda eitt stað at búgva. Men
leiðin gekk aftur til Danmarkar.
Men í Danmark vitjaði útferð-
arhugurin aftur og Gunnar fór til
Canada at arbeiða við hestum og
neytum. Og summi minnast
kanska, at tá Gunnar trein á pall í
danska sjónvarpinum og gjørdist
stjørna, so varð sagt, at hann
kom beina leið úr Canada.
– Ja, restin er søga, smílist
Gunnar umberanadi.
MTV
Eitt lag hjá Gunnari er í hesum
døgum at síggja og hoyra á sjón-
varpsrásini MTV. Rásin hevur
ein tátt, ið kallast MTV up
North, og hevur hesin táttur
spælt lagið og er tað komið á
listan har, ið virkar so, at fólk
kunnu atkvøða.
Gunnar trívist á tindunum
Gunnar Mikkelsen gjørdist stjørna á tónatindunum, tá hann vann
kappingina Stjerne for en aften. Hann trívist væl á tindunum og arbeiðir
við nýggjum tilfari. Eitt sjónbandalag hjá honum hevur verið víst á MTV
og í næstum spælir hann á Ólavsøkukonsert, á Langelandsfestival og á
Summarfestivali í Klaksvík. Men hvør er søgan handan hálva føroyingin,
sum gjørdi Guðruni Sólju kynstrið eftir, og vann Stjerne for en aften og
aftur setti Føroyar á breddan? Vit hava hitt stjørnuna, sum kemur frá
einum heimi við urgu
– Tá vit høvdu gjørt sjón-
bandalagið, so sendu vit tað inn
til MTV, sigur Gunnar.
– Eg fekk sms boð frá einum
vini, sum segði seg hava sæð og
hoyrt lagið, so eg veit ikki hvat
tað verður til, men vónandi fara
fólk at atkvøða, so okkurt kemur
burturúr, vónar Gunnar.
Bert ítriv
Men innan Gunnar náddi tóna-
tindarnar, var tónleikurin bert
ítriv og kanska ein dreymur langt
burturi, sum hjá so mongum.
Gunnar lurtaði eftir útvarpi og
sang við og fleri søgdu, at tað
ljóðaði stak væl. Men tá hann fór
á eftirskúla, kom meira ferð á.
– Eg sang til tiltøk, sjálvt um
fjáltur var á mær, minnist
Gunnar aftur á.
Seinni lærdi hann seg at spæl
guitar og á studentaskúlanum
spældi hann av og á, tá tey har
høvdu café.
– Men tónleikurin var bert
ítriv, sigur Gunnar, sum kemur
frá einum heimi við urgu, sum
foreldrini keyptu til børnini, men
annars hevur ikki verið spælt og
sungið meira enn aðrastaðni
heima hjá Gunnari og teimum.
Men undanvindurin hjá Gunnari
sjálvum á tónleikaleiðini hevur
kveikt áhuga í familjuni fyri tón-
leiki, so onkur nú t.d. syngur í kóri.
Stóð við sítt
Sølan av fløguni hjá Gunnari
hevur gingið væl.
– Sølan hevur gingið væl. Eg
veit ikki sølutølini, tí eg tori ikki
at spyrja. Eg havi gjørt tað eg
vildi, og tað fegnist eg um. Eg
fekk mítt ígjøgnum og eg eigi
tilfarið á fløguni. Av tí sama er
hetta ikki ein popp fløga, sum
vendir sær til ta beiðu lurtara-
fjøldina, men tað ger einki, tí
hinvegin sleppi eg á tey "veru-
ligu" spælistøðini og tað er
kanska ikki luturin hjá øllum
luttakarum í slíkum kappingum,
sigur Gunnar.
Hvat framtíðin hevur at bjóða
veit Gunnar sjálvandi ikki, men
vónirnar hevur hann.
– Eg skrivi sangir og havi
fingið at vita, at møguleiki er
fyri eini nýggjari fløgu. So tað
arbeiði eg víðari við. Eg skrivi
sangir og ætli mær at hava ein
bólk káran beinanveg og at hava
bólkin við í allari arbeiðsgongd-
ini. Eg ætli ikki at standa á
berum og einsamallur, sum eg
gjørdi, tá hendan fløgan kom út,
sigur Gunnar, sum í Føroyum
hevur verið heppin, og fingið
dugnaligu manningina í
Showmenn at leika við sær.
– Eg ætli at royna, um eg kann
liva av at spæla tónleik, men eg
ætli mær annars at gera sum eg
vil. Møguleikin er jú eisini til
staðar fyri, at eg fari at arbeiða
og so havi eg tónleikin umframt,
sigur Gunnar.
Í hesum døgum fyrireikar hann
seg til ólavsøkukonsert og longu
tann 28. juli leikar hann á Lange-
landsfestivalinum og hálvan au-
gust er hann millum luttakarar-
nar á nýggja festivalinum í
Klaksvík, Summarfestivalinum.
Gunnar Mikkelsen á Slættaratindi.
Eisini innan tónleikin hevur hann
nátt tindarnar og hann trívist á
tindunum. Men lítilátin ger hann
vart við, at hann vil royna at liva av
tónleikinum, men annars vil hann
gera sum hann vil og møguleikin er
til staðar fyri, at hann fer at arbeiða
og hava tónleikin umframt
Eitt lag hjá Gunnari er í hesum døgum at síggja og hoyra á sjónvarpsrásini MTV. - Eg fekk sms boð frá einum vini,
sum segði seg hava sæð og hoyrt lagið, so eg veit ikki hvat tað verður til, men vónandi fara fólk at atkvøða, so
okkurt kemur burturúr, vónar Gunnar Mikkelsen
27
C
M
Y
K
26