leygardagur 31. juli 2004síða 15
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin Nr. 143 - 31. juli 2004
5
4
Sosialurin Nr. 143 - 31. juli 2004
UMMÆLI
Hanna Jensen
hanna10@post.olivant.fo
Soleiðis segði ein, í tí at Russ
Taff seint á kvøldi hin 17.juli
koyrdi út av festivaløkinum, og
hann flenti óført.
Tað kendist so tómt, tá Russ
Taff fór av pallinum seinastu
ferð. Tómt er á ein hátt ikki rætta
orðið, tí tá tú hevur fingið nakað
gott, kann tað ikki vera tómt.
Men tað var líkasum, at mann
vildi hava hendan lívsvísdómin
og sangin um vónina og vakur-
leikan at dvølja hjá sær eitt
sindur longur.
Hann kom inn aftur og gav ein
eykasang, men tá tað var gjørt,
vistu vit við okkum sjálvum, at
nú var hon av - løtan vit høvdu
bíðað eftir. Vit høvdu klump í
hálsinum og stóðu bara sum
kánus. Ein segði umaftur og
umaftur: "Hann er farin!"
Russ Taff hevði so nógv at
geva, at vit vildu hava meiri. Vit
hava lurtað so nógv eftir honum
gjøgnum ár og dag, og nógva
gleði og troyst hevur hannsara
rødd sent út, og nógvar fantast-
iskar tónleikaløtur, hevur hann
givið. At hann veruliga ger tað,
var sjón fyri søgn. Eg var
rúnarbundin gjøgnum allan tann
góða tíman, Russ og føroyski
bólkurin vóru á palli. Tað var alt
ov stutt!
Hann spældi: Praise the Lord av
Heed the Call hjá Imperials
We Will Stand av Walls of Glass,
Rock Solid av Medals
Shake, Down in the Lowlands og
I Still Believe av Russ Taff
I Cry, Ain`t No Grave og Winds
of Change av The Way Home
Somebody´s Coming av Right
Here Right Now
Some Say He Was an Outlaw, eitt
lag eftir Larry Norman, og
onkran afturat
Nakrir sangir ganga aftur á
fleiri fløgum. I Cry, Winds of
Change, Ain´t No Grave og We
Will Stand eru dømi um slíkar.
Tað kundi ikki verið ein betri
skrá enn tann sama fyri meg. Tað
er sum tá Birgar Jóhannesen
spælir 60-ára tónleik - hatta rakti
beint á tað, sum eg lurtaði eftir í
mínum yngru døgum, og tað er
líka gott enn. Eitt lag hevði eg
ikki hoyrt áður. So at siga øll
teljast millum perlur, og tað er
torført at siga, hvat var best at
hoyra. I Cry er bara góður - altíð,
men tað, sum rørdi meg mest
hetta leygarkvøldið á sandinum,
var Down in the Lowlands - de
profundis - , sum er um at rópa
til Gud úr djúpinum, og tað var
so veruligt og so viðkomandi
fyri meg sum eitt veikt menn-
iskja, og so var tað Somebody´s
Coming, sum rættiliga festi seg.
Hann er vónríkur um at alt
órættvísi og allur óndskapur
skulu gerast til einkis, og alt skal
verða broytt og nýtt. Annars
snúðu tekstirnir, Russ hevði valt
til okkum, seg um einleika
millum Guds børn, um trúgv í
øllum umstøðum, uppreisn, um
kvøl og stríð, um Jesus og um
altíð at koma heim, tá á stendur
og altíð at tilbiðja. Allir tekstir
høvdu eina innbygda vón og
ærufrykt.
Tað innihaldsliga varð grund-
fest við tí rokkuta tónleikinum,
teirri kraftmiklu soulrøddini,
gospelíkastinum og teimum góðu
løgunum - ein góð blanding!
Tilfarið var frá áttatiárunum og
fyrru helvt av nítiárunum. Eisini
vóru nakrir altíð viðkomandi
gospelsangir hansara, sum mann
kennir frá ymsum samanhangi.
Heildarúttrykkið av tilfari, fram-
førslu og anda var einastandandi.
Og eg haldi uppá, at tað er ikki
bara nostalgi, hóast ikki slepst
undan tí, hjá flestum okkara.
Hetta var ein av teimum konsert-
unum, har tú ikki kanst standa
afturá og lurta. Eg mátti fram at
uppliva tað, sum fyrifórst millum
artistin og áhoyrararnar - vera
partur av tí.
Hvussu skal eg lýsa, hvat tað
var? Sjálvandi var tað eitt vanligt
samskifti, men tað var eisini
meira. Eg haldi eg kann kalla tað
eina kraft, sum eg ikki kendi frá
nøkrum øðrum bólki ella ein-
staklingi. Har var ein gleði, sum
brúsaði av pallinum, eisini av tí
spæligleði, sum tónleikararnir
Russ has left the beach
høvdu. Tónleikararnir eru góðir.
Tað ber ikki til at lýsa tað øðr-
vísi! Meirilutin av teimum
spældi eisini saman við Lenu
Anderssen í vár, og tað var sera
gott. So tá eg hoyrdi, hvør skuldi
spæla við Taffinum á G! Festi-
valinum, so frøddist eg og visti,
hvussu gott tað fór at vera. Tey
vóru: James Olsen, Jákup og Jan
Zachariassen (teir eru ikki
brøður, men systkinabørn), Óli
og Hans Poulsen (teir eru
brøður), Kim Hansen, Mikkjal
Hvannastein, Heini Lützen, Leila
Carlsen og systirin Vanja, Linda
Holmberg, Linda Petersen, Jón-
svein Heinesen og ein onnur
kvinna, sum eg tíverri ikki
kendist við. Tað talar fyri seg!
Góðan og vælspældan tónleik
hoyrdu vit annars nógvan á G!,
men tað man vera innihaldið og
persónurin, sum ger munin.
Framførslan hjá Russ Taff var
høvuðsløtan fyri meg, eftir hana,
væntaði eg ikki meira, eg hevði
fingið mítt. Sjálvt Lisa Ekdal
fánaði í ljósinum av hesi størru
stjørnuni, sum onkur kallaði
hann dagarnar frammanundan. -
Og eg havi helst longu verið á tí
bestu Ekdal konsertini eg
nakrantíð kann koma á, í Tivoli,
summarið 1998.
Hetta skal ikki misskiljast. Eg
hoyrdi nógv gott áðrenn Russ
Taff t.d. Eivør, sum fall mær best
dagin fyri. Eisini aftaná hoyrdi
eg nógv gott t.d. Høgna Lisberg,
Anniku Hoydal o.a., men eg var
líkasum mett, - kundi standa við
einum fjarum smíli og njóta
restina, men kundi ikki uppliva
nakað líka ella meiri inniligt.
Russ Taff hevur verið virkin tónleikari í 25 ár. Frá 1977 til
1982 var hann við í bólkinum Imperials. Frá 1983 hevur
hann givið soloplátur út. Í 1998 fór hann upp í Gaither
Vocal Band, sum hann hevur sungið við inntil í ár, 2004.
Hann hevur valt at gevast í hesum bólki og bert vera við
til Gaither Homecoming konsertirnar.Væntast kann, at
ein solofløga kemur út um umleið eitt ár.
Nakrar áhugaverdar
fløgur:
Walls of glass 1983
Medals 1985
Russ Taff 1987
The way home 1989
Under Their Influence 1991
A Christmas Song 1992
Winds of Change 1995
Right Here Right Now 1999
Best of Russ Taff 2003
Viðmerkjast kann, at A Christ-
mas Song leingi hevur verið
ímyndin av jólahugna fyri
mong. Á henni finst ein serliga
góð útgáva av What a
Wonderful World.
Vitja heimasíðuna
www.russtaff.com
Framførslan hjá Russ Taff var høvuðsløtan fyri meg, eftir hana, væntaði eg ikki meira, eg hevði fingið mítt. Sjálvt Lisa Ekdal fánaði í ljósinum av hesi størru stjørnuni, sum onkur kallaði hann dagarnar frammanundan
Mynd: Maria Olsen
29
C
M
Y
K
28