hósdagur 17. september 2015síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 18. september 2015
sosialurin 107
29
T
á ið politiski gerandisdag
urin byrjar, so er tað av
gerandi fyri flokkarnar at
hava fólk í røttu nevndu
num, sum skulu viðgera lógvarupp
skotini, sum verða løgd fram.
Øll tingfólk vita, at tann nevndin
í Løgtinginum, sum hevur størstu
maktina er fíggjarnevndin. Flest øll
mál skulu fyrr ela seinni hava viðgerð
í fíggjarnevndini – annaðhvørt bein
leiðis ella í sambandi við viðgerð av
fíggjarlógini.
Tí er gravgangurin eftir at sleppa í
hesa nevnd, sum er mannað við sjey
tinglimun. Fíggjarnevndin hevur
klárt hægstu tignina av føstu nevnd
unum hjá Løgtinginum.
At alt skal ígjøgnum fíggjar
nevndina er eitt, men eitt annað er,
at nevndin hevur heimild at ráðgeva
landsstýrismanninum við fíggjar
málum, tá ið fortreytir fyri játtanum
broytist.
Fíggjarnevndin hevur sjey fastar
limir, men harumframt verða sjey
varalimir valdir. Varalimirnir í júst
fíggjarnevndini taka ofta lut í arbeið
num, tí nevndin er helst tann nevnd,
sum hevur flestu fundirnar.
Formaðurin
Tann politikari við sæti í tjóðartingi
num við størsta valdinum, er uttan
samanbering formaðurin í fíggjar
nevndini.
Formaðurin kann gera av um mál
fáa skjóta viðgerð og verða samtykt,
men hann kann eisini forða málum
at fáa viðgerð.
Politiskt vil hetta siga, at gerandis
politikkurin verður stýrdur í stóran
mun úr fíggjarnevndini.
Eydnast tað formanninum í
nevndini at fáa gott arbeiðslag í
nevndini, so er fíggjarnevndin í
veruleikanum eitt mini Løgting. Sam
gongan og andstøðan eru umboðað í
nevndini.
Tað hendir so at siga ongantíð, at
tingið fellir uppskot, sum ein samd
fíggjarnevnd leggur fyri Løgtingið og
sjálvdan verða álit frá meirlutanum í
nevndini ikki tikin til eftirtektar.
Uttanlandsnevndin
Uttanlandsnevndin kemur í tign eftir
fíggjarnevndini. Hon er eisini mann
að við sjey limum og sjey varalimum.
Tað sum gevur uttanlandsnevndini
tignina er, at hon gevur Løgtinginum
tilmæli í øllum uttanlands-, marknað
ar- og verjumálum.
Harumframt gevur hon eisini til
mælir í øllum viðurskiftum millum
Føroyar og Danmark.
Eitt annað, sum gevur hesa tign er,
at landsstýrisfólk kunnu kallast inn
til ráðførslu í nevndini.
Hetta ger seg galdandi, tá ið Føroyar
samráðast við onnur lond. Seinastu
árini hevur uttanlandsnevndin verið
ein stórur partur í stríðnum við hini
strandalondini um makrelkvotur.
Landsstýrismaðurin, sum sat
við fiskivinnumálum, Jacob Vester
gaard, hevur verið til óteljandi fundir
í uttanlandsnevndini, har taktikkur
in hevur verið lagdur undan sam
ráðingum um uppsjóvarfisk. Eisini
er uttanlandsnevdin kunnað, tá ið
samráðingar eru lidnar.
Vinnunevndin
Triðja nevndin í tign er helst vinnu
nevndin.
Vinnunevndin viðgerð øll mál,
sum so ella so hava við vinnulívið at
gera. Tað vil siga, at vinnunevndin
er tann nevndin, sum hevur tættast
samband við privata vinnulívið.
Øll lógaruppskot, sum á ein ella
annan hátt viðvíkja vinnulívinum,
endað í vinnunevndini.
Allar nevndirnar hava tað til felags,
at tá ið uppskot eru til viðgerðar, so
kalla tey fólk við servitan á økjum,
sum lóggevast skal fyri, inn til fundar.
Eisini partar av teimum, sum verða
rakt av broytingum verða kallað á
fund við nevndirnar, so nevndin fær
flestu sjónarmið at hoyra.
Aðrar nevndir
Tríggjar aðrar sjeymanna-nevndir
eru í Løgtinginum. Trivnaðarnevndin
er ein, sum tekur sær av sosialum
málum, heilsumálum go eldrarøkt.
Mentunnarnevndin tekur sær av
skúlaviðurskiftum og mentan sum
heild, meðan rættarnevndin tekur
sær av lógarmálum, ferðslu rættar
trygd v.m.
Ein onnur føst nevd er, sum valiga
verður vald seianst. Tað er lands
stýrismálanevndin, sum bert hevur
tríggjar limir og tríggjar varalimir.
Hewndan nevndn hevur eftirlit
við, at starv landsstýrisins verður
útint á lógligan hátt.
Í stýrisskipanarlógini stendur, at
hevur nevndin illgruna um, at óreglu
liga hevur veirð atborið, kann hon
krevja, at løgtingsformaðurin setir
ein kannignarstjóra, sum tó ikki hev
ur dómsmyndugleika.
Tað var landsstýrismálanevndin,
sum kravdi, at løgtignsformaðurin
setti ein kanningarstjóra í sambandi
við handfaringini av undirsjóvar
tunnlunum.
Í landsstýrismálanevndini er tað
vanliga so, at andstøðan eigur for
mannin og so eigur samgongan hinar
báðar limirnar.
Løgtingið velir eisini aðra umboð
an. Nakrar nevndir eru, men ofta er
gravgangur eftir at sleppa at umboða
Føroyar í Nortðurlandaráðnum og í
Útnorðurráðnum.
Sambandi við grannalondini telir
nógv hjá tingfólki.
Kapping um at sleppa
í nevndirnar við tign
Løgtingsnevndirnar viga ymiskt í tign, so kapping er
um at sleppa í tær tyngsu nevndirnar
Fýra
nýggir
Grann
skoðarar
Løgtingið brúkti allan hósdagin
tila t manna nevndirnar, sum
eru í Løgtinginum.
Eisini fýra løgtingsgrann
skoðarar skuldu veljast.
Løgtignsgrannskoðararnir
hava eftirlit og arbeiða tætt
saman við landsgrannskoðan
ini, men tað vísir seg eftir valið,
at teir fýra, sum mannaðu
nevndina við løgtingsgrann
skoðarum ikki longur er limir
í Løgtinginum.
Tveir teirra vóru ikki
afturvaldir. Jóan Magnus
Rasmussen, Fólkaflokkurin,
náddi akkurát ikki upp um
tinggáttina og tað gjørdi Rei
mund Langgaard, Sambands
flokkurin, heldur ikki.
Eyðgunn
Samuelsen,
Javnaðarflokkurin, var aftur
vald, men hon er nú til
nevnd landsstýriskvinna í al
mannamálum.
Fjóðri løgtingsgrannskoð
arin var Høgni Hoydal, Tjóð
veldi. Hann er tilnevndur
landsstýrismaður við fiski
vinnumálum, umframt at
hann eisini er varaløgmaður.